Discover25 minuttir
25 minuttir
Claim Ownership

25 minuttir

Author: Kringvarp Føroya

Subscribed: 4Played: 394
Share

Description

25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.

25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.

Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, ca@kvf.fo

Samskipari: Tróndur Vatnhamar, tva@kvf.fo

Redaktørur: Kári Sólstein, karisol@kvf.fo
52 Episodes
Reverse
- samrøða við Håkan Ericson
Hvussu er at vera fuglur? Hava fuglar kenslur? Og hvat kunnu vit læra um menniskjað við at granska fugl? Júst tað hevur víðagitni fuglafrøðingurin og professarin, Tim Birkhead, granskað. Hann hevur millum annað kannað og skrivað bøkur um, hvussu tað er at vera fuglur - hvussu fuglur sansar heimin. Millum annað vísir hann á, at fuglur á mangan hátt líkis okkum menniskjum - eins og menniskju er fuglur ein sosial vera og hevur eisini kenslur.
At sleppa at vera júst tann tú ert, tykist ofta at vera trupult í Føroyum, tí vit kenna øll hvønn annan og fortíðina hjá hvørjum øðrum. Tí er gott at sleppa burtur av og á, fyri at finna inn aftur til tín egna persón. Tað heldur Sissal Kjartansdóttir Kristiansen í øllum førum. Hon ferðast javnan einsamøll til fjarskotin lond fyri at læra og fáa íblástur
Terji Rasmussen er útbúgvin námsfrøðingur, men serliga kenna vit hann frá føroyska tónleikaheiminum. Hann er uppvaksin í Havn, men flutti í 2002 til Nólsoyar, har hann í 2015 lat upp spælistaðið Maggies saman við konu síni í kjallaranum á sethúsum teirra í Nólsoy. Síðan staðið lat upp, hava óteljandi konsertir verið í Maggies, og Terji hevur tikið upp konsertirnar bæði sum ljóð og mynd, og fyri hetta skajalfestingararbeiði, umframt spælistaðið Maggies, fekk hann FMA virðislønina fyri Ársins átak.
Jasmin Mote er fødd í 1998. Hon er uppvaksin í Vestmanna, men flutti sum 13 ára gomul til Havnar við familju síni. Í Havn byrjaði hon at syngja og spæla tónleik. Tónleikurin gjørdist ein áhugi, hon síðan hevur fylgt og ment seg í. Tónleikurin fyllir nú so at siga alt í hennara lívi og tilviti, og í ár fekk hon FMA virðislønina fyri Ársins kvinnuliga sangara.
Andrias Høgenni hevur gjørt film, síðani hann var 16 ár. Sum 30 ára gamal í dag telist hann millum mest virknu og vælumtóktu filmsleikstjórunum vit hava í Føroyum. Andrias hevur vunnið filmsvirðislønina "Geytin" ikki færri enn tríggjar ferðir, seinastu ferð í ár við filminum "Ikki illa meint", og so hevur hann eisini móttikið "Viriðsløn til ungt listarfólk" frá mentamálaráðnum í 2015. Hóast hann býr í Odense, har hann júst hevur tikið endaligt prógv frá filmsskúlanum "Super 16", so vendur hann støðugt heim aftur til klettarnar at siga frá teimum mongu skeivu, døkku og stuttligu søgunum, sum vit hava her heima. Næsta verkæltanin hansara er fyrsti spælifilmurin.
Danska myndlistakvinnan, Julie Sass er útbúgvin úr New York og Keypmannahavn. Í hesum døgum hevur hon fyrstu solomyndlistaframsýning sína í Steinprenti við heitinum, Black Fog Rising. Framsýningin er sett saman av heliografium, tekningum, málningum, steinprentum, stórum seymaðum verki og ljósinstallatión. Hóast hetta er fyrsta soloframsýning hennara, er samstarvið við grafiska verkstaðin, Steinprent ikki nýtt. Samstarvið byrjaði nevniliga í 2013 við stóru verkætlanini, Grafisk Sambond, ið varpaði ljós á grafiska nýskapan. Síðan hevur Julie arbeitt fleiri ferðir í Steinprenti, og hevur m.a skapað tvær listabøkur á verkstaðnum, Volume Rythm Matter dialogues frá 2017 og Lemon Mood frá 2018, ið báðar eru umboðaðar í savninum hjá Metropolitan Museum of Art. Í samband við framsýningina, lat Julie triðu listabókina úr hondum við heitinum, Black Fog Rising.
Katarina Nolsøe er útbúgvin sjónleikari. Hon er gift við Hans Torgarð, og saman eiga tey tvey børn. Tóálv, ið er 18 ára gamal og Mariu, sum er 22. Í 2006 fekk Katarina álvarsamt tunglyndi, sum hevði við sær, at hon fleiri ferðir hevur verið innløgd á psykiatriska deplinum. Men nú hevur Katarina tað nógv betri, og við leikinum, sum verður sýndur á Tjóðpalli Føroya í hesum døgum, Leitanin eftir at vera, greiður Katarina frá stríðnum hon hevur haft við tungdlyndinum, og um sína ferð gjøgnum ótta og angist.
