Discover
Breddin
686 Episodes
Reverse
Løgtingsval verður 26. mars og fólkatingsval 24 mars, og valstríðið er byrjað.
Forfólkini í flokkunum vóru í sjónvarpsstovuni mikudagin, tá løgtingsvalið var útskrivað.
Men í dag snýr tað seg ikki um tey, men um tey ungu.
Bústaðir. Exit Føroyar. Lestrarumstøður. Lestrarmøguleikar í Føroyum ella lesa uttanlands.
Í sendingini í dag sleppa tey ungu til orðanna.
Umboð fyri politisku ungmannafeløgini koma útvarpsstovuna, og vit spyrja tey: Hvat eru týdningarmestu málini? Og hvat krevja tey ungu av politikarunum, nú val er í hondum?
Vertur: Annika Bolton Mortensen
Gestir: Áki Stenberg frá Unga Sambandinum, Jóannis Erlendsson frá Unga Tjóðveldinum, Rúni Hammer frá Huxa, ungmannafelagnum hjá Fólkaflokkinum, Jógvan Midjord frá Unga Sjálvstýrinum, Markus Mortensen frá Konservativ ung, ungmannafelagnum hjá Miðflokkinum og Gretchen Karinardóttir frá Sosialistisk ung, ungmannafelagnum hjá Javnaðarflokkinum. Tað lá ikki fyri hjá ungmannafelagnum hjá Framsøkn, Framsøkin ung, at vera við.
Trýstið frá fakfeløgunum hevur fingið stóran part av heiðrinum fyri, at løgmaður skrivaði út val í gjár.
Serliga Javnaðarflokkurin, men eisini Tjóðveldi, kundu ikki liva við at samtykkja uppskotið um at hækka pensjónsaldurin.
Nógv hava nevnt tað serliga sambandið millum teir báðar politisku flokkarnar og fakfeløgini.
Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, sum hevur skrivað søguna um Føroya Arbeiðarafelag, fer at greiða frá søguni um sambandð millum fakfeløgini og politisku flokkarnar.
Vit varpa eisini ljós á politisku støðuna, nú løgtingsval er útskrivað. Jóhann Lützen og Árni Gregersen, politiskir viðmerkjarar, vera í útvarpsstovuni.
Lagnudagur var í løgtinginum í gjár.
Fyrst var onnur viðgerð av málinum um at hækka pensjónsaldurin, og síðani var onnur viðgerð um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunnlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.
Bæði málini vóru samtykt, og skulu til triðju viðgerð í morgin, mikudagin.
Vit fáa vitjan av tveimum politiskum viðmerkjarum í Breddanum í dag. Vit fara at hyggja nærri at degnum á tingi í gjár, tosa um hvat man henda i sag og meta um, um vit kunnu vænta, at málini verða endaliga samtykt í morgin.
Bústaðarmarknaðurin
Í gjár var eisini ein frágreiðing frá greiningarfyritøkuni Deloitte um føroyska bústaðarmarknaðin løgd fram.
Skulu vit hava nóg mikið av bústøðum í hóskandi stødd við hóskandi prísi, ja, so má annað skinn takast um bak, ikki bara hjá landsstýrinum, men eisini hjá kommunum, Bústøðum og góðkennandi myndugleikum.
Vit hyggja at frágreiðingini í seinna parti av sendingini
"Skulu vit hava ein muslimskan depil í Føroyum?".
Hesin spurningur hevur veruliga sett eld á orðaskiftið í Føroyum seinastu vikurnar, eftir at tað kom fram, at ein felagsskapur við fimm fólkum, fýra útlendingum og einum føroyingi, ætlaðu at stovna eitt sonevnt muslimskt bønarhús.
Tað, sum byrjaði sum ein skrásettur felagsskapur, hevur ment seg til eitt víðfevnt kjak um trúarfrælsi, trygd, fremmandafígging - og um, hvussu viðbrekið føroyska samfelagið er.
Politikarar eru ósamdir, sosialir miðlar kóka, og nevndarformaðurin í felagsskapinum sigur seg hava fingið hóttanir.
