DiscoverVið Tórði á túri
Við Tórði á túri
Claim Ownership

Við Tórði á túri

Author: Kringvarp Føroya

Subscribed: 27Played: 1,168
Share

Description

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 
193 Episodes
Reverse
-Dagurin er heilagur fyri meg, tí eri eg heima skal eg við á stytstadagtúrin. Soleiðis sigur eitt av fólkunum, sum eru við í sendingini í dag. Sagt verður at áhugin millum fólk at ganga í fjøllunum veksur alsamt, og nú hava omanfyri hundrað fólk fingið prógv um, at tey hava verið á øllum teimum 340 skrásettu fjøllunum í Føroyum. Hesaferð vóru met nógv fólk við á stytstadagstúrinum, sum er blivin fastur táttur á hvørjum ári fyri fjallafólk. Tey vóru 101 í tali sum fóru av Kambsdali við kós móti tí 639 metra hægsta fjallinum Tyrli. Forvitna mikrofonin var eisini við, og tí er hesin túrurin frá stytstadagstúrinum hesaferð, sum fjallafólk skipaðu fyri.
Á hesum túrinum er evnið jól og jólafyrireiking.  Vit hitta 96 ára gomlu Elly Thomsen í Havn, sum vaks upp í Porkeri. Hon sigur, at í sínum uppvøkstri vóru tíðirnar so ringar, at fólk høvdu ikki møguleikar at gera stórvegis burtur úr jólum. Tað vóru eingi jólatrø og ongar jólagávur. Á tiltakinum Luksusloppum í Klaksvík hitta vit fólk, ið hava ymsikt av bjóða fram. Helgi Lindenskov Olsen úr Rituvík og Helena við Misá úr Leirvík selja igulker, sum tey hava gjørt til prýðislutir. Elisabeth Fornagarð av Viðareiði selur ymiska føroyska, matvøru. Rani Kyster Gærdbo greiðir frá og selur luktilsi, sum hann sjálvur hevur funnið fram til og gjørt. Og Ronnie Heinesen, sum er ein av fyrireikarunum, greiðir frá tiltakinum Luksusloppum. 83 ára gamli Henning Bøgesvang hevur sum prestur hildið jól í mongum ymiskum londum, har hann hevur verið sjómansprestur, og hann greiðir eisini frá sínum barnajólum í Jyllandi. Bóndafólkini Sonja Dalsgaard Nolsøe og Jóhan Jógvansson í Saksun, sum hava 700 áseyðir, hava úr at gera, nú fólk koma til Saksunar eftir kjøti og øðrum til jóla.   Og Kirstin Hammer, sum hevur fyritøkuna Gómagott í miðbýnum í Havn, ger rísalamande. Uppskriftin stendur á mjólkapakkunum frá MBM.
Hesi seinastu fimm árini hevur verið eitt aktivitetstoymi, sum fer út á røktarheim, sambýli og Ellisheimið í Tórshavnar Kommunu at skipa fyri ymiskum tiltøkum fyri búfólkunum. Annika Juul og Arnóra Thomsen, sum eru í toyminum, eru hugaðar og hesa tíðina eru tiltøkini merkt av at jól eru í hondum. Í sendingini eru vit saman við teimum.   Á hesum túrinum verður vitjað á Boðanesheiminum, á Lágargarði og á Ellisheiminum í Havn. Annars fara Annika og Arnóra út á allar 14 deildirnar í Tórshavnar kommunu. Í sendingini er semja um, at aktivitetstoymið hevur stóran týdning fyri tey sum búgva á teimum ymsu heimunum. Í sendingini verður tosað við hesi fólkini: Annika Juul, Arnóra Thomsen, Sørin Djurhuus, Henning Mortensen, Maud Hansen Thomassen, Johild Grothsdóttir Nolsøe, Joan Danielsen, Barbara Eystberg Sørensen, Sámal Clementsen, Jastrud Clementsen, Elly Thomsen, Niclas Akraberg Poulsen
Í gamla Íshúsinum á havnarlagnum á Tvøroyri húsast Tvøroyrar Skjalasavn, sum byrjaði í 2018 og læt upp fyri almenninginum í 2023. Søgufrøðingarnir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe, ið eru slektaðir av staðnum, hava havt úr at gera. Higartil hava teir fingið millum sjey og átta milliónir skjøl, sum kunnu lýsa søguna á Tvøroyri og Suðuroynni sum heild. Harafturat hava m.a. fingið alt tað søguliga skjalatilfarið hjá Føroya Fiskimannafelag, sum gevur eina mynd av føroyska samfelagnum sum heild. Á hesum túrinum greiða Kári og Jens Pauli frá arbeiðnum á skjalasavninum, og Kári greiðir frá øllum pakkhúsunum hjá Thomsen í økinum. Hann sigur, at støddin á hesum savnsøkinumetta er eindømi í Føroyum. Við í sendingini eru annars hesi fólkini: Kári Jespersen, søgufrøðingur, Jens Pauli Nolsøe, søgufrøðingur, Angilie Olsen, leiðari í Ungdómshúsinum á Tvøroyri og Johanna Maria Midjord, sum dagliga kemur í Ungdómshúsið.
