DiscoverEitt ljós á gøtu míni
Eitt ljós á gøtu míni
Claim Ownership

Eitt ljós á gøtu míni

Author: Jonhard Jógvansson

Subscribed: 0Played: 1
Share

Description

Vælkomin! Eg eiti Jonhard Jógvansson og eri sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.


Við hesum poddvarpi vil eg varpa ljós á Jesus og gleðiboðskapin um hann.

273 Episodes
Reverse
1. Gud hevur “andað” Skriftina; hon er innblást av honum. 2. Andi Guds talar gjøgnum Skriftina enn við sama lag. 3. Skriftin sjálv veitir okkum Gud við at veita okkum Anda hansara. Sunnudag seksagesima. Epistul: 2 Tim 3,10-17. Evangelium: Mark 4,26-32.
Í líknilsinum um talentirnar boðar Jesus okkum ein sera álvarsaman boðskap, nevniliga at vit í trúfesti eiga at brúka tær gávurnar, sum vit hava fingið frá Gudi. Um vit á hinari hondini goyma hesar gávurnar burtur, so verður tað við okkum, líkasum hjá hinum ódugna húskallinum, sum fjaldi talentina í jørðini. 3. sunnudag fyri føstu (sunnudag septuagesima). Prædikutekstur: Matt 25,14-30. Sálmur fyri prædiku: 145 (Ójavnt Harrin gávur býtir).
Dópsins sakramenti

Dópsins sakramenti

2026-01-1116:06

1. sunnudag eftir trettanda. Lestur: 1. Mós 48,8-12 og 15-16. Evangelium: Mark 10,13-16.
Eins og betlehemsstjørnan lýsti vísmonnunum vegin til Jesusbarnið, soleiðis er Guds heilaga orð nú okkara bjarta stjørna, sum lýsir okkum vegin til Frelsaran!
Ein heimur uttanfyri

Ein heimur uttanfyri

2026-01-0117:24

Hesin seinasti dagurin í tí gamla árinum minnir okkum á, at tíðin gongur, og at vit - saman við Jesusi - eru ávegis móti Guds ævinleika. Og tað er nakað gott og gleðiligt, sum vit eru á veg til. Himnastrond er fyri stavni!
Trúgvin á Jesus

Trúgvin á Jesus

2025-12-2215:30

Tá ið tú spyrt: “Nær eri eg ein kristin?” so svarar Gud: “Tá ið tú trýrt á Jesus!” Og tá ið tú spyrt: “Hvussu verði eg ein kristin?” so svarar hann: “Við at trúgva á Jesus!” Hetta er eitt einfalt, men samstundis eisini eitt undurfult svar - eitt svar, sum opnar vegin fyri øllum hjálparleysum og glataðum sálum. (Prædikutekstur: Jóh 3,25-36).
Factum est

Factum est

2025-12-1914:29

“Factum est” - soleiðis byrjar jólaevangeliið á latín. Tað hendi faktist í teimum døgum! Jólaevangeliið byrjar ikki sum eitt ævintýr: “Einaferð var tað…” o.s.fr. Nei, harafturímóti byrjar tað við orðum, sum stilla jólaundrið mitt inn í henda heim og inn í okkara heimsøgu.
Fríðrikur Petersen yrkti “Gleðilig jól!” til jóla í 1891. Sálmurin minnir okkum um gleðiboðskapin av himli, og at paradísportrið er opnað einum og hvørjum, tí at Guds náði í Jesusi er okkara skjól!
Vakið tí

Vakið tí

2025-12-0720:50

Í millumkrígstíðini lýsti týski gudfrøðingurin, Reinhold Niebuhr, religiónina hjá nútímans menniskjum soleiðis: “Við hjálp frá einum Kristusi uttan kross letur ein Gud uttan vreiði menniskju uttan synd sleppa inn í ein ævinleika uttan glatan.” Hesin boðskapurin kitlar mong í oyruni eisini í dag. (Prædikutekstur: Matt 25,1-13).
Gævi, at henda ársins tíð verður merkt av lovsangi fyri barninum, sum Maria ber undir belti og fyri undurfullu føðingini í Betlehem jólanátt! Og gævi, at lovsangurin fyri Jesusbarninum lærir okkum at lova og takka Guði fyri hvørt menniskjafostur og hvørt barn, sum verður borið inn í henda heim!
Sonur tín livir!

