Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21. 

LEITISSTEIN 24.10.2025 (Stanley Samuelsen)

Stanley Samuelsen er ein livandi legenda, og hann er enn sera virkin, hóast heilsan er farin at bila, nú hann táttar í tey 75 árini. Stanley hevur fingið staðfest alzheimers, men tað heldur honum ikki aftur. Herfyri gav hann út plátuna "Sólskin", samstundis sum hansara ævisøga, ið Hilmar Jan Hansen hevur skrivað saman við Stanley, eisini kom út. Í hesum sambandi var Stanley í Føroyum og spældi konsertir, og tá komu hann og konan, Merete Messmann", eisini á gátt í LEITISSTEIN.

10-24
01:59:02

LEITISSTEIN 17.10.2025 (Maria Guttesen)

Í 2004 útgav føroyskt-danski bólkurin Divided Minds einkarfløguna "The Last Night". Nú, 21 ár seinni, endurútgevur bólkurin útgávuna á vinyl. "Vit vóru ikki heilt nøgd við máta, ið fløgan bleiv útgivin uppá, so vit hildu, at tað var upplagt at mastra hana av nýggjum og geva hana út á vinyl, so nýggj ættarlið kunnu njóta hana," sigur Maria Guttesen, oddakvinna í dividedminds'25, sum er gestur í sendingini.

10-17
01:58:44

LEITISSTEIN 10.10.2025 (Martin Joensen)

"Morgun", "Ró", "Svarti ravnur". Perlurøðin av sangum, ið eru sprottin úr hond Martins Joensen, er long. Fleiri av hesum sangum eru vorðin fólkaogn. Og sangir koma framvegis frá Martini, hóast heilsan seinnu árini hevur verið avbjóðað. Martin Joensen er gestur í sendingini. Vertur: Uni Leitisstein Hansen

10-10
02:00:31

LEITISSTEIN 03.10.2025 (Døgg Nónsgjógv)

Mikudagin 27. august gav Døgg Nónsgjógv út heildarútgávuna "Livandi" við 11 sangum, sum varpa ljós á vaksnamannakærleika í øllum sínum avbrigdi - tað góða, tað keðiliga, tað harða og tað besta. Útgávan er serlig á tann hátt, at hon er ein tulking av kærleikssøguni hjá foreldrunum. "Eg havi altíð verið hugtikin av, hvussu kærleiki kann síggjast bæði sum ein styrki og ein avbjóðing. Foreldur míni hava givið mær eina søgu, sum er bæði stórsligin og nærverandi, og tí ynskti eg at geva mær sjálvari ta avbjóðing at tulka kærleikan," sigur Døgg Nónsgjógv.

10-03
01:59:16

LEITISSTEIN 26.09.2025

Nýggjur tónleikur frá kendum nøvnum sum The Black Keys, Garbage, Counting Crows og Suede, men eisini frá ókendari, men ikki minni spikahamrandi feitum nøvnum sum Hermanos Gutiérrez, Role Model, Lucius, Atmosphere og Lady Blackbird.

09-26
02:00:45

LEITISSTEIN 19.09.2025 (Astrid Samuelsen)

Astrid Samuelsen er fødd og uppvaksin í Danmark. Men takið ikki feil. Astrid er eisini úr góðum føroyskum bergi brotin. Pápi hennara eru fólkakæri føroyski sangarin og sangskrivarin Stanley Samuelsen. "Who Do You Pray For" kallast debut-soloplátan hjá Astrid, ið var eitt kent navn í indie-umhvørvinum í Danmark í nullunum og tíggjunum við rokkbólkunum sum Deadpan Interference og De Underjordiske.

09-19
02:00:00

LEITISSTEIN 12.09.2025 (Á ovastalofti hjá Hervør Sabinu)

Fyrst bað hon okkum um at "Yppa øksl". Og nú bjóðar hon okkum við upp á "Ovastaloft", har hon hevur eina "5 liturs spann" og dansar í berum bibbum. Hervør Sabina á Torkilsheyggi er gestur í Leitisstein LIVE, og við sær hevur hon sína debutfløgu "Ovastaloft" og Benjamin Djurhuus, framleiðara.

09-12
01:59:38

LEITISSTEIN 05.09.2025 (Förist 20 ár)

Í 2005 var eitt krútsterkt ár fyri útgávur. "A Place To Stand On" hjá Deja Vu, "Viva La Republica" hjá 200, "Can't Erase It" hjá Lenu Anderssen og "Morning Dew" hjá Høgna Lisberg komu allar út í 2005. Millum útgávurnar var eisini onnur heildarútgávan hjá ungu havnarbólkinum Páll Finni Páll. Tað vil siga, at tað í ár eru 20 ára síðani sangir sum "Herbergið", "Dýr tíð", "Grannin" og "Fari mín egna veg" komu út, og dagurin verður feiraður saman við Páll Odduri Rubeksen og Finni Koba.

