Discover
Jambalaja
Jambalaja
Author: Kringvarp Føroya
Subscribed: 0Played: 0Subscribe
Share
© All rights reserved.
Description
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.
260 Episodes
Reverse
Fyri tað mesta verður tað nýggjur countrytónleikur á skránni í dag við denti á útgávuna "Cloud 9" hjá Megan Morony. Eisini hoyra vit eitt sindur nærri um sangaran Zach Top, ið verður mettur at vera eitt komandi stórnavn innan countrytónleik.
Tvær serligar útgávur eru til viðgerðar í sendingini í dag. Ljóðsporið til filmin "O Brother, where art Thou" frá 2001, sum fekk stóran týdning fyri bluegrass-tónleikin, og so savnspl´tan hjá Eagles frá 1976, "Their Greatest Hits 1971-1975", sum herfyri fór upp um 40 milliónir seld eintøk í USA.
Hoyr sendingina her
Vit spæla sangir ogúr útgávum, ið vórðu heiðrað við Grammy virðislønum á stórum showi í Los Angeles 1. februar.
Í sendingini í dag spæla vit fyri tað mesta sangir, sum komu út undanfarna fríggjadag. 30 januar gjørdist ein óvanliga spennandi útgávudagur - serliga ein sangur stingur seg burturúr.
Á skránni í dag eru nýútgivnir sangir við eitt nú Carly Pearce, Trisha Yearwood og Kashus Culpepper. Eisini leita vit aftur í søguna fyri at hoyra góðar gamlar countrysangir.
Í sendingini fara vit at hoyra nakrar sangir, ið vóru umstríddir - kontroversiellir - tá teir koma fram í 1960'unum og 1970'unum. Vit hoyra eitt nú Merle Haggard, Dolly Parton og Loretta Lynn. Vit spæla eisini nakrar góðar nýggjar sangir, ið nýliga eru útkomnir.
Hoyr sendingina her
Í Jambalaja í dag minnast vit eina stóra sangrødd innan countrytónleikin. Í hesum døgum eru liðin hundrað ár síðan Ray Price varð borin í heim.
Vit spæla í dag burtur úr nøkrum av teimum bestu úgvávunum, sum sóu dagsins ljós í 2025. Vit hoyra eitt nú Ella Langley, Zach Top, Waylon Jennings, Willie Nelson, Turnpike Troubadours og Alison Krauss & the Union Station.
Síðsta Jambalajasending undan jólum. Hugnaligir jólasangir og -sálmar vera at hoyra. Eldri amerikanskar upptøkur, men eisini spennandi upptøkur úr Kanada, Írlandi, Íslandi, Noregi og Føroyum. Gleðilig jól.
Nýútgivnir jólasangir eru á skránni í Jambalaja í dag, har vit eisini markera, at ein av stóru sangarunum á heiðini er farin yvir í ævigu veiðiøkini. Talan er um Raul Malo.
Í sendingini í dag spæla vit úr eini útgávu við live-upptøkum, sum er komin í sambandi við, at útvarpssendingin Grand Ole Opry í Nashville nú hevur havt 100 ár á baki.
Í Jambalaja í dag hoyra vit um tey, sum vórðu heiðrað við CMA-virðislønum á stórum heiðurskvøldi í Bridgestone Arena í Nashville mikukvøldið 19. november. Eisini spæla vit teir fyrstu Jambalaja-jólasangirnar í ár.
Tvær nýggjar góðar útgávur eru á skránni í dag, harav onnur verður mett sum eina ta bestu, ið er komin út í ár. Vit hoyra eisini um tveir sangarar - ein føroyskan og ein amerikanskan, sum hava havt rundan føðingardag í vikuni.
Nýútgivin tónleikur - ikki allur tó nýggjur - er á skránni í dag. Høvuðsnøvnini í dag eru Luke Bell, sáli, upprunakanadiarin William Prince og ein endurføddur Jake Owen.
Í dag spæla vit nýtt frá gamla bólkinum Nitty Gritty Dirt Band og frá Vince Gill. Eisini hoyra vit um Kashus Culpepper, Bon Jovi og burtur úr slóðbrótandi útgávuni hjá Guy Clark frá 1975.
Í dag hoyra vit um nýggjastu limirnar, sum eru upptiknir í Grand Ole Opry, serliga Steve Earle. Vit markera eisini, 25 ára dagin fyri eina serliga útgávu við Johnny Cash. Fleiri nýggir sangir verða eisini spældir
Í Jambalaja í dag spæla vit tveir sangir frá sendirøðini Landman, vit hoyr um ein musical, ið verður settur upp í London, og sum Passenger hevur skrivað sangirnar til, vit hoyra eisini nakrar nýggjar countrysangir og so minnast vit Hanus G. Johansen, sum fór foldum frá farna vikuskiftið.
Hesaferð spæla vit burtur úr nýggju útgávuni við uutøkum eftir Waylon Jennings, sum júst er komin út. Tað er sonurin Shooter, sum hevur framleitt útgávuna "Songbird", sum er fyrsta av trimum útgávum við sangum við Waylon Jennings, sum ikki eru útgivnir fyrr. Shooter er eitt slag av gjøgnumgangandi høvuðspersóni í Jambalaja í dag.




