DiscoverIn mente
In mente
Claim Ownership

In mente

Author: Kringvarp Føroya

Subscribed: 0Played: 48
Share

Description

Savnssending

 

Mentan hevur sítt fasta pláss í útvarpinum, og í sendingini In mente verður í einari høvuðsfrásøgn viðgjørd evni sum eitt nú arkitekturur, bókmentir, dansur, filmslist, myndlist, sjónleikur, tónleikur og føroyskt mál.

 

Harumframt verður ein mentanarálmanakki, sum hvørja viku ger vart við tiltøk, ið fara fram á føroyska mentanarpallinum.

 

Fram í ljósið er táttur, har fólk, ið dáma og duga at skriva, men sum frammanundan eru heldur ókend á bókmentaliga pallinum, fáa høvi at gera vart við seg, til dømis við at lesa eina yrking ella brot úr øðrum skrivaðum tilfari.

 

Hevur tú hug at vera við, ert tú meiri enn vælkomin at senda okkum ein teldupost, har tú sigur eitt sindur um teg sjálva(n), eins og okkurt, tú hevur skrivað.

 

Teldupostbústaðurin er inmente@kvf.fo.

 

Vertur er Gunnar Nolsøe.
28 Episodes
Reverse
Mikukvøldið 14. mai hátíðarhelt H. N. Jacobsen Bókhandil at 100 ár eru liðin síðani fyrsta føroyska yrkingasavnið ? Yrkingar, eftir Janus Djurhuus, kom út. Í reportaguni hoyra vit Maluna Marnersdóttir bjóða vælkomin, Vár Berghamar Jacobsen og Annfinnur Heinesen lesa tvær yrkingar, eins og vit tosa við fyrilestrarhaldaran Hanus Kamban. Eisini hitta vit Hanus Samró, sum í fjør lat úr hondum aðru skaldsøgu sína. Vit umrøða eitt nú høvuðspersónin, í hvønn mun talan er um eina politiska skaldsøgu, bersøgna málburðin, eins og Hanus eisini lesur brot úr skaldsøguni. Eisini vitja vit Listasavn Føroya, nú savnið hevur ognað sær tríggjar málningar eftir nólsoyingin Steffan Danielsen.
Eisini tosa vit við Rakel Helmsdal, ið telist millum stigtakararnar og fyrireikararnar av Skrivikappingini 2014, vit hitta Edvard Nyholm Debess, sum letur úr hondum fotobókina ?Kærleiki og Vónir?, og vit vitja á Listasavni Føroya, har Nils Ohrt tosar um hugtakið bíbilsk list og relieffini við frásagnum um Jesu lív, sum Edvard Fuglø gjørdi til Christianskirkjuna í Klaksvík.
Eisini tosa vit við Hanni Bjartalíð um tað at vera listamaður í Finnlandi, og hvussu almennu stuðulsmøguleikarnar heldur kundu veri skipaðir. Og í mentanarálmanakkanum hitta vit Kinnu Poulsen, sum er kurator á framsýning, sum letur upp í Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn; Joel Cole, sum hevur framsýning saman við Amariel Norðoy, og Hedvig Westerlund-Kapnas, sum greiður frá dansibólkinum Fanclub, ið verður á palli í Norðurlandahúsinum.
Eisini greiða Rógvi Rasmussen og Maria Winther Olsen okkum frá um tiltakið Klippfisk á ferð, um teir 8 føroysku filmarnar, og um hvørjir filmar eru í framleiðslu. Filmarnir, ið verða umrøddir, eru Vetrarmorgun eftir Sakaris Stórá, Paint og Eg, ið báðir eru Nollywood framleiðslur, Ljós eftir Daniel Jensen, Munsch eftir Jónfinn Stenberg, John eftir Juliu í Kálvalíð, Eina eftir Andreas Høgenni, og True love eftir Heiðrik av Heygum. Eisini hitta vit listarmannin Hanni Bjartalíð, sum í hesum døgum hevur listaframsýning í Öström.
22. juli 2011 varð ein dagur, ið rakti norsku tjóðina meint, tí hetta var dagurin Anders Behring Breivik framdi sínar illgerðir í Oslo og á Utøya. Dagin eftir átók norski advokaturin Geir Lippestad ? eftir áheitan frá Breivik sjálvum, at verja norska hópdrápsmannin - ein avgerð, ið ikki var heilt løtt at taka. Geir Lippestad hevur nú skrivað bókina "Tað, vit kunnu standa við", ein bók, sum Sprotin 7. mars gav út í føroyskari týðing eftir Edvard Olsen. Vit hava fingið Sigmund Poulsen, advokat, Leiv Persson, formann í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, og Edvard Olsen, ið hevur umsett bókina, at umrøða bókina úr einum demokratiskum sjónarhorni. Eisini vóru vit á gátt, tá íslendska listakvinnan Guðrún Einarsdóttir hevði fernisering í Listaskálanum fríggjadagin.
