Discover
Við Tórði á túri
Við Tórði á túri
Author: Kringvarp Føroya
Subscribed: 27Played: 1,175Subscribe
Share
© All rights reserved.
Description
Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.
198 Episodes
Reverse
Á standmyndatúrinum í Klaksvík við Rana Nolsøe, ferðaleiðara, byrja vit við tann kenda húkin í rundkoyringini, tá tú kemur til Klaksvíkar. Síðani vitja vit standmyndina av Ziska Jacobsen, ið framdi stórt bragd í Íslandi í 1930, tá 17 mans av skonnartini Ernestine vórðu bjargaðir.
Úti í Gomlu Klaksvíkini stendur fyrsta standmynd av navngivnari kvinnu í Føroyum, nevniliga listakvinnuni Elinborg Lützen. Hon var fyrsti grafikari í Føroyum og bleiv viðurkend listakvinna. Á Akursmørk stendur standmynd av Jógvani Waagstein, lærara, tónaskaldi og listarmálara, og á Biskopstøð er standmynd av størsta vinnulívsmanninum, J.F. Kjølbro. Vit vitja hesar standmyndirnar saman við Rana Nolsøe, ið greiðir frá persónum og hendingum.
Sambært Rana Nolsøe eru tilsamans 16 standmyndir í Klaksvík.
Nám skipar í hesum døgum fyri evnisdøgum fyri øllum starvsfólkunum í Fólkaskúlanum fyri at lýsa, hvat rørir seg í Fólkaskúlanum. Arbeitt verður í verkstovum og allir fyrilestrarhaldararnir eru føroyingar og av Setrinum. Sólvá Jónsdóttir, deildarleiðari í Námi, Frida Poulsen, undirvísari og granskari á Námsvísindadeildini, og Ingi Wiberg, lærari á GIljanesi, greiða frá. Ingi heldur, at tað er avgjørt ein fyrimunur at fyrilestrarhaldararnir eru føroyingar.
Summarskeiðini í føroyskum fyri útlendingum, sum eru á hvørjum sumri, eru ógvilga væl umtókt. Lena Reinert umsitur skeiðini, og hon sigur, at tey lesandi koma ymsa staðni úr heiminum, og vanliga megna tey at tosa føroyskt tá tey hava verið á skeiði í tríggjar vikur.
Sandra Saxov Lamhauge stóð royndina og hevur nú heitið ph.d í málfrøði. Hon vardi sína ph-d-ritgerð í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Ritgerðin hevði heitið A sociophonetic study of preaspiration and sonorant devoicing in Faroese og snúði seg um ávís frábrigdi í dialektini ymsa staðni í Føroyum. Sandra hevur starvast og verið innskrivað á Føroyamálsdeildini. Hon sigur, at hon hesa tíðina hevur merkt at fólk yvirhøvur eru áhugað í dialektum.
Mékhala Kollslíð av Skála er farin ímóti streyminum. Hon tók bachelor í Danmark og nú er hon í gongd við eina master-útbúgving í stjórnmálafrøði og samfelagsvísind á Setrinum. Hon hevur avgjørt at masterritgerðin fer at viðgera trygdar og verjupolitikk, tí tey evnini eru sera viðkomandi í hesum broytingartíðum. -Hóast vit eru lítil, eru vit ein partur av spælinum sum gongur fyri seg í hesum døgum. Eg fari at skriva um hvat okkara leiklutur er í hesum spælinum er, sigur Mékhala.
Heini í Skorini, lektari á Setrinum, sigur, at áhugin fyri Grønlandi, Norðuratlantshavinum, Arktis og harvið eisini Føroyum og uttan um okkum er nógv vaksin tey seinastu árini - ikki minst síðani Donald Trump, forseti í USA, kom fram við kravinum um at eiga Grønland. Frá at hava verið eitt lágspenningsøki er Norðuratlantshavið og Arktis nú er háspenningsøki. M.a. Tí at Russland hevur útbygt sínar hernaðarstøðir í Arktis.
