DiscoverBrunsj
Brunsj
Claim Ownership

Brunsj

Author: Kringvarp Føroya

Subscribed: 1Played: 1,202
Share

Description

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..

Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo

Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
113 Episodes
Reverse
Brunsj við Niels Petersen

Brunsj við Niels Petersen

2023-06-2402:14:52

Niels Petersen av Tvøroyri er kendur sum ein sera eldhugaður frásøgumaður innan fótbólt og annan ítrótt. Venjarafelag Føroya kjósaði hann sum Ársins eldsál í fótbólti í 2012.
Jens Jákup Hansen er útlærdur sum snikkari, fjallabjargari og sjónvarpsfotografur og starvast fast á Mentanar-deildini í Kringvarp Føroya.  Jens Jákup hevur altíð kent seg øðrvísi enn onnur, og í januar 2022 fekk hann staðfest ADHD.
Magnus Magnussen er føddur í 1966 á Tvøroyri. Hann er uppvaksin í Fámjin og búsitandi í Havn.  Magnus er útbúgvin Bachelor of Art í søgu og landalæru á Fróðskaparsetri Føroya, men seinastu fimtan árini hevur hann starvast sum søluleiðari fyri útflutningi hjá Samskip. Tey allar flestu munnu tó kenna Magnus best í leiklutinum sum vertur fyri Gekkinum í sjónvarpinum hjá KVF.  Umframt at velja tónleikin í sendingini greiður Magnus frá síni bakgrund og ymiskum stuttligum og áhugaverdum hendingum, ið hava merkt hansara lívsleið.  Eyðfinn Jensen er vertur.
Mariann Mikkelsen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og starvast á Oyra, nøs og háls deildini á Landsjúkrahúsinum. Hon hevur áður starvast sum sjúkrarøktari í Grønlandi, í Danmark og á boriplatformi í off-shore vinnuni.
Ragnhild Ellingsgaard hevur læraraprógv frá Føroya Læraraskúla og arbeiðir sum lærari á Skúlatrøð.   Hon er kend frá føroyska miðlaheiminum og hevur arbeitt fyri bæði Sosialin, Rás 2 og KVF.
Kári Streymoy, ið dagliga starvast sum formaður fyri avskipingini hjá Bakkafrost, hevur eina langa fortíð sum fulltíðar tónleikari og trummuspælari í bólkinum TÝR.  Í 2008 fekk Kári ein álvarlsigan skaða í ryggin, eitt disklop, ið skaddi hansara førleikar á trummunum, so hann at enda varð noyddur at gevast í bólkinum.
Bogi Andreasen er 50 ár, føddur og uppvaksin í Klaksvík, búsitandi í Havn.  Hann er útbúgvin námsfrøðingur á Føroya Læraraskúla, og starvast dagliga sum leiðari á millum annað Reinsaríinum og Perluni í Havn.
Brunsj við Lív Clementsen