Samstundis eru tað onnur, sum minna á, at vit hava grundlógartryggjað trúarfrælsi - umframt rættin at savnast.
Hvat er í veruleikanum upp og niður í hesum máli? Hví er óttin so stórur? Og hvar gongur markið millum tolsemi og verju av egnum virðum?
Gestur: Heini í Skorini, doktari í altjóða viðurskiftum og lektari í altjóða politikki á Fróðskaparsetrinum.
Vertur: Birgit Carina Eliasen.
Tá vit tosa um trygd og hóttanir uttanífrá, hugsa mong kanska um hermenn, skip og flogfør. Men í dag liggur ein stórur partur av hóttanunum móti okkum fjaldur á netinum.
Netálop, njósning og følsk kunning eru vorðin vanlig amboð hjá bæði statum og kriminellum bólkum.
Tað snýr seg um at órógva samfeløg, raka kritiska undirstøðukervið, okkara fyritøkur, og skapa iva og ótryggleika í tí, sum verður rópt fyri hybrid krígsførsla.
Føroyar liggja strategiskt mitt í Norðuratlantshavi - og eru samstundis partur av einum altjóða trygdarbýti.
Men hvussu álvarsligar eru hesar hóttanir í veruleikanum? Hvat eru tær mest sannlíku hóttanirnar móti Føroyum? Og hvussu fyrireika vit okkum, tá hesar hóttanir gerast veruligar?
Gestur: Lars Findsen, fyrrverandi stjóri í PET og FE.
Vertur: Sigurjón Einarsson.
Gjørt sendingina hava Katrin Johannessen og Sigurjón Einarsson, sum eisini var redaktørur.
Árliga trygdarráðstevnan í München er júst liðug - og boðskapurin var greiður: Evropa og USA skulu standa saman, men samstundis má Evropa taka nógv størri ábyrgd fyri egnari trygd.
Samstundis var sagt beinleiðis, at gamla heimsskipanin, sum vit kenna hana, er burtur.
So hvar standa vit nú í dag? Eru vit á veg inn í eina nýggja og meira ótrygga tíð, har ongin veruligur leiðari er? Og hvør tekur ábyrgdina, tá USA hugsar meira um egin áhugamál?
Eru vit á einum søguligum vegamóti, har ein nýggj heimsskipan er við at taka skap?
Og mitt í øllum hesum stendur Evropa: Hevur Evropa veruliga viljan og førleikan at taka nógv størri ábyrgd fyri egnari trygd - og hvat merkir tað fyri sambandið við USA?
Gestir: Hans Andrias Sølvará, professari í søgu, og Tór Marni Weihe, ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum.
Vertur: Sigurjón Einarsson.
Vit eru í stóran mun bundin at amerikanskari tøkni.
Vit brúka hana privat, tá vit ferðast á sosialum miðlum, og lítil ivi man vera um, at hetta er vorðið størsti pallur hjá almenna kjakinum. Tí verður eisini javnan sett spurnartekn við tøknirisarnar, sum ráða har, tí vangar verða javnan strikaðir fyri politiskar meiningar - ella minni enn tað. Vit nýta eisini hesa tøknina til arbeiðis, tá vit brúka forrit sum Teams, Word og Excel.
Og í einari verð, har heimspolitiska støðan bara gerst spentari, er Evropa nú farið at tosa um at gerast óheft av amerikanskari tøkni. Í Fraklandi er eitt nú avgjørt, at almennir stovnar skulu gevast at brúka amerikanskar tænastur. Í sendingini í dag spyrja vit, um vit kunnu líta á amerikanskar tøknirísar, ella um tíðin er komin til at venda amerikanskari tøkni bakið.
Við í sendingini: Trygvi Danielsen, Brandur Mortensen Nolsøe, Jón Tyril, Eyðbjørt Skylv Midjord og Ulla Joensen.
Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg.
Nógv kjak hevur verið um tilflytarar seinastu tíðina. Tað kyknaði av álvara, tá tað frættist, at ætlanir vóru um at skipa ein muslimskan depil í Føroyum. Men eisini snarskipanin, sum hevur gjørt tað smidligari at koma inn á føroyska arbeiðsmarknaðin, hevur verið á breddanum, og fleiri finnast verandi lóggávu - útlendingalógini - sum er frá 2001. Summi halda, at lógin skal herðast, onnur halda, at lógin skal gerast smidligari, og uppaftur onnur halda bæði í senn.
