Discover
KvF 60 ár, útvarp

11 Episodes
Reverse
Axel Tórgarð, sum var fyrsti fyristøðumaður Útvarp Føroya, gjørdi millum 25-30 samrøður. Ofta við eldri fólk um lívið á landi og á sjógvi. Hann hevði eina samrøðu við Sonnu av Skarði í 1959, "Dagar í Føgrulíð", um fyrstu árini á Føroya Fólkaháskúla í Føgrulíð. Axel Tórgarð var fyristøðumaður í Útvarpinum frá 1957 til 1960.
Sigmund Poulsen, sum byrjaði sum journalistur í Útvarpi Føroya í 1978, var fyrst og fremst tíðindamaður. Men hann gørdi eisini nógvar sendingar millum ár og dag. Eitt nú hevði hann samrøður við listafólk, og gjørdi eina sendirøð um ymisk trúarsamfeløg í Føroyum.
Finnbogi Isaksen var útvarpsmaður í mong ár - frá fyrst í 1960-árunum til í 1974, tá hann fór at geva Tíðindablaðið út saman við útvarpsmanninum Árna Absalonsen. Eftir at teir góvust við Tíðindablaðnum, tí Finnbogi varð valdur til landsstýrismann í 1975, gjørdi hann kortini nógvar útvarpssendingar. Eitt nú mentasendingarnar Leikur og Lestur og Tilburðir í Okkara øld. Eisini týddi hann útlendskan skaldskap, sum hann las upp. Hann var góður eygleiðari og skrivaði til dømis áhugaverdar frásagnir úr New York og Pragh.
Øll árini, síðan Útvarp Føroya kom í oyra fyri 60 árum síðan, hevur útvarpið havt stóran týdning fyri útbreiðsluna av føroyskum og útlendskum tónleiki í Føroyum; og útvarpið hevur eyðsæð havt stóra ávirkan á, hvat føroyingar hava lurtað eftir og ikki. At myndin nú er nógv broytt, er lætt at staðfesta.
Hvønn týdning hevur Kringvarpið í dag fyri føroyskan tónleik og útbreiðsluna av tónleiki sum heild? Og hvussu megnar Kringvarpið "sum mentanarstovnur at miðla tónleik og skapa áhuga fyri føroyskum tónleiki", sum tað stendur í Public Service-sáttmálanum.
Edvard Nyholm Debes og Elin Brimheim Heinesen hava nógvar og fjølbroyttar royndir á føroyska tónleikapallinum, og Eyðfinn Jensen er tónleikasamskipari hjá Kringvarpinum.
Sendingin er millum tær elstu reportasjurnar hjá Kringvarpinum og er frá 1957. Niels Juel var ein túr við hvalabátinum, "Sumba", og sigur sera livandi frá, tá teir skjóta hvalin, og tí, sum annars fer fram.
Eftir eina kvotuskipan í eitt tíðarskeið varð ein fiskidagaskipan sett í gildi fyri føroyska fiskiflotan. Hon er í gildi enn. Helgi Jacobsen, sum arbeiddi á tíðindadeildini í útvarpinum í 17 ár, arbeiddi nógv við fiskivinnu og fiskivinnumálum sum journalistur. Hesa sendingina gjørdi Helgi Jacobsen beint áðrenn hann gavst í Kringvarpinum í 2006.
Í sendingini lesur Hans Thomsen upp yrkingar eftir Tummasi. Ólavur Michelsen, vinmaður, Tummasar, lesur upp eitt essay, hann hevur skrivað um vinmannin. Og Árni hevur samrøðu við Oskar Hermansson um Tummas og yrking hansara.
Ein sending við samrøðum og orðaskifti um Kringvarpið við serligum atliti at miðlinum sum ein savnandi megi.
Samrøður við starvsfólk, sum eru og hava verið ímyndin av útvarpinum og sjónvarpinum. Málsligi týdningurin, sum Kringvarpið hevur havt, er eisini til viðgerðar og týdningurin hjá Kringvarpinum sum ein savnandi eind í samfelagnum.
Gestir eru Gulla Øregaard, Georg L. Petersen, Jógvan Arge, Árni Gregersen, Jógvan í Lon Jacobsen, Eydna Skaale og Eyðun Andreassen.
Fyrsta sending í eini røð um hernaðarmálið í fimtiárunum, tá NATO sum liður í verju síni í kalda krígnum legði ætlanir um at byggja radarstøð á Sornfelli. Tá løgmaður, Petur Mohr Dam, kom aftur av samráðingarferð í Danmark, møtti honum stór mótvælisgonga á kaiini.
Gøtumaðurin Suni Jacobsen í Havn yrkti eitt ótal av V4-sangum, og hann minnist ógviliga væl ta fyrstu tíðina hjá Útvarpinum.
Katrin Dahl í Hoyvík minnist, at tíðindi um tey einstøku skipini høvdu serliga stóran týdning ta fyrstu tíðina, tí tá frættist annars einki frá skipum meðan tey vóru burtur. Og maðurin, Petur Dahl, sigur, at tá Útvarpið fór at senda kvøðuljómar, hvurvu fólk sum døgg fyri sól í túninum í Funningi.
Zacharias Wang í Hoyvík sigur frá einari stuttligari hending, tá Viderø prestur kom í útvarpsstovuna á Bryggjubakka at greiða frá fólkinum í Ungarn, sum savnað varð inn til eftir innrásina í Ungarn.
Arnbjørg Jacobsen á Glyvrum búði í Vágsbotni í 1957 og var sostatt granni hjá nýggja Útvarpinum á Bryggjubakka. Og hagani hevur hon ymisk góð minnir.
Nicolina Mikkelsen á Skála, vanliga nevnd Lítla, fór til Íslands at arbeiða fisk tann dagin Útvarpið sendi fyrstu ferð 6. februar 1957. Tað gloymir hon ongantíð.
Jógvan Nicodemussen á Sandi, vanliga nevndur Jógvan í Klingruni, var 10 ára gamal tá Útvarpið kom. Hann minnist serliga sendingarnar við mammubeiggjanum, Dánjali í Klingruni.
Hósdagin hittust umleið 20 fólk í Kringvarpinum, sum gjøgnum árini hava verið við til at gjørt barnaútvarp.
Morgunsendingin var við. Vit tosa við Jonnu F. Mortensen, Elin á Rógvi, Jógvan Arge og Bjørgfinn Nielsen.