Føroyar blíva nú partur av Erasmus+, sum er stóra stuðulsskipanin hjá ES, ið stuðlar útbúgving, frítíðarvirksemi og ítrótti. Hetta hendir í 2028 og er komið í lag eftir at Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, var í Føroyum fyri einum lítlum ári síðani, og hon og Aksel V. Johannesen, løgmaður, skrivaðu undir eitt semjuskjal millum Føroyar og ES. Við hesari E-skipan eru nógv lond, ið ikki eru limir í ES. -Erasmus+ fær stóran týdning fyri Føroyar, tí skipanin letur stóran stuðul. Tí er tað umráðandi at vit eru klár í 2028, tá vit eru partur av skipanini, sigur Marjun Lützen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, sum umsitur Erasmus+-skipanina í Føroyum.
Marjun Lützen umsitur stuðulsskipanina Erasmus+, sum Føroyar væntandi verða partur av frá 2028. Hetta hendir eftir at Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, var í Føroyum fyri einum lítlum ári síðani, og hon og Aksel V. Johannesen, løgmaður, skrivaðu undir eitt semjuskjal millum Føroyar og ES. Erasmus+ stuðlar útbúgving, ungum og ítrótti og Marjun Lützen sigur, at hetta fær stóran týdning fyri Føroyar. -Tað er umráðandi at vit eru klár í 2028, tá vit eru partur av skipanini, sigur Marjun Lützen.
Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum, ivast ikki í, at Erasmus-skipanin fær stóran týdning fyri Setrið, tí møguleikarnir hjá teimum lesandi verða so nógv betri enn í dag. Tá ber til at lesa á Setrinum og t.d. fara uttanlands at taka onkur semestur, og Setrið væntar harumframt at fáa nógv fleiri útlendingar til Føroya at lesa. Samanlagt fer tað at skapa eitt meira spennandi lestrarumhvørvi fyri tey ungu, sigur rektarin á Setrinum.
Ein av nýggju ætlanunum á Setrinum er ein matvørudepil, sum hevur gransking og útbúgving á skránni. Vit eru við á einari innleiðandi verkstovu, har Setrið hevur boðið fólki frá vinnuni og granskarum við. Durita Nielsen, ráðgevi í granskingar- og framtakseindini á Setrinum er fegin um undirtøkuna og hon ivast ikki í at matvørudepilin verður veruleiki. Hans Jákup Jacobsen, granskingar- og menningarleiðari á Havsbrún í Fuglafirði, er fegin um at vinnan varð kallað inn til verkstovuna, tí stórur tørvu er á slíkari matvøruútbúgving í Føroyum.
Hanna Absalonsen arbeiddi á Setrinum í samfull 44 ár, og hon arbeiddi øll árini á Føroyamálsdeildini. Hon greiðir frá sínum samstarvi við veteranarnar Christian Matras og Jóhan Hendrik Poulsen, sum vóru slóðarar tá vit tosa um føroyska málið.
Áhugin at fara undir ph.d-lestur á Setrinum er nógv vaksin, og tí hevur Setrið sett á stovn ein Ph.d-skúla. Ein av teimum, sum nú er ph.d-lesandi á Setrinum, er Dávid í Lág. Í sendingini greiðir hann livandi frá hvussu tað er at arbeiða við einari ph.d-verkætlan. Hann arbeiðir við føroyska málinum og vitlíki, tí upprunaliga er føroyskt ikki partur av nýggju tøknini hjá altjóða risunum. Tí er tað umráðandi at granska á hesum økinum, sigur Dávid.
Harriet Hammer er ráðgevi í granskingar- og framtakseindini á Setrinum greiðir frá hvat hendir, tá fólk venda sær til Setrið, tí tey ætla sær undir ph.d-lestur. Hon sigur, at viðurskiftini uttan um henda lestað eru komin meira í fastan karm og tað hevur borið í sær, at tey fáa nógv fleiri umsóknir um ph.d-lestur enn fyrr.
Anna Sofía Lava, leiðari á granskingar- og framtakseindini á Setrinum, greiðir frá stóru altjóða granskingarráðstevnuni UArctic Congress 2026, sum verður í høllini við Tjarnir í døgunum frá 26. Til 29. Mai. Har verða 800 ella fleiri granskarar úr øllum heiminum. Anna Sofía heldur, at ein slík ráðstevna hevur stóran týdning fyri føroyskar granskarar, sum fáa betri møguleikar at verða við í altjóða granskingarverkætlanum.
