Discover
Hvat lærir orð Guds?
Hvat lærir orð Guds?
Author: Hvat lærir orð Guds?
Subscribed: 0Played: 0Subscribe
Share
© 2026 Hvat lærir orð Guds?
Description
Her verða talur at hoyra. Endamálið er, at fáa læru út til tey, sum ynskja at læra meir úr orðið Guds.
18 Episodes
Reverse
Vælkomin.
Hetta er fyrsta av fýra talum um evnið, sum kallast "fíggindin". Hvussu kunnu vit vita, at talan er um eitt andaligt álop? Hvat kunnu vit gera við álopið? Tað eru fleiri sløg av álopum á okkara andaliga lív, og í hesari røðini eru tað fýra hendingar úr gamla testamenti, sum verða tiknar fram. Petur á Roykheyggi talar. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í samkomuni Malta, Hirtshals, í 2023.
Røðin heldur á. Her er hendingin í 1. Mósebók 3. kap. í fokus. Hvussu freistaði ormurin Evu? Hvat gjørdi, at menniskjan fall? Hvat kunnu vit læra av hesum? Vónandi kann henda tala styrkja og uppbyggja. Petur á Roykheyggi talar. Má Harrin signa orðið.Tikið upp á Malta, Hirtshals, í 2023.
Í hesum partinum hyggja vit eftir einari hending í fyrru Krønikubók 21. Um tá ið Satan eggjar Dávid at gera ímóti vilja Guds. Hví ger Dávid ímóti Guds vilja? Hvat kunnu vit læra av hesum? Vónandi kunnu vit gerast meira klár yvir hendan vanda, og leggja okkum eftir at verða undirgivin Harranum. Má Harrin signa orðið. Tikið upp á Malta, Hirtshals, í 2023.
Hetta er sísta tala um evnið "fíggindin". Hesuferð verður hendingin í Zakarias kap 3 tikin framm. Her stendur Satan sum klagari. Hvat er endamálið hjá fíggindanum tá ið hann klagar okkum fyri Gudi? Hvør er loysnin tá ið eg syndi? Og hvar er Gud í øllum hesum? Vónandi hava hesar talir verði til signing. Harrin signi orðið.Tikið upp í samkomuni Malta, Hirtshals, í 2023.
Áron á Roykheyggi hevur ein vitnisburð um sítt lív, líka frá hann var heilt ungur til dagin í dag. Hoyr hann greiða frá sínum lívið. Hvat Harrin hevur gjørt fyri hann. Má Harrin signa henda vitnisburð.Tikið upp í 2025 í Nerija, Skála, til ein mannfólkadag.
Jann Johannesen hevur ein vitnisburð um sín Harra og Frelsara. Má Harrin signa orð Sítt.Tikið upp í 2024 í bygdarhúsinum í Hósvík.
Fyrsti partur av sjey um Filippibrævið. Hetta er vers fyri vers talir, tað vil siga at vit nerta við øll versini í brævinum. Hesuferð takað vit versini 1 til 14 í fyrsta kapittlið. Má Harrin signa Orðið. Tikið upp í 2022 í Saron, Viðareiði.
Næsti partur um Filippibrævið. Frá 1,15 til 2,4. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í 2022 í Saron, Viðareiði.
Vit halda á við vers fyri vers gjøgnumgongdini í Filippibrævinum. Hesuferð takað vit versini 5 til 16 í kap 2. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í 2022 í Saron, Viðareiði.
Í hesum partinum hoyra vit um Paulus, Timoteus og Epafroditus. Hjartalag teirra í tænastuni. Tað eru versini 17 til 30 í kap 2. Vælkomin at lurta.Tikið upp í 2022 í Saron, Viðareiði.
Hetta er fimta tala um Filippibrævið, hesuferð eru tað versini 1 til 12 í kap 3. Vit hoyra um fortíðina, nútíðina og framtíðina hjá Paulusi í kap 3 og fara inná fortíðina og nútíðina í hesum partið. Vælkomin at lurta.Tikið upp í 2022 í Saron, Viðareiði.
So var næstsísti partur í vers fyri vers undirvísing um Filippibrævið her. Nakað av tí sum verður umtalað í hesum versum er nútíðin og framtíðin hjá Paulusi og okkum trúgvandi. Bønin er at Harrin skal signað hesa gjøgnumgongd. Vælkomin at lurtað.Tikið upp í 2022 í Saron, Viðareiði.
Hetta er seinasti partur um Filippibrævið. Í hesum versunum er bønin og at geva serliga frammi. Má Harrin signa hesa gjøgnumgongd og Orðið fyri navns Síns skuld.Tikið upp í 2022 í Saron, Viðareiði.
Levi Joensen hevur eina evangeliska talu um sín Harra og Frelsara. Talan er um Jesus og menniskju sum møttu Jesusi. Levi Joensen fór heim til sín kæra Frelsara í 2021 , 88 ára gamal, men evangeliski boðskapurin frá Levi ljóðar enn í dag. Má Harrin signa orðið.
Dávur Joensen hevur ein vitnisburð. Eisini hevur hann ein tanka um tann blinda biddaran. Má Harrin signa Orðið. Tikið upp í 2017 í Berøa, Saltangará.
Hetta er fyrsti partur av einari røð um evnið: Rættvísgering, heilaggering, dýrdargering. Hesuferð hevur Oddfríður Petersen um rættvísgering, sum er frelsa frá dómið syndarinnar. Má Harrin signa orð Sítt.Tikið upp í 2022 í Berøa, Saltangará.
Áron á Roykheyggi talar um "Heilaggering". Hetta er annar parturin av trimum í evninum "Rættvísgering, heilaggering, dýrdargering". Hvat er heilaggering? Hvat er meiningin við frelsuni? Hvussu kann eg blíva meira heilaggjørdur? Hesir og aðrir spurningar verða svaraðir. Má Harrin signa Orð Sítt.




