Tey, sum búgva í býlinginum á Konmansmýru, trívast væl her, og vit tosa við fleiri fólk, ið eru uppvaksin í býlinginum og eru flutt aftur higar at búgva. Í býlinginum er eingin gjøgnumkoyring fyri bilar, og tí hava børn góðar umstøður at spæla úti. Harumframt eru fríøki á øllum fýra vegunum í býlinginum og gongugøta er millum vegirnar.   Á Konmansmýru eru fýra vegir. teir eru Vípuvegur, Spógvavegur, Mýrisnípuvegur og Láarvegur.  Parkeringsviðurskiftini eru serliga góð, tí runt um í býlinginum eru nógv felags parkeringspláss og gott pláss er fyri øllum bilum. Tí standa ongir bilar úti á vegnum, sum í nógvm øðrum býlingum.   Hjúnini Birita Baldvinson Iversen og Jóannis Iversen (myndin) eru bæði uppvaksin á Konmansmýru - hon á Mýrisnípuvegnum og hann á Spógvavegnum. Fyri nøkrum árum síðani keyptu tey eini hús á Spógvavegnum, og tey eru sera glað fyri at vera komin aftur í umhvørvið sum tey vuksu upp í.   -Konmansmýra er ein væl umtóktur býlingur. Hús, sum skulu seljast, verða seld áðrenn tey koma á sølulista. Tey verða ofta seld í skuffusølu, sigur Guðny Simonsen, sum er ein av teimum ið greiða frá í sendingini.   Lítli sparkivøllurin á Konmansmýru, millum Spógvaveg og Mýrisnípuveg, hevur fostrað nógvar kendar fótbóltsspælarar og landsliðsspælarar. Ein av teimum er Sigfríður Skaale Clementsen, venjari, sum greiðir frá hesum partinum av søguni. Konmansmýra við 150 húsum var tann stóra útstykkingin í Havn í sjeytiárunum. Aðrar útstykkingar vórðu eisini gjørdar um sama mundið, so høvuðsstaðurin vaks nógv tey árini. Tey, sum eru við í sendingini, eru: Guðny Simonsen, Ólavur Frederiksen, Helgi Iversen, Mena Joensen, Kim Hansen, Sigfríður Skaale Clementsen, Birita Baldvinson Iversen og Jóannis Iversen.
Skúvoyingurin Hanus Jensen hevur, burtur sæð frá tveimum styttri steðgum, arbeitt á Víkingasavninum í Roskilde í samfull 26 ár. Áðrenn hann fór á Víkingasavnið at arbeiða, smíðaði hann nógvar bátar í Føroyum, og tann kendasti man vera Diana Victoria, sum Ovi Joensen róði við til Danmarkar í 1986. Hanus lærdi til bátasmið hjá Hjalmari Hátún, og í sendingini greiðir Hanus frá bátasmíði í Føroyum og arbeiðnum hesi mongu árini á Víkingasavninum í Roskilde. Umframt at smíða føroyskar bátar, sum vitjandi á savninum sleppa at sigla við, hevur Hanus verið við at smíðað og umvælt víkingaskip og aðrar størri bátar.   Í sendingini vitja vit eisini í einari lítlari høll uttanfyri Roskilde, har Hanus í frítíðini hevur smíðað ein bát til Livar Nysted. Stígur kom í, og tí stendur báturin har enn. Men hann skal á sjógv í summar, sigur Hanus. Hanus Jensen visti av ongum, men tveir dagar eftir at útvarpsverturin hevði vitjað á Víkingasavninum, fekk hann at vita, at frá í mars næsta ár er ikki meira arbeiði til hansara og fimm onnur, tí savnið skal spara. Hanus hevur skrivað á Facebook, at hann komandi vár verður klárur til aðrar uppgávur.
