DiscoverEin granni ger innrás
Ein granni ger innrás
Claim Ownership

Ein granni ger innrás

Author: Kringvarp Føroya

Subscribed: 0Played: 0
Share

Description

Hvønn dag hoyra vit tíðindi frá ræðuleikunum í Ukraina. Men hví er tað kríggj? Og hví hevur Ukraina so stóran týdning fyri Russland?

Vit royna at koma við einum svari í hesi sendirøðini. Og fyri at svara mugu vit fyrst og fremst vita meira um tað langa søguliga sambandið millum Ukraina og Russland.

Í fýra sendingum kava vit niður í søguna hjá Ukraina - frá tá Sovjetsamveldið fall og Ukraina gjørdist sjálvstøðugt land, og til 24. februar í ár, tá russiskar herdeildir  fóru tvørturum ukrainska markið, og tað aftur varð kríggj í Evropa.

Arnfríð Joensen Dahl leggur til rættis.
4 Episodes
Reverse
Í eystara partinum av Ukraina er nógvur ófriður orsakað av knappliga stjórnarskiftinum. Avleiðingarnar av Euromaidan rørsluni og russiska annekteringin av Krim hálvoynni síggjast aftur í økinum. Í átta ár herjar borgarakríggj í Eysturukraina. Á leið 15.000 fólk lata lív í ógvusligu bardøgunum. Umheimurin vil ikki viðurkenna útbrótaralýðveldini Donetsk og Luhansk, men so knappliga - 21. februar í ár - viðurkennir Vladimir Putin røvararepublikkirnar. Sama dag verða russiskar friðarvarðveitandi herdeildir sendar til Donbas.
Mótmælisfólkini, sum hertóku frælsistorgið í Kyiv í tríggjar mánaðar í samband við Euromaidan rørsluna, eru nøgd. Russlandsvinurin Viktor Janukovitj er flýddur til Russlands og kemur neyvan aftur til Ukraina. Men kortini valdar ikki friður í øllum Ukraina. Fimm dagar eftir mótmælini í Kyiv enda, 28. februar í 2014, taka russiskar herdeildir valdið á Krim hálvoynni.
Í 1991 verður Ukraina sjálvstøðugt. Tað merkir samstundis, at Sovjetsamveldið onga framtíð hevur, og tað fer stutt eftir í upploysn. Í Ukraina kemur nú eitt tíðarskeið við menning, men eisini við ófriði. Ukraina byjar at nærkast vesturheiminum meira og meira, og Russland togar í har eystri. Tá alt ikki gongur rætt fyri seg, gera ukrainar vart við sína ónøgd. Reyðgula kollveltingin er í 2004/2005 og Euromaidan rørslan er í 2013/2014.
Fyri at skilja stríðið í dag, mugu vit skrúva tíðina aftur til tíðarskeiðið við gamla Sovjetsamveldinum, og tíðina eftir sovjet fór í upploysn, tí tað var tá at Ukraina skuldi fóta sær sum land við eini demokratiskari stjórn. Eftir fyrra heimsbardaga var Ukraina sjálvstøðugt í nøkur ár - Fólkalýðveldi Ukraina, æt tað tá - men russarar gjørdu skjótt innrás og tískil gjørdist Ukraina partur av nýstovnaða Sovjetsamveldinum.
Comments