Discover
Breddin
674 Episodes
Reverse
Føroyar mangla arbeiðsmegi, og Fast Track-skipanin skuldi vera loysnin: Ein skjót og smidlig leið at fáa fólk til landið at arbeiða.
Men fleiri seta nú spurnartekn við, um skipanin í veruleikanum bert er ætlað arbeiðsmarknaðinum, og ikki teimum menniskjum, sum koma higar at arbeiða og gerast ein partur av samfelagnum.
Útlendingar við útbúgving og førleikum siga seg vera fastlæstar í hesi snarskipan, har tey arbeiða, men sleppa ikki víðari, hóast tey vilja tað, og vilja gerast partur av føroyska samfelagnum.
Spurningurin er tí: riggar Fast Track-skipanin eftir ætlan - ella skapar hon eitt A- og B-samfelag?
Og hvør hevur ábyrgdina, tá samfelagið vil hava arbeiðsmegi, men útlendingar ikki kenna seg vird sum menniskju?
Tað spyrja vit í sendingini í dag.
Vertur: Sigurjón Einarsson
Gestir: Fía Lindenskov, integratiónssamskipari í Tórshavnar kommunu og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum
Vitlíki er vorðið ein fastur táttur í gerandisdegnum hjá milliónum av fólki - eisini børnum og ungum.
Vitlíki verður brúkt sum arbeiðsamboð, sum vinur og eisini sum sálarligur stuðul.
Kanningar vísa, at ung í fleiri londum venda sær til vitlíki við persónligum og sálarligum trupulleikum.
Men samstundis eru dømi um, at tað hevur gingið galið, har vitlíki í summum førum hevur givið børnum og ungum ráð um sjálvsskaða, sum hava havt álvarsligar avleiðingar.
Men hvat hendir, tá sálarliga samrøðan flytur frá menniskjum til algoritmur?
Og hvør eigur ábyrgdina, tá vitlíki lurtar, veitir falskan ugga ella vegleiðir skeivt?
Í sendingini í dag seta vit sjóneykuna á vitlíki og sálarheilsu - millum møguleikar, vandar og spurningin um, hvar markið gongur.
Gestir: Tóri Slættalíð, serfrøðingur í vitlíki, og Gitte Klein, sálarfrøðingur.
Vertur: Katrin Johannessen.
Redaktørur: Sigurjón Einarsson.
Leygardagin var ein amerikanari aftrat skotin til deyðis, eftir at hann hevði mótmælt harðrenda átakinum hjá marknaløgregluni ICE at finna og útvísa tilflytarar, sum eru ólógliga í landinum.
Hetta hevur elvt til ógvislig mótmæli, serliga í býnum Minneapolis, har skottilburðurin var.
Men hetta er ikki fyrsti skottilburður av hesum slag í býnum, tí tann 7. januar drupu ICE-agentar eina amerikanska kvinnu - eisini í Minneapolis.
Men hvat er ICE?
Hví hava tveir skottilburðir verið í júst Minneapolis, og hvussu stóran leiklut spæla mótmælini móti ICE í býum - sum eitt nú í Minneapolis - fyri politisku dagsskránna í USA í løtuni?
Gestur: Erik Løksagarð Absalonsen.
Gjørt sendingina hava Katrin Johannessen og Sigurjón Einarsson, sum eisini er redaktørur.
Í bretskum politikki hevur stríðið um valdið, søguliga verið millum tveir flokkar.
Labour og Conservatives. Ein sosial-demokratiskur flokkur og ein konservativur.
Men nú meldar ein annar flokkur seg av álvara uppí stríðið um at sjórna Bretlandi.
Reform UK er ein rættiliga nýggjur flokkur uttaliga á høgra vonginum, og hann hevur ligið á odda í veljarakanningum síðani apríl í fjør.
Hvør er hesin flokkurin, hvat eyðkennir politikkin hjá honum, hví klárar hann seg so væl í veljarakanningum?
Og er sannlíkt at flokkurin kann vinna eitt parlamentsval - eisini hóast valskipanin, í Bretlandi, so at siga er gjørd til at halda flokkum ytst á vongunum úti?
Hetta spyrja vit á Breddanum í dag.