Í Tjørnuvík vita tey ikki at siga frá so góðari vekt á lombunum úr haganum sum í ár, og lombini vóru nógv í tali. 74 ára gamli Steinbjørn Magnussen røktar Sjeynir, og 68 ára gamli Dávur Emil Hansen røktar hagapartin Ytsta Triðing. Teir hava báðir verið røktingarmenn í yvir hálvthundrað ár og teir vita ikki um nakað líknandi úrslit. Í Sjeyndum, har seyðurin einki fær afturat, vigaðu fleiri lomb omanfyri 50 pund, og har og í Ytra Triðingi vigaðu nógv lomb høgt í 40-unum. Í sendingini verður eisini tosað við 95 ára gomlu Thoru Magnussen, sum greiðir frá skurðinum um heystið tá hon var ung, og tjørnuvíkingin Birgir Davidsen, sum býr í Hoyvík, men eigur eina hálvmørk í haganum í Tjørnuvík.
Býlingurin í Toftum er ein av teimum gomlu býlingunum í Fuglafirði. Men tað er lítið skrivað niður um hendan býlingin. Søgnin sigur, at Bóndahúsini vórðu tikin í einum áarlopi, og eitt tíðarskeið búði bóndin í øðrum býlingi, uppi við Garð. Men so vórðu bóndahúsini bygd aftur á somu toftirnar, og tí fekk býlingurin navnið í Toftum. Jógvan Finnur Poulsen, sum er fyrrverandi lærari, vaks upp i Toftum, og í sendingini greiðir hann frá ymiskum viðurskiftum í býlinginum. Heidi Nolsøe Samuelsen hevur sminkuhandil í kjallaranum í ættarhúsunum í Toftum. Hon er sminkøsa og hevur eisini skeið, har fólk kunnu koma inn og læra at sminka sær. 79 ára gamli Sigurd Toftegaard var sum smádrongur við at turka fisk á fiskastykkinum hjá Sámal Petur Petersen við býlingin í Toftum. Og hann hevur eisini góð minnir, tá smádreingirnir fóru við stórum flakum beint út eftir fjørðinum og út undir Eið at seta línu og høvdu fiskin umborð á flakunum. Hjúnini Annika Rasmussen Hammer og Jan Áki Hammer eiga nú bóndahúsini í Toftum, og í hesum døgum gera tey nógvar broytingar í húsunum.Tey halda, at tað er hugaligt at lív kemur aftur í gomlu býlingarnar í Fuglafirði. Tey eldru fara út og yngri fólk koma inn. Hóast stóran aldursmun, hava Atli Petersen og Steinbjørn í Lambanum funnið saman um at varðveita søgur í Fuglafirði. Atli tekur upp ljóðsamrøður við eldri fólk, og Steinbjørn skrásetur øll húsini sum vóru í Fuglafirði í 1958. Eitt av teimum fólkum, sum Atli Petersen hevur havt samrøðu við, er Olga Hansen, bóndadóttir í Toftum. Vit hoyra eitt brot, har hon greiðir frá arbeiðnum í bóndahúsunum tá hon vaks upp.