Í mentanarálamanakkanum frætta vit um nýggja sangleikin Gentan, ið onki mintist, ið 10. flokks næmingar úr Fuglafjarðar skúlanum og skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík framføra; vit hitta Arna Würgler, sum í hesum døgum hevur konsertir um landið; og vit fregnast, nú íslendska listarkvinnan Guðrun Einarsdóttir letur upp listaframsýning í Listaskálanum.
1. apríl 2014 eri 30 ár síðani Sjónvarp Føroya sendi á fyrsta sinni, og í hesum sambandi viðgera Per Zachariassen, sjónvarpsframleiðara, Høgni Mohr, tíðindamaður, og Erika Hayfield, ph.d. og adjunktur í samfelagsvísindum, høvuðsspurningarnar hvønn týdning hevur sjónvarpið havt fyrstu 30 árini, og hvør verður leiklutur sjónvarpsins framyvir.
59 leikarar eru á palli í Víkingahúsinum í Gøtu, har Ria Tórgarð hevur leikstjórnað kenda Charles Dickens klassikaran sum sangleik. Og á Sandi hava tey skrivað eitt sonevnt murder mystery dinner party, ið er sniðkað til hølini hjá Ungmannafelagnum Virkinum. Sóley Danielsen hevur leikstjórnað, og fara hendingarnar fram í fimtiárunum. Vit hava vitjað í Gøtu og á Sandi, har vit hava hitt eitt nú leikstjórar, tónleikarar og leikarar. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú festivalin Børn & Ung Mentan, ið fer av bakkastokki í Norðurlandahúsinum sunnudagin 30. mars; listaframsýning Anne Marie Gøricke og Palla Gregoriussen í Galerie Focus; og nýggju bók Rakel Helmsdal, ?Hon, sum róði eftir ælaboganum?.
Vit umrøða FMA, og um runda borðið eru Rólant Waag Dam og Barbara Holm frá Rás 2, Sif Gunnarsdóttir og Fróði Vestergaard úr Norðurlandahúsinum, og Eyðfinn Jensen frá Kringvarpi Føroya. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú sangløtu í Kvívíkar kirkju; 50 ára jubileumskonsert Stanley Samuelsen í Listaskálanum; framsýningina "Mítt yndislistaverk", ið letur upp í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, FM í garnatálg; framsýningina Silvurtráðurin í Glyvra kirkju; og myndakapping, nú Býarbókasavnið í Havn 1. apríl verður 45 ár. Í sendingini hitta vit Theodor Olsen, Stanley Samuelsen, Sif Gunnarsdóttir, Mortan í Hamrabyrgi, Oggi Lamhauge og Hanna Magnussen.
Leygarkvøldið 8. mars verður á triðja sinni skipað fyri Wacken Metal Battle Føroyar. Vit hitta Teit Egholm Fossáberg, ið er ein av fyriskiparunum, og Theodor Kabnas, ið spælir guitar í Hamferð, ið vann bæði føroysku og altjóða kappingina í 2012. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú Spælimenninar í Hoydølum, sum í ár runda tey 40, Trónd Patursson, sum fríggjadagin hevur fernisering í Steinprenti, Fuglafjarðar Hornorkestur og Sørvágs Tónleikarfelag, sum hava tvær konsertir saman, og Sosialin, sum 14. mars letur úr hondum nýtt mentanarblað. Í sendingini hitta vit Teit Egholm Fossáberg, Theodor Kabnas, Kristian Blak, Trónd Patursson, Trónd Olsen, Rúna Hentze, Inger Smærup Sørensen og Birgir Waag Høgnesen.
Guðrið Poulsen arbeiðir við rúmum sum tilveru, einføld rúm, fløkt rúm, opin rúm, stongd rúm, fylt rúm, tóm rúm ? alt samalt ímyndir um menniskjaliga tilveru. Vit byggja rúm, og tey forma okkum. Og seinast í januar mánað var skipað fyri Rúmdarferð á Listasavni Føroya ? ein ferð, har farið varð í ringrás við rúm og rúmd og leiri og leirlist. Vit vóru á gátt og hittu har Birnu Allansdóttir Joensen, ið gongur í 9. flokki í Sørvági skúla, studentaskúlanæmingarnar Bjartur Mortensen og Jákup Nielsen, ið ganga í 13 Ð í Hoydølum ? og vit hitta næmingar á Frískúlanum, eins og Guðrið Poulsen, Kjartan Hansen og Gutta Winther. Eisini hitta vit høvundan Kim Simonsen, ið fer at lesa úr sínum seinasta yrkingasavnið, ?Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið?. Og í Mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú svenska filmin Julia, og listhandverk hjá verkstøðunum á Sjóndepilinum.
