Discover
Credo
137 Episodes
Reverse
Open doors er ein millumtjóða, tvørkirkjuligur felagsskapur, sum hevur sum endamál at hjálp kristnum, sum verða forfylgd úti í heimi. Í 1950'unum var hesin felagsskapur stovnaður av faðiri Andreas, sum smuglaði bíbliur inn í kommunistisk lond.
Í dag arbeiðir Open doors í 60 londum og hevur skrivstovur í 25 londum.
Gestir í útvarpsstovuni eru Jens Kristian Lund Jensen, sum er aðalskrivari í Open doors í Danmark, Klæmint Eliasen, sum er formaður í føroyska arbeiðsbólkinum og Jóannis Fonsdal, sum er nevndarlimur í Open doors í Danmark.
Er títt arbeiði tín samleiki ? Hvør ert tú, tá tú onki vinnuligt arbeiði hevur ? Hevur arbeiði bert virði, tá tú kanst umrokna tað í peningi? Hevur tað heimliga arbeiði tá nakað virði ?
Við munkaskipanum í kleystrum varð dagurin lutaður sundur í "at biðja og arbeiða".
Theodor Eli Dam Olsen, prestur, sigur frá.
Fríðrikur Bláhamar livdi sítt fria, frælsa lív við konu, børnum og egnum virki. Hann hevur altíð verið aktivur gongumaður og runnið fleiri hálv og heilmarathon. Men brádliga varð hann sjukur í lungunum. Hann hevði fingið lungnafibrosu. Í dag er hann skrivaður á lista um møguliga at fáa nýggj lungu. Men Fríðrikur vil berjast ímóti sjúkuni, so hann aftur vinnur sær heilsubót.
C.S.Lewis varð borin í heim í Belfast í 28.november 1898 og doyði 22.november 1963. Hann hevur skrivað tretivu bøkur og tær eru seldar og umsettar í milliónatali. Hann var doktari í enskum máli og bókmentum. Hann undirvísti í nógv ár á universitetinum í Oxford. Har arbeiddi eisini hansara góði vinur,Tolkien, sum skrivaði um "Ringanna harra". C.S.Lewis hitti amerikonsku Joy og teimum untist fýra ár saman. Filmurin Shadowland er um teirra ár saman.
Símun Absalonsen er gestur í útvarpsstovuni.
C.S.Lewis varð borin í heim í Belfast í 28.november 1898 og doyði 22.november 1963. Hann hevur skrivað tretivu bøkur og tær eru seldar og umsettar í milliónatali. Hann var doktari í enskum máli og bókmentum. Hann undirvísti í nógv ár á universitetinum í Oxford. Har arbeiddi eisini hansara góði vinur,Tolkien, sum skrivaði um "Ringanna harra". Fyrsti heimsbardagi brast á og Lewis og vinmaðurin lovaðu hvørjum øðrum, at doyði annar skuldi hin taka sær av húskinum, sum sat eftir.
Símun Absalonsen sigur frá og hetta er seinna av trimum sendingum.
Páll Danielsen lesur.
Jónsvein Heinesen setur sendingina saman.