Í sendingini greiðir Martin Tvede Zachariasen, rektari, rektari frá verkætlanini Kampus á Frælsinum. Í Nótatúni verður ein stórur felagsbygningur og Venjingar- og Læraraskúlin á Frælsinum verður nýumvældur og nakað verður bygtt afturat, so bygningurin verður eitt nútímans universitet. Har verða m.a. Fleiri rannsóknarstovur. Hann vónar at nýggi felagsbygningurin verður liðugur um fýra ella fimm ár og at alt verður liðugt um eini átta til tíggju ár. Í dag er Fróðskaparsetrið í 10 ymiskum bygningum í høvuðsstaðnum.
-Nógvir útlendingar sum vitja okkum eru ovfarnir um, at vit klára at hava eitt veruligt universitet í Føroyum, sum kann bjóða útbúgvingar á sama stigi sum í okkara grannalondum. Tað sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Í dag er fyrsti partur av túrinum á Setrinum, og umframt rektaran hitta vit eisini ymisk onnur áhugaverd fólk sum starvast á Setrinum.
Á setrinum hava tey júst hátíðarhildið, at tað eru 60 ár síðani vit fingu universitet í Føroyum. Tað byrjaði á Debesatrø, har Føroyamálsdeildin framvegis húsast. Nú heldur Setrið til í átta ymiskum støðum í Havn og bjóðar 25 ymiskar útbúgvingar og hevur umleið 1.000 lesandi og umleið 170 starvsfólk.
Tey, sum vit tosa við í hesum fyrsta partinum á Setrinum, eru: Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, Ingvar Joensen, Martin Tvede Zachariasen, Barbara Scalvini, Bjørk Dalsgaard, Sarah Foghill, Brynhild Thomsen og Lív Maria Róadóttir Jæger.
Her kanst tú hoyra fyrsta part á Setrinum.
Býlingurin í Krotugrøvini er á vestursíðuni í Klaksvík, beint norðanfyri Gamla Klaksvíkshandil. Býlingurin hevur eisini navn eftir virksemi hjá Klaksvíkshandlinum, sum hevði lýsismeltarí og smeltaði lýsi úr hvali. Kroturnar endaðu í einari grøv í bønum norðanfyri handilin, og av tí fekk býlingurin navn.
Tey, sum vit tosa við í sendingini, eru: Poul Havn, Jógvan Ravnsfjall, Marjun Vitalis Jacobsen, Jens Jacobsen, Eydna Vágsheyg og Dorius Frederiksberg.
-Dagurin er heilagur fyri meg, tí eri eg heima skal eg við á stytstadagtúrin. Soleiðis sigur eitt av fólkunum, sum eru við í sendingini í dag.
Sagt verður at áhugin millum fólk at ganga í fjøllunum veksur alsamt, og nú hava omanfyri hundrað fólk fingið prógv um, at tey hava verið á øllum teimum 340 skrásettu fjøllunum í Føroyum.
Hesaferð vóru met nógv fólk við á stytstadagstúrinum, sum er blivin fastur táttur á hvørjum ári fyri fjallafólk. Tey vóru 101 í tali sum fóru av Kambsdali við kós móti tí 639 metra hægsta fjallinum Tyrli. Forvitna mikrofonin var eisini við, og tí er hesin túrurin frá stytstadagstúrinum hesaferð, sum fjallafólk skipaðu fyri.
Á hesum túrinum er evnið jól og jólafyrireiking.
Vit hitta 96 ára gomlu Elly Thomsen í Havn, sum vaks upp í Porkeri. Hon sigur, at í sínum uppvøkstri vóru tíðirnar so ringar, at fólk høvdu ikki møguleikar at gera stórvegis burtur úr jólum. Tað vóru eingi jólatrø og ongar jólagávur.
Á tiltakinum Luksusloppum í Klaksvík hitta vit fólk, ið hava ymsikt av bjóða fram. Helgi Lindenskov Olsen úr Rituvík og Helena við Misá úr Leirvík selja igulker, sum tey hava gjørt til prýðislutir. Elisabeth Fornagarð av Viðareiði selur ymiska føroyska, matvøru. Rani Kyster Gærdbo greiðir frá og selur luktilsi, sum hann sjálvur hevur funnið fram til og gjørt. Og Ronnie Heinesen, sum er ein av fyrireikarunum, greiðir frá tiltakinum Luksusloppum.
