Fyri einari viku síðani fekk ein føroyskur felagsskapur eina virðisløn, sum hevur fingið merkiliga lítið rúm í føroyskum miðlum. Hesa virðislønina tosa vit um. Vit tosa eisini um javnstøðu, mangul upp á tað sama og misskilta javnstøðu - og so koma eru vit so smátt við at koma í jólahýr, ið vit eisini venda at enda. Gestir eru Anna Sofía Holm Skoradal, tónleikari, Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur, og Katrin Sigurpálsdóttir Kamban, talsfólk í Fríum vali. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information.
Jan Vestergaard varð ikki valdur inn í Tórshavnar býráð. Hansara 200 atkvøður rukku ikki til ein býráðssess, men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, tí nú er sjómaðurin aftur við borðið í Frímælt, har vit hesa ferð venda kommunuvalið og øllum tí, sum har til hoyrir. Pallborðið hesa ferð er mannað við Barbaru Holm, ábyrgdarstjóra í Frihedsbrevet, Niels Una Dam, stjóra í Nudlavirkinum, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Ein maður gongur runt og brýtur hurðar á Øresundskollegiet á Amager, vit tosa við Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir, sum býr á Øresundskollegiet, og frætta tað feskasta av flatlondum. Heima í Føroyum er kappingarárið í fótbólti av, og tí venda vit nøkrum søgum úr Fótbóltsføroyum, sum rukku út um fótbóltsvøllin. Vit spyrja eisini, um Leivur Frederiksen gjørdi "ein Oddbjørn", tá hann gjørdi greitt, at nevndin í Posta eftir hansara tykki burdi verið send til hús - og formaðurin í Posta nakrar dagar seinni varð skiftur út. Frímælt hesa ferð er mannað við Elsu Mariu Magnusardóttir Olsen, samfelagsfrøðingur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet, og Tróndur Vatnhamar, vertur í Kringvarpi Føroya. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Vit tosa um landspolitikk í Tjóðveldi og nýggju forkvinnuni, sum skal finnast har. Vit tosa um nýggja landsstýrisfólkið, sum Javnaðarflokkurin skal velja. Vit tosa um kommunvalið, sum nærkast fyri hvønn dag, sum gongur, og so tosa vit eisini um amerikanska forsetavalið, sum verður týsdagin. Altso pure politics í Frímælt, sum hesa ferð er mannað við Sonju Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingi, Hera Wang Danielsen, lesandi, og Jan Lamhauge, journalisti. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Undantaksstøða valdar í Frímælt, sum ger sítt besta við at dekka málið um Ingilín D. Strøm og hevur millum annað eina forsøgn, sum vísir seg at halda fult og heilt. Vit hyggja eisini til Danmarkar, har Sjúklingahotellið í Keypmannahavn er um at drukna í bíligum brasi frá Alibaba, sum føroyingar bíleggja har til, fyri so at fáa avvarandi at taka heim tað til Føroya fyri seg. Vit nema eisini við tunglyndi, tí ein av dagsins gestum stríðist við hetta, men hevur valt at tosa alment um tað. Gestir eru Siri Súsunnudóttir Hansen, komandi leiðari í City Tórshavn, Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet, og Edvin H. Niclasen, lærari og sjónleikari. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í Frímælt hesa ferð tosa vit um, at Kringvarp Føroya ikki dekkaði útgávutiltakið, tá nýggja týðingin av King James-bíbliuni hjá Sjúrði Højgaard varð løgd fram. Vit tosa um kommunuvalið og minni væleydnaði videobrot, sum ferðast á sosialu miðlunum. Vit tosa um Sólrun Løkke Rasmussen, sum sambært litríku donsku miðlunum hevði í so nógv innanborða, tá kongurin var vertur fyri døgurða herfyri. Vit tosa um Frítt val, sum er í uppskoti at vinna eina javnstøðuvirðisløn í Danmark, og so venda vit eisini fráfaringarlønini hjá Posta-stjóranum. Bjørt Lind, sálarfrøðingur, sexologur og poddvarpsvertur, Heri Wang Danielsen, lesandi á Fróðskaparsetur Føroya, og Leivur Frederiksen, skúlastjóri og miðlafólk, eru gestir í Frímælt. Rólant Waag Dam er vertur.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Samanberingin millum Logan Roy í Succession og Heðin Mortensen í Tórshavnar kommunu verður bara sterkari og sterkari, fyri hvønn dag, vit nærkast kommunuvalinum. 36 síður tykjast at hava vent málinum um Ingilín Strøm á høvdið, tí nú er tað knappliga ikki alt, ið bendir á, landsstýriskvinnan má leggja frá sær, verður koyrd frá ella misálit verður reist. Tað vóru annars einastu møguleikarnir - inn til rúgvusmikla hoyringsskrivið varð handað í vikuni. Vit fara eisini ein túr í Tórshøll við Mikkel Bjergsø í Mikkeller, vit fara ein túr á Skrapt og ein túr til Íslands, har eitt spælistað fyri og annað eftir letur aftur, tí gistingarhús og hotell skulu byggjast. Gestir í Frímælt eru Sunneva Háberg Eysturstein, vínnulívsfólk og fyriskipari, Leivur Frederiksen, skúlastjóri og miðlamaður, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í Frímælt í dag tosa vit um eitt par, fótbóltsparið Sara Samson Lamhauge og Rene Shaki Joensen, har báðir partar spæla fótbólt, eru á landsliðnum og hava eitt barn. Ein forkunnug og øðrvísi fótbóltssøga, sum snýr seg um (næstan) alt annað enn fótbólt. Vit tosa um kommunukanningina, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarp Føroya, vit tosa um ein nýggjan sang og ymiskt annað við. Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, sum sambært sær sjálvari er á útivølli í hesum partinum, Durita Fagradal Augustinussen, journalistur á Frihedsbrevet, og Tróndur Arge, journalistur og redaktørur og stovnari á Ellivu. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information.
