DiscoverNorrøni Eftirskúlin: Sex, drøgg og skúlaskapur
Norrøni Eftirskúlin: Sex, drøgg og skúlaskapur
Claim Ownership

Norrøni Eftirskúlin: Sex, drøgg og skúlaskapur

Author: Frihedsbrevet Føroyar

Subscribed: 0Played: 3
Share

Description

Norrøni Eftirskúlin í Danmark varð í føroysku bløðunum lýstur sum ein kristin kostskúli í Danmark, men næmingarnir, sum gingu á føroyska eftirskúlatilboðnum í Suðurjútlandi í áttati og nítiárunum, lærdu meira um sex og drøgg enn skúlaskap.


Tað er í øllum førum søgan hjá fleiri næmingum, ið gingu á umstrídda skúlanum, sum lat aftur og aldrin varð fluttur til Føroya, sum ætlanin annars var.

1 Episodes
Reverse
Í fyrsta parti hoyra vit um Norrøna Eftirskúlan í Genner, sum lat upp í 1986, men sum upp á ongan máta livdi upp til penu myndina av einum kristnum kostskúla, sum føroysku bløðini annars høvdu skrivað um. Jan Berg Jørgensen var næmingur fyrsta árið, og hann fortelur um vantandi frálæru, rúsdrekka, rúsevni og annan ólevna, sum merktu tíðina tað hálva árið, hann gekk har - áðrenn hann gavst og fór heim á jólum.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Comments