Marianna Simonsen hevur búð í Rygstúni alt lívið, og hon veit frá nógvum søgum at siga og frá áhugaverdum fólkum. Hon sigur, at í barnaárunum var alt Rygstún eitt spælipláss.   Vit støkka inn á gólvið í hárfríðkanarstovuni MidWay, sum hevur úr at gera. Sunneva Myllhamar og Birgit Nielsen klippa bæði rygsfólki og fólki alla staðni úr Vágum.   Jon S. Hansen, søgufrøðingur, skrivaði eina bacheloruppgávu um búsetingarmynstrið í Miðvági, og hann greiðir frá teimum gomlu býlingunum og eisini býlinginum á Ryggi.   Georg Hansen greiðir frá, at kommunan hevur gjørt eina serliga byggisatykt fyri býlingin á Ryggi, sum hevur til endamáls at varðveita tann hugnaliga dámin mest møguligt, tí nógv av húsunum eru gomul.  Gunnar Hoydal, sum var ráðgevi í sambandi við gamla býlingin úti á Reyni, ráðgav eisini Vága Kommunu.    Hjúnini Heidi og Áki Hansen búgva í gomlu skósmiðjuni á Ryggi, og tey hava gjørt nógv við húsini og varðveitt tey í gamlan stíl. Men tey eru ikki nøgd við, at kommunan setir krøv, sum dýrka og borgararnir sjálvir mugu gjalda. Tí hava tey avgjørt at byggja nýggj hús.   87 ára gamla Elsipa Jóhanna Frederiksen er yngsta barnið hjá Sofíu og Jógvani, bóndafólkunum á Ryggi. Í sendingini greiðir hon frá arbeiðnum á garðinum. Bæði bóndaskapurin og stóri bóndahavin karvdu nógv. Hon sigur, at systkini hjálptust væl at í sátt og semju.
Tað man serliga vera Mikkjal á Ryggi, skald og mangt annað, sum hevur gjørt býlingin á Ryggi í Miðvági kendan. Men hesin býlingurin er samstundis eisini mangt annað, sum tað framgongur á hesum túrinum í Útvarpinum. Vit hoyra um tann gamla bóndahavan, sum hevur verið óvanliga stórur og hevur eina áhugaverda søgu. Upprunaliga var hann frá bóndahúsunum á Ryggi og heilt oman í ósan. Nú er hann frá bóndahúsunum og oman til høvuðsvegin, sum gongur gjøgnum Miðvág. Georg Hansen og Hildur Joensen greiða frá havanum. Jon Sigurd Hansen, søgufrøðingur, greiðir frá, at vártingið varð hildið á Ryggi í gomlum døgum, og tí hevði býlingurin eina serliga tign. M.a. tá grind var, komu seðlarnir út á Ryggi langt inn í 1900-talið. Bryndis í Dali og Bergur Johansen, sum eiga tvey smá børn, byggja sær nýggj hús ovast í býlinginum. Tey hava bæði áhuga fyri siðbundnum húsuml, og tí hava tey gjørt av at byggja húsini í gamlan stíl. Tað passar eisini væl við byggisamtyktina fyri býlingin á Ryggi. Vit hitta Kristian Nattestad, sum nýliga er fluttur aftur í barnaheimið í Durum og tað er hann glaður fyri.   Vitjað verður eisini í Hýsisá, har Mikkjal á Ryggi risti tey kendu versini í helluna: "Vatnið vinnur harðar hellur, slættar niður fjøll. Lýggin gongur, grasið fellur, fella so vit øll.   Stirnar blóðið, steðgar hjartað, legst enn maður lík, sálin í Guðs himni bjarta, livir fræls og rík."   Tey, sum tosað verður við í hesum fyrra partinum á Ryggi, eru Georg Hansen, Kristian Nattestad, Jon Sigurd Hansen, Bryndis í Dali, Bergur Johansen og Hildur Joensen.