Leygarkvøldið varð nýskrivaði leikurin Tóm rúm eftir Marjun Syderbø Kjelnæs frumsýndir á Tjóðpalli Føroya. Vár Berghamar Jacobsen, kandidatur í leiklistafrøði; Bergljót av Skarði, cand. mag í enskum og føroyskum máli; og Pætur Marjunarson Dahl, cand. mag. í heimsspeki og films- og miðlavísundi umrøða nýggja leikin. Og í Mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú fernisering í Gallarí Focus, har Amariel Norðoy, Eyðun av Reyni og Kári Svensson sýna fram; um Eivør og Aldubáruna, ið fara á pall í Norðurlandahúsinum sunnudagin; og ungdómssjónleikin Fuck, ið verður á palli í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið.
Leygarkvøldið verður nýskrivaði leikurin Tómrúm eftir Marjun Syderbø Kjelnæs frumsýndir á Tjóðpalli Føroya. Vit mála ein vangamynd av Marjun, ið eitt nú nemur við týdningin av trý ára starvsløn og hvør avbjóðingin er, tá tú skrivar til pall. Farnu vikuna var Finnland í eygsjón í Norðurlandahúsinum. Vit hitta tvey, ið vóru á palli: Emma Salokoski og vinnaran av Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins Pekka Kuusisto. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um listarligu prýðingina av hølum Innova hjá Vinnuframa; vit ringja til Týsklands, har risastóra filmsstevnan Berlinale er í hesum døgum; vit hitta fólkatónleikabólkin Svøbsk úr Danmark, sum fer at hava barnakonsert í Norðurlandahúsinum; eins og vit frætta um Nordisk 2014 - ein konsertrøð við 4 norðurlendskum elektrobólkum, sum eisini kunnu upplivast í Føroyum leygarkvøldið. Í sendingini tosa vit við Marjun Syderbø Kjelnæs, Emma Salokoski, Pekka Kuusisto, Regin W. Dalsgaard, Ólavur Sverra Trónd Thorsteinsson (Trødl), Jón Sonna Jensen, Bárð Dahl Christiansen, Hansinu Iversen, Sakaris Stórá, Ingun í Skrivarastovu, Maren Dickmeyss, og Fróða Vestergaard.
Í døgunum 6. til 16. februar verður The Berlinale Film, ið telist millum heimsins størstu filmsstevnur, á skránnið í Berlin - ein filmsstevna, sum í fjør taldi eina hálva millión vitjandi og har 124 lond vóru umboðað. 8. februar seta Sakaris Stórá og Ingun í Skrivarastovu kós móti Berlin til stóra filmsfestivalin, har filmurin "Vetrarmorgun" verður vístur sjey ferðir. Filmurin "Vetrarmorgun" er eisini tilnevndur ein Teddy Award, ið er hin fremsta, tá talan er um filmar, ið varpa ljós á evnið, ið hava týdning fyri samkynd. Vit hitta leikstjóran Sakaris Stórá og framleiðaran Ingun í Skrivarastovu. Sunnudagin fór stóra, spennandi og forkunnuga Finnlandsvikan "Land í eygsjón" av bakkastokki í Norðurlandahúsinum. Vit fara á gátt, har vit spyrja stjóran, Sif Gunnarsdóttir, og samskiparan, Hedvig Westerlund-Kapnas, um skránnað komandi vikuna. Vit hitta eisini finsku dansararnar Henriki Heykyla og Maria Nurmela úr Tero Saarinen Company.
9. floksnæmingar í føroyska fólkaskúlanum kunnu nú luttaka í Skrivikapping 2014, har høvuðsvinningurin er eitt skriviskeið í Biskops Arnö í Svøríki. Og fríggjadagin var Kveikingardagur í Norðurlandahúsinum, har næmingar ? umvegis verkstovur og rithøvundar, fingu vegleiðing í skriviførleika. Vit vóru á gátt, har vit hittu fimm næmingar áðrenn farið var til verka eins og somu næmingar, tá dagurin var hálvrunnin. Næmingarnir eru Dania Tausen, ið gongur í Tofta Skúla, Jórun Maria Dalsgaard, ið gongur í Felagsskúlanum á Oyrabakka, og Karla Hansen, Tóra Isaksen og Steintóra Sørensen, ið ganga í Ósáskúlanum í Klaksvík. Eisini hittu vit Marjun Syderbø Kjelnes og Rakel Helmsdal, ið vóru tveir av rithøvundunum, ið løgdu næmingunum lag á, eins og Rakel eisini hevur fyrireikað Kveikingardagin. Hvørjir eru litirnir og motivini, ið mynda løriftið í hesum døgum? Vit vitja í atelierinum hjá Hansinu Iversen, listakvinnu. Hóskvøldið verður forvitnisligt og forkunnugt heiðurstiltak fyri Simma, ið er ein av stóru ímyndunum í føroyskum tónleiki. Ein av fyrireikarunum - Marjun Hansen, kemur á gátt. Í fjør lat Durita Holm úr hondum krimiskaldsøguna ?Offurmorðið?. Og Hanus Kamban, rithøvundur, ið hevur lisið bókini, fer at ummæla hana. Og sunnudagin byrjar festivalurin ?Land í eygsjón? ? ein festivalur og ein vika, har norðurlendski granni okkara fyri eystan ? Finnland, verður í eygsjón. Vit frætta um fyrstu forkunnugu tiltøkini, tá Hedvig Westerlund-Kapnas kemur á gátt.
