DiscoverKvF 60 ár, útvarp
KvF 60 ár, útvarp
Claim Ownership

KvF 60 ár, útvarp

Author: Kringvarp Føroya

Subscribed: 2Played: 5
Share

Description

6. februar 2017 vóru 60 ár liðin síðani útvarpið sendi fyrstu ferð. Kringvarpið heldur 60 ára stovningardagin í bæði útvarpi og sjónvarpi dagarnar og vikurnar eftir 6. februar.
11 Episodes
Reverse
Axel Tórgarð, sum var fyrsti fyristøðumaður Útvarp Føroya, gjørdi millum 25-30 samrøður. Ofta við eldri fólk um lívið á landi og á sjógvi. Hann hevði eina aðrasamrøðu við Sonnu av Skarði í 1959, Dagar í Føgrulíð, um fyrstu árini á Føroya Fólkaháskúla í Føgrulíð. Axel Tórgarð var fyristøðumaður í Útvarpinum frá 1957 til 1960.
Sigmund Poulsen, sum byrjaði sum journalistur í Útvarpi Føroya í 1978, var fyrst og fremst tíðindamaður. Men hann gørdi eisini nógvar sendingar millum ár og dag. Eitt nú hevði hann samrøður við listafólk, og gjørdi eina sendirøð um ymisk trúarsamfeløg í Føroyum.
Finnbogi Isaksen var útvarpsmaður í mong ár - frá fyrst í 1960-árunum til í 1974, tá hann fór at geva Tíðindablaðið út saman við útvarpsmanninum Árna Absalonsen. Eftir at teir góvust við Tíðindablaðnum, tí Finnbogi varð valdur til landsstýrismann í 1975, gjørdi hann kortini nógvar útvarpssendingar. Eitt nú mentasendingarnar Leikur og Lestur og Tilburðir í Okkara øld. Eisini týddi hann útlendskan skaldskap, sum hann las upp. Hann var góður eygleiðari og skrivaði til dømis áhugaverdar frásagnir úr New York og Pragh.
Øll árini, síðan Útvarp Føroya kom í oyra fyri 60 árum síðan, hevur útvarpið havt stóran týdning fyri útbreiðsluna av føroyskum og útlendskum tónleiki í Føroyum; og útvarpið hevur eyðsæð havt stóra ávirkan á, hvat føroyingar hava lurtað eftir og ikki. At myndin nú er nógv broytt, er lætt at staðfesta. Hvønn týdning hevur Kringvarpið í dag fyri føroyskan tónleik og útbreiðsluna av tónleiki sum heild? Og hvussu megnar Kringvarpið "sum mentanarstovnur at miðla tónleik og skapa áhuga fyri føroyskum tónleiki", sum tað stendur í Public Service-sáttmálanum.
Sendingin er millum tær elstu reportasjurnar hjá Kringvarpinum og er frá 1957. Niels Juel var ein túr við hvalabátinum, Sumba, og sigur sera livandi frá, tá teir skjóta hvalin, og tí sum annars fer fram
Eftir eina kvotuskipan í eitt tíðarskeið varð ein fiskidagaskipan sett í gildi fyri føroyska fiskiflotan. Hon er í gildi enn. Helgi Jacobsen, sum arbeiddi á tíðindadeildini í útvarpinum í 17 ár, arbeiddi nógv við fiskivinnu og fiskivinnumálum sum journalistur. Hesa sendingina gjørdi hann, stutt undan hann gavst í Kringvarpinum í 2006.
Í sendingini lesur Hans Thomsen upp yrkingar eftir Tummasi. Ólavur Michelsen, vinmaður, Tummasar, lesur upp eitt essay, hann hevur skrivað um vinmannin. Og Árni hevur samrøðu við Oskar Hermansson um Tummas og yrking hansara.
Ein sending við samrøðum og orðaskifti um Kringvarpið við serligum atliti at miðlinum sum ein savnandi megi. Samrøður við starvsfólk, sum eru og hava verið ímyndin av útvarpinum og sjónvarpinum. Málsligi týdningurin, sum Kringvarpið hevur havt, er eisini til viðgerðar og týdningurin hjá Kringvarpinum sum ein savnandi eind í samfelagnum. Gestir eru Gulla Øregaard, Georg L. Petersen, Jógvan Arge, Árni Gregersen, Jógvan í Lon Jacobsen, Eydna Skaale og Eyðun Andreassen.
Fyrsta sending í eini røð um hernaðarmálið í fimtiárunum, tá NATO sum liður í verju síni í kalda krígnum legði ætlanir um at byggja radarstøð á Sornfelli. Tá løgmaður, Petur Mohr Dam, kom aftur av samráðingarferð í Danmark, møtti honum stór mótvælisgonga á kaiini.
Gøtumaðurin Suni Jacobsen í Havn yrkti eitt ótal av V4-sangum, og hann minnist ógviliga væl ta fyrstu tíðina hjá Útvarpinum. Katrin Dahl í Hoyvík minnist, at tíðindi um tey einstøku skipini høvdu serliga stóran týdning ta fyrstu tíðina, tí tá frættist annars einki frá skipum meðan tey vóru burtur. Og maðurin, Petur Dahl, sigur, at tá Útvarpið fór at senda kvøðuljómar, hvurvu fólk sum døgg fyri sól í túninum í Funningi.
Hósdagin hittust umleið 20 fólk í Kringvarpinum, sum gjøgnum árini hava verið við til  at gjørt barnaútvarp. Morgunsendingin var við. Vit tosa við Jonnu F. Mortensen, Elin á Rógvi, Jógvan Arge og Bjørgfinn Nielsen.
Comments 
Download from Google Play
Download from App Store