Nógv er hent síðani Stórhøllin við Tjarnir í Hoyvíkshaganum læt upp 1. mars í ár. Nógv stór tiltøk hava verið har og semja er um, at høllin hevur havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Og tey hava nógv stór tiltøk á skránni komandi ár. Sigert Patursson, hoyvíksbóndi, sigur, at sjey størri og smærri tjarnir eru í økinum í Hoyvíkshaganum, har Stórhøllin er, og tí heldur hann hetta er eitt hóskandi navn. Hann var sjálvur við í bólkinum sum skuldi finna eitt navn og ein uppskotskapping varð útskrivað. Vinnumessa er eitt av stóru titøkunum sum hava verið síðani høllin læt upp, og vit vitja í Stórhøllini meðan Vinnumessan er opin. Tey, sum tosað verður við í sendingini, eru: Regin W. Dalsgaard, Lucas Laksafoss, Maisól Hentze, Bogi Hansen, Adam Andreasen, Aibritt á Plógv, Ári Rouch, Ingi Jacobsen, Durita Heinadóttir, Kriss Poulsen, Sigert Patursson, Súsanna Sondum, Jóhannes Steingrund og Jón Sigurdsson.
89-liðið hjá B71 og 87-liðið hjá TB, sum vóru føroyameistarar hesi bæði árini, spældu ein søguligan fótbóltsdyst í Stóru Dímun 10. august, og útvarpsverturin slapp við í tyrluna, og tí er hendan sendingin komin burtur úr. Karl Vidtfeldt greiðir frá upprunanum til henda søguliga dyst, og tveir av veteranunum, Henrik Thomsen úr TB og Jóan Petur Clementsen úr B71, greiða frá dystinum og frá sínum drúgva fótbóltslívi. Bóndahjúnini Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen vísa runt á garðinum og oynni, áðrenn farið verður til búgvið borð í bóndans garði um kvøldið við fyrsta floks lokalum kjøti. Annars hoyra vit hesi í sendingini: Jógvan Jón Petersen, Eva úr Dímun, Karl Vidtfeldt, Jóan Petur Clementsen, Henrik Thomsen, Róin Clementsen, Páll Augustinussen, Magni Petersen, Eli Hentze.
Á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy gleða tey seg til skipanina, at tey lesandi fáa løn í lestrartíðini. At skipanin ikki náddi at koma í gildi í summar merkti, at ein fittur partur av teimum, sum høvdu søkt sum heilsurøktarar í summar ikki tóku av. Á Heilsuskúlanum eru tríggjar útbúgvingar - heilsurøktarar, heilsurøktarar og námsfrøðihjálparar. Skúlin leggur dent á, at tann lítli skúlin hevur sínar stóru fyrimunir. Tað er stutt frá hugskoti til veruleika. Fjarundirvísingin er nógv útbygd og saman við starvsvenjing hevur tað gjørt, at nógvir av næmingunum bara eru á skúlanum ein fjórðing av tíðini. Næmingarnir norðanfjørð frá, sum vit hitta í sendingini, halda at Heilsuskúlin í Suðuroy hevur stórar styrkir. Tí tá tey eru komin suður, kunnu tey fult og heilt hugsavna seg um skúlan. Í løtuni eru tilsamans 63 næmingar á teimum trimum útbúgvingunum á Heilsuskúlanum. Vivie Davidsen, skúlastjóri, ivast ikki í, at tá skipanin við løn undir útbúgving er komin í gildi, verða næmingarnir nógv fleiri í tali.   Tey, sum tosað verður við í sendingini, eru: Vivie Davidsen, Fríða Æðustein, Silja Rúnadóttir, Terji Brynjarsson, Annika Jónsveinsdóttir Nolsøe, Elken Bech, Mariann Johansen, Fríðgerð Egilsnes og Irdi Gaardlykke.   Her kanst tú hoyra túrin á Heilsuskúla Føroya.
At vaksa upp í skansabýlinginum í Havn var sum at vaksa upp á bygd. Tað eru trý av skansabørnunum, sum greiða frá uppvøkstrinum í býlinginum, samd um. Stóra útbyggingin av havnarlagnum í sínari tíð broytti fullkomiliga økið við Skansavegin, og hetta man vera ein tann mest broytti býlingurin í høvuðsstaðnum. Á niðaru síðu av Skansavegnum vóru fleiri hús og har var grønur bøur og neyt gingu á beiti. Tá tann fyrsta stóra havnarútbyggingin varð gjørd, var alt økið niðanfyri Skansavegin sprongt burtur, og tí er í dag forberg niðanfyri Skansavegin. Harafturat varð nógv tikið av vegnum út móti sjálvum skansanum, og tí er lítið eftir av hesum gamla vegi. Í sendingini ganga vit túr við Lauru Joensen og Knud Gray, sum greiða frá dagliga lívinum hjá skansabørnum í uppvøkstrinum. Og 89 ára gamli Hans Samuelsen, sum alt lívið hevur í barnaheiminum í Vaktarhúsgøtu 6, er nú fluttur á Boðanesheimið. Hans greiðir frá umfatandi kríggjunum millum dreingirnar í teimum ymsu býlingunum í Havn.
