DiscoverRadarin
Radarin
Claim Ownership

Radarin

Author: Kringvarp Føroya

Subscribed: 21Played: 677
Share

Description

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.

Sendingin var á skrá einaferð um vikuna. 
50 Episodes
Reverse
Prát við politisk ungmannafeløg um ungmannapolitiskt virksemi. Luttakarar: Unga Sjálvstýri: Heri Danielsen Unga Sambandið: Linnéa L. Petersen HuXa: Beinir Johannesen Unga Tjóðveldi: Hervør Pálsdóttir Sosialistik Ung: Barbara G. Apol Framsøkin Ung: Bjarni K. Petersen. Eisini er viðgerð av politisku støðuni. Luttakarar eru Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Bjarni Djurholm.
Luttakarar: Frá vinstru á myndini: Unga Tjóðveldi - Hervør Pálsdóttir Ungmannfelagið Samband - Linnéa L. Petersen Framsøkin Ung - Bjarni Kárason Petersen Sosialistik Ung - Barbara Gaardlykke Apol HuXa - Beinir Johannesen Unga Sjálvstýri - Heri Danielsen
Hoyr sendingina her.
Bretland hevur sama búskaparliga týdning sum 20 av teimum smærru limunum í ES, so tað er greitt, at tað fær avleiðingar fyri ES at missa ein so stóran búskap í samstarvinum, sigur føroyska sendikvinnan í Brússel. Tað verður ikki friður í Bretlandi fyrr enn Bretland er farið úr ES. Dregur Bretland í land nú, fer hendan ósemjan um limaskap at prutla undir lokinum í ævir, metir landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen. Hoyr eisini føroyska sendimannin í London, Áka Johansen, Hallu Nolsøe Poulsen, forkvinnu í brexit-bólkinum og Regin Berg, stjórnmálafrøðing, viðgera brexit-støðuna í Radaranum.
Valfepurin er so smátt farin at gera um seg, og politisku flokkarnir eru byrjaðir at markera seg til tey bæði valini, sum eru fyri framman. Føroyingar skulu á val tvær ferðir í ár og nógv bendir á, at fyrru ferð krossurin skal setast verður á fólkatingsvalinum, sum skal vera í seinasta lagi 17 juni. Men fólkatingsvalið verður av nógvum mett at hava avmarkaðan týdning, og flokkarnir brúka munandi minni orku til valstríð til fólkatingið í mun til løgtingið. Valluttøkan er eisini munandi lægri til fólkatingsvalið enn til løgtingsvalið. Men hvussu er gerandisdagurin á Christiansborg, og hví hava føroyingar tvey umboð? Fólkatingslimir hava munandi fleiri pengar at arbeiða við enn løgtingslimir. Men hvønn týdning hevur hetta fyri politikkin og fólkaræði? Hetta er nakað av tí, sum veður viðgjørt í Radaranum hesuferð. Elin Mirjamsdóttir leggur tilrættis.
Radarin: Føroyabanki