Knút Háberg Eysturstein f.1980 er cand.mag í tónleikafrøði og tónleiki. Knút hevur skrivað um tónleik, eins og hann hevur undirvíst í tónleiki. Hann hevur givið tónleik út í egnum navni, og hevur eisini spælt ein stóran leiklut í nógvum tónleikaútgávum og spælt í fleiri tónleikabólkum. Serritgerðin hjá Knúti snúði seg um tónaskaldi, yrkjaran, mentanmannin og bohemelegenduna og próstasonin, Regin Dahl, sum var borin í heim fyri hundrað árum síðan, hin 5. november 1918. Nú hevur Knút skrivað stórverk um Dahl. 21. mars 2019 varð bókin um Regin Dahl, sum telur 500 síður, givin út á Sprotanum. Bókin hevur heitið, Heimurin, ið hvarv – útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin.
Kring allan heim hevur útvarpsdokumentarurin sum genra brotið sær veg inn i playlistarnar hjá lurtandi fólkinum. Men hvat kann ein útvarpsdokumentarur og hvat er tað, sum fangar? Hesir eru millum spurningarnar Linda Mortansdóttir fær í 25 minuttum hesaferð.
Julia í Kálvalíð er útbúgvin í miðlasamskifti við lærda háskúlan í Tallin í Estlandi. Hon hevur seinastu mongu árini starvast sum framleiðsluassistentur fyri m.o. Heiðrik á Heygum og Andrias Høgenni, men eisini hevur hon leikstjórnað tríggjar stuttfilmar, John, (2013), Boys (2015) og nú Omman, sum var frumsýndur á Geytanum í ár. Fyri stuttfilmin fekk hon áskoðaravirðislønina á Geytanum.
Oddfríður Marni Rasmussen (1969) er lærari, ritstjóri og útbúgvin høvundi av Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Hann debuteraði í 1994 við yrkingasavninum, Aldur hugans. Síðan fyrsta yrkingasavnið eru 16 verk løgd avtrat rúgvuni, sum umfata yrkingasøvn, stuttsøgur og barnabók. Týðingar hevur hann eisini latið mangar úr hondum, sum eru at finna í tíðarritinum, Vencil, sum hann ritstjórnar saman við Arbirni Ólavsson Dalsgaard. Síðsta verk hansara er skaldsøga, sum hann vann kappingina, bókhandlarafelagið og forlagið Sprotin skipaðu fyri. Vinnarin varð avdúkaður á bókadøgum 24. november 2018.
- samrøða við
Jógvan Isaksen (1949) er bókmentafrøðingur og starvast sum lærari við lærda háskúlan í Keypmannahavn í føroyskum bókmentum og málfrøði. Flestu okkara kenna hann tó helst sum krimihøvund, og hann hevur ikki skrivað færri enn 17 brotsskaldsøgur - herav eru tríggjar til børn. Eisini hevur hann skrivað bókmentafrøðilig verk, og hálvtrýssinstjúgunda verk hansara hevur júst sæð dagsins ljós, Ars Moriendi - kynstrið at doyggja. Eitt verk um yrkingasavnið, Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen frá 2017.
Fjøllistakvinnan, Astrid Andreasen, varð fødd í Vestmanna í 1948. Húskið var serstakliga skapanarhugað og gávað, og eftirnølarin Astrid valdi at útbúgva seg innan handarbeiði sum ung. Síðan hava skeið, útbúgvingar við mongum meira lagt seg afturat hennara lívsrensli, og fyri fjølbroytta og týdningarmikla virkið sítt og týdning fyri føroyska mentan, varð hon heiðrað við Heiðursgávu Landsins, á móttøku í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 23. januar 2019.
Búi Rouch hevur drúgvar royndir innan samtíðardans, koregrafi og sjónleik. Hetta heldur hann vera ein styrki, tí hesar listagreinarnar hanga nógv saman. - Dansur kann vera søguforteljing, men eg havi mest arbeitt við at lýst evnir ella fyribrgidir, sigur Búi Rocuh. Innan dans hevur hann serliga viðgjørt evni sum seksualitet, ognartøka, patriarki og digitalar miðlar. Búi Rouch býr í München í Týsklandi, har hann starvast og undirvísir á einum dansi-akademi. Men hann ætlar sær at flyta heim til Føroyar, har hann hevur fleiri verkætlanir fyri framman. Búi Rouch hevur í ár fingið Virðislønina til ungt listafólk og tær 50.000 krónurnar, sum fylgja við. Virðislønin til Ungt listafólk varð latin Búa Rouch fyri sansaligu rørslurnar og evnini at føra okkum gjøgnum dansin.
Hann hevur drúgvar royndir innan marknaðarførlsu, sum hann hevur arbeitt við í 32 ár. Fyri trimum árum síðani upplivdi hann størstu lívskreppu sína, tá hann var blakaður úr fyritøkuni, hann sjálvur var við til at stovna. Útblakingin gjørdi, at Høgni – bókstaviliga – fór at ganga aðrar leiðir. Hann fór ein Caminotúr, har hann skrivaði dagbók – og fyri stuttum gav hann so bókina ”Mín caminodagbók” út.
Høvundin, tónleikarin, lærarin, festivalfyriskiparin við mongum meira, Steintór Rasmussen liggur ikki á latu síðuni. Seinastu trý árini hevur hann m.a latið úr hondum tríggjar brotsskaldsøgur, har bindiklubburin úr fiktiva føroyska býnum, Norðvík, er snúningsdepilin. Umframt høvundavirksemi er Steintór virkin í daglia starvi sínum sum undirvísari, harumframt hevur hann familju, skipar fyri festivali og spælir tónleik. Hvussu fær hann stundir til alt hetta virksemi? Hvussu leggur hann virksemi sítt til rættis? Og er ein nýggj krimi ávegis?
loading