83 ára gamli Henning Bøgesvang hevur sum prestur hildið jól í mongum ymiskum londum, har hann hevur verið sjómansprestur, og hann greiðir eisini frá sínum barnajólum í Jyllandi.
Bóndafólkini Sonja Dalsgaard Nolsøe og Jóhan Jógvansson í Saksun, sum hava 700 áseyðir, hava úr at gera, nú fólk koma til Saksunar eftir kjøti og øðrum til jóla.
Og Kirstin Hammer, sum hevur fyritøkuna Gómagott í miðbýnum í Havn, ger rísalamande. Uppskriftin stendur á mjólkapakkunum frá MBM.
Hesi seinastu fimm árini hevur verið eitt aktivitetstoymi, sum fer út á røktarheim, sambýli og Ellisheimið í Tórshavnar Kommunu at skipa fyri ymiskum tiltøkum fyri búfólkunum. Annika Juul og Arnóra Thomsen, sum eru í toyminum, eru hugaðar og hesa tíðina eru tiltøkini merkt av at jól eru í hondum. Í sendingini eru vit saman við teimum.
Á hesum túrinum verður vitjað á Boðanesheiminum, á Lágargarði og á Ellisheiminum í Havn. Annars fara Annika og Arnóra út á allar 14 deildirnar í Tórshavnar kommunu. Í sendingini er semja um, at aktivitetstoymið hevur stóran týdning fyri tey sum búgva á teimum ymsu heimunum.
Í sendingini verður tosað við hesi fólkini: Annika Juul, Arnóra Thomsen, Sørin Djurhuus, Henning Mortensen, Maud Hansen Thomassen, Johild Grothsdóttir Nolsøe, Joan Danielsen, Barbara Eystberg Sørensen, Sámal Clementsen, Jastrud Clementsen, Elly Thomsen, Niclas Akraberg Poulsen
Í gamla Íshúsinum á havnarlagnum á Tvøroyri húsast Tvøroyrar Skjalasavn, sum byrjaði í 2018 og læt upp fyri almenninginum í 2023. Søgufrøðingarnir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe, ið eru slektaðir av staðnum, hava havt úr at gera. Higartil hava teir fingið millum sjey og átta milliónir skjøl, sum kunnu lýsa søguna á Tvøroyri og Suðuroynni sum heild.
Harafturat hava m.a. fingið alt tað søguliga skjalatilfarið hjá Føroya Fiskimannafelag, sum gevur eina mynd av føroyska samfelagnum sum heild.
Á hesum túrinum greiða Kári og Jens Pauli frá arbeiðnum á skjalasavninum, og Kári greiðir frá øllum pakkhúsunum hjá Thomsen í økinum. Hann sigur, at støddin á hesum savnsøkinumetta er eindømi í Føroyum.
Við í sendingini eru annars hesi fólkini: Kári Jespersen, søgufrøðingur, Jens Pauli Nolsøe, søgufrøðingur, Angilie Olsen, leiðari í Ungdómshúsinum á Tvøroyri og Johanna Maria Midjord, sum dagliga kemur í Ungdómshúsið.
Tey, sum búgva í býlinginum á Konmansmýru, trívast væl her, og vit tosa við fleiri fólk, ið eru uppvaksin í býlinginum og eru flutt aftur higar at búgva. Í býlinginum er eingin gjøgnumkoyring fyri bilar, og tí hava børn góðar umstøður at spæla úti. Harumframt eru fríøki á øllum fýra vegunum í býlinginum og gongugøta er millum vegirnar.
Á Konmansmýru eru fýra vegir. teir eru Vípuvegur, Spógvavegur, Mýrisnípuvegur og Láarvegur. Parkeringsviðurskiftini eru serliga góð, tí runt um í býlinginum eru nógv felags parkeringspláss og gott pláss er fyri øllum bilum. Tí standa ongir bilar úti á vegnum, sum í nógvm øðrum býlingum.