Frímælt er on fire í dag. Vit tosa við eina kvinnu, sum hevur verið til eitt rally hjá Donald Trump, forsetavalevni í USA. Vit tosa við ein mann, sum hevur etið ein livandi hummara - tað er ikki Pilou Asbæk, tí Pilou setti ikki tennirnar í livandi hummaran hjá Marna Simonsen, men tað hevur ein annar maður gjørt. Honum frætta vit frá. Vit tosa eisini um abortir, tí vit abortera sum ongantíð í Føroyum. Vit tosa eisini um Ingilín Strøm, tí alt bendir á, at hon er verður tað fyrsta landsstýrisfólkið, sum rýkur. Gestir eru Elisa Vang, stjórnmálafrøðingur, Bjørt Lind, sálarfrøðingur, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Frímælt hevur fleiri forkunnug prát hesa ferð. Vit tosa um ein nýggjan dokumentar, sum er á veg í Kringvarpi Føroya. Vit tosa um Teresu Ovenberg, ávirkara og realitystjørnu, sum fyri fyrstu ferð tosar alment um, hvat henni við henni og Teiti Skoubo, sum eins og hon var ávirkari og realitystjørna, áðrenn hann varð dømdur fyri harðskap. Vit tosa eisini um rúsevni, kommunuval og eina elendiga umbering frá Gerhard Lognberg. Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur í Kringvarpi Føroya, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, og Kristinn Vang, stjórnmálafrøðingur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Sum so ofta áður koma vit víða um í hesum partinum av Frímælt. Springaradráp, murtamyndir, lágt burðartal, Billbugt, amerikanska forsetavali, J. K. Rowling og alt møguligt annað er á skrá. Gestir eru Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur fyri Liberal Alliance, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Frímælt hevur ymisk evni á skránni, nú Naser Khader kemur til Føroya at vitja, Oasis hava funnið saman aftur og føroyskur tónleikur ríður á einum aldukambi. Tí meðan Naser Khader er óynsktur nógva staðn í Danmark, so seta vit í Føroyum bæði kirkju- og hotellhurðar upp, nú umstríddi maður vitjar. Umstríddir eru teir í Oasis eisini - ikki minst nú teir hava boðað frá, at teir finna saman aftur til nakrar konsertir í 2025. Og nú vit eru við konsertirnar, so stendur føroyskur tónleikur í fagrasta blóma. Alt hetta verður vent í Frímælt og meira við, har gestirnir eru Laura Apol, listamiðlari í Listasavni Føroya, Mikael Blak, tónleikari, og Uni Leitisstein Hansen, vertur í Leitisstein og Plátupanelinum í Kringvarpi Føroya. Rólant Waag Dam er vertur. See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í Frímælt hesa ferð skifta vit orð um eina nógv umrødda hending á einum fótbóltsvølli í Sørvági farna vikuskiftið, tá ein fótbóltsspælari varð vístur av vøllinum fyri homofobiskar útsagnir. Vit tosa um Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur boðað frá, at hann fer at gevast í politikki, tá hetta valskeiðið er av. Vit venda vakmyndatólunum, sum enn lata bíða eftir sær, og so tosa vit um eina herliga samrøðu, sum Kringvarp Føroya gjørdi við ein misnøgdan borgarstjóra. Gestir eru Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Eitt drama av Hollywoodskum slagi er í umbúna, nú Heðin Mortensen enn ikki hevur tikið avgerð, um hann stillar uppaftur, samstundis sum Elin Heðinsdóttir Mortensen, dóttir Heðin Mortensen, hevur boðað frá, at hon stillar upp fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið, treytað av, at pápi hennara, Heðin Mortensen, ikki stillar upp. Hetta minnir merkiliga nógv um stríðið, sum er millum Logan Roy og Shiv Roy í Netflix-røðini Succession. Vit hyggja nærri at kommunuvalinum, eftir amerikanska forsetavalinum og vit uppklára, hvat eitt lívdjór er. Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í Frímælt hesa ferð borðreiða vit við uppskriftini upp á eitt longri lív. Vit tosa um ein løgeglumann, sum er dømdur fyri at hava framt blúnisbrot - altso at hava følt uppá - ein kvinnuligan starvsfelaga, og um OY, ið hevur sett vikuskiftini í vetur av til føroyskan tónleik. Siri Súsonnudóttir Hansen, námsfrøðingur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, og Mikael Blak, tónleikari, eru gestir. Rólant Waag Dam er vertur.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Vit tosa í dag um eitt brúdleyp, sum var farna vikuskiftið, tí Beinir Johannesen, formaðurin í Fólkaflokkinum, er giftur. Vit tosa um eitt hátíðarhald, sum er í dag, tí ein tann størsta útvarpssuccessin í nýggjari tíð, Gentuvesið, hevur gjørt part nummar 100. Vit hava eisini havt vitjan úr Kroatia, sum vit venda, tí tað vóru vit upp á ongan máta fyrireikað uppá - og so hyggja vit eisini eftir OL, sum veruliga hevur fingið fólk at øsa seg. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur á Gentuvesinum, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Vit manna borðið við gestum, sum øll hava verið ella eru politiskt virkin - og so venda vit annars tí politiska, sum bæði bjóðar upp á ólavsøkurøðu løgmans, og ein tíðindafund hjá Sambandsflokkinum, sum roynir at endurskapa seg sjálvan. Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, fyrrverandi løgtingsfólk fyri Javnaðarflokkin, uttanflokkatingfólk, og valevni fyri Tjóðveldi, Heri Wang Danielsen, fyrrverandi valevni fyri Sjálvstýrisflokkin, og Jan Vestergaard, formaður í Havnar Framburðsfelag. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Er tað rímiligt, at Kringvarp Føroya brúkar 11 minuttir í høvuðstíðindasendingunum til manglandi menstruatiónsvørur á Fróðskaparsetur Føroya? Hevur Bjarni Rasmussen eitt serligt samband við bæði Joe Biden og Donald Trump? Kanst tú missa tummilin av at keypa nakrar tablettir av ritalin? Teir spurningarnir verða viðgjørdir, umframt at G!, Tórsfest, Pride og ólavsøkan eisini eru á skránni í Frímælt hesa ferð. Gestir eru Laura Kathrine Apol, samfelagsfrøðingur og samskiftisfólk í Listasavni Føroya, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Leivur Frederiksen, fyrstilærari á Velbastað og miðlamaður í Televarpinum. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Ein rúgva av fólki leggja leiðina framvið góða borðið, sum Frímælt hevur sett upp omanfyri sandin í Syðrugøtu, nú G! Festivalur er. Uni Leitisstein Hansen, heimasíðuredaktørur í Kringvarpi Føroya og vertur í sendingunum Leitisstein og Plátupanelið, er gestur saman við Theodor Eli Dam Olsen, presti, Rósu Heinesen, skúlastjóra, Mikael Blak, tónleikara, Jón Tyril, fyrrverandi samskipara av G! Festivalinum og nú miðlamaður, Knút Háberg Eysturstein, tónleikara, Heiðrik á Heygum, tónleikara, og Siri Súsonnudóttir Hansen, festivalgesti. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í Frímælt hesa ferð umrøða vit fullu fótbóltsspælararnar, sum vórðu nevndir í sendingini Fótbóltsprát - har tað síðani kom ein almenn umbering út. Men hví kom umberingin? Og var prátið ikki í lagið? Vit tosa eisini um Tórsfest, sum ikki hevur ein einasta kvinnuligan tónleikara á skránni. Eisini har kom ein umbering, men vit venda hesum kjakinum eisini. Og so tosa vit um fyribrigdi raw dogging og tað "at keða seg", bæði millum børn og vaksin. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Siri Súsonnudóttir Hansen, námsfrøðingur og nevndarlimur í Tónleikasambandi Føroya, og Jan Vestergaard, sjómaður. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.