Jambalaja

Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna. Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin. Vertur er Ingi Samuelsen.

Jambalaja - 040524

Í dag hoyra vit m.a. burtur úr nýggju útgávunum hjá gávuríku Zach Top og Charley Crockett. Vit markera eisini 75 ára dagin fyri fyrsta no1 hitti hjá Hank Williams. Og so verður eisini føroyskur tónleikur at hoyra í dag.

05-04
01:00:02

Jambalaja - 270424

Nýggjur tónleikur er ávegis við Johnny Cash, sum doyði fyri gott 20 árum síðani. Vit hyggja aftur á American Recordings-útgávuna, ið verður mett sum best væleydnaða comback nakrantíð. Vit hoyra eisini nýtt frá vælumtóktu ungu gospelsangarinnuni Anne Wilson, sum nú er komin við eini countryútgávu.

04-27
57:28

Jambalaja 200424

Í sendingini í dag spæla vit nakrar sangir við Louvin Brothers í sambandi við, at liðin eru 100 ár síðani eldri bróðurin, Ira Louvin, varð borin í heim. Men annars verður sendingin í stóran mun merkt av nýggju útgávuni "Nashville, Tennessee" hjá ERNEST.

04-20
01:00:30

Jambalaja - 130424

Tað verður í stóran mun nýútgávur, sum verða at hoyra í Jambalaja í dag. Vit skulu hoyra Dolly Parton syngja ein sang hjá Tom Petty, vit skulu eisini hoyra Willie Nelson og Orville Peck í duett við einum rættiliga óvanligum sangi. Og annars hoyra um sangarar, ið tykjast at klára seg væl fyri tíðina.

04-13
58:09

Jambalaja 060424

Hixtape eitur ein spennandi nýggj verkætlan hjá sangaranum og framleiðaranum, Hardy. Her hevur hann savnað eina røð av kendum sangarum fyri saman at syngja kendu sangirnar hjá 90-ara stjørnuni, Joe Diffie, sum doyði viðkorona í 2020. Vit kaga eisini niður í søguligu hittlistarnar í dag, og hoyra eisini nakrar nýggjari útgávur eisini.

04-06
56:01

Jambalaja - 300324

Í sendingini henda páskaaftansdag hoyra vit andaligan tónleik - country,gospel og nýmótans lovsong. Vit spæla nøkur nøvn, sum kunnu upplivast í Føroyum á konsertum og festivalum seinni í ár, men hoyra eisini annað gott, til dømis ein nýggjan superbólk, ið kallar seg Brothers of the Heart.

03-30
59:34

Jambalaja - 230324

Í sendingini í dag fara vit at hoyra um teir tríggjar persónarnir, sum verða tiknir upp í Country Music Hall of Fame í ár. Eisini hoyra vit nýtt frá Wonder Woman of Country, Willie Nelson, Kacey Musgraves, Charley Crockett og Sawyer Brown.

03-23
55:47

Jambalaja 160324

Í Jambalaja í dag spæla vit tónleik við teimum báðum høvuðsnøvnunum, sum koma á countryfestivalin í Sørvági í summar, James Carothers og Nathan Carter. Og eftirsum pátriksmessa er hetta vikuskifti, verða fleiri góðir írskir sangir við Nathan Carter spældir.

03-16
01:00:42

Jambalaja 090324

Tað er spæl føroyskt vika í kringvarpinum, og av tí at altjóða kvinnudagur júst hevur verið, verða einans kvinnuligir sangarar við í sendingini í dag. Eisini spæla vit ein spildurnýggjan sang, sum ikki hevur verið at hoyra í útvarpi fyrr.

03-09
59:09

Jambalaja 020324

Aftur í dag verður tónleikur, ið er útgivin í 1974 á skránni. Tað vísir seg, at tað er hópin av rættiliga góðum tónleiki givin út hetta árið fyri fimmti árum síðani. Nógv av teimum stóru nøvnunum eru við, t.d. Waylon, Johnny og George og Loretta, Tammy og Tanya, umframt Glen Campbell, Gordon Lightfoot og Tom Waits.