Farnu mánaðirnar hevur verið arbeitt við at fyrireika ein føroyskan listaháskúla. Vit hitta tveir av fyrireikarunum, Katrinu í Geil, designara og íverkseta, og Joel Cole, listarmann, og spyrja eitt nú hvat er endamálið, og hvussu langt verkætlanin er komin. Eisini hitta vit Hansinu Iversen, listakvinnu, sum hevur verið við til at fyrireika listaháskúlan eins og Martin Mouritsen, musikskúlastjóra, um royndirnar við bygnaði musikskúlans. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú nýggja íslendska filmin Málmhøvd, ið Birgir Kruse hevur sæð, eins og Bo Isholm sigur okkum um blásara- og orkesturdagar Tórshavnar Musikkskúla.
Vit tosa við Meira Blaustein, ið tók stig til The Woodstock Filmfestival, um eitt nú hvussu festivalurin kom í lag, hvønn týdning festivalurin hevur fyri økið, vit spyrja hvat hon heldur um støðið á føroyskum filmi, eins og um møguleikar og hvat skal til. Ludvíg á Brekku er hugtikin av list, og hann bæði skrivar og málar. Vit hitta Ludvíg eins og hann eisini lesur okkum stuttsøguna ?Grindaformaðurin?. Mikukvøldið 15. januar kl. 7 verða Listaheiðurslønir Landsins latnar í Stórapakkhúsi suðuri i Vági. Martin Næs, ið er formaður í nevndini, ið ger tilmæli um hvør skal fáa Heiðurslønir Landsins, kemur á gátt at siga okkum hvørjum leisti verður arbeitt eftir, tá fólkini skulu finnast. 12 januar 1959 varð plátufelagið Motown stovnað. Vit tekna eina mini-vangamynd av týðandi og legandariska plátufelagnum, nú Motown gjørdist 55 ár sunnudagin.
Vit hitta Jógvan Isaksen, ið sigur okkum um sína nýggja krimisøgu, "Prædikarin", eins og aðrar útgávur, ið Mentanargrunnur Studentafelagsins letur úr hondum í ár. Dagny Joensen lat herfyri úr hondum bókina "Alt av kærleika", ið er skrivað um nakrar av teimum føroysku kvinnunum, sum í sekstiárunum blaðungar fóru av landinum, eftir at hava hitt hvør sín einasta eina amerikumann - vit hava verið á gátt hjá høvundanum. Marjun Bæk hevur umsett bøkurnar "Um Guð" og "Um Jesus" eftir svenska høvundan, dramatikaran og komikaran Jonas Gardell - Marjun Bæk vitjar Armgarð Arge í útvarpsstovuni. Forlagið Í Støplum gevur eisini fleiri bøkur út í hesum døgum. Vit fáa vitjan av John Dalsgaard, forlagsstjóra. Virðislønta Sissal Kampmann gav leygardagin út forvitnisliga yrkingasavnið "4D" - vit hitta Sissal, sum eisini lesur upp úr nýggja savninum. Eisini hitta vit Jógvan Zachariassen, sum er aktuellir við bókini "Frælsi"; ið ikki er ein vanlig lestrar- ella andaktsbók, men eru bloggur, sum høvundurin hevur skrivað á tórsportalinum. Sprotin gevur út umleið eina bók um vikuna, vit tosa við Jonhard Mikkelsen, ið er maðurin handan Sprotan, um teirra virksemi. Jákup Reinert Hansen, prestur og doktari í gudfrøði, hevur lisið bókina "Brøður í Føroyum", ið Tórður Jóansson hevur skrivað. Jákup Reinert Hansen ummælir bókina, sum upprunaliga kom út sum PhD ritgerð á enskum. Í farnu viku lat Forlagið Hemlið úr hondum bókina "Etikinn" eftir Aristoteles, ið er 9. bókin, ið forlagið hevur givið úr. Vit tosa við Eilif Samuelsen, ið hevur umsett og tikið stig til útgávurnar. 7. mai 1972 søkkur Kjølbrotrolarin Sundaberg út fyri New Foundlandi. Vit práta við Birgir Waag Høgnesen, ið hevur skrivað bók um søguna hjá Sundabergi.
In Mente, Sara Blædel