Radarin: Føroyabanki

2019-03-1343:21

Vit fara í hesi sending at viðgera Føroyabanka úr ymsum sjónarhornum. Hvat er tað sum ger hann serligan? Hví er hann stongdur? Hví er toskastovnurin serligur? Skal Føroyabanki latast upp aftur til vinnuligan fiskiskap? Tað eru nakrir av spurningunum, sum eg farið at seta fólki, sum hvat tey tosa um. Luttakarar í sendingini eru Eyðfinn Magnussen, Petur Steingrund, Tórbjørn Jacobsen, Høgni Hoydal, Eyðstein Poulsen og Jóhan Mortensen.
Útlátið av vakstrarhusgassi frá akførum í Føroyum setir met og dálkar nú næstan líka illa sum samlaða el- og hitaframleiðslan í landinum. Av meira enn 25.000 privatbilum eru bara 115 el-bilar, av 104 hýruvognum koyrir bara ein við streymi, og eingin el-bussur er í landinum. Volvo boðaði í síðstu viku frá, at tey ikki longur fara at framleiða diesel-bussar, og so útsetti Heðin Mortensen, landsstýrismaður útbjóðingina av Bygdaleiðum, sum nú skulu hava umhvørvisatlit við í síni skipan. Og í Tórshavnar kommunu skulu býarbussarnir eisini skjótt skiftast út, kanska við el-bussar, sigur Annika Olsen, borgarstjóri. Roskilde kommuna fer í næsta mánað undir spildurnýggja býarbuss-skipan, sum bara brúkar el. Ivan Hyllested Pedersen, vegstjóri sigur, at teirra nýggju bussar, 20 í tali, bara skulu løðast um næturnar, og at nýggja skipanin ikki kostar meira enn tann gamla diesel-skipanin. Luttakarar: Sigmund Signarson, nevndarformaður í P/F AUTO Ivan Hyllested Pedersen, vegstjóri í Roskilde kommunu Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Terji Nielsen, verkfrøðingur og menningarleiðari á SEV Lagt tilrættis: Brynhild Thomsen
Hann var ávegis í nógv ár, Sandoyartunnilin. Men leingi var tað bara tos og ofta eisini politiskt rok. Hann var ofta havdur á munni, men fekk ikki tað politisku rafestingina, sum skuldi til og so datt málið burtur aftur. Inntil 2014. Tá bragdaði. Tá funnu politisku flokkarnir eina semju millum sín, og settu Sandoyartunnilin á skrá. Men tað var í kjalarvørrinum av einum øðrum tunnilsmálið, málið um tunnilin undir Tangafjørð ella Eysturoyartunnilin, ið gjørdi tað, at Sandoyartunnilin eisini gjørdist veruleiki. Eftir nógva rokið um Eysturoyartunnilin, hvørt hann skuldi gerast og í hvørjum líki hann skuldi gerast, alment ella privat, endaði tað við, at ein samlað politisk skipan valdi at gera eina løgtingslóg um at stovna eitt partafelag, ið skuldi gera báðar tunlarnar: bæði tann undir Tangafjørð og tann undir Skopunarfjørð. Tað var tann áttanda apríl í 2014, at málið var samtykt Fyrsta skotið er latið av fyri Sandoyartunnlinum og báðu megin er arbeiðið farið í gongd.  Tað hevur við eitt størri bjartskygni í oynni og vónin er nú, at fólkatalið í oynni, sum hevur lækka í nógv ár, nú fer at venda. Luttakarar í sendingini eru: Gerhard Lognberg, Brandur Sandoy, Brynhild Sørensen, Tordis Kristina á Rógvi, Hans Jákup Mikkelsen og Karl Vidtfeldt.
1481 hús standa tóm í Føroyum, vísa tøl hjá Kommunufelagnum. Á Sandi standa 77 av 270 húsum tóm, og tað merkist fíggjarliga hjá kommununi. Lurta eftir sendingini Radarin.
Á fimta sinni hevur veðurlagsverkfall verið uttan fyri løgtingshúsini í Havn, har FNU, átakið Ringrás, Reyði Krossur Føroya og trý politisk ungmannafeløg krevja, at stig verða tikin fyri at tálma vaksandi útlátinum av vakstrarhúsgassum, sum elva til støðugt meira oyðileggjandi veðurlagsbroytingar. Innanfyri eru teir sjey politisku flokkarnir so smátt farnir undir sítt valstríð, og allir siga seg vilja ganga ta grønu kósina, men teir vilja samstundis sleppa at leita, finna, bora og selja føroyska olju. Hvussu hongur tað saman? Luttakarar: Elsa Berg, átakið Ringrás Martin á Fløðhamri, Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag Jóannes Eidesgaard, Reyði Krossur Føroya Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og tinglimur fyri Tjóðveldi Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum Poul Michelsen, formaður fyri Framsókn og landsstýrismaður í oljumálum Lagt tilrættis Brynhild Thomsen
Nógv hevur verið tosað um, at ábyrgdarbýtið er ógreitt, tá tað kemur til almennar byggingar, og nú verður tað broytt, sigur løgmaður. Radarin í dag snýr seg um Glasir, um risa eykarokningarnar og um hvat gekk galið frá byrjan. Eisini tosa vit við løgmann um eftirlitið við byggjarínum.
Tað er ikki í lagi, at føroysku pensjónsfeløgini fáa verri avkast enn tey donsku. Heldur hetta fram, mugu við umhugsa at lata meira upp fyri kapping, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Ein kanning hjá Tryggingareftirlitinum avdúkar, at íløguavkastið í donskum pensjóns- og tryggingarfeløgum er nógv størri enn í teimum føroysku. Hetta kann fáa týdning fyri tað, sum fólk fáa útgoldið við pensjónsaldur, sigur Jógvan Thomsen, stjóri í Tryggingareftirlitinum. Eftirlitið fer nú at kanna onnur viðurskifti hjá feløgunum, millum annað umsitingarkostnaðin. Nógv viðurskifti hava darvað virkseminum hjá føroysku pensjónsfeløgunum, millum annað forskattingin av pensjónum, sigur stjórin hjá LÍV, Jan Jakobsen. Tíðarskeiðið, sum kanningin fevnir um, er ov stutt og gevur ikki eina rættvísandi mynd, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum hevur pensjónir og eftirløn í LÍV. Felagið eigur eisini part av felagnum. Føroyingar eiga sjálvir at avgera, hvar teir hava sínar pensjónir, halda Kim Hansen, tryggingarráðgevi, og Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóri í BankNordik. Tann rættin hava føroyingar ikki í dag, tí lógin ásetur, at pensjónin skal sparast upp í Føroyum. Radarin viðger, hví føroysk pensjónsfeløg hava verri íløguavkast enn tey donsku, og hví føroyinar skulu noyðast at spara upp, har avkastið er verri.