Royndirnar í Danmark
Í vikuni vóru danskir javnaðarmenn í Havn og Klaksvík og greiddu frá donsku royndunum við tilflyting. Teir ávaraðu ímóti at gera eins og Danmark og loyva ov nógvum inn uttan at seta stór krøv. Tilmælið var at finna eina breiða semju, um hvussu hetta økið skal skipast. Í sendingini í dag hyggja vit nærri at kjakinum, sum hevur verið, og vit lodda dýpið um hugburðin í politisku skipanini.
Við í sendingini: Sjúrður Skaale, Frederik Vad, Helgi Abrahamsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Kristianna Winther Poulsen.
Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Hans Edward Andreasen.
Fíggjarnevndin viðger í løtuni lógaruppskotið hjá løgmanni um Suðuroyartunnilin, sum kemur úr nevndini í næstu viku.
Biðið var um ein mánað aftrat at viðgera málið, og nevndin hevur sett løgmansskrivstovuni 59 spurningar.
Eitt nú vil fíggjarnevndin vita, hvussu tað bar til, at ráðgevin hjá PF Suðuroyartunlinum, SINTEF, kundi staðfesta, at tað jarðfrøðiliga var ein fyrimunur at fara av Skarvanesi, tá kanningin hjá Jarðfeingi ikki var liðug fyrr enn eitt ár seinni.
Og Epstein-skjølini eru av álvara farin at fáa avleiðingar, serliga í Evropa. Í Bretlandi økist trýstið á forsætisráðharran, Keir Starmer, sum í gjár fekk boð frá floksfelaganum, formanninum í Labour í Skotlandi, um at leggja frá sær.
Seinastu dagarnar hava stápsstjórin og samskiftistjórin hjá Starmer lagt frá sær, men forsætisráðharrin noktar at gera fara frá.
Kann Keir Starmer verða verandi í sessinum? Hví er hetta hent, og hvat merkir tað fyri Bretland?
Gjørt sendingina: Marjun Dalsgaard, Katrin Johannessen og Birgit Carina Eliasen
Gestur: Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur
Tøkningur: Kári Annand Berg
Flestu evropearar vilja hava, at ES skal flyta seg enn tættari saman, vísir nýggj spurnakanning. Og tað, tey helst vilja hava Evropa at standa saman um, er verja ímóti øðrum londum.
Fer Evropa at flyta seg ímóti at vera meira sum eitt ríki? Og hava evropearar annað til felags enn at ræðast fíggindar uttaneftir?
Vit tosa við Berg Djurhuus Hansen, P.hd og lektara, og Hans Andrias Sølvará, professara.
Hevur tú viðmerkingar ella hugskot til okkum, so skriva ein teldupost, send hann til Breddin@kvf.fo
Ungdómsting hevur verið í løgtinginum seinastu dagarnar, og har hava tey ungu yvirhálað okkum vaksnu við at samtykkja aldursmark at brúka sosialar miðlar og snildfonir.
Rákið at seta aldursmark á sosialar miðlar sæst kring allan heim.
Í desember í fjør bannaði Avstralia sum fyrsta landið í heiminum børnum og ungum undir 16 ár,at brúka sosialar miðlar - sum t.d. Facebook, Snapchat, TikTok og YouTube.
Síðani hevur Frakland samtykt forboð. Og í Noregi, Bretlandi, Spania og Danmark umhugsa tey somuleiðis at seta aldursmark fyri nýtslu av sosialum miðlum.
Hví koma tey ungu við hesum uppskotinum? Tað fara fýra ungdómstinglimir at kjakast um.
Vit spyrja eisini, hvørji útlitini eru fyri, at vit fáa eitt veruligt lógaruppskot um aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum? Og hvussu ávirka snildfonir og sosialir miðalar okkum?