In Mente, Sara Blædel

2013-12-0451:04

Danski krimihøvundurin Sara Blædel hevur skrivað tíggju skaldsøgur, har av hin seinasta "Dødesporet", kom út fyri fáum vikum síðani. Vit hittu kenda hvundan á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum 23. november. Tunnilsdagin letur Per á Hædd, myndamaður, upp eina forvitnisliga fotoframsýning í Spaniastovu í Klaksvík, við myndum, ið eru tiknar í Føroyum í 1911. Farna mánaðin hevur høvið verið at uppliva øðrvísi mentanartiltakið "Hamskifti", ið Eventmálaríðið, ið er myndað av sjónleikarum Kjartani Hansen, kokkinum Gutta Winther, og tónleikarum Jens L. Thomsen, hevur skipað fyri. Vit hava vitjað í Öström og gera eina niðurstøðu.
Vit hitta Martin Fjallstein, sum herfyri lat úr hondum fimta bind um Leirvíkar bygdarsøgu; Kinnu Poulsen, sum hevur sett upp fimtu myndaódnina í Steinprenti, eins og Bárður Jákupsson, sum hevur fingið serligt heiðurspláss á framsýningini. Eisini hitta vit Elin Josefinu Smith, sum hevur sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík, og Kára Svensson, ið skal hava framsýning í Stephanssons Húsi. Og vit tosa við Steintór Rasmussen, nú nýggi Trøllapætur filmurin Dýr er barnaverð verður frumsýndur fríggjadagin, eins og Jastrid á Dalbø sigur okkum um mentanartiltak í Ribarhúsi í Fuglafirði.
loading
Comments