Tær vóru saman á Haslev Húsarhaldsskúla fyri 68 árum síðani. Tá vóru tær 14 úr Føroyum. Og hóast tær nú eru í áttati- og nítiárunum, samlast tær framvegis minst einaferð um árið og prátið gongur væl. Onkrar giftust í Danmark og komu ongantíð heimaftur, og onkur er farin burtur av. Tær hava verið níggju, sum eru komar fast saman, men í dag hevur onkur forfall, og tí eru sjey komnar saman á Café Sibo í Saltangará. Fyri tær ungu genturnar úr Føroyum var tíðin á húsarhaldsskúlanum í 1957 nakað heilt serligt, sum tær eisini greiða frá í sendingini. Vit hoyra eisini, at tað er ikki blivið ómodernað at fara á húsarhaldsskúla. Tað er Húsarhaldsskúli Føroya í Klaksvík besta prógvið um. Í nýggja og snotiliga skúlanum, sum júst er tikin í brúk, hava tey pláss fyri 36 næmingum. Hesaferð vóru umsóknirnar at sleppa á skúlan omanfyri hundrað í tali. Nú vit vitja á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, fyrireika næmingarnir ein døgurða við havhesti. Og vit fáa at vita, at tey arbeiða við einum nýggjum navni fyri skúlan, tí hildið verður at heitið fyri skúlan fylgir ikki við tíðini,   Í sendingini verður tosað við fleiri av gomlu næmingunum á húsarhaldsskúlanum í Haslev. Tær eru: Birgit av Lofti, Olivia Joensen, Dora Várlíð Jacobsen, Jonna Johannessen og Johanna Olafsdóttir. Á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík eru hesar við í sendingini: Johanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, Johanna Finnsdóttir, Joan Petursdóttir og Inga Maria Fisker Heinesen.
Vit føroyingar vita yvirhøvur lítið um Írland, sum er ein av okkara grannum og sum vit hava nógv felags við. Í døgunum 15. til 19. mai varð skipað fyri einum túri til Írlands, beinleiðis við flogfari úr Føroyum. Hendingin er frá hesum túirinum. Ferðalagið búði í býnum Limerick í Suðurírlandi, í landspartinum Munster, og ymsar útferðir vóru haðani - eitt nú til spennandi býirnar Cork og Galway. M.a. verður vitjað glashøllina, har skinnbáturin Brandan stendur. stendur. Tróndur Patursson sigldi við til Amerika í 1976. Skiparin Tim Severin vildi prógva, at til bara hjá írska munkinum Brandan at sigla í húðabáti úr Írlandi og allan teinin til Amerika, og á leiðini kom hann bæði til Føroya, Íslands og Grønlands. Fransiskanarsysirin Marisu Spiteri Cremona, sum var í Føroyum í 43 ár, er nú í einum kleystri og arbeiðir í høvuðsstaðnum Dublin. Hóast hon var stúrin tá hon fyri einum ári síðani fór úr Føroyum saman við hinum systrunum eftir so mong ár, er hon fallin væl til í Írlandi og hon hevur úr at gera. Hon vil ikki gloyma tað føroyska og hevur dagliga samband við nógv fólk í Føroyum. Tey, sum vit hoyra í hesari sendingini, eru Joe Coleman, Maria Joensen, Herleif Hammer, Mortan Poulsen, Eirikur Simonsen, Sigurlaug Magnusdóttir Simonsen, Marisa Spiteri Cremona, Jákup Mørk, Sámal Matras Kristiansen og Albjørg Joensen.