03-02
55:55

Jambalaja 240224

Nýggjari tónleikur er á skránni at byrja við í sendingini. Har vit eisini spæla góðan siðbundnan countrytónleiki av nýggjari slag. Vit hoyra eitt nú Beyoncé, Post Malone, Sierra Ferrell og Blacberry Smoke.

02-24
51:11

Jambalaja 170224

Í Jambalaja í dag er einans tónleikur frá 1974. Nógvur góður countrytónleikur og tað, ið líkist, kom út hetta árið fyri fimmti árum síðani. Vit hoyra eitt nú Charlie Rich, Lynyrd Skynyrd, Elvis, Bob Dylan, Willie og John Denver.

02-17
58:31

Jambalaja 100224

Í Jambalaja í dag minnast vit Toby Keith, sum doyði mánadagin. Vit minnast eisini aftur á ein merkisverdan sang, sum toppaði fyri fimmti árum síðani. Og so hyggja vit eftir Grammy-virðislønunum, sum vórðu handaðar farna vikuskiftið.

02-10
56:04

Jambalaja 030224

Umframt at hoyra nøkur spennandi nýggj løg, skulu vit eisini hoyra ein sera syrgiligan sang, sum kom út fyri fimmti árum síðani. Og so skulu vit eisini minnast tveir sermerktar sangarar, ið júst hava givið upp anden, Melanie Safka og Lillebjørn Nielsen.

02-03
57:36

Jambalaja 270124

Tað verður jazzur í Jambalaja í dag. Vit hoyra nøkur dømir um kendar jazzarar, ið spæla ella syngja country, og nakrar countrysangarar, sum syngja jazz. Alt góður og kendur tónleikur. Eitt nú við Louis Armstrong, Ray Charles, Les Paul, Jimmy Buffet, Norah Jones og Willie Nelson.

01-27
58:45

Jambalaja 200124

Í Jambalaja í dag dvølja vit eina løtu við eina týðandi LP, sum kom út fyri fimmti árum síðani, í januar 1974. "Grievous Angel" hjá Gram Parsons. Vit spæla eisini nakrar nýggjari, ordiliga góðar, sangir.

01-20
54:10

Jambalaja 130124

Í sendingini hesaferð spæla vit nakrar av teimum bestu sangunum í Jambalaja-stíli, sum komu út í Føroyum í 2023. Vit hoyra m.a. Kristinu Bærendsen, Magna Christiansen, Mariu Ronnisdóttir á Heygum og Spælimenninar úr Nólsoy.

01-13
01:01:37

Jambalaja 060124

Í fyrstu Jambalaja-sendingini í ár fara vit at spæla nakrar av teimum bestu sangunum, sum komu út í árinum, ið júst er farið. Vit hoyra eitt nú Morgan Wallen, Zach Bryan, Chris Stapleton, Luke Combs, Tanya Tucker og Dolly Parton.

01-06
57:38

Jambalaja 301223

Seinasta Jambalaja-sending í ár verður við tónleiki frá konsetrini fyrr í ár í sambandi við 90 ára føðingardagin hjá Willie Nelson. Vit hoyra eitt nú Chris Stapleton, Sheryl Crow, Norah Jones, Miranda Lambert, Tom Jones, Lukas Nelson, Particle Kid og Keith Richards umframt Willie Nelson sjálvan.

12-30
58:15

Jambalaja 231223

Í seinastu sendingini undan jólum verður bara góður og kendur jólatónleikur á skránni. Vit koyra eitt nú Jim Reeves, Johnny Cash, Willie Nelson, Merle Haggard, Connie Smith og onnur. Eisini verður ein írskur, ein norskur og tveri føroyskir jólasangir við.

12-23
55:11

Recommend Channels