Revsitiltøk, tollur, revsitollur og handilskríggj.
Hetta eru orð, sum vit hoyra dag og dagliga.
Men hvat er hetta, og hvussu ávirkar tað búskapin í londunum kring okkum?
Og hvørjar kunnu avleiðingarnar av hesum hugsast vera fyri føroyskan búskap og føroyska vinnu?
Hesar spurningarnar seta vit í sendingini í dag.
Gestir: Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur.
Vertir: Hansa Hansen
Hoyrir tú orðið húski - so sært tú kanska fyri tær eina familju. Mamma, pápi og børn.
Men vanligasta húskið í Føroyum er ein vaksin uttan børn - og soleiðis hevur tað verið síðani 2020.
Í 2022 var talið av húskjum, við einum einsamøllum vaksnum fólki, 4.744, og seinastu árini er talið vaksið hvørt ár.
Tað vísa tøl hjá Hagstovuni
Hvørji eru hesi fólkini?
Hvat merkir tað í gerandisdegnum, at tey búgva einsamøll?
Og er føroyska samfelagið lagað til húski við einum vaksnum?
Gestir: Høgni P. Vilhelm, Sanna Nolsøe Djurhuus, Teitur Friduson Andreasen, Eiler Fagraklett, Rúni Heðinson og Annika Antoniossen.
Vertir: Hansa Hansen og Katrin Johannessen
Redaktørur: Hansa Hansen
Í Iran hevur ein nýggj mótmælisalda tikið seg upp, sum byrjaði seint í desember.
Tað, sum byrjaði sum mótmæli móti einari djúpari búskaparkreppu, er skjótt vaksið til eina landsfevnandi mótstøðu móti myndugleikunum og teokratisku stýrinum í landinum - sum vanliga verður nevnt prestastýrið.
Mótmæli hava breitt seg til ein stóran part av landinum, og svarið frá myndugleikunum hevur verið harðrent sum so ofta fyrr.
Tað er ógreitt, hvussu nógv mótmælisfólk eru deyð, men mannarættindafelagsskapir og óheftar keldur tosa um túsundtals dripin.
Altjóða samfelagið fylgir støðuni, og Iran er aftur vorðið miðdepilin í einum breiðum geopolitiskum spenningi í Miðeystri.
Í Breddanum í dag hyggja vit nærri at, hvat hendir í Iran í løtuni.
Í gjár var søguligur fundur í Washington millum Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra, og Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum í Grønlandi, við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, og varaforsetan, J.D. Vance.
Eftir fundin var tosað um, at fundurin hevði verið positivur, men at tað enn er ein grundleggjandi ósemja um Grønland. Ein arbeiðsbólkur skal setast, og samrøðan millum partarnar skal halda fram.
Men hvat kom veruliga burtur úr fundinum?
Var hetta ein diplomatiskur sigur, har Danmark og Grønland gjørdu USA greitt, hvar markið gongur?
Ella var fundurin eitt stig í einum longri amerikanskum trýsti, har Grønland verður sett í miðdepilin í einum trygdarpolitiskum stórspæli?
Og tá USA framvegis tosar um Kina og Russland sum grundgeving - hóast Danmark og Grønland vísa hesum aftur - hvør eigur so dagskránna eftir fundin í Washington?
Og hvussu sær framtíðin út hjá Grønlandi eftir fundin?
Gestir: Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur, Birita í Dali, stjórnmálafrøðingur og Heini í Skorini, lektari og ph.d. í altjóða viðurskiftum.
Gjørt sendinga hava Birita Matras Petersen og Sigurjón Einarsson, sum eisini er redaktørur.
Í dag er fíggjarlógin fyri 2026 til triðju og endaligu viðgerð í løgtinginum.
Ein fíggjarlóg, sum er komin aftur úr fíggjarnevndini við einum munandi størri undirskoti, enn lagt var upp til, tá landsstýrið legði uppskotið fram síðst í september.
Tá var hallið mett til 173 milliónir krónur. Nú er tað hækkað upp í 263 milliónir krónur.
Samgongan sigur, at kósin verður hildin, og at fíggjarlógin er haldfør í longdini. Men er hon tað - við einum halli upp á 263 milliónir krónur?
