Discover
Hermann & Helmsdal

Hermann & Helmsdal
Author: Hermann Eliassen and Gudmund Helmsdal
Subscribed: 1Played: 3Subscribe
Share
© 2025 Hermann & Helmsdal
Description
Hermann & Helmsdal is a Faroese film podcast about what’s on screen—and how it’s made.
Hosts Hermann Eliassen and Gudmund Helmsdal review new releases and classics, and sit down with filmmakers to talk story, craft, and the realities of making films from a small island nation. Most episodes are in Faroese; we switch to English when it serves the conversation. We cover festival titles, follow local premieres, and occasionally record live.
Expect clear opinions, practical insights, and conversations that connect the Faroes to the wider film world.
26 Episodes
Reverse
Live upptøka á G! Festivalinum, har vit høvdu vitjan av áskoðarum, og ikki minst Knút Háberg Eysturstein. Knút valdi sær út nøkur løg úr filmum, sum honum dámar, og saman tosaðu vit um hesi løg og filmarnar, sum tey eru úr. Filmsnørdaríið var í hásæti meðan tosað varð um alt frá Tarantino til Sergio Leone. Ein fantastiskt løta á G! 2025, sum tú kanst hoyra her:)
28 Years Later er seinasti filmurin hjá Danny Boyle. Hetta er tann 3. filmurin í "28" røðini, og at tosa um hetta hava vit vitjan av - the one and only - Rúna. Friis Kjær. Saman ummæla vit filmin, og vit tosa eisni um zombie filmsjangruna sum heild (okkurt av tí endar við at verða nokkso groteskt:)
How to Train Your Dragon, sum í stóran mun gongur fyri seg í Føroyum, er komin í biografin, og sjálvandi ummæla vit filmin í Hermann&Helmsdal. How to Train Your Dragon er eitt so kallað "live action remake" av kenda teknifilminum, so vit tosa eisini eitt sindur um hetta útbreidda fenomenið, har klassiskir filmar vera umgjørdir til spælifilmar. Tað er eitt sindur svingandi, hvussu hetta eydnast frá filmi til film, so hetta tosa vit eisini eitt sindur um:)
Sakaris Stórá er háaktuellur við filminum Seinasta Paradís á Jørd, sum hann hevur bæði skrivað og leikstjórað. Sakaris vitjar Hermann&Helmsdal á øðrum sinni, og sigur okkum søgur um, hvussu filmurin var gjørdur.
Er hann nevndur, er hann kendur! The man himself: Tórbjørn ( Tobbi) Jacobsen vitjar Hermann&Helmsdal.
Navnframi filmhandrits konsulenturin/ráðgevin (scripdoktarin) Stephen Cleary er aftur á vitjan í Føroyum, og sjálvandi máttu vit í Hermann & Helmsdal fáa eitt prát við hann aftur. Geytin er háaktuellur, so tað er upplagt, at prátið hesuferð snúgvar seg um stuttfilmin sum ein serstøk filmsjangra. Hvat er ein stuttfilmur? Hvussu langir skulu teir vera? Hvat skulu teir handla um?Hvussu slær ein ígjøgnum við einum stuttfilmi? Hetta er alt nakað, sum Stephen dagliga arbeiðir ...
Vit tosa við powerhouse framleiðaran Nadiu Abrahamsen, sum saman við Filmhúsinum, hevur lagt til rættis og skipar fyri Barnafilmfestivalinum. Eisini hevur Nadia tikið stig til afturvendandi Minority Filmfestivalin. Oooooog so tosa vit eisini við Nadiu um hennara (heila) skelkandi rollu í filminum No Rest for the Wicked.
Fyrsti partur av H&H í 2025! Vit báðir hugleiða um filmar, vit sóu í farna árinum. Hvørjar filmar dámdu vit væl? Hvørjar dámdu vit slett ikki!? Og hví?
Er hann nevndur, er hann kendur! Lead-guitaristurin úr tónleikabólkinum Gestir...eisini hevur hann gjørt Trom... Torfinnur Jákupsson er Gøtumaðurin aftanfyri fyrstu - og inntil víðari - einastu føroysku altjóða krimi-sjóvarpsrøðina Trom. Hoyr alt um, hvussu dagdroyming á fiskavirkinum í Gøtu leiddi til eina yrkisleið innan film. Eisini tosa vit eitt sindur um, hvat er næst á skránni hja Torfinni.
Vit ummæla Joker 2, og tosa eisini nógv um 1'aran.
Saman við Rúna Friis, hava H&H hugt eftir Netflix aktuella Beverly Hills Cop, sum er tann 4. filmurin í filmsrøðini um Axel Foley. Við støði í Beverly Hills Cop tosa vit um Eddie Murphy, stand-up, skemtifilmar, 80'ini, buddy cop action filmar.... ja, í stuttum, so verður nørd-o-metrið sprongt í luftina í hesum nýggjasta partinum av H&H.
Sakaris er føroyingur! Sakaris er skopuningur! Sakaris ger filmar! í 2012 gjørdist Sakaris fyrsti vinnarin av Geytanum, og hetta var fyri filmin Summarnátt. Eisini hevur hann gjørt filmin Vetrarmorgun, sum varð virðisløntur á altjóða Berlin Filmfestival. (Vetrarmorgun vann IKKI Geytan hetta árið), men (í núvernadi løtu) er Sakaris kanska mest kendur fyri at gera filmin Dreymar við Havið. Sakaris bæði leikstjórar og skrivar sínar egnu filmar, og í dagsins H&H tosa vit við Sakaris um hans...
Í hesum partinum loypa vit í saðilin og ummæla fyrsta part av episku kovboyfilms verkætlanini hjá Kevin Costner: “Horizon: An American Saga.” Vit borðreiða eisini við einum snarskeiði í nøkrum, sum liggur øllum føroyingum sera nær: Koboyfilmssøgan! Yeehaw!
Vit siga ofta at Atlantic Rapsody er tann fyrsti føroyski filmurin. Hetta var í 1989, men Eir skrivaði og gjørdi sjónvarps barnafilmin Alfred longu í 1986, so kanska føroyska filmsøgan skal umskrivast eitt sindur? Eir hevur verið við heilt frá byrjanini! Sum fáur hevur hon verið við til at menna, skapa og forma tað føroyska miðlandslagið. Hon var við sum ung genta, tá Krigvarpið (Svf) byrjaði í 1984, har hon arbeiddi saman við Zacharias Hammer og gjørdi m.a. barnaløtuna, sum var...
Anton Petersen og Gorm Just hava stovnað ein føroyskan filmskúla, sum byrjar longu í august!!!
Filmshúsið hevur fingið nýggjan stjóra! Tí vóru vit sjálvandi við til almennu móttøkuna hjá nýggja stjóranum Marjun Niclasen, á Vestaru bryggju, fríggjadagin 31/05/24. Mikudagin settu vit so Marjun stevnu, fyri at hoyra eitt sindur um hana, um filmshúsið og um hennara ætlanir við filmshúsinum næstu árini.
Hermann & Helmsdal ummæla aktuellu filmarnar Challengers við Zendayu í høvuðsrolluni og ræðufilmin Immaculate, har Sydney Sweeney hevur høvuðsrolluna. Tær ungu Sweeney og Zendaya eru báðar kendar úr røðini Euphoria og m.a. hugleiða Hermann & Helmsdal um, hvørjar tær "nýggju" ungu filmstjørnurnar munnu vera í dag? Tosað verður um góð og ring sjónleikara avrik, musicals, ræðufilmar. Vit seta eisini spurningin; nær er filmur so vánaligur, at ein reisir seg og fer úr biografinum?