DiscoverFrímælt
Frímælt
Claim Ownership

Frímælt

Author: Frihedsbrevet Føroyar

Subscribed: 5Played: 152
Share

Description

Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

130 Episodes
Reverse
Heimsins besta matstova hevur verið í einum ódnarveðrið og maðurin aftanfyri alt, Rene Redzepi, hevur lagt frá sær. Men hvat merkir tað? Og hvat merkir tað fyri matstovuvinnuna? Tað tosa vit um í Frímælt hesa ferð, har vit eisini runda valdystin, sum ikki at rokna sum nakar dystur, tí alt er so tamt. Meðan vit taka upp partin koma eisini boðini um, at matstovan Paz hevur fingið eina forkunnuga viðurkenning - og tá var heppið, at Poul Andrias Ziska var í studionum sum gestur. Vit tosa eisini um eina serliga fríkirkju í Danmark, sum hevur savnað eina røð av litríkum fólki, og so hyggja vit nærri eftir føroyska fólkaskúlanum, har alsamt færri mannfólk arbeiða. Gestir eru Svanna Hentze í Gong, teknmálstulkur, Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri og miðlamaður, og Poul Andrias Ziska, kokkur og eigari av matstovuni Paz. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Maria Tórgarð fór við øllum, tá Geytin varð latin í farnu viku. Í Frímælt hesa ferð tosa vit um persónligu og inniligu søguna, sum Maria Tórgarð fortelur um mammu sína, um seg og sína familju. Vit fara eisini ein túr á FMA, sum verður fríggjakvøldið hesa vikuna. Eitt tiltak, sum verður í Norðurlandahúsinum og víst í beinleiðis sjónvarpi. Marianna fortelur um fyrireikingarnar. Seinasti partur av Hoydølum er sendur. Vit taka saman um røðina, sum hevur lagt Føroyar fyri sínar føtur.  Og so er semja um, at fleiri kvinnur mugu framat - og tað á øllum frontum. Í Frímælt hesa ferð er tað serliga í tónleiki og politikki, at javnstøðan - ella mangul upp á tað sama - verður viðgjørt. Gestir í Frímælt eru Marianna Winther Nagata, samskipari av FMA, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Kristinn Vang, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Valfepur hevur rakt Frímælt og vit hyggja eftir nøkrum av týdningarmiklu tættunum, sum hava víst seg hesar fyrstu dagarnar. Og so ringja vit til Bárð á Steig Nielsen og spyrja, hvar hann var, nú hann ikki var partur av forfólkaumfarinum mikukvøldið. Kendi sjónvarpsverturin John Johannesen arbeiðir ikki longur í Kringvarpi Føroya. Hetta kemur í kjalarvørrinum av nøkrum søgum, sum Frihedsbrevet hevur skrivað um hann. Í vikuni trinu tveir menn fram við navni og greiddu frá ágangi, sum teir høvdu upplivað frá nú fyrrverandi vertinum í Degi & viku.  Í næstu viku er femifagnaðarvika. Ein røð av tiltøkum er á skránni, sum vit venda. Har í millum Gentuvesið Live, sum Rannvør Fríða Eyðunsdóttir er vertur á saman við Anniku Dalsgaard - og har Barbara Holm skal vera gestur. Hetta og ymiskt annað, bæði úr Føroyum og uttan úr heimi, eru dagsins evni. Gestir í Frímælt hesa ferð eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur á Gentuvesinum, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Tað er eitt pakkað programm, sum er á skránni í Frímælt hesa ferð.  Vit ringja til Teit og fáa søguna um eitt serligt klaver. Vit tosa um bisp, sum hevur lagt seg út í kjakið um Suðuroyartunnilin. FMA-tilnevningarnar eru komnar út, so teimum venda vit. Leikurin Skeivur verður frumframførdur í Luux hetta vikuskiftið, har Marius DC er ein av leikarunum. Hann greiðir frá hesum. Hin sjónleikarin í dagsins pallborði, Sámal Hansen, greiðir frá sínum leikluti í Seinasta paradís á jørð - og hvat hann gjørdi, tá hann frætti, at hann var í uppskoti til eina Bodil-virðisløn. Aftrat øllum tí vitja vit eisini Búnaðarstevnuna á Torradøgunum í Klaksvík, umframt at vit eisini hyggja nærri at arbeiðinum, sum Durita Fagradal Augustinussen hevur gjørt í sambandi við, at hon hevur ment ein dátugrunn fyri Frihedsbrevet, sum hevur kortlagt, hvussu nógv føroyingar eiga av húsum, íbúðum og býlum annars. Gestir í Frímælt eru Sissal Kampmann, rithøvundur, Kristinn Vang, journalistur í Frihedsbrevet, Sámal Hansen, sjónleikari, og Marius DC, tónleikari. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í Frímælt hesa ferð venda vit eini smettusøgu, sum fekk fleiri enn 1000 likes. Vit tosa um eitt politimál, sum bleiv meldað júst tí, at fólk í Føroyum tosa nógv saman - kanska enn tá slatra um fólk. Vit viðgera veljarakanningina, sum Portalurin og FM1 hava gjørt. Vit runda Epstein-skjølini, fara ein túr í Hoydalar og syndarligu støðuna, sum Norra er komið í upp á so nógvar mátar, umframt at vit venda Melodi Grand Prix, har Sissal er við fyri aðru ferð. Og til hetta prátið hava vit ein serligan gest á tráðnum. Gestir hesa ferð eru Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, Andrias Høgenni, leikstjóri, Jan Vestergaard, sjómaður, og Kristinn Vang, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
loading
Comments