Tað kjakast vit um í dag saman við politiskum viðmerkjarum, búskapar- og samfelagsfrøðingum og politikarum, nú fíggjarlógin fyri 2026 skal avgreiðast í dag.
Gestir: Ragnar Árnason Joensen, Johnny í Grótinum, Eyðgunn Samuelsen, Beinta Løwe og Árni Gregersen.
Vertir: Katrin Johannesen og Sigurjón Einarsson.
Í gjár var nýggja uppskotið um Suðuroyartunnilin til 1. viðgerð í Løgtinginum. Málið er nú farið í fíggjarnevndina, sum skal venda og snara bæði kostnaði, farleiðum og fíggingarleisti, áðrenn løgtingið aftur fær orðið.
Lógaruppskotið snýr seg um at fáa heimild at fyrireika, prosjektera og bjóða út arbeiðið at gera Suðuroyartunnil - eina verkætlan, sum sambært uppskotinum kann kosta upp móti fimm milliardum krónum. Men hóast nógv er broytt síðani seinasta umfar fyrr í ár, verða spurnartekn nú sett við politisku semjuna, sum løgmaður segði seg vilja hava.
Í dag spyrja vit: Hvat merkir hetta fyri tunnilsverkætlanina, og hvat fer fíggjarnevndin at arbeiða við, áðrenn álit verður skrivað?
Gestir: Bjarni Hammer og Hanna Jensen
Vertur: Sigurjón Einarsson
Fyrradagin var eldur í einum sethúsum í Havn. Tað er ikki óvanligt, at eldur er í húsum, men hvat hendir eftir eldsbrunan?
Í Føroyum er ongin skipan, sum ger, at vitanin frá einum eldsbruna verður brúkt at fyribyrgja, at ein annar eldsbruni hendir aftur á sama hátt.
Tá politiið hevur gjørt sína niðurstøðu, er málið avgreitt, og eingin hevur skyldu at læra av tí - heldur ikki Brunaeftirlitið, sum ger brunasýn.
Vit savna stutt sagt ikki vitan burtur úr hvørjum eldsbruna. Tí vita vit heldur ikki, hvussu nógvir eldar eru.
USA: Evropa farið í órøkt
Sambært almenna amerikanska politikkinum er Evropa farið í órøkt, og er í ferð við at broytast til nakað, Amerika ikki vil kennast við - og ikki vil stuðla.
Er talan um gestsins gløgga eyga, ella roynir USA at ræða evropearar? Og til hvat?
Vit tosa við Hans Andrias Sølvará og Tór Marna Weihe um altjóða politikk og útlitini, vit - eisini føroyingar - hava fyri framman.
Fólkatalið í Suðuroynni er søguliga lágt.
Tað eru serliga tey ungu og fólk í arbeiðsførum aldri, sum flyta úr Suðuroynni.
Borgarstjórar royna og hava roynt at fáa fólk at trívast og verða verandi við ymiskum átøkum, men keðiliga gongdin heldur fram.
Mitt í øllum hesum er kjakið um ein møguligan Suðuroyartunnil.
Nógv halda, at ein Suðuroyartunnil kann fara at verða lívsnervin, sum kann venda gongdini, gera tað lættari hjá ungum familjum at flyta aftur í oynna, skapa arbeiðspláss og tryggja, at Suðuroy ikki verður ein útoyggj í landinum.
Men landskassin er kroystur, og bæði Landsbankin og Búskaparráðið ávara ímóti at gera eina lánifíggjaða íløgu, sum kann kosta upp í ein fimting av BTÚ. Stutt sagt: Vit hava ikki ráð nú.
Í sendingini frætta vit frá ungum í Suðuroy, sum skulu avgera, um teirra framtíð er í oynni, aðrastaðni í Føroyum ella úti í heimi.
Og vit tosa við borgarstjóra, sum stríðast við minkandi fólkatali í kommununi.
Gestir: Sissal Nolsøe, Angela Birgisdóttir, Agatha Djurhuus, Hjalmar Hammer, Torkil Holm og Bjarni Johansen.
Vertur: Sigurjón Einarsson.
Í miðal doyr eitt fólk um árið í Føroyum vegna arbeiðsvanlukku.
