Felagskenslan og trúfestið er viknað Tað halda tveir av veteranunum í føroyskum fótbólti, Poul Michelsen og Heri Nolsøe. Teir ásanna kortini, at pengafótbólurin er komin fyri at vera í Føroyum. Poul og Heri hugleiddu um broytingarnar í føroyskum fótbólti seinnu árini í Summarmorgni í morgun. Er allur framburður góður? Ella er vandi í hvørjari vælferð? Hjá teimum, sum yngri eru, man ikki vera lætt at ætla um, hvussu stórur munurin er á fótbólti nú og fyri hálvthundrað árum síðani. Fyri fjøruti árum síðani varð spælt á grúsvøllum. Vit høvdu einki sersamband fyri fótbólt, og tí ongan limaskap í altjóða samgongunum. Europa Cup var fyri hinar. Og landsdystir vórðu ikki spældir móti øðrum londum uttan onkur hendinga dystur móti íslendingum ella hetlendingum. Og peningur millum felag og spælarar var eingin. Sjónvarp og internet var ikki komið, útlendskur fótbóltur sást tí ikki uttan tá ið okkurt hissini fremmant lið hendingaferð vitjaði í Føroyum. Nógv er tí broytt hesi árini. Tveir, sum vóru frammarlaga í føroyskum fótbólti fyri á leið fimti árum síðani, men framvegis fylgja væl við í tí, sum fer fram í dag, siga seg kortini bara hava góð minnir frá føroyskum fótbólti í 60- og 70-árunum. Poul Michelsen, sum nú er 81 ár, gavst sum fótbóltsspælari í 1972. Hann gjørdist tá formaður í fótbóltsdeild ÍSF´s, og gekk undan í fyrstu royndunum at vinna Føroyum limaskap í altjóða fótbóltssamgongunum. Heri Nolsøe, sum nú er 75 ár, spældi til 1979. Hann var ein av bestu spælarum í føroyskum fótbólti í síni tíð.
Teir ásanna kortini, at pengafótbólurin er komin fyri at vera í Føroyum. Poul og Heri hugleiddu um broytingarnar í føroyskum fótbólti seinnu árini í Summarmorgni í morgun. Er allur framburður góður? Ella er vandi í hvørjari vælferð? Hjá teimum, sum yngri eru, man ikki vera lætt at ætla um, hvussu stórur munurin er á fótbólti nú og fyri hálvthundrað árum síðani. Fyri fjøruti árum síðani varð spælt á grúsvøllum. Vit høvdu einki sersamband fyri fótbólt, og tí ongan limaskap í altjóða samgongunum. Europa Cup var fyri hinar. Og landsdystir vórðu ikki spældir móti øðrum londum uttan onkur hendinga dystur móti íslendingum ella hetlendingum. Og peningur millum felag og spælarar var eingin. Sjónvarp og internet var ikki komið, útlendskur fótbóltur sást tí ikki uttan tá ið okkurt hissini fremmant lið hendingaferð vitjaði í Føroyum. Nógv er tí broytt hesi árini. Tveir, sum vóru frammarlaga í føroyskum fótbólti fyri á leið fimti árum síðani, men framvegis fylgja væl við í tí, sum fer fram í dag, siga seg kortini bara hava góð minnir frá føroyskum fótbólti í 60- og 70-árunum. Poul Michelsen, sum nú er 81 ár, gavst sum fótbóltsspælari í 1972. Hann gjørdist tá formaður í fótbóltsdeild ÍSF´s, og gekk undan í fyrstu royndunum at vinna Føroyum limaskap í altjóða fótbóltssamgongunum. Heri Nolsøe, sum nú er 75 ár, spældi til 1979. Hann var ein av bestu spælarum í føroyskum fótbólti í síni tíð.
Gestir eru: Rani Nolsøe, Martin Joensen, Hans Andrias Jacobsen, Eivør Pálsdóttir og Jógvan Isaksen. Vertir eru: Svend Danielsen og Ingi Rasmussen
Gestir hesa ferð vóru: Sebastian Lau Nielsen, Heidi Johansen, Birita L. Jóansdóttir og Teitur Lassen. Vertirnir vóru: Ingi Rasmussen og Svend Danielsen.
