Mælt
Claim Ownership

Mælt

Author: Kringvarp Føroya

Subscribed: 1Played: 15
Share

Description

Savnssending

Hvørt fríggjakvøld í vár er nýggja sjónvarssendingini mælt á skránni. Sendingin snarar rundanum lyklaorðini gaman, álvara og aktualitet.

Við gestum, innsløgum, kjaki, matgerð og tónleiki skal sendingin taka samanum farnu vikuna í einum løttum tóna í einum hugnaligum og áhugaverdum umhvørvi.

 

Vertur: Høgni í Jákupsstovu

Redaktørur: Høgni í Jákupsstovu

Ábyrgdarhavandi: Solby Christiansdóttir, solby@kvf.fo 
3 Episodes
Reverse
Í MÆLT hesuferð eru gestirnir Jón Bjarnason, svimjivenjari, og Edward Fuglø, listamaður. Tónleikapartinum stendur Guðrið Hansdóttir fyri, og so eru tveir ølsmakkarar í sjónvarpsstovuni og royna nýggju sterku sløgini av øli hjá Okkara og Føroya Bjór. Matpartinum standa Jóhanna á Tjaldrafløtti og Tórður Mikkelsen fyri - á matskránni hesuferð er høsnakjøtsuppa, og uppskriftina sært tú her.
Uppskriftin til súreplakøkuna, ið varð gjørd í sendingini, sæst her.
Tey komandi fríggjakvøldini er nýggja sjónvarpssendingin "Mælt" á skránni í Kringvarpinum. Sendingarnar verða pallurin, har forkunnugir gestir vitja. Útvarpshøllin, ið er karmur um sendingarnar, verður eisini staðið, har minnisverdir tónleikarar síggjast.Í fyrstu "Mælt"-sendingini varð eisini gjørdur matur. Uppskriftirnar til matin, ið varð gjørdur í fyrstu sendingini í røðini, eru at finna her
Comments 
Download from Google Play
Download from App Store