Hjúnini Birita Baldvinson Iversen og Jóannis Iversen (myndin) eru bæði uppvaksin á Konmansmýru - hon á Mýrisnípuvegnum og hann á Spógvavegnum. Fyri nøkrum árum síðani keyptu tey eini hús á Spógvavegnum, og tey eru sera glað fyri at vera komin aftur í umhvørvið sum tey vuksu upp í.
-Konmansmýra er ein væl umtóktur býlingur. Hús, sum skulu seljast, verða seld áðrenn tey koma á sølulista. Tey verða ofta seld í skuffusølu, sigur Guðny Simonsen, sum er ein av teimum ið greiða frá í sendingini.
Lítli sparkivøllurin á Konmansmýru, millum Spógvaveg og Mýrisnípuveg, hevur fostrað nógvar kendar fótbóltsspælarar og landsliðsspælarar. Ein av teimum er Sigfríður Skaale Clementsen, venjari, sum greiðir frá hesum partinum av søguni.
Konmansmýra við 150 húsum var tann stóra útstykkingin í Havn í sjeytiárunum. Aðrar útstykkingar vórðu eisini gjørdar um sama mundið, so høvuðsstaðurin vaks nógv tey árini.
Tey, sum eru við í sendingini, eru: Guðny Simonsen, Ólavur Frederiksen, Helgi Iversen, Mena Joensen, Kim Hansen, Sigfríður Skaale Clementsen, Birita Baldvinson Iversen og Jóannis Iversen.
Skúvoyingurin Hanus Jensen hevur, burtur sæð frá tveimum styttri steðgum, arbeitt á Víkingasavninum í Roskilde í samfull 26 ár. Áðrenn hann fór á Víkingasavnið at arbeiða, smíðaði hann nógvar bátar í Føroyum, og tann kendasti man vera Diana Victoria, sum Ovi Joensen róði við til Danmarkar í 1986.
Hanus lærdi til bátasmið hjá Hjalmari Hátún, og í sendingini greiðir Hanus frá bátasmíði í Føroyum og arbeiðnum hesi mongu árini á Víkingasavninum í Roskilde. Umframt at smíða føroyskar bátar, sum vitjandi á savninum sleppa at sigla við, hevur Hanus verið við at smíðað og umvælt víkingaskip og aðrar størri bátar.
Í sendingini vitja vit eisini í einari lítlari høll uttanfyri Roskilde, har Hanus í frítíðini hevur smíðað ein bát til Livar Nysted. Stígur kom í, og tí stendur báturin har enn. Men hann skal á sjógv í summar, sigur Hanus.
Hanus Jensen visti av ongum, men tveir dagar eftir at útvarpsverturin hevði vitjað á Víkingasavninum, fekk hann at vita, at frá í mars næsta ár er ikki meira arbeiði til hansara og fimm onnur, tí savnið skal spara. Hanus hevur skrivað á Facebook, at hann komandi vár verður klárur til aðrar uppgávur.
Í Tjørnuvík vita tey ikki at siga frá so góðari vekt á lombunum úr haganum sum í ár, og lombini vóru nógv í tali.
74 ára gamli Steinbjørn Magnussen røktar Sjeynir, og 68 ára gamli Dávur Emil Hansen røktar hagapartin Ytsta Triðing. Teir hava báðir verið røktingarmenn í yvir hálvthundrað ár og teir vita ikki um nakað líknandi úrslit. Í Sjeyndum, har seyðurin einki fær afturat, vigaðu fleiri lomb omanfyri 50 pund, og har og í Ytra Triðingi vigaðu nógv lomb høgt í 40-unum.
Í sendingini verður eisini tosað við 95 ára gomlu Thoru Magnussen, sum greiðir frá skurðinum um heystið tá hon var ung, og tjørnuvíkingin Birgir Davidsen, sum býr í Hoyvík, men eigur eina hálvmørk í haganum í Tjørnuvík.
Býlingurin í Toftum er ein av teimum gomlu býlingunum í Fuglafirði. Men tað er lítið skrivað niður um hendan býlingin. Søgnin sigur, at Bóndahúsini vórðu tikin í einum áarlopi, og eitt tíðarskeið búði bóndin í øðrum býlingi, uppi við Garð. Men so vórðu bóndahúsini bygd aftur á somu toftirnar, og tí fekk býlingurin navnið í Toftum.