09-05
01:59:35

LEITISSTEIN 28.05.2025 (Alias Filip Morera Mortensen)

Alias Morera eitur nýggja tónleikaverkætlanin hjá Filip Mortensen úr Havn, ið flestir føroyingar kenna frá bólkum sum The Ghost, The Story Ends, Lover Lover og Lady Fire. Eftir átta ár í útlegd í Danmark, er Filip fluttur heimaftur til Føroya, og við sær heim hevur hann dugnaligu unnustuna Saruh Christensen og tónleikaverkætlanina Alias Morera, ið tey bæði hava saman. Njótið popptónleikin, ið er í heimsflokki.

05-28
02:00:57

LEITISSTEIN 20.05.2025 (FRUM)

Føroyska tónlistakvinnan FRUM gevur út sítt nýggjasta verk Whirlpool 23. mai. Talan er um eina plátu, ið roynir at fanga tær ævigu, snúandi rørslurnar í lívinum og alheiminum og umseta tær til ljóð. Jenny Augustudóttir Kragesteen, ið er kvinnan handan FRUM, er gestur í sendingini.

05-20
01:58:25

LEITISSTEIN 13.05.2025 (Lyon Hansen)

"Skull-sized Kingdom" eitur nýggja plátan hjá Lyon Hansen. Hetta er hansara onnur heildarútgáva. Lyon er gestur í sendingini, har práta verður um plátna og sangirnar, meðan øll plátan verður spæld úr enda í annan.

05-13
01:58:49

LEITISSTEIN 06.05.2025 (Høgni Lisberg og G! 2025)

40 tónlistanøvn vera á skránni, tá G! festivalurin verður í Syðrugøtu í summar. Høgni Lisberg, ið var við til at stovna G! festivalin sum limur í Clickhaze, og sum nú er tónleikastjóri hjá G! festivalinum, er gestur í sendingini, har hann velur tónlistarligt gull burtur úr rúgvuni av nøvnum, sum verða at hoyra á G!

05-07
02:03:54

LEITISSTEIN 29.04.2025

Veitst tú av, at Bruce Springsteen hevur verið í sínari tónlistarligu skattakistu og funnið sjey plátur, sum hava ligið og savna støv frá 90unum, sum hann ætlar at geva út? Hetta og nógv annað spikahamrandi feitt kanst tú hoyra um í sendingini, sum er á tremur við nýggjum, feitum, fjøltáttaðum og formativur tónleikuir í sendingin.

04-30
02:04:41

LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)

"A Place to Stand On" bleiv kosin ársins fløga í 2005 av lesarunum hjá Dimmalætting. Nú 20 ár seinni verður útgávan hátíðarhildin við at geva hana út sum plátu. Í tí sambandi eru Líggjas Olsen, Flóvin Viderø, Rógvi Rasmussen og Rúni Højgaard gestir í sendingini, har øll plátan verður spæld. Teir fýra hava eisini verið uppi á ovasta lofti og funnið okkurt forkunnigt frá fyrstu tíðini hjá Deja Vu, sum teir hava tikið við sær.

04-22
01:59:55

LEITISSTEIN 15.04.25

Feitur, fjøltáttaður og formativur tónleikur í sendingini, sum allur er nýggjur.

04-16
02:02:07

LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)

Sendingin er ein hugfarslig ferð inn í sermerkta tónleika-alheimin hjá avant garde duo'ini Hettarher, ið er bæði klassiska, rútmiska og elektroniska um somu leið. Menninir handan Hettarher eru Torleik Mortensen og Andreas Tykjær Restorff, og teir hava úr at gera, tí umframt nýggju plátuna "Føroyar", so hava teir eisini gjørt filmstónleikin til nýggja føroyska filmin "Seinasta paradís á jørð" hjá Sakarisi Stórá.

04-08
02:01:22

LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)

Blátt Gras hevur júst útgivið sína triðju plátu, ið eitur "Veðurmaðurin". Í sambandi við útgávuna eru Terje Johannesen, Richard H. Johansen, Jóhan Mikkelsen, Jarnhold Nattestad og Bjartur Fonsdal Johannesen í útvarpsstovuni og greiða frá um plátuna og serliga bólkin, Blátt Gras. Talan er um eina sera hugfarsliga sending. Uni Leitisstein leggur til rættis.

04-01
02:00:52

LEITISSTEIN 23.03.2025 (Benjamin Rajani)

"Tá hvørt ljós líkist tær" eitur fyrsta heildarútgávan hjá Benjamin Rajani, sum er gestur í sendingini, har plátan eisini verður frumspæld.

03-25
02:09:14

LEITISSTEIN 18.03.2025 (FMA 2025)

Fimm plátur eru í uppskoti til at vinna FMA-heiðurin sum ársins útgávan. "State of the Land" hjá Lena Anderssen, "Enn" hjá Eivør, "Mens Guds hond er sterk" hjá Hamferð, "Ratking" hjá Brimheim og "Seinferð" hjá Leu Kampmann. Felags fyri allar fimm er, at tær eru allar umrøddar í LEITISSTEIN. Sendingin er ognað hesum plátum og øðrum, ið eru í uppskoti at vinna aðrar FMA-heiðrar.

03-18
01:59:20

LEITISSTEIN 11.03.2025

LEITISSTEIN koyrir tað heim solo í sendingini, og spælir nýggja og spikahamrandi feitan tónleik við Sam Feder, Lucius, Leon Bridges, James Blake og øðrum.

03-12
02:00:41

Recommend Channels