Tað talið er nógv hægri enn í okkara grannalondum - tað er hægsta tal í Norðurlondum, og millum tey ovastu í Evropa.
Talið av ikki-deyðiligum arbeiðsóhappum er eisini stórt - bara síðani mars í ár, hava Arbeiðseftirlitið og Vanlukkutryggingarráðið fingið 300 fráboðanir um arbeiðsóhapp - Tað er meira enn eitt um dagin.
Men hví hava vit so nógvar vanlukkur í Føroyum? Hava vit eitt nóg gott Arbeiðseftirlit? Er revsingin til teirra, sum hava ábyrgdina av vandafullum arbeiðsumhvørvi, nóg hørð?
Og liggur nakað í kortunum, sum kann fáa okkara høgu tøl niður?
Gestur: Margit Stóra, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum.
Vertir: Yngva S. Lamhauge og Katrin Petersen.
- Vitlíki er eitt, sum talar fyri, at tíðin er búgvin at stytta arbeiðsvikuna. Tað heldur formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum. Tað var annars hósdagin í síðstu viku, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, boðaði frá, umvegis eini sms-boð til útvarpið, at undirtøka ikki er í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg. At stytta arbeiðsvikuna var eitt tað størsta vallyftið bæði hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi til seinasta løgtingsval. Í samgonguskjalinum stendur eisini svart uppá hvítt, at arbeiðsvikan skal styttast við lóg, niður í 37 tímar. Í Breddanum í dag spyrja vit andstøðuna, hvat hon heldur um at stytta arbeiðsvikuna. Vit tosa við formannin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum, og við Regin Berg, stjórnmálafrøðing og løgfrøðing, sum hevur gjørt eina greining um styttu arbeiðsvikuna fyri Fakfelagssamstarvið.
Við í sendingini: Regin Berg, Johnny í Grótinum og Árni Gregersen.
Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg.
Við teprum meiriluta var fosturtøkumálið samtykt við aðru viðgerð seint tyskvøldið - 17 atkvøður fyri og 16 ímóti. Í dag fer málið til triðju og endaligu viðgerð. Verður uppskotið um fria fosturtøku fram til og við 12. viku samtykt í dag, fáa vit eina nýggja fosturtøkulóg, sum kortini ikki kemur í gildi fyrr enn 1. juli næsta ár. Tað kom av álvara politiskur spenningur um málið týsmorgunin, tá Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, avgjørdi at fara aftur í løgtingið fyri at fáa málið samtykt. Ein, at síggja til, óvæntað avgerð, sum kom óvart á tey flestu í einum máli, sum kortini hevur verið merkt av politiskari telving. Í sendingini í dag hyggja vit nærri at tí, sum er farið fram í málinum. Vit spyrja eisini, um hetta er seinasti leikur, ella um tey, sum eru ímóti lógaruppskotinum, framvegis kunnu telva seg til eitt annað úrslit.
Gestir: Beinta Løwe og Hallur av Rana.
Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg.
Fráflyting, vinarlag, tøgnmentan og tað at vera øðrvísi, eru nøkur av evnunum í "Vælkomin heim" eftir Mariu Winther Olsen. Filmurin viðger flytimentanina hjá okkara ungdómi - og hevur júst vunnið Ekko Shortlist-heiðurslønina fyri besta heimildarfilm í 2025. Anna Sofía Skoradal og Álvur av Kák eru høvuðspersónar í "Vælkomin heim" og umboða nakrar av teimum mongu føroyingunum, sum eru fluttir uttanlands í lestrarørindum. Í Breddanum í dag tosa vit við tey bæði og spyrja, hví tey hava skift Føroyar út við Oyrasund. Seinni í sendingini hitta vit nøkur av teimum, sum hava verið uttanlands, men sum eru komin aftur til Føroya.
Við í sendingini: Anna Sofía Skoradal, Álvur av Kák, Esther Margreth Petersen og Eiler Fagraklett.
Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg.