Jógvan Finnur Poulsen, sum er fyrrverandi lærari, vaks upp i Toftum, og í sendingini greiðir hann frá ymiskum viðurskiftum í býlinginum.
Heidi Nolsøe Samuelsen hevur sminkuhandil í kjallaranum í ættarhúsunum í Toftum. Hon er sminkøsa og hevur eisini skeið, har fólk kunnu koma inn og læra at sminka sær.
79 ára gamli Sigurd Toftegaard var sum smádrongur við at turka fisk á fiskastykkinum hjá Sámal Petur Petersen við býlingin í Toftum. Og hann hevur eisini góð minnir, tá smádreingirnir fóru við stórum flakum beint út eftir fjørðinum og út undir Eið at seta línu og høvdu fiskin umborð á flakunum.
Hjúnini Annika Rasmussen Hammer og Jan Áki Hammer eiga nú bóndahúsini í Toftum, og í hesum døgum gera tey nógvar broytingar í húsunum.Tey halda, at tað er hugaligt at lív kemur aftur í gomlu býlingarnar í Fuglafirði. Tey eldru fara út og yngri fólk koma inn.
Hóast stóran aldursmun, hava Atli Petersen og Steinbjørn í Lambanum funnið saman um at varðveita søgur í Fuglafirði. Atli tekur upp ljóðsamrøður við eldri fólk, og Steinbjørn skrásetur øll húsini sum vóru í Fuglafirði í 1958.
Eitt av teimum fólkum, sum Atli Petersen hevur havt samrøðu við, er Olga Hansen, bóndadóttir í Toftum. Vit hoyra eitt brot, har hon greiðir frá arbeiðnum í bóndahúsunum tá hon vaks upp.
Marianna Simonsen hevur búð í Rygstúni alt lívið, og hon veit frá nógvum søgum at siga og frá áhugaverdum fólkum. Hon sigur, at í barnaárunum var alt Rygstún eitt spælipláss.
Vit støkka inn á gólvið í hárfríðkanarstovuni MidWay, sum hevur úr at gera. Sunneva Myllhamar og Birgit Nielsen klippa bæði rygsfólki og fólki alla staðni úr Vágum.
Jon S. Hansen, søgufrøðingur, skrivaði eina bacheloruppgávu um búsetingarmynstrið í Miðvági, og hann greiðir frá teimum gomlu býlingunum og eisini býlinginum á Ryggi.
Georg Hansen greiðir frá, at kommunan hevur gjørt eina serliga byggisatykt fyri býlingin á Ryggi, sum hevur til endamáls at varðveita tann hugnaliga dámin mest møguligt, tí nógv av húsunum eru gomul. Gunnar Hoydal, sum var ráðgevi í sambandi við gamla býlingin úti á Reyni, ráðgav eisini Vága Kommunu.
Hjúnini Heidi og Áki Hansen búgva í gomlu skósmiðjuni á Ryggi, og tey hava gjørt nógv við húsini og varðveitt tey í gamlan stíl. Men tey eru ikki nøgd við, at kommunan setir krøv, sum dýrka og borgararnir sjálvir mugu gjalda. Tí hava tey avgjørt at byggja nýggj hús.
87 ára gamla Elsipa Jóhanna Frederiksen er yngsta barnið hjá Sofíu og Jógvani, bóndafólkunum á Ryggi. Í sendingini greiðir hon frá arbeiðnum á garðinum. Bæði bóndaskapurin og stóri bóndahavin karvdu nógv. Hon sigur, at systkini hjálptust væl at í sátt og semju.
Tað man serliga vera Mikkjal á Ryggi, skald og mangt annað, sum hevur gjørt býlingin á Ryggi í Miðvági kendan. Men hesin býlingurin er samstundis eisini mangt annað, sum tað framgongur á hesum túrinum í Útvarpinum.
Vit hoyra um tann gamla bóndahavan, sum hevur verið óvanliga stórur og hevur eina áhugaverda søgu. Upprunaliga var hann frá bóndahúsunum á Ryggi og heilt oman í ósan. Nú er hann frá bóndahúsunum og oman til høvuðsvegin, sum gongur gjøgnum Miðvág. Georg Hansen og Hildur Joensen greiða frá havanum.
