DiscoverBókaBrell - Bókasavnið við Løkin
BókaBrell - Bókasavnið við Løkin
Claim Ownership

BókaBrell - Bókasavnið við Løkin

Author: Oyvør Dam Jacobsen & Conny Rasmussen

Subscribed: 1Played: 0
Share

Description

Vit práta um nýggjar og komandi bøkur á bókasavninum. Fagurbókmentir, yrkisbókmentir, barnabøkur, teknirøðir og ungdómsbøkur - føroyskar og útlendskar bøkur. Hvørjar bøkur fáa nógva umrøðu? Hvat spyrja fólk eftir á bókasavninum?

Vit hoyrast 1-2 ferðir um mánaðin

8 Episodes
Reverse
Bókabrell #8

Bókabrell #8

2025-07-2250:51

Ein nýggjur partur er komin út - hesaferð við nýggja bókavørðinum Unn Paturson. Vit tríggjar, Unn, Conny & Oyvør tosa um ymiskt sum vit lesa (og hava sæð) og kunnu viðmæla: Jeg kan huske / Joe Brainard Landsbyens blod / Yan Lianke Magnus Heinason / Páll Nolsøe Paterson / Jim Jarmusch Veggurin / Marlen Haushofer Himlen over vildmarken / Kristin Hannah Tú veitst ongantíð / Ron Padgett Den sandhedssøgende kat / Katja Kettu Spærret inde / Freida MacFadden
Bókabrell #7

Bókabrell #7

2024-08-0523:25

Vit eru aftur eftir ein longri steðg - og vit tosa um : Sára Malena / Sólrun Michelsen Folk som sår i sne / Tina Harnesk Hamnet / Maggie O´Farrell Eden / Auður Ava Ólafsdóttir 11% / Maren Uthaug Hjem / Karin Erlandsson Barnebarnet / Bernhard Schlink Bride / Ali Hazelwood
Á Bókadøgum 2023 vóru vit í Bókabrell á vitjan í Norðurlandahúsinum, og í sambandi við Rithøvundafelagið høvdu vit stuttar samrøður við føroyskar rithøvundar. Í hesum partinum høvdu vit samrøðu við Hanus Kamban, og vit tosaðu um ma. nýggju bókin "Antisemitisma", ið júst er komin út. Poddvarpið er upptikið í matstovuni "Systrar", so stákan og prát hoyris aftanfyri samrøðuna.
Í sambandi við at Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum, vóru vit í Bókabrelli og gjørdu stuttar samrøður við føroyskar rithøvundar. Hetta kom í lag í samstarvi við Rithøvundafelagið. Í hesum poddvarpinum hava hava vit eina samrøðu við Ben Arabo, ið gav stuttsøgusavnið "Tíðarhylkið" út fyrr í ár. Samrøðan er upptikin í matstovuni Systrar, so prátt og stákan hoyrist í bakgrundini.
Bókabrell var í Norðurlandahúsinum í sambandi við Bókadagar 2023 - og í samstarvi við Rithøvundafelagið, høvdu vit stuttar samrøður við føroyskar rithøvundar. Í hesum partinum hava vit eina samrøðu við Ingun Christensen, ið júst hevur útgivið skaldsøguna Vilstar røtur. Poddvarpið var upptikið í matstovuni Systrar í Norðurlandahúsinum, so stákan og prát hoyrist í bakgrundini.
Bókabrell #3

Bókabrell #3

2023-06-2321:19

í hesum partinum av poddvarpinum Bókabrell tosa vit um: Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum / Kim Simonsen Eric Caspar / Nye balancer : handicapdigte Comedy queen / Jenny Jagerfeld Minder om ham / Colleen Hoover Summarið varar ikki alt árið longur / Karin Ottarsdóttir Torsdagsmordklubben / Richard Osman Skúmfidusmaskinan / Bobbie Peers Skjaldbøkukanónin / Bobbie Peers
Bókabrell #2

Bókabrell #2

2023-05-3124:12

Bókabrellið hesaferð hevur hesar bøkurnar uppi at venda: Det skete en sommer / Tessa Bailey Tíggju knívar í hjartað / Nora Dåsnes De fire vinde / Kristin Hannah Overleverne / Alex Schulman Renna úlv / Kerstin Ekman Håb og handling i en kriseramt verden / Bjørg Tulinius og Michael Bach Henriksen
Bókabrell #1

Bókabrell #1

2023-05-0420:13

Í fyrsta parti av Bókabrell tosa vit um: Stjernernes knitren / Jón Kalman Stefánsson Livstråden / Nikki Erlick Sólgrátur / Ingun Christensen Daisy Jones & The Six / Taylor Jenkins Reid Hypotesen om kærlighed / Ali Hazelwood Bjørneby / Fredrik Backman Annas sang / Benjamin Koppel
Comments 
loading