Discover
Jonhard’s Podcast
261 Episodes
Reverse
Tað verður sagt, at náðikeldan rennur omaneftir eins og ein og hvør onnur kelda. Sannur kristin vøkstur er niðureftir, niður í eyðmýkt og lítillæti, tí at “Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði” (1 Pæt 5,5).
Evangelium: Luk 14,1-11.
Líkasum Jesus segði við hin deyða: “Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp!” soleiðis hevur hann eisini máttin til at siga tað sama við okkum og yvir okkara grøv!
Lestur: 1 Kong 17,8-10a og 17-24. Evangelium: Luk 7,11-17. Sálmur fyri prædiku: 448 (Her møtast allir vegir)
Jesu verk á Golgata og burturbeiningin av heimsins synd hevði ongantíð verðið til veruleika, um Jesus varð burturbeindur sum fostur. Seinni royndi Heródes at beina fyri Jesusbarninum, men Gud havi lov fyri, at tað ikki eydnaðist! Gleðiboðskapurin um hitt fullgjørda verkið á krossinum og øll heimsins lagna hekk jú óloysiliga tætt saman við hetta eina barnið. Tí er tað einans rætt av okkum at taka undir við Elisabet og siga: “Vælsignað ert tú av kvinnum, og vælsignað er frukt móðurlívs tíns!” Og tí er tað eisini rætt av okkum at siga tað sama um øll fostur. Tey eru vælsigna frukt, sum kunnu verða okkum og heiminum til ófatiliga ríka signing - um tey sleppa at liva.
13. sunnudagur eftir tríeindardag í Eiðis kirkju. Prædikutekstur: Luk 10,23-37
Hóast øldir koma og fara, hóast ætt eftir ætt søkkur undir mold, so eru vit við trúnni kortini øll, bæði livandi og deyð, saman um hina somu livandi vónina í Jesusi, sum sjálvur er ljóðið av himni, sum gleðir sálir her á fold.
Um ein í gomlum døgum vildi síggja stjørnurnar klárt, so fór ein ikki upp á ein høgan fjallatind, men heldur niður í eina holu. Har var myrkari, og á tann hátt kundi ein síggja stjørnurnar enn klárari. Soleiðis er tað eisini við andaliga lívinum. Vit stíga upp við at stíga niður. Vit verða sett høgt - ja, heilt inn í himmalin - tá ið vit seta okkum lágt og biðja tollarans bøn: “Guð náði meg syndara!”
Sum kristin eru vit kallað til at vera mannafiskarar, og vit hava fingið gleðiboðskapin sum gørn. Latið okkum tí, eins og Pætur, við frímóði kasta gørnini út, har ið vit eru kallað til at fiska! (Prædikutekstur: Luk 5,1-11).
Gud elskar okkum so nógv, at hann ikki vil vera okkum fyri uttan á hinum stóra veitsludegnum! Tí sigur hann eisini við teg og meg í dag: “Komið, tí at nú er alt tilgjørt!” Lestur: Jes 25,6-9. Evangelium: Luk 14,16-24. Sálmur fyri prædiku: 461 (Til andans stóru náðifest).
Prædikutekstur: Luk 16,19-31. Sálmur fyri prædiku: 464 Friðleysa sál á foldum her.
Hvítusunnudag í Eiðis kirkju. Lestur: Áps 2,1-11. Evangelium: Jóh 14,22-31.
Líkasum ápostlarnir eru eisini vit kallað til at kennast við frelsaran og hansara orð í øllum lívsins viðurskiftum. Prædikutekstir: Jóh 15,26-16,1-4.
4. sunnudag eftir páskir. Lestur: Ez 36,26-28. Evangelium: Jóh 16,5-15
Við Jesu uppreisn tendrast eitt ljós í myrkrinum - eitt ljós, sum skínur bjart fyri okkum og boðar okkum, at tað, sum Jesus gjørdi á krossinum á sinni, eisini er galdandi fyri okkum, sum hoyra Jesusi til í dag. (Prædika til 2. páskadag í kirkjuni við Norðskála. Lestur: Áps 10,34-41. Evangelium: Luk 24,13-35. Kórið Glymur sang).
Prædika til langa fríggjadag. Lestur: Jes 53. Evangelium: Luk 23,26-46.
Prædika til skírhósdag. Lestur: 2 Mós 12,1-11. Evangelium: Matt 26,17-30
Allur gleðiboðskapurin og øll okkara kristna vón avhongur av hesum, at Gud gjørdist menniskjafostur við Jesusi!
Tá ið vit eta lívsins breyð við at koma til Jesus - koma inn undir hansara orð - biðja til Jesus - koma til altars og fáa breyðið har og hoyra orðini: “Hetta er likam Jesu Krists”, tá eiga vit eisini lut í hansara lívi. Tá livir hansara lív í okkum, og tað er nakað, sum ongan enda fær, men sum varir við til ævigt lív!
Lestur: 1 Mós 3,1-19. Evangelium: Matt 4,1-11. Sálmur eftir prædiku: 400 (Javnt vit treingja til at biðja)
Í ár eru 1700 ár liðin, síðan Nikenska trúarjáttanin varð orðað á einum stórum kirkjufundi í Nikea, har ið dentur varð lagdur á, at Jesus er sannur Gud av sonnum Gudi, føddur, ikki skapaður, av somu veru sum Faðirin. Eisini í dag hevur kirkjan brúk fyri at verða mint á henda djúpa sannleikan: Jesus er sannur Gud!
Líkasum teir óttafullu lærusveinarnir, eru tað í dag eisini nógv menniskju, sum í yvirførdari merking eru stadd í lívsins illveðrið, har ið tey áhaldandi spyrja: Hví er óndskapur og líðing í hesum heimi og í mínum lívi? Hví skal eg verða raktur av hesum? Hví skulu míni kæru verða rakt av hesum?