Jon Sigurd Hansen, søgufrøðingur, greiðir frá, at vártingið varð hildið á Ryggi í gomlum døgum, og tí hevði býlingurin eina serliga tign. M.a. tá grind var, komu seðlarnir út á Ryggi langt inn í 1900-talið.
Bryndis í Dali og Bergur Johansen, sum eiga tvey smá børn, byggja sær nýggj hús ovast í býlinginum. Tey hava bæði áhuga fyri siðbundnum húsuml, og tí hava tey gjørt av at byggja húsini í gamlan stíl. Tað passar eisini væl við byggisamtyktina fyri býlingin á Ryggi.
Vit hitta Kristian Nattestad, sum nýliga er fluttur aftur í barnaheimið í Durum og tað er hann glaður fyri.
Vitjað verður eisini í Hýsisá, har Mikkjal á Ryggi risti tey kendu versini í helluna:
"Vatnið vinnur harðar hellur,
slættar niður fjøll.
Lýggin gongur, grasið fellur,
fella so vit øll.
Stirnar blóðið, steðgar hjartað,
legst enn maður lík,
sálin í Guðs himni bjarta,
livir fræls og rík."
Tey, sum tosað verður við í hesum fyrra partinum á Ryggi, eru Georg Hansen, Kristian Nattestad, Jon Sigurd Hansen, Bryndis í Dali, Bergur Johansen og Hildur Joensen.
Nógv er hent síðani Stórhøllin við Tjarnir í Hoyvíkshaganum læt upp 1. mars í ár. Nógv stór tiltøk hava verið har og semja er um, at høllin hevur havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Og tey hava nógv stór tiltøk á skránni komandi ár.
Sigert Patursson, hoyvíksbóndi, sigur, at sjey størri og smærri tjarnir eru í økinum í Hoyvíkshaganum, har Stórhøllin er, og tí heldur hann hetta er eitt hóskandi navn. Hann var sjálvur við í bólkinum sum skuldi finna eitt navn og ein uppskotskapping varð útskrivað.
Vinnumessa er eitt av stóru titøkunum sum hava verið síðani høllin læt upp, og vit vitja í Stórhøllini meðan Vinnumessan er opin.
Tey, sum tosað verður við í sendingini, eru: Regin W. Dalsgaard, Lucas Laksafoss, Maisól Hentze, Bogi Hansen, Adam Andreasen, Aibritt á Plógv, Ári Rouch, Ingi Jacobsen, Durita Heinadóttir, Kriss Poulsen, Sigert Patursson, Súsanna Sondum, Jóhannes Steingrund og Jón Sigurdsson.
89-liðið hjá B71 og 87-liðið hjá TB, sum vóru føroyameistarar hesi bæði árini, spældu ein søguligan fótbóltsdyst í Stóru Dímun 10. august, og útvarpsverturin slapp við í tyrluna, og tí er hendan sendingin komin burtur úr.
Karl Vidtfeldt greiðir frá upprunanum til henda søguliga dyst, og tveir av veteranunum, Henrik Thomsen úr TB og Jóan Petur Clementsen úr B71, greiða frá dystinum og frá sínum drúgva fótbóltslívi.
Bóndahjúnini Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen vísa runt á garðinum og oynni, áðrenn farið verður til búgvið borð í bóndans garði um kvøldið við fyrsta floks lokalum kjøti.
Annars hoyra vit hesi í sendingini: Jógvan Jón Petersen, Eva úr Dímun, Karl Vidtfeldt, Jóan Petur Clementsen, Henrik Thomsen, Róin Clementsen, Páll Augustinussen, Magni Petersen, Eli Hentze.
Á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy gleða tey seg til skipanina, at tey lesandi fáa løn í lestrartíðini. At skipanin ikki náddi at koma í gildi í summar merkti, at ein fittur partur av teimum, sum høvdu søkt sum heilsurøktarar í summar ikki tóku av.
Á Heilsuskúlanum eru tríggjar útbúgvingar - heilsurøktarar, heilsurøktarar og námsfrøðihjálparar. Skúlin leggur dent á, at tann lítli skúlin hevur sínar stóru fyrimunir. Tað er stutt frá hugskoti til veruleika.