Hvat er politiskt eftirlit og hvat er rættarligt eftirlit við landsstýrinum? Tann spurningin seta vit í Radaranum hesaferð. Eisini hyggja vit nærri at lógini um ábyrgd landsstýrisins saman við løgfrøðingi. Lógin er næstan 23 ára gomulm, men ongantíð brúkt. Eisini greina vit politisku støðuna saman við Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariassen.
Tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki, at fólk á smáplássum ikki kunnu atkvøða í loyndum. Tað sigur Sambandsflokkurin, sum tvær ferðir hevur lagt uppskot fram um at telja smáplássini saman við størri valstøðum. Ein meirluti í løgtinginum mælir tó frá at broyta skipanina Er tað ein trupulleiki fyri fólkaræði í Føroyum, at atkvøðugreiðslan á fleiri valstøðan er meir ella minnið almenn? Luttakar í sendingini eru Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, Ingolf S. Olsen úr Tjóðveldi, Hallbera West PhD, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna og Hilmar Høgenni, deildarleiðari í Heilsu- og Innlendismálaráðnum. Eisini verður ein samrøða við danan Henning Mortensen, sum er serfrøðingur í persónsdatavernd. Hann var í Føroyum í fjør og hevði ein fyrilestur um evnið. Rógvi Olavson gjørdi eina samrøðu við hann.
Hvussu er støði á politiska kjakinum, hvussu grundgeva politikarar og hvørjum skulu veljarar serliga ansa eftir í einum komandi valstríði? Eydna Skaale, retorikari, Jógvan Hansen, heimspekingur, og Asta Hansen, politiskt samskiftisfólk, greina politiska orðaskiftið kvøldið fyri seinasta val. Rógvi Olavson leggur til rættis.
Tað er so nógv órógv í bygninginum, at næmingar eru troyttir og orka ikki at gera skúlating, tá teir koma heim. Tað siga bæði einstakir næmingar, sum útvarpið tosar við í hesum Radaranum og formaðurin í næmingaráðnum.  Larmur frá "atrium" ella felagsrúminum órógvar so illa, at tað er ringt at hugsavna seg í undirvísingini. Haraftrat hoyrist so væl millum skúlastovurnar, at næmingarnir mugu hugsavna seg um ikki at lurta eftir læraranum í grannastovuni. So eru tað hubbarnir, har undirvísing í fleiri fakum eru í senn. Hetta er umstøður sum føra til at næmingarnir eru so móðir tá teir koma heim, at teir ikki orka at gera skúlating, siga næmingar á Glasi. Aftrat tí koma allir manglarnir í skúlanum - takið, sum larmar, tá tað regnar, hurðar sum ikki kunnu latast aftur, ventilatión, sum ikki riggar, hitaskipan, sum ikki riggar og so framvegis. Fleiri av hesum viðurskiftum mugu nú bíða eina tíð aftrat áðrenn tey kunnu bøtast um, tí løgtingið samtykti í dag, at beina uppskotið um eykajáttan til Glasir aftur í nevnd. Løgtingið hevur í allan dag viðgjørt eykajáttanaruppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, eftir at meirilutini í fíggjarnevndini avgjørdi at geva skúlanum eina meirjáttan upp á 28,4 milliónir. Málið varð beint aftur í nevnd, tí man vildi bíða eftir kanningini hjá Samferðslumálaráðnum av Landsverki, og tí semja ikki er um, hvussu eykajáttanin skal stýrast. Hvør hevur ábyrgdina av byggjarínum var tað sum setti sín dám á tingfundin, tí landsstýrið sigur at tað er ógreitt. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og tingmaður fyri Tjóðveldi, sum er partur av samgonguni segði millum annað, at eingin ivi er um, at tað er landsstýriskvinnan í mentamálum. Men ábyrgdarøkið er fløkt, og skipanin eigur at verða broytt, sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum í 90'unum var við til at smíðja stýriskipanina, sum staðfestir ábyrgd landstýrismanna. Tað er alt ov torført at staðfesta ábyrgd, tá játtanin liggur í Mentamálaráðnum men Samferðslumálaráðið varðar av Landsverki, sum stendir fyri byggingini. Landsstýriskvinnan hevur ikki heimild til eitt nú at koyra stjóran í Landsverki, um hon er óngød, og tað er ein trupulleiki við skipanini, sigur hann.  Ein trupulleiki sum ikki bara ger seg galdandi í sambandi við Glasir, men eisini allar aðrar almennar verkætlanir, sum Landsverk stendir fyri. Til dømis nýggja landssjúkrahúsbygningin fyri hálva milliard, sum Sirið Stenberg, landstýriskvinna í heilsumálum varðar av.
Hoyr sendingina her
Ongin gransking í Føroyum vísir langtíðaravleiðingarnar av aling á føroysku firðunum. Botnkanningar og djóralívskanningar, sum verða gjørdar í dag, eru alt ov avmarkaðar, og tí vita vit ov lítið um, hvørja avleiðing alingin hevur fyri umhvørvi og djóralív upp á longri sikt. Tað sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard. Hann heldur, at við verandi tøkni er neyvan gjørligt at alivinnan kann vaksa meira í Føroyum uttan at gera seg inn á umhvørvið. Einasta loysnin er at flyta alingina út á meira harðbalin øki. Alivinnan roynir støðugt at sleppa longur út á streymasjógv fyri at minka um árinið á firðirnar, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna. Vit skulu duga betri at brúka fyrivarnisregluna, har ivamál um dálking koma umhvørvinum til góðar, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Sirið Stenberg. Hoyr Eilif Gaard, Atla Gregersen og Sirið Gregersen kjakast um alivinnu og umhvørvi í Radaranum.
Radarin: Trump og EIK