Vertur: Annika Bolton Mortensen
Redaktørur: Katrin Petersen
Gestir: Eva Sofía Rein, Jenny Laura Foghill, Sigrún Eyð Haldórsdóttir Fossadal, Bára Biritudóttir Biskupsstøð, Hedvig Johansóttir, Aksel V. Johannesen, Bjørt Samuelsen og Djóni Nolsøe Joensen.
Er tað nú, at vit vit skulu streingja á og arbeiða fyri at fáa limaskap í ES? Og ber tað yvirhøvur til hjá Føroyum at fáa limaskap? Kjak verður um evnið í sendingini í dag. Gestir í útvarpsstovuni vera Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, og Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Føroyar mangla arbeiðsmegi, og Fast Track-skipanin skuldi vera loysnin: Ein skjót og smidlig leið at fáa fólk til landið at arbeiða.
Men fleiri seta nú spurnartekn við, um skipanin í veruleikanum bert er ætlað arbeiðsmarknaðinum, og ikki teimum menniskjum, sum koma higar at arbeiða og gerast ein partur av samfelagnum.
Útlendingar við útbúgving og førleikum siga seg vera fastlæstar í hesi snarskipan, har tey arbeiða, men sleppa ikki víðari, hóast tey vilja tað, og vilja gerast partur av føroyska samfelagnum.
Spurningurin er tí: riggar Fast Track-skipanin eftir ætlan - ella skapar hon eitt A- og B-samfelag?
Og hvør hevur ábyrgdina, tá samfelagið vil hava arbeiðsmegi, men útlendingar ikki kenna seg vird sum menniskju?
Tað spyrja vit í sendingini í dag.
Vertur: Sigurjón Einarsson
Gestir: Fía Lindenskov, integratiónssamskipari í Tórshavnar kommunu og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum
Vitlíki er vorðið ein fastur táttur í gerandisdegnum hjá milliónum av fólki - eisini børnum og ungum.
Vitlíki verður brúkt sum arbeiðsamboð, sum vinur og eisini sum sálarligur stuðul.
Kanningar vísa, at ung í fleiri londum venda sær til vitlíki við persónligum og sálarligum trupulleikum.
Men samstundis eru dømi um, at tað hevur gingið galið, har vitlíki í summum førum hevur givið børnum og ungum ráð um sjálvsskaða, sum hava havt álvarsligar avleiðingar.
Men hvat hendir, tá sálarliga samrøðan flytur frá menniskjum til algoritmur?
Og hvør eigur ábyrgdina, tá vitlíki lurtar, veitir falskan ugga ella vegleiðir skeivt?
Í sendingini í dag seta vit sjóneykuna á vitlíki og sálarheilsu - millum møguleikar, vandar og spurningin um, hvar markið gongur.
Gestir: Tóri Slættalíð, serfrøðingur í vitlíki, og Gitte Klein, sálarfrøðingur.
Vertur: Katrin Johannessen.
Redaktørur: Sigurjón Einarsson.
Leygardagin var ein amerikanari aftrat skotin til deyðis, eftir at hann hevði mótmælt harðrenda átakinum hjá marknaløgregluni ICE at finna og útvísa tilflytarar, sum eru ólógliga í landinum.
Hetta hevur elvt til ógvislig mótmæli, serliga í býnum Minneapolis, har skottilburðurin var.
Men hetta er ikki fyrsti skottilburður av hesum slag í býnum, tí tann 7. januar drupu ICE-agentar eina amerikanska kvinnu - eisini í Minneapolis.
Men hvat er ICE?
Hví hava tveir skottilburðir verið í júst Minneapolis, og hvussu stóran leiklut spæla mótmælini móti ICE í býum - sum eitt nú í Minneapolis - fyri politisku dagsskránna í USA í løtuni?
Gestur: Erik Løksagarð Absalonsen.
Gjørt sendingina hava Katrin Johannessen og Sigurjón Einarsson, sum eisini er redaktørur.
Í bretskum politikki hevur stríðið um valdið, søguliga verið millum tveir flokkar.
Labour og Conservatives. Ein sosial-demokratiskur flokkur og ein konservativur.
Men nú meldar ein annar flokkur seg av álvara uppí stríðið um at sjórna Bretlandi.