Fjarundirvísingin er nógv útbygd og saman við starvsvenjing hevur tað gjørt, at nógvir av næmingunum bara eru á skúlanum ein fjórðing av tíðini.
Næmingarnir norðanfjørð frá, sum vit hitta í sendingini, halda at Heilsuskúlin í Suðuroy hevur stórar styrkir. Tí tá tey eru komin suður, kunnu tey fult og heilt hugsavna seg um skúlan.
Í løtuni eru tilsamans 63 næmingar á teimum trimum útbúgvingunum á Heilsuskúlanum. Vivie Davidsen, skúlastjóri, ivast ikki í, at tá skipanin við løn undir útbúgving er komin í gildi, verða næmingarnir nógv fleiri í tali.
Tey, sum tosað verður við í sendingini, eru: Vivie Davidsen, Fríða Æðustein, Silja Rúnadóttir, Terji Brynjarsson, Annika Jónsveinsdóttir Nolsøe, Elken Bech, Mariann Johansen, Fríðgerð Egilsnes og Irdi Gaardlykke.
Her kanst tú hoyra túrin á Heilsuskúla Føroya.
At vaksa upp í skansabýlinginum í Havn var sum at vaksa upp á bygd. Tað eru trý av skansabørnunum, sum greiða frá uppvøkstrinum í býlinginum, samd um.
Stóra útbyggingin av havnarlagnum í sínari tíð broytti fullkomiliga økið við Skansavegin, og hetta man vera ein tann mest broytti býlingurin í høvuðsstaðnum. Á niðaru síðu av Skansavegnum vóru fleiri hús og har var grønur bøur og neyt gingu á beiti.
Tá tann fyrsta stóra havnarútbyggingin varð gjørd, var alt økið niðanfyri Skansavegin sprongt burtur, og tí er í dag forberg niðanfyri Skansavegin. Harafturat varð nógv tikið av vegnum út móti sjálvum skansanum, og tí er lítið eftir av hesum gamla vegi.
Í sendingini ganga vit túr við Lauru Joensen og Knud Gray, sum greiða frá dagliga lívinum hjá skansabørnum í uppvøkstrinum. Og 89 ára gamli Hans Samuelsen, sum alt lívið hevur í barnaheiminum í Vaktarhúsgøtu 6, er nú fluttur á Boðanesheimið. Hans greiðir frá umfatandi kríggjunum millum dreingirnar í teimum ymsu býlingunum í Havn.
Tær vóru saman á Haslev Húsarhaldsskúla fyri 68 árum síðani. Tá vóru tær 14 úr Føroyum. Og hóast tær nú eru í áttati- og nítiárunum, samlast tær framvegis minst einaferð um árið og prátið gongur væl. Onkrar giftust í Danmark og komu ongantíð heimaftur, og onkur er farin burtur av. Tær hava verið níggju, sum eru komar fast saman, men í dag hevur onkur forfall, og tí eru sjey komnar saman á Café Sibo í Saltangará.
Fyri tær ungu genturnar úr Føroyum var tíðin á húsarhaldsskúlanum í 1957 nakað heilt serligt, sum tær eisini greiða frá í sendingini.
Vit hoyra eisini, at tað er ikki blivið ómodernað at fara á húsarhaldsskúla. Tað er Húsarhaldsskúli Føroya í Klaksvík besta prógvið um. Í nýggja og snotiliga skúlanum, sum júst er tikin í brúk, hava tey pláss fyri 36 næmingum. Hesaferð vóru umsóknirnar at sleppa á skúlan omanfyri hundrað í tali.
Nú vit vitja á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, fyrireika næmingarnir ein døgurða við havhesti. Og vit fáa at vita, at tey arbeiða við einum nýggjum navni fyri skúlan, tí hildið verður at heitið fyri skúlan fylgir ikki við tíðini,
Í sendingini verður tosað við fleiri av gomlu næmingunum á húsarhaldsskúlanum í Haslev. Tær eru: Birgit av Lofti, Olivia Joensen, Dora Várlíð Jacobsen, Jonna Johannessen og Johanna Olafsdóttir. Á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík eru hesar við í sendingini: Johanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, Johanna Finnsdóttir, Joan Petursdóttir og Inga Maria Fisker Heinesen.