Radarin: Trump og EIK

2018-11-0746:52

Amerikanska miðskeiðisvalið hevur verið eitt val um Trump - men vann hann ella tapti hann? Tað umrøða Tóri Højgaard og Sjúrður Skaale í dagsins Radara. Vanliga er ikki stórur áhugi fyri amerikanska miðskeiðisvalinum, men amerikanski veljarin er vaknaður - bæði tann, sum vil hava Trump, og tann sum ikki vil hava hann. Valluttøkan er nógv hægri- møguliga 20 prosent hægri - enn hon var seinast miðskeiðisval var. Trump misti Umbosmannatingið, men tað er ikki óvanligt til miðskeiðisvalið - hetta er ein skipan, sum kann vera sera avmarkandi fyri amerikanska forsetan, siga teir báðir, Sjúrður Skaale og Tóri Højgaard. EIK: Dómur er fallin í sakarmálinum millum Fíggjarligt Støðufesti og EiK Danmark. Men enn koyrir sakarmálið ímóti føroyska Eik-bankannum. Gevur frídømingin av leiðsluni í EIK Danmark nakra ábending um, hvussu úrskurðurin í málinum móti føroyska móðurbankanum verður? Og hvat kann man loyva sær í fíggjarheiminum í dag - hvussu eru reglurnar herdar? Tað verður millum annað viðgjørt í seinnu helvt av hesum Radaranum.
Í Radaranum hesaferð verður hugt at Betri Samtakinum og hvørjar avbjóðingar samtakið hevur. Tað hevur verið torført at finna ein stjóra at leiða samtakið, eins og tað hevur verið rumbul kring nevndirnar eisini. Fyrrverandi nevndarlimurin Kim Hansen gevur sína meting av hvørjar avbjóðingar samtakið hevur. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, sigur frá sínum ætlanum, ið hann hevði við samtakinum. Hann ætlaði at skilja tað sundur við lóg, men tað bar ikki til. Nú vil hann heldur herða eftirlitið. Vit hyggja eisini politisku støðuni saman við Jóannesi Eidesgaard, Georg L. Petersen og Heðin Zachariassen. Tað hevur veri rok í samgonguni seinastu dagarnar, serliga síðan Framsókn legði fram uppskot um at útseta skiftið frá fiskidøgum til kvotur, hóast landsstýrismaðurin arbeiðir við uppskoti um júst tað í løtuni.
loading
Comments