Sonur tín livir!

2025-11-0919:41

Líkasum tað bar frelsu og ævigt lív við sær fyri kongsmannin at venda sær til Jesus og trúgva á hansara orð, soleiðis ber tað á sama hátt eisini frelsu og ævigt lív við sær fyri teg at venda tær til Jesus og trúgva á hann, sum doyði á krossinum fyri tínar syndir, sum reis upp frá deyðum og sum livir í dag. Prædikutekstur: Jóh 4,46-53.
Jesu frelsandi hond

Jesu frelsandi hond

2025-11-0118:18

Allahalganna dagur - minningardagur teirra sjólátnu. Lestur: Opb 21,1-4. Evangelium: Matt 14,22-34. Sálmur fyri prædiku: 584 (Eg sigla man yvir lívsins hav).   Prædika Eins og Pætur ápostul, eru tað mong menniskju, sum í neyðini hava rópt: “Harri, bjarga mær!” Og líkasum hjá Pæturi síggja vit, at Harrin er nærverandi í neyðini og rættir okkum sína frelsandi hond. Ella sum vit hava sungið:   Mín bátur er lítil, og havið so stórt; men Jesus meg tekur í hond.   Júst hetta, at Jesus er okkum nær við síni frelsandi hond, ber okkum ugga, tá ið neyðin rakar. Og tá ið stormarnir leika á í okkara lívi, kunnu vit altíð líta á, at Jesus er nær, og at hann hoyrir okkara neyðarróp. Í øllum lívsins stormum, eisini í deyðanum - hinum síðsta storminum, er Jesus hjá okkum við síni frelsandi hond.   Vit føroyingar kenna so væl vandarnar á sjónum, og hvussu meint tað rakar familju og vinir, tá ið deyðsboðini koma, og havið so brádliga tók ein av okkara kæru frá okkum. Skipini í okkara kirkjum minna okkum á júst hetta tætta sambandið, sum vit hava við havið. Tað gevur, men tað tekur sanniliga eisini! Harumframt minna skipini okkum eisini á lívsins sigling og kirkjunnar boðskap til okkara, tá ið lívsins sigling verður hørð.   Men sigla eina eg ofta má á nátt í storminum kalda, tá ei er stjørna, ei land at sjá, eg onga leið veit at halda. Tá grøv eg síggi í bárum køldum, tá kemur Jesus á havsins øldum, í síðstu, myrku náttarvakt.   Hetta var júst tað, sum Pætur upplivdi, tá ið Jesus rætti honum sína frelsandi hond úti á Genesaretvatninum. Hetta er eisini tað, sum altartalvan við Gjógv ímyndar. Um altartalvuna sigur Petur Jacob Sigvardsen, sáli, soleiðis: “Tað er Niels Kruse, listamaður, á Eiði, ið hevur málað altartalvuna ... Myndevnið er, tá ið Jesus gongur á vatninum og út til bátin hjá lærusveinum sínum. Men hesa frásøgn hevur listamaðurin so nýtt á tann hátt, at Genesaretvatnið er vorðið Djúpini við Kalsoynni í baksýni, og bátur lærusveinanna er vorðin ein føroyskur bátur við sjóstúkuklæddum útróðrarmonnum, sum í miklum andróðri royna at toga til lands. Tann einasti, ið er tann sami, er Jesus Kristus sjálvur, sum har tekur í hondina á Pæturi, ið er um at søkka...” (Fjálgasta Friðskjól á Foldum s. 73-74). Hetta er ein sera góð mynd av, hvat frelsandi trúgv er, nevniliga okkara tómu hendur, sum í neyðini grípa um Jesu frelsandi hond!   Í yvirførdum týdningi kunnu eisini tú og eg uppliva “illveður” í okkara lívi, sum hóttir okkum, og sum vit sjálvsagt eisini eru bangin fyri eins og Pætur. Tað kann vera einsemi, fíggjarliga støðan, sjúka, deyði o.s.fr. Og líkasum hjá Pæturi kunnu eisini vit gerast bangin. Vit eru bangin, tí bylgjurnar á lívsins havi kunnu gerast so stórar, at vit hava trupult við at síggja nakran útveg. Vit kenna okkum lítil og hjálparleys yvir fyri teimum stóru bylgjunum í lívinum, serliga tá ið tað snýr seg um deyðan. Men sum kristin eiga vit kortini eina vón mitt í storminum, mitt deyðanum - okkara síðstu, myrku náttarvakt, tá eisini vit mugu rætta okkara hendur út og rópa á Jesus: “Harri, bjarga mær!”   