Selma Ellingsgaard, fyrrverandi forkvinna í Starvsfelagnum í Føroyum, er tímalønt í Føroyahúsinum. Hon serverar, skipar fyri Pubquiz, hevur skeið í føroyska málinum fyri føroyingum o.a. Í frítíðini málar hon og hon hevur eisini havt málningaframsýning í Føroyahúsinum. Kokkurin í Føroyahúsinum, Gert Róðá, hevur nógv á skránni tá vit vitja í desember. Hetta kvøldið hevur føroyska Kvinnufelagið í Keypmannahavn jólaborðhald og dunna verður borðreidd. Serliga í desember og um várið er nógv á skránni í køkinum, sigur Gert Róðá. Í køkinum saman við honum í kvøld er Camilla Gaardlykke Hansen. Dagliga eru tey bæði kokkar á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn. Sissal Kampmann, leiðari í Føroyahúsinum, fegnast um, at so nógv ymisk tiltøk fyri ymiskar aldursbólkar eru í húsinum. Hon sigur, at korona órógvaði húsið ógviliga nógv, men nú er tíbetur alt komið í rættlag. "Virksemið í húsinum prógvar, at brúk er fyri einum Føroyahúsi í danska høvuðsstaðnum, sigur Sissal, sum nú er avloyst. 1. juni var hennara skeið úti og nýggjur leiðari er Andrias Olsen. Ruth Hjelm er ein av teimum yngru limunum í Kvinnufelagnum í Keypmannahavn, sum húsast í Føroyahúsinum. Hon hevði ikki verið so nógv saman við føroyingum síðani hon kom til Keypmannahavnar, og tá hon og vinkonan Eyð vóru til eitt tiltak við røstum fiski, varð hon spurt um at koma í nevndina í felagnum. Hon eftirlíkaði og hevur verið glað fyri tað. Hon er eisini virkin í Felagnum, sum eitur Tvørábáturin. Jóannes Petersen, vanliga róptur Jóannes hjá Rosu úr Klaksvík, er dagliga í Føroyahúsinum. Hann heldur at tað hevur stóran týdning at koma saman við øðrum føroyingum. Annbjørn Simonsen av Sandi er ein av eldsálunum í Tvørábátinum - felagnum sum rekur gamla Tvørábátin og aðrar kappróðrarbátar í danska høvuðsstaðnum, og tey hava fleiri manningar til hvønn bátin. Felagið skipar eisini fyri máltíðum við føroyskum mati í neystinum. Annbjørn og ein vinmaður hava tikið stig til eitt +60 tiltak í Føroyahúsinum, har millum 20 og 30 fólk vanliga møta upp annanhvønn midudag. Annbjørn er væl nøgdur við uppmøtingina. Felagið Fótatraðk, sum hevur føroyskan dans, er eitt av teimum virknu feløgunum sum halda til í Føroyahúsinum. Tey samlast annaðhvørt hóskvøld. Petur Djurhuus, formaður, er væl nøgdur við uppmøtingina. Hann sigur at øll kunnu koma og ofta møta eini 20 fólk upp. "Nógv sum koma upp í felagið hava ongantíð kvøðið fyrr. Og fleiri av teimum nýggju eru farin at skipa", sigur Pætur. So tey sum eru við í sendingini eru: Selma Ellingsgaard, Gert Róða, Kamilla Gaardlykke Hansen, Sissal Kampmann, Ruth Hjelm, Jóannes Petersen, Annbjørn Simonsen og Pætur Djurhuus.
