Discover
Frímælt
110 Episodes
Reverse
Í Frímælt hesa ferð fara vit, eins og restin av Føroyum í hesum døgum, ein túr í Ikea við Smyrli. Vit tosa um tað, stjórin keypti á túrinum og hvussu manningin annars uppførdi seg sum ein skúlaflokkur, tá TAKS kom umborð at gera sítt arbeiði. Vit hava breaking news úr FK í Hoyvík, har Maud gevst í køkinum og konseptið verður broytt. Vit tosa um løgmann, sum eitt sindur linur til, tá ið virðislønir Norðurlandaráðsins skuldu latast. Vit frætta frá konsertferðini hjá Eivør og Elinborg. Mikael Blak hevur verið við allan túrin og greiðir nærri frá hesum. Og so fortelur Eyðfinn Bogason Lamhauge frá nýggju plátuni hjá Aggrasoppum, umframt konsertini, sum verður á Alice á Nørrebro fríggjakvøldið. Gestir í Frímælt hesa ferð eru Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur Rødder & vin, Eyðfinn Bogason Lamhauge, tónleikari, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur.See omnystudio.com/listener for privacy information.
OL-svimjarin Pál Joensen hevur vunnið 2,2 milliónir krónur í Gekkinum, men eingin føroyskur fjølmiðil hevur tosað við mannin, so Frímælt hevur sligið upp á tráðin fyri at ynskja honum tillukku og spyrja, hvat milliónirnar skulu brúkast til. Føroyingar hava vunnið eina røð av virðislønum - norðurlendskar, danskar og føroyskar. Hetta venda vit. Føroya mest umrødda par er blivið til eina poddvarpsrøð, sum síðani er blivið Føroya mest umrødda poddvarp. Hetta venda vit sjálvandi. Og so fara vit eisini ein túr á Føroya mest bygdasliga tiltak, tí heystfagnaðurin hevur verið á Eiði - vit fáa eina feska reportasju frá hesum. Gestir eru Sissal Kampmann, rithøvundur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, og Kaj Joensen, samskiftisfólk hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í Frímælt hesa ferð tosa vit um Føroya mest umrødda par - í øllum førum fyri nøkrum árum síðani - tí Kringvarp Føroya hevur í vikuni givið út eina poddvarpsrøð við heitinum Kend yvir nátt, sum snýr seg um søguna hjá Poulinu Øregaard Isaksen, einkjan eftir vinnulívsmannin Karl Birgir Isaksen. Frímælt hevur eisini vitjan av einum serligum gesti, nú MBCFI aftur er á skrá, tí Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands verður fyri aðru ferð í Silo í Havn. Marius DC, sum eisini telist millum gestirnar, skal spæla á Airwaves í Reykjavík í november. Hann greiðir frá hesum, umframt øðrum, sum er á skrá hjá sær. Og so minnast vit Hanus G, sum er farin foldum frá. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Uni Leitisstein Hansen, heimasíðusamskipari í Kringvarpi Føroya, og Marius DC, tónleikari. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í Frímælt hesa ferð tosa vit um rættarmál, har fólk verða nevnd við navni, meðan onnur ikki verða. Hvussu ber tað til, at navnið á Finn Jakobsen er farið um allar geilar, meðan vit ikki vita, hvør maðurin, sum filmaði og avmyndaði nakrar naknar smádreingir í svimjihøllini er? Vit tosa eisini um tær 22 bíleggingarnar fyri tilsamans 247.380 krónur á menu.fo. Vit tosa um gøluna Galaxy og um pengarnar, sum helst hægstlønti føroyski fótbóltsspælarin fær fyri sáttmálan, hann hevur gjørt við AC Horsens. Gestir í Frímælt hesa ferð eru Agnar Prestá, journalstur á Portal.fo, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Durita Fagradal Augustinussen, journalistur á Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Aftur hesa ferð venda vit nøkrum háaktuellum málum, sum eisini vóru á skrá í farnu viku. Tí vit tosa um fyrstu viðgerð av málinum um fría abort, sum var í løgtinginum týsdagin, og vit tosa um evni, sum knýta seg at hesum. Vit tosa um løgtingsfíggjarlógina og spyrja, hvat hevur henda samgongan lagað av varðum eftir seg. Og so tosa vit um kjakið, sum var millum Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjara, og Kristin Dam Ziska, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya, í Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet í vikuni. Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingur, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Vit venda øllum søgunum, sum knýta seg at málinum um abort, sum kemur fyri løgtingið í næstu viku. Vit venda alt frá Áron Vest til Edvu Jacobsen og Helga Abrahamsen, umframt - á hinum veinginum - Annu Falkenberg og Eyðdis Hartmann Niclasen. Vit venda eisini dronurnar í Danmark, sum Føroya Politi sigur, at tey eru klár at taka taka sær av, skuldu tær komið henda vegin. Málið um Fótbóltssamband Føroya og Trónd Vatnhamar livir enn - vit binda eina sloyfu á hetta. Og so venda vit einum gomlum banka í Havn og einum gomlum pisshúsi í Klaksvík, sum í næstum bæði kunnu líða somu lagnu. Gestir eru Elisa Vang, kjakari, Jan Vestergaard, sjómaður, og Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri og miðlamaður. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Frímælt hesa vikuna loftar talk of the town við Tróndi Vatnhamar, sum FSF royndi at seta upp á pláss. Hvussu væl eydnaðist tað - og hvør stendur eftir eftir sum sigursharrin í hesum? Løgtingið skal aftur taka støðu til fría abort. Hvussu fer at gangast hesa ferð? Og hvørjir maktdystir hava verið kring sjálvt uppskotið, áðrenn tað kom aftur í tingið? Tí fáa vit greiði á. Vit venda eisini málinum við Bjarna Kárason Petersen, sum kærdi sína neyð á Facebook og Instagram um, at onkur var farin illa við honum í einari viðmerking. Var tað upp á pláss hjá honum at tala at - ella er hann bara ein sartur maður í Havn? Og so tosa vit eisini um Javnaðarflokkin á Christiansborg, sum roynir at spæla, at tey ikki hava sent eitt starvsfólk á ein Ísraelstúr, sum Javnaðarflokkurin í Føroyum annars segði, at tey ikki senda starvsfólk til. Gestir í Frímælt eru Siri Súsonnudóttir Hansen, varaleiðari í Visit Tórshavn, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Petur Mohr Reinert ferðaðist runt í føroyskum fjølmiðlum við nýggju bók síni, fyri síðani at finna út av, at bókin, sum hann hevði útgivið, var tann skeiva. Hann hevði latið skeivt handrit prentað. Løgreglan hevur skuldsett ein mann fyri at hava framt valsvik í Oyndarfirði. Og revsiramman fyri slíkt er upp í seks ár! Vit fara aftur um málið og tosa um litríkar detaljur, sum hava verið frammi. Í landspolitiskum høpi venda við staðsetingina av Brekumboðnum í Klaksvík - og at Føroyar nú kunnu søkja um limaskap í WTO. Hetta og ymiskar aðrar søgur, lokalar eins væl og internationalar, er tað, vit venda í Frímælt hesa ferð. Gestir eru Jan Vestergaard, sjómaður, Eyðfinn Bogason Lamhauge, tónleikari, Agnar Prestá, journalistur á Portalinum, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, og Erling Eidesgaard, løgtingsmaður, hava verið í politiskum munnhøggi á Facebook. Vit fáa ein serkønan gest at taka støðu til, hvør dróg longra stráðið av teimum báðum. Vit tosa um nýggja sexleikuhandilin í Havn. Tað er ein søga í føroyskum miðil, at ein slíkur letur upp. Hví er tað tað? Og í kjalarvørrinum av hesum hava vit eisini eina spurnakapping um sexleikur, umframt at vit eisini tosa um sexuella heilsu og sexuelt rættvísi. Vit tosa eisini um Sissal, sum skal vera við í Vild med dans, um tatoveringina hjá Súna Selfoss og hava oblikatoriska ljóðbrotið úr Stjórnini á FM1 við. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur á Gentuvesinum, Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri og miðlamaður, og Róar Mørkøre Hansen, lesandi. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Frímælt er aftur úr summarfrí - og tað hava vit glett okkum til. Vit lofta nýggjastu veljarakanningini, vit venda dóminum, sum ein maður fekk fyri at hótta Ruth Vang, vit tosa um Brand Olsen og kálvar hansara, og so er tað milliardingurin Petter Stordalen, sum vitjaði í Føroyum í vikuni, nú hann hevur fingið fótin innum í føroyskari ferðavinnu. Gestir eru Agnar Prestá, journalistur á Portal.fo, Róar Mørkøre Hansen, lesandi, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Fólkini í Frímælt eru í hopla, nú ólavsøkan, pride’in og - ikki minst - ólavsøkurøða løgmans verða viðgjørd. Tí er Midnáttarsangurin í veruleikanum eitt sindur óinteressantur? Var talv-søgan hjá løgmanni eitt sindur for nógv av tí góða? Var Bjarni Hammer so óður í løgtinginum, at hann fór at tosa sum norðingar? Og hvat var tað, sum Bjørt Lind fekk eina virðisløn frá LGBT+ Føroyar fyri? Tað er nakað av tí, Frímælt vendir hesa ferð. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Siri Súsonnudóttir Hansen, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í hesum søguliga langa partinum av Frímælt taka vit saman um G! og hita upp til tiltøkini, sum koma, ið eru Tórsfest, Pride og ólavsøka. Men vit steðga eisini á og tosa um Jóan Jakku Guttesen og Ozzy Osbourne, sum báðir hava takka fyri seg sum 76 ára gamlir. Gestir eru Sunva Eysturoy Lassen, samskiftisfólk hjá matstovuni PAZ, Fríði Djurhuus, tónleikari og sangari í Joe & Shitboys, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Ein røð av góðum fólki vitjar borðið hjá Frímælt á G!, sum vendir og viðger festivalin úr enda í annan. Parturin er tikin upp hóskvøldið á G!, beint eftir at Beinir hevði spælt á sandinum sum tann fyrsti á ársins festivali. Gestir eru Bjørt Lind, Anna Sofía Holm Skoradal, Jasmin Mote, Siri Súsonnudóttir Hansen, Mikael Blak, Marius DC, Knút Háberg Eysturstein, Sólfinn Danielsen og Beinir Troest Rasmussen. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Frímælt hesa ferð er ein eftirmeting av Roskilde festivalinum og ein upphiting til G! Samstundis hyggja vit eisini eftir Oyggjaleikunum, sum byrja um vikuskiftið, vit skifta orð um ein søguliga stóran handil av føroyskum kvotum og so runda vit AI í skúlaskipanini. Hetta alt kryddað við røvarasøgum frá høgru og vinstru. Gestir eru Leivur Frederiksen, lærari og miðlamaður, Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur Rødder & vin, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
25 ár eru liðin síðani, at níggju ungir menn doyði til eina konsert á Roskilde festivalinum við bólkinum Pearl Jam í 2000. Niels Uni Dam var til konsertina og hann greiðir frá hesum, nú Roskilde festivalurin er á skrá og DR hevur givið út eina poddvarpsrøð um ræðuleikan. Vit venda eisini Voxbotn, sum varð flutt í Tjarnir. Ein góð avgerð, vísti tað seg at vera, hóast fólk vóru á gosi um hetta. Landsstýriskvinnan Ruth Vang hevur fingið eina hóttan á Messenger, sum løgreglan tók upp. Nú er ein maður dømdur í málinum - og tað er fyri neyðini, at tað hendir, halda fólkini í Frímælt, sum eisini greiða frá hóttanum, tey hava fingið. Gestir í dagsins parti eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard og Niels Uni Dam. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Sólbjørg Jakobsen hevur gjørt eina sterka og persónliga samrøðu við Jyllands-Posten, har hon greiðir frá einum truplum uppvøkstri í einum kristnum umhvørvi, sum hevði við sær eina røð av ræðuleikum. Vit tosa um hesa samrøðuna - og so tosa vit við Sólbjørg um søgu hennara. Barbara Holm er eisini við og setir orð á upplivingina, hon hevði, tá teir tríggir samgonguleiðararnir púra óvæntað greiddu frá loysingarætlanunum, sum tey hava lagt fram fyri donsku forsætisráðfrúnni. Vit hava eisini hol ígjøgnum til Agnar Prestá, sum fylgir U21-harrunum í hondbólti. Hann hevur fylgt teimum í Póllandi seinastu dagarnar. Somuleiðis ringja vit til Una Leitisstein Hansen fyri at taka saman um Copenhell. Hetta og so góða huglagið merkir Frímælt hesa ferð, har Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard og Kristinn Vang eru gestir, umframt áðurnevndu fólk eisini eru við í studio ella á linjuni. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Hesin parturin av Frímælt fer í allar ættir. Vit hoyra eina sterka og týdningarmikla søgu um rasismu í Føroyum, vit venda einum grindadrápi, sum var meðan kongshjúnini vitjaðu, vit drekka ein italskan dramm og tosa um Copenhell, vit venda stjørnunum hjá PAZ og so fáa vit eina serstakliga stutta politiska greining av tíðindafundinum eftir ríkisfundin í vikuni. Gestir eru Laila Mote, listakvinna og arkitektur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, og Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur handilin og barrina Rødder & vin. Eisini hava vit stutta vitjan av Barbaru Holm, ábyrgdarstjóra í Frihedsbrevet, umframt at vit hoyra málið í Una Leitisstein Hansen, heimasíðuredaktøri og vertur í sendingunum Leitisstein og Plátupanelið. Vertur í Frímælt er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Hesin parturin av Frímælt er ein av teimum, sum fer í allar ættir. Vit tosa um kongaliga vitjan í Føroyum, um ríkisrættarligu støðuna og spyrja, um Javnaðarflokkurin er meira sambandskur enn Sambandsflokkurin? Tobias Rahim kemur til Føroya at fylla Tjarnir í heyst. Í studio er ein maður, sum kennir Tobias væl og tí tosa vit um hetta. Marius Dam Christophersen, Marius DC, er ein maður við nógvum jørnum í eldinum. Vit tosa við hann um mongu verkætlanirnar, sum eru í gongd og sum hava verið. Og so venda vit nýggja filminum hjá Mariu Winther Olsen, Vælkomin heim, sum verður frumframsýndur í næstu viku. Hetta, umframt nakrir leysir endar í eyst og vest, er tað, sum fyllir í Frímælt hesa ferð. Gestir Maria Winther Olsen, leikstjóri, Marius Dam Christopher, tónleikari, Heri Wang Danielsen, lesandi, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Frímælt hesa ferð tosar um føroyskar tónleikarar og bólkar, sum hava hitað upp fyri heimsstjørnur, nú Joe & The Shitboys hava hitað upp fyri Iggy Pop til tríggjar konsertir. Vit tosa eisini um skránna til G! festivalin, sum nú er fastløgd. Veljarakanningin, sum ikki øll taka fyri fult, venda vit eisini, umframt at skráin til vitjanina hjá kongshjúnunum eisini verður viðgjørd. Gestir hesa ferð eru Jan Vestergaard, sjómaður, Sólfinn Danielsen, vínmaður, Kristinn Vang, skattamaður, og Durita Fagradal Augustinussen, journalistkvinna. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í Frímælt hesa ferð lata vit veruliga upp fyri kenslunum hjá monnum, tí bæði ein nýggjur vegur og ein fótbóltsdystur fáa menn at blíva rørdar. Vit tosa eisini um heilsuna hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Joe Biden, um Emmanuel Macron verður bukaður av konu sínari og um Elinborg Pálsdóttir, sum er ein upptikin kvinna í hesum døgum. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Elinborg Pálsdóttir, tónleikari, Kaj Joensen, samskiftisfólk, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.