Okkara vón er grundað á hann, sum ikki broytist, men sum altíð er og verður hin sami góði Harrin og Frelsarin. Hann, sum á sinni rætti hinum søkkandi Pæturi sína frelsandi hond, rættir tí eisini okkum sína frelsandi hond, tá ið vit rópa á hann! Og í Harrans hondum eru vit altíð trygg! Ella sum Mikkjal á Ryggi yrkir:   Í Harrans hondum eri eg, so kann meg einki saka, tá Jesus sjálvur leiðir meg, skal eg so óttast nakað? Mín himlafaðir er mær hjá, væl vardur er mín vegur; og tá eg foldum fari frá, hann heim hjá sær mær gevur. (Sálmabókin nr. 61).   Jesu nærvera og frelsandi hond fyllir okkum við vón bæði í lívi og deyða!   Tá grøv eg síggi í bárum køldum, tá kemur Jesus á havsins øldum!   Hetta var eisini galdandi fyri Pætur ápostul. Hóast tað var illveður, og Pætur tók at søkka, so fanst kortini ein vón mitt í tí at síggja til vónleysu støðuni. Jesus var nevniliga hjá Pæturi úti á Genesaret vatninum! Og tá ið Jesus er hjá okkum, er vónin eisini hjá okkum.   Vit kunnu líta á Jesus og hansara hjálp í øllum lívsins viðurskiftum – eisini, tá ið sjúka og deyði gera seg galdandi. Jesus sigur jú um seg sjálvan: “Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr” (Jóh 11,25). Hetta kann Jesus siga, tí at hann veruliga er tann, sum hann sigur seg vera! Hann er heimsins frelsari – tín og mín frelsari. Og henda sannleikan hevur hann staðfest væl og virðiliga við uppreisnini frá deyðum páskamorgun!   Gud hevur ikki skapt okkum til hetta at doyggja. Nei, hann hevur skapt okkum til at liva og at hava lív í yvirflóð – at liva saman við honum í allar ævir! Tí hevur hann eisini sent Jesus inn í henda heim, sum er merktur av synd og deyða. Hann hevur sent Jesus sum eina bót fyri allar okkara syndir og fyri at sigra á sjálvum deyðanum. Og hetta hevur hann eisini longu syrgt fyri. Jesus doyði fyri allar heimsins syndir og reis upp aftur frá deyðum og livir tann dagin í dag! Tí kunnu vit eisini savnast her í dag og minnast okkara kæru við vón!   Jesus er sanniliga uppreisnin og lívið! Og við trúnni á hann fáa eisini vit lut í uppreisnini og hinum æviga lívinum – lívinum, sum Gud upprunaliga skapti okkum til – tað góða og æviga lívið saman við honum heima í himli, har ið deyðin ikki longur skal vera til, “...ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið”, so sum vit hava lisið í Opinberingini (Opb 21,4).   Eg sigla man yvir lívsins hav, meg ber hin skiftandi bylgja; mín Harri Jesus, hann kós mær gav, og hesi kós vil eg fylgja. Eg stevni fram at teim ljósu londum, við lívsins træi á føgrum strondum, har altíð sól og summar er.   Ja, tað finst ein vón fyri hitt lítla lívsfarið á tí stóra og ofta stormharða havinum. Og vónin hevur eitt navn, nevniliga Jesus! Tað er bara hann, sum hevur sigrað á deyðanum. Tí er tað eisini bara hann, sum kann hjálpa okkum, tá ið deyðans bylgjur bróta oman yvir okkum.   Tá grøv eg síggi í bárum køldum, tá kemur Jesus á havsins øldum, í síðstu, myrku náttarvakt.   Hetta kunnu vit líta á og syngja vegna Jesu krossdeyða og uppreisn frá deyðum. Jesus hevur gjørt okkum ein veg gjøgnum illveðrið og deyðans myrkur – ein veg inn til hitt æviga lívið heima í himli, har altíð sól og summar er!   Ja, tað kemur ein dagur, tá ið tað veruliga kann sigast, at hitt fyrra er farið. Eingin Djevul, eingin sjúka, eingin deyði kann tá røra okkum, tí at nakað nýtt er vorðið til – nakað, sum varir í allar ævir, og sum vit tí eisini skulu njóta í allar ævir!   Um vit, eins og Pætur, rópa á Harran og taka í hansara frelsandi hond, so kunnu vit líta á, at alt hetta ríkidømið er og verður okkara! Og tá endin kemur, kunnu eisini vit syngja við vón:    Lat akker falla! Eg náddi havn, farvæl, tú ótrygga bylgja! Eg leggi meg í hans kærleiksfavn, sum trúgvur mær vildi fylgja. Hoyr, kendar røddir meg blíðar kalla, nú stilt mítt akker man niður falla í tryggu, sælu hvíldarhavn!
Kristin vøkstur