Abeiðsvikan skal styttast. Tað var eitt av høvuðslyftunum í valstríðnum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi. Í samgonuskjalinum hjá samgonguni stendur eisini, at arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar, og arbeiðsvikan verður skipað við lóg. Stutt eftir løgtingsvalið í 2022 var eitt trípartasamráðingarráð sett, við umboðum frá arbeiðsgevarum, arbeiðstakarum og politisku skipanini. Tey skuldi umrøða, hvussu farast skuldi fram at stytta arbeiðsvikuna. Lítið hevur kortini verið at frætt um málið hetta valskeiðið, men fyri góðum mánaði síðani kom Fakfelagssamstavið við einum almennum fyrispurningi til samgonguna: Nær verður arbeiðsvikan stytt? Í Breddanum í dag spyrja vit, hvat bleiv av málinum at stytta arbeiðsvikuna?
Gestir: Óluva í Gong og og Niels Winther.
Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg.
Alsamt fleiri børn hava tørv á fosturfamiljum, og samstundis er tørvur á fleiri fosturheimum. Politiska skipanin hevur lovað at bøta um umstøðurnar, men enn eru ikki gjørdar broytingar í 20 ára gomlu fosturforeldraskipanini. Í dag verður Fosturforeldrafelagið, sum arbeiðir fyri fosturforeldrum og børnum, sum koma til fosturs, 25 ár. - Vit ynskja okkum politiska raðfesting, er boðskapurin frá forkvinnuni í nevndini, sum verður í útvarpsstovuni.
Friðartingingar
Skal Ukraina lata stór landaøki frá sær og sleppa øllum ynskjum um at sleppa upp í NATO, afturfyri at fáa friðaravtalu við Russland? USA stjórnar samráðingum um frið í Ukraina, men spurningurin er, hvørjum treytum Ukraina og restin av Evropa kunnu liva við. Seinni í sendingini tosa vit við Hans Andrias Sølvará, søgufrøðing og rithøvund.
Við í sendingini: Herdis Justesen, Annlis Bjarkhamar og Hans Andrias Sølvará.
Gjørt sendingina: Katrin Petersen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Alvin Ellebye.
Sands Kommuna, Skuvoyar Kommuna og Húsavíkar Kommuna peika - í hoyringarsvari til Suðuroyartunnilin - allar á farleiðina norðanfyri Sandsbygd.
Tað sama gera stovnar og áhugafelagsskapir, eitt nú Umhvørvisstovan og náttúrufelagsskapirnir FNU, Fuglafrøðingafelagið, Veltan, Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, Rudda Føroyar, Føroya Sílaveiðufelag og Hagafelagið.
Men hvussu ávirkar hetta tunnilsfelagið og avgerðina um at peika á Djúpadalsloysnina? Vit hava samrøðu við Teit Samuelsen, stjóra í PF Suðuroyartunlinum.
Í seinasta lagi um 30 dagar skal amerikanska løgmálaráðið leysgeva Epstein-skjølini, eftir at bæði Demokratarnir og Republikanararnir tvingaðu málið ígjøgnum í kongressini.
Trump royndi fyrst at forða málinum, men síðan kúvendi hann og skrivaði sjálvur undir lógina.
Nú verður spurt, hvat skjólini innihalda - og hvørt hetta fer at styrkja Trump ella ikki - og kann málið fáa ávirkan fyri hansara tíð sum forseti.
Gestir: Teitur Samuelsen, Hallur av Rana og Regin Berg
Vertir: Marjun Dalsgaard og Sigurjón Einarsson
Fólk, sum rúsa seg við sproytu, heilivágur, sum verður misnýttur sum rúsevni, fiksi-rúm og fólk, sum ikki rúmast í samfelagnum - heldur ikki á viðgerðarstovnum.
Politisku skipanina verður spurd um avbjóðingarnar og ávaringarnar, sum vit hava hoyrt um seinastu vikunar.
Eru umstøðurnar á misnýtsluøkinum nøktandi, vita vit nóg mikið um tey, ið eru ringast fyri, hvørja leið skulu vit ganga - og hvørjar eru politisku loysnirnar?
Gestir: Annika Olsen fyri Tjóðveldi, Kristianna Winther Poulsen fyri Javnaðarflokkin, Bárður á Lakjuni fyri Fólkaflokkin og Steffan Klein Poulsen fyri Miðflokkin.
Vertur: Birgit Carina Eliasen.
Redaktørur: Sigurjón Einarsson