Brunsj við Lív Clementsen

2023-04-1502:15:13

Lív Clementsen er fødd í 1962 í Sandavági, har hon eisini vaks upp. Sum sekstan ára gomul flutti hon til Havnar at arbeiða í bókhandli, og síðan 1986 hevur hon búð í Hoyvík.  Lív hevur eitt rættiliga sjáldsamt starv. Hon eigur og rekur eina av bert trimum fyritøkunum í føroyum, sum veita jarðarferðahjálp.
Martin Mouritsen er føddur í 1955 í Havn, har hann eisini er uppvaksin og búsitandi. Hann er útbúgvin á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn og spælir klarinett við millum øðrum GHM og Føroya Symfoniorkestri. Síðan 1986 hevur Martin undirvíst og arbeitt í musikkskúlaskipanini. Í sekstan ár var hann dirigentur hjá Føroya Symfoniorkestri, og í dag 1. apríl 2023 hevur Martin 25 ára starvsdag sum stjóri í Musikkskúlanum.
Gudmund Helmsdal Nielsen er føddur í 1972 á Saltnesi, uppvaksin í Leynum og búsitandi á Signabø. Hann hevur eina Master í Filmsvísindi, og starvast fulla tíð sum sjálvstøðugt vinnurekandi í fyritøku síni, Helmsdal Media, innan filmsframleiðslu í Føroyum. Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Gudmund frá síni bakgrund og uppvøkstrinum í Leynum umframt ymiskum hendingum og upplivingum á síni lívsleið, sum hevur verið merkt av einum ovurstórum áhuga fyri filmi. Eyðfinn Jensen er vertur.
Siri Súsonnudóttir Hansen er fødd í Havn í 1979 og uppvaksin upp í Søldafirði. Hon er útbúgvin Kandidat í Námsfrøðiligari Sociologi og hevur millum annað starvast sum blaðstjórið á Kvinnu og verið marknaðarleiðari í SMS. Í dag er hon sjálvstøðugt vinnurekandi og starvast fyri tíðina sum samskipari fyri Tónleikasamband Føroya. Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Siri frá ymiskum viðurskiftum, upplivingum og hendingum, ið hava myndað hennara áhugaverdu og litføgru lívsleið. Eyðfinn Jensen er vertur.
Magni Christiansen er 50 ár, føddur í Tórshavn, uppvaksin og búsitandi í Vestmanna  Magni er best kendur sum kontri tónleikari og sangari. Hann hevur givið 8 heildarútgávur út, og tann 9. kemur eftir ætlan út í summar. Í sendingini hoyra vit eitt lag av komandi útgávuni.
Diana Gilstón er 59 ár, fødd, uppvaksin og búsitandi í Havn. Hon er útbúgvin innan leiðslu og starvsfólkaviðurskiftið og starvast sum deildarleiðari á Stjórnarskrivstovuni hjá Taks. Diana er eisini virkin kórsangari og seinastu árini hevur hon verið forkvinna í Havnarkórinum. Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Diana millum annað frá síni familju og bakgrund, uppvøkstrinum á Hornabø og frá yrkisleiðini í Keypmannahavn, London og í Føroyum. Eyðfinn Jensen er vertur.
Jóhann Mortensen er føddur í 1950 í Havn, har hann eisini vaks upp. Jóhann er útbúgvin journalistur og hevur starvast í Útvarpinum og Kringvarpinum í 36 ár. Áðrenn tað var hann blaðmaður á Sosialinum í 6 ár. Frá 1995 til 2008 var hann tíðindaleiðari í útvarpinum, men annars er hann helst best kendur fyri náttúru og mentannarsendingar. Í meir enn 17 ár gjørdi hann vælumtóktu sendirøðina Frítíð og náttúra.
Heidi Hjalgrímsdóttir Poulsen er fødd í 1963 á Toftum, uppvaksin á Strondum og búsitandi í Havn.  Hon er útlærd arkitektur og ein av stovnarunum og leiðarunum hjá MAP arkitektum. Heidi er eisini limur í nevndini hjá Føroya Arkitektafelag.
Ásla Breyt Danielsen er 33 ár, uppvaksin í Oyndafirði, fødd og búsitandi í Havn. Hon er útbúgving hárfríðkari og starvast dagliga sum leiðari í egnu fyritøkuni Wauw. Harumframt er Ásla ávirkari ella influensari við meir enn 8400 fylgjarum á Instagram. Umframt at velja tónleikin í sendingini greiður Ásla frá síni lívsleið, eins og prátað verður nærri um nakrar av persónligu frásøgnunum og filmunum, sum Ásla hevur lagt út á Instagram og Facebook. Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Nicolaj Falck

Brunsj við Nicolaj Falck

2022-12-1801:58:59

Nicolaj Falck er útbúgvin sjónleikari á Listaháskúli Íslands í Reykjavík, og starvast bæði sum sjónleikari og sum timburmaður. Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Nicolaj frá síni bakgrund og uppvøkstrinum í Nólsoy og frá ymiskum hendingum og upplivingum, sum hava myndað hansara áhugaverdu lívsleið. Eisini verður prátað um umstøðurnar í Føroyum innan films- og leiklist. Vertur er Eyðfinn Jensen.
Jens Eli, sum fyri viku síðani kundi hátíðarhalda sín 80 ára føðingardag, greiðir í sendingini frá barna og ungdómsárunum í Miðvagi, frá sjóðmanslívinum í Føroyum og í Grønlandi og frá tíðini sum handilsmaður og reiðari. Føringar munnu tó kenna Jens Eli best sum tónleikara og yrkjara, og sangir hansara verða javnan sungnir í føroyskum brúdleypum og veitslum. Sendingin var fyrstu ferð send tann 29. august 2020.  Eyðfinn Jensen er vertur í Brunsj.
Benny Ejdesgaard er 58 ár, føddur, uppvaksin og búsitandi í Havn. Benny er millum annað útbúgvin sum Dekoratør innan sjónliga marknaðarføring í menningardeildini hjá Lego. Seinni bleiv hann útlærdur koyrilærari, og seinastu átjan árini hevur hann rikið egnu fyritøkuna koyrilærarin.fo Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Benny frá síni bakgrund og ymiskum hendingum, ið hava myndað hansara áhugaverdu og fjølbroyttu lívsleið. Eyðfinn Jensen er vertur.
Jóhan á Plógv er 54 ár, hann er føddur, uppvaksin og búsitandi í Havn. Jóhan er útlærdir snikkari, námsfrøðingur og sexologur, og starvast sum námsfrøðingur á Fjálgalon. Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Jóhan frá síni bakgrund og ymiskum áhugaverdum og stuttligum hendingum, ið hava myndað hansara lívsleið. Eyðfinn Jensen er vertur.
loading
Comments 
Download from Google Play
Download from App Store