Kristin vøkstur

2025-10-1214:36

Tað verður sagt, at náðikeldan rennur omaneftir eins og ein og hvør onnur kelda. Sannur kristin vøkstur er niðureftir, niður í eyðmýkt og lítillæti, tí at “Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði” (1 Pæt 5,5). Evangelium: Luk 14,1-11.
Líkasum Jesus segði við hin deyða: “Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp!” soleiðis hevur hann eisini máttin til at siga tað sama við okkum og yvir okkara grøv! Lestur: 1 Kong 17,8-10a og 17-24. Evangelium: Luk 7,11-17. Sálmur fyri prædiku: 448 (Her møtast allir vegir)
Um tey sleppa at liva

Um tey sleppa at liva

2025-09-2321:03

Jesu verk á Golgata og burturbeiningin av heimsins synd hevði ongantíð verðið til veruleika, um Jesus varð burturbeindur sum fostur. Seinni royndi Heródes at beina fyri Jesusbarninum, men Gud havi lov fyri, at tað ikki eydnaðist! Gleðiboðskapurin um hitt fullgjørda verkið á krossinum og øll heimsins lagna hekk jú óloysiliga tætt saman við hetta eina barnið. Tí er tað einans rætt av okkum at taka undir við Elisabet og siga: “Vælsignað ert tú av kvinnum, og vælsignað er frukt móðurlívs tíns!” Og tí er tað eisini rætt av okkum at siga tað sama um øll fostur. Tey eru vælsigna frukt, sum kunnu verða okkum og heiminum til ófatiliga ríka signing - um tey sleppa at liva.
13. sunnudagur eftir tríeindardag í Eiðis kirkju. Prædikutekstur: Luk 10,23-37
Ljóðið av himni

Ljóðið av himni

2025-09-0719:28

Hóast øldir koma og fara, hóast ætt eftir ætt søkkur undir mold, so eru vit við trúnni kortini øll, bæði livandi og deyð, saman um hina somu livandi vónina í Jesusi, sum sjálvur er ljóðið av himni, sum gleðir sálir her á fold.
Tollarans bøn

Tollarans bøn

2025-08-3126:40

Um ein í gomlum døgum vildi síggja stjørnurnar klárt, so fór ein ikki upp á ein høgan fjallatind, men heldur niður í eina holu. Har var myrkari, og á tann hátt kundi ein síggja stjørnurnar enn klárari. Soleiðis er tað eisini við andaliga lívinum. Vit stíga upp við at stíga niður. Vit verða sett høgt - ja, heilt inn í himmalin - tá ið vit seta okkum lágt og biðja tollarans bøn: “Guð náði meg syndara!”
Legg út á dýpið!

Legg út á dýpið!

2025-07-2015:39

Sum kristin eru vit kallað til at vera mannafiskarar, og vit hava fingið gleðiboðskapin sum gørn. Latið okkum tí, eins og Pætur, við frímóði kasta gørnini út, har ið vit eru kallað til at fiska! (Prædikutekstur: Luk 5,1-11).
Gud elskar okkum so nógv, at hann ikki vil vera okkum fyri uttan á hinum stóra veitsludegnum! Tí sigur hann eisini við teg og meg í dag: “Komið, tí at nú er alt tilgjørt!” Lestur: Jes 25,6-9. Evangelium: Luk 14,16-24. Sálmur fyri prædiku: 461 (Til andans stóru náðifest).
loading
Comments