DiscoverHMU Podcast
HMU Podcast
Claim Ownership

HMU Podcast

Author: Heimamissiónsungdómur

Subscribed: 0Played: 1
Share

Description

Vælkomin til podcastin hjá HMU. HMU Podcasturin er ein ungdómspodcast, har 3 ung hittast at tosa um ymisk evnir og kanna, hvat bíblian sigur um tey, við ymiskum gestum. Vertirnir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
43 Episodes
Reverse
So er tað Rannvá Hentze sum eisini hevur veri í Suður Afrika seinasta hálva ári. Hon hevur veri á einum missiónsskúla hjá YWAM í Durban.
Hin stóra kvøldmáltíðin er ein kend bíbilsøga. Hjalmar hevur dúkað niður og fortelur, hvat hann hevur fingið burtur úr saman við Bjartu og Dann. 
Gesturin hesa vikuna er Marjun Garðsá sum hevur veri á einum lærusveinaskúla í Suður Afrika hjá YWAM. Tað er eitt DTS skeið, tá er man part av tíðini í skúla og eisini ein part úti í missión. Vertirnir í sendingini eru Bjaarta, Dann og Sjúrður.
Tað er Sámal Jákup sum er gestur í heusm partinum. Hann fortelur um altjóðafelagsskapinum OpenDoors og alt tað stóra arbeiði tey gera. Vertirnir í hesum parti eru Dann, Hjalmar og Sjúrður.
Hesa ferð er tað Ovi Brim, sum er gestur, og hann kemur eisini við einum spennandi evni. Evnið er nevniliga Trúgv og gerningar. Ovi er til dagligt prestur og próstur. Vertir í hesum partinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
Aftur ein spennandi podcastur við einum spennandi evni. Gestur í hesum parti er Torleif Johannesen, hann arbeiðir sum sjómanstrúboðari fyri Heimamissiónina. Evnið í hesum partinum er dópur. Vertir í podcastinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
Mánadagur so er sjálvandi ein nýggjur partur frá HMU Podcast. Tað er Rakul Kjølbro sum er gestur. Rakul býr og lesur í Aarhus, har tey eru byrja at hava húsmøtir fyri føroyingum. Hoyr um hvussu tað byrjaði og hvussu tey hava møtini í Aarhus her.
Í hesum partinum hava vit fingið ongan annan enn Tórur Jacobsen á vitjan. Tórur býr í Danmark har hann eisini lesur gudfrøði. Evni í hesum parti er lærusveinaskapur, sum er eitt evni sum Tórur hevur arbeitt nógv við. Vertir í podcastinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
Aftur mánadagur og aftur ein nýggjur partur frá HMU Podcast. Í dag er tað við Súsannu Hendriksdóttir Olsen, sum í fleiri umførum heuvr veri úti við Mercy Ships. Mercy Ships er ein hjálpar felagsskapur sum siglur runt alla verðuna, og veitir heilushjálp. Tað eru Bjarta og Sjúrður sum eru vertir.
Nú eftir eina lítla jólaferiu eru vit aftur við einum parti. Evni er at bíða. Við í Podcastinum eru Bjarta og Sjúrður.
Nú er tað alvorliga fari at nærkast jólinum og í hesum sampandi hava vit ein jól part til tykkum. Við í hesum partinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.Podcasturin er eisini at finna á YouTube!
Hesa ferð er Magni Skoradal gestur í HMU-podcastinum, og evni hjá honum er "Er kristindómur bara fyri tey heilagu?". Magni er av Toftum og gonur fast í Taboor, har hann virkin í arbeiðinum. Millum annað hevur hann ein bíblibólk við ungum Tofta dreingjum. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Hjalmar. Podcasturin er at finna á YouTube
Hesa ferð er tað ein serligur partur, tí vit eru farin út at vitja Ólav Davidsen – ella sum nógv kenna hann, Ollies Barber. Fyrir stuttum hevur hann latið upp eina nýggja salong á Heiðavegi í Saltangará. Í hesum partinum fortelur Ólavur, hvussu hann byrjaði at fylgjast við Jesusi. Samstundis klippir hann Hjalmar, meðan podcasturin verður upptikin. Vertirnir hesa ferð eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður. Um tú ynskir at síggja podcastin, liggur hann eisini á YouTube.
Hesa ferð er Magnus Hammer í Høllum gestur í HMU-podcastinum, og hann snakkar um tíðina, sum volontør í Grønlandi. Magnus var í Grønlandi í eitt hávlt ár, har hann slapp at síggja nær um alt Grønland, hann var umborð og skipum, inni í fongslinum og kom í samband við nógv fólk ið onki høvdu. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Dann. Podcasturin er at finna á YouTube
Hesa ferð er Sonni Steinhólm gestur í HMU-podcastinum. Evnið í sendingini er "Evnagelii: hví, hvat og hvussu?" Sonni er úr Runavík og gongur í Missiónshúsinum á Glyvrum, har er hann eisini er partur av ungdómsnevndini. Til dagligt lesur hann til maksinmeistara í Havn. Vertirnir í sendingini eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður. Tú kanst eisini síggja podcastið á YouTube.
Hesa ferð er Fríði Dam gestur í HMU-podcastinum. Evnið í sendingini er "Kristin um allan heim". Fríði hevur, síðan hann var heilt ungur, havt ein dreym um at sleppa út við Logos Hope, sum er eitt skip hjá OM. Hesin dreymur gjørdist veruleiki, tá ið hann í tvey ár sigldi við Logos Hope sum maskinmeistari. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Hjalmar. Tú kanst eisini síggja podcastið á YouTube.
Hesa fer er Derhard Jógvansson gestur í HMU-podcastinum. Evnið er hví hava øll so nógvan skund? Derhard er prestur í Vesturkirkjuni í Havn og hevur veri har í 15 ár. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður. Tú kanst eisini síggja podcastin á YouTube. 
Hesa fer er Anton í Liljudali gestur í HMU-podcastinum. Evnið er: “Er Jesus tann einasti vegurin?” Anton er uppvaksin í Svøríki, men hevur eisini búð í Føroyum í nógv ár. Í løtuni lesur hann til teologi í Keypmannahavn, har hann býr saman við konu síni. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður. Tú kanst eisini síggja podcastin á YouTube. 
Hesa ferð er Kartin Høgnesen gestur í HMU Podcastinum. Evnið, sum hann fer at tosa um, er: "Hvat geri eg, tá eg felli í freisting?"Kartin Høgnesen er millum annað kendur sum frisør, men nú arbeiðir hann sum ungdómsráðgevi í Heimamissiónini. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður.Tú kanst eisini hyggja eftir podcastinum á YouTube.
Hesa ferð er tað Jórunn Mohr Viderø, sum fortelur um, hvussu hon kom til trúgv. Tað er ein spennandi og lærurík ferð, sum nógv onnur als onki kenna til. Afturat henni eru Bjarta Hjalmar og Sjúrður, sum eru vertir. Møugleiki er eisini at hyggja eftir podcastinum á YouTube.
loading
Comments