Reform UK er ein rættiliga nýggjur flokkur uttaliga á høgra vonginum, og hann hevur ligið á odda í veljarakanningum síðani apríl í fjør.
Hvør er hesin flokkurin, hvat eyðkennir politikkin hjá honum, hví klárar hann seg so væl í veljarakanningum?
Og er sannlíkt at flokkurin kann vinna eitt parlamentsval - eisini hóast valskipanin, í Bretlandi, so at siga er gjørd til at halda flokkum ytst á vongunum úti?
Hetta spyrja vit á Breddanum í dag.
Revsitiltøk, tollur, revsitollur og handilskríggj.
Hetta eru orð, sum vit hoyra dag og dagliga.
Men hvat er hetta, og hvussu ávirkar tað búskapin í londunum kring okkum?
Og hvørjar kunnu avleiðingarnar av hesum hugsast vera fyri føroyskan búskap og føroyska vinnu?
Hesar spurningarnar seta vit í sendingini í dag.
Gestir: Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur.
Vertir: Hansa Hansen
Hoyrir tú orðið húski - so sært tú kanska fyri tær eina familju. Mamma, pápi og børn.
Men vanligasta húskið í Føroyum er ein vaksin uttan børn - og soleiðis hevur tað verið síðani 2020.
Í 2022 var talið av húskjum, við einum einsamøllum vaksnum fólki, 4.744, og seinastu árini er talið vaksið hvørt ár.
Tað vísa tøl hjá Hagstovuni
Hvørji eru hesi fólkini?
Hvat merkir tað í gerandisdegnum, at tey búgva einsamøll?
Og er føroyska samfelagið lagað til húski við einum vaksnum?
Gestir: Høgni P. Vilhelm, Sanna Nolsøe Djurhuus, Teitur Friduson Andreasen, Eiler Fagraklett, Rúni Heðinson og Annika Antoniossen.
Vertir: Hansa Hansen og Katrin Johannessen
Redaktørur: Hansa Hansen
Í Iran hevur ein nýggj mótmælisalda tikið seg upp, sum byrjaði seint í desember.
Tað, sum byrjaði sum mótmæli móti einari djúpari búskaparkreppu, er skjótt vaksið til eina landsfevnandi mótstøðu móti myndugleikunum og teokratisku stýrinum í landinum - sum vanliga verður nevnt prestastýrið.
Mótmæli hava breitt seg til ein stóran part av landinum, og svarið frá myndugleikunum hevur verið harðrent sum so ofta fyrr.
Tað er ógreitt, hvussu nógv mótmælisfólk eru deyð, men mannarættindafelagsskapir og óheftar keldur tosa um túsundtals dripin.
Altjóða samfelagið fylgir støðuni, og Iran er aftur vorðið miðdepilin í einum breiðum geopolitiskum spenningi í Miðeystri.
Í Breddanum í dag hyggja vit nærri at, hvat hendir í Iran í løtuni.
Í gjár var søguligur fundur í Washington millum Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra, og Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum í Grønlandi, við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, og varaforsetan, J.D. Vance.
Eftir fundin var tosað um, at fundurin hevði verið positivur, men at tað enn er ein grundleggjandi ósemja um Grønland. Ein arbeiðsbólkur skal setast, og samrøðan millum partarnar skal halda fram.
Men hvat kom veruliga burtur úr fundinum?
Var hetta ein diplomatiskur sigur, har Danmark og Grønland gjørdu USA greitt, hvar markið gongur?
Ella var fundurin eitt stig í einum longri amerikanskum trýsti, har Grønland verður sett í miðdepilin í einum trygdarpolitiskum stórspæli?
Og tá USA framvegis tosar um Kina og Russland sum grundgeving - hóast Danmark og Grønland vísa hesum aftur - hvør eigur so dagskránna eftir fundin í Washington?
Og hvussu sær framtíðin út hjá Grønlandi eftir fundin?
Gestir: Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur, Birita í Dali, stjórnmálafrøðingur og Heini í Skorini, lektari og ph.d. í altjóða viðurskiftum.
Gjørt sendinga hava Birita Matras Petersen og Sigurjón Einarsson, sum eisini er redaktørur.




