Discover
Vinnukikarin
6 Episodes
Reverse
Hesaferð vitjar Vinnukikarin Poul Hansen, sum nýliga varð kosið Ársins Virki 2025. Vit tosa við Tony Rasmussen, nýklakta stjóran í samtakinum. Hvør er Tony Rasmussen, og hvat merkir tað fyri hann og Poul Hansen at fáa heiðurin? Hvør er orsøkin til góðu gongdina, og hvørjar møguleikar sær Tony fyri sær, at Poul Hansen kann vaksa?
Vinnukikarin er hesaferð á ferð á Kambsdali hjá GroAqua, har vit tosa við stjóran Suna Justinussen. GroAqua er Ársins Virki 2024. Men hvat ger GroAqua? Hvør er orsøkin til góðu gongdina seinastu árini? Og hvørjar eru avbjóðingarnar við at hava nógv virksemi uttan fyri landoddarnar?
Í hesum Vinnukikaranum hugsavna vit okkum um tann samfelagsbúskaparligi týdningin. Hvussu stórt búskaparligt íkast hava útlendsk starvsfólk í Føroyum? Hvør er orsøkin til, at útlendsku starvfólkini eru vaksin so nógv í tali og hvørjar eru negativu avleiðingarnar av útlendsku starvsfólkunum? Hetta fara vit millum at viðgera nærri í Vinnukikaranum hesaferð saman við Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingi, sum hevur greinað hetta.
Hvussu burðardygg er vinnan í Føroyum? Hvørjar vinnur hava størsta útlátið og hví heldur vinnan, at grøna orkuskiftið gongur ov seint? Hesir spurningar verða umrøddir í Vinnukikaranum hesaferð. Gestur er Súsanna Berg, ráðgevi í burðardygd hjá Vinnuhúsinum.
Hví skal vinnan yvirhøvur geva haldførinum ans? Hvussu ávirkar vánaliga haldførið vinnuna og kann vinnan gera nakað sjálv fyri at betra um haldføri? Í Vinnukikaranum hesaferð hyggja vit nærri at haldføriskanningini hjá Búskaparráðnum saman við Fróða Magnussen, formanni í Búskaparráðnum.
Hvussu væntar vinnan, at 2024 fer at hilnast? Fer búskaparvøksturin at halda fram? Og verður 2024 árið, har málið um gongd í haga verður loyst? Hetta verður millum annað umrøtt nærri saman við Jón Sigurdssyni, formanni í Føroya Arbeiðsgevarafelag, í Vinnukikaranum hesaferð.