Sámal Bláhamar er kendur sum ein veteranur í føroyskari ferðavinnu. Nú er hann 77 ára gamal og hann hevur alt lívið verið knýttur at ferðavinnuni um summarið. Í mong mong ár hevur hann rikið egið virki, og hann er framvegis virkin í vinnuni. Og Sámal hevur verið undangongumaður á ymiskum økjum. Ein minnisrík hending fór fram í Reykjavík, tá amerikanski forsetin Ronald Reagan og russiski forsetin Mikhail Gorbachev hittust til toppfund í oktober 1986. Í stóru limusinuni hjá Sámali koyrdi føroyska pressan so væl, at teir koyrdu heilt út til Air Force One flogfarið hjá amerikanska forsetanum . Millum mongu útlendsku gestirnar Sámal hevur havt í Føroyum, hava eisini verið kongaligir gestir. M.a. skipaði hann fyri einari stuttari vitjan hjá svenska konginum Carl Gustaf, sum steðgaði í Vágum í fýra tímar á veg av veiðiferð í Íslandi saman við vinmonnum. Sámal Bláhamar hevur altíð verið nógv upptikin av hendingini, tá týskur kavbátur søkti sluppina Union Jack undir seinna heimskríggi, og manningin róði í lítlum báti til Hebridurnar og varð bjargað. Pápi Sámal, Fredrik Bláhamar, skrivaði ein bókling um hendingina, ið nú er komin á breddan sum ein filmsverkætlan. Her eigur Sámal eisini sín leiklut.
99 ára gamli Hans Eli Hansen, vanliga nevndur Eli, í Sandavági er av Slættanesi, men hann gekk í skúla og vaks fyri ein stóran part upp í Vestmanna. Verður lív og heilsan, verður hann hundrað ár 2. juli í ár. Eli er elstur av níggju systkjum, og foreldrini og hini systkini búðu á Slættanesi, til tey fluttu burtur eins og hinar familjurnar. Tey seinastu fóru í 1965. Útvarpsverturin er í dag stokkin inn á gólvið hjá Eli í Steigarbrekkuni í Sandavági. Tað var eisini her hann var staddur og fekk ein skelk, tá húsini fingu stóran skaða í einari ódn í november í fjør. Undir krígnum arbeiddi Eli hjá eingilsmonnunum í Vágum. Tá búði hann í Sørvági. Eingilsmenninir brúkti nógv kol til brennievni, og Eli lempaði ofta kol í lastini á damparunum. Einki arbeiðsmannafelag var tá kríggið byrjaði og tí var lønin lítil ta fyrstu tíðina. Tá arbeiðsmannafelag var komið hækkaði lønin, sigur Eli. Hann fór á maskinmeistaraskúla í Havn og fór síðani at sigla við íslendskum fiskiskipum og seinni norskum. Eftir tað fór hann út at sigla við farmaskipum á heimsins høvum. M.a. sigldu teir nógv ið vápnum - ofta fyri jugoslavar. -Hetta var ein sera vandamikil førningur og vit máttu ansa okkum. Høvdu vit verið tiknir eri eg vísur í, at vit høvdu ikki yvirlivað, staðfestir Eli Hansen.
Jón Nónklett, bóndi í Lamba, fegnast um at tað hevur verið so turt og gott veður nú lembingin er fyri. Og seyðurin er væl fyri, sigur hann. Hagin hjá Jón, Eystursíðan út móti Mjóvanesi, ber 115 áseyðir, og hann er ein av teimum óhøgligu høvunum í landinum. Seyðurin gongur har alt árið og klárar seg sjálvan. Hann hevur nøkur ból, men einki seyðahús. Tá teir eru á fjalli um heytið, verður tøkuseyðurin fluttur við báti til Syðrugøtu og síðani við bili til Lambar. Tað eru nú 10 ár síðan Jón Nónklett tók við ættarfestinum, sum í 30 ár var á øðrum hondum. Á hesum túrinum á Eystursíðuni harmast Jón um, at so lítil heiðafuglur er at síggja. Hann ivast ikki í, at tað er rottan sum er orsøkin til stóru minkingina, tí nógv rotta er alla staðni og hon tekur eggini hjá heiðafuglinum. Jón heldur, at vit eiga at seta rottufellur út fyri at avmarka rottuna, men tað má vera eitt samstarv um alt landið, og kommunurnar hava ábyrgdina av at skipa fyri tí, tí tær hava ábyrgdina av rottutýning.. -Eg hoyrdi um at sumbingar gjørdu eitt átak at týna rottuna í fjør. Og eg havi sjálvur boðið mær til at taka mær av rottufellum í mínum haga. Men ein hagi ger einki, og tí er tað neyðugt at kommunurnar skipa fyri og gera tað í samstarvi við bøndurnar, sigur Jón Nónklett, og hann harmast um at einki hendir.
loading
Comments