Skálvíkskampin skipar fyri kampingtreffi um vikuskiftið. Vit tosa við Martin Kúrberg, fyriskipara, um kampingtreffið og um kampingsesongina. 3. august í ár gjørdist 22 ára gamla Rebekka Johannesen junior heimsmeistari í sigling, og nú venur hon miðsvíst ímóti at kvalifisera seg til OL 2028 saman við sínum makkara Silje Cerup-Simonsen. Rebekka hevur føroysk foreldur, Oddvør við Garð og Martin Johannesen, men er uppvaksin í Vedbæk í Danmark. Vit ringja til hana í sendingini. Ovastevna er um vikuskfitð, og Svend Danielsen er farin til Nólsoyar við mikrofonini. Hann tosar við Leif Hansen, ein av fyriskiparunum, Beintu Ingeborg Greve, ið saman við øðrum framførur sangleikinum Neytakonurnar á Ovastevnuni, og við Nicolaj Falck, sum er í holt við at umvæla eini gomul hús til at gerast bar - nú Maggie´s letur aftur.
Ljósfest er í Vági um vikuskiftið. Vit fregnast um tiltakið. Tað skal eisini snúgva seg um hondbólt, tí landsliðsvirksemið hjá HFS vindur uppá seg, og í summar hava sera nógvir landsliðsdystir verið á skrá. U19 landsliðið hjá monnum spælir HM endaspæl í Egyptalandi í hesum døgum, og U17 landsliðið hjá kvinnum hava júst luttikið í EM endaspæli í Týsklandi. Hvussu sær menningarstrategiin hjá HSF út, og hvussu fær Hondbóltssambandið ráð til at senda alsamt fleiri landslið uttanlands - millum annað tað tosa vit við HSF um. Vesturkirkjan fyllir 50 ár sunnudagin 24. august, og í tí sambandi verður skipað fyri nógvum tiltøkum. Vit fáa Ingibjørg Winther, kirkjuráðslim og Berg Debes Joensen, prest, á gátt at tosa um Vesturkirkjuna - upprunan, søguna og arkitekturin, og forvitnissligu tiltøkini, ið eru á skrá í samband við 50 ára hátíðarhaldið.
AFS Føroyar er í ár í tí støðu, at nú næmingar ynskja at koma til Føroya, hevur felagsskapurin ongar vertsfamiljur. Vit tosa við forkvinnuna og nevndarlim um hetta og AFS. Fríggjadagin verður Regatta aftur, har silgt verður av Eiði til Hósvíkar og leygarmorgunin víðari til Nólsoyar á Ovastevnu. Tónleikur, felagssangur og døgurða er millum annað á skrá. Tað er Hósvíkar Róðrarfelag, ið skipar fyri, og vit tosa við tveir nevndarlimir. Í gjár og í dag hevur annað skeiðið hjá Pallistaskúlanum verið í Mentanarhúsinum Varpinum. Palllistaskúlin er eitt samstarv millum Opera.fo, Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Varpið, og endamálið er at kveikja áhugan hjá børnum fyri sangi, dansi, sjónleiki og tónleiki, og at menna teirra førleikar. Fyrra skeiðið, sum var 21.-22. juli eydnaðist sera væl, og Yngva Sigmundsdóttir Lamhauge var framvið við mikrofonini í gjár fyri at fregnast um, hvussu næsta skeiðið hevur hildnast. Og so byrjar nýggja skemtirøðin "Selfie" í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum fríggjadagin eftir Dag og Viku. Vit tosa við høvuðspersónin, Jákup Dahl.
Í morgin byrja fólkaskúlarnir aftur eftir ein langan summarsteðg, og aftur í ár samstarva Ráðið fyri ferðslutrygd og kommunurnar um, at minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur. Vit tosa við Lovisu Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd, um ferðslutrygd og skúlabyrjan. Vit vitja eisini Tofta skúla, og tosa við tríggjar lærarar um, hvussu teir fyrireika seg til at taka ímóti smáum og stórum næmingum.
Í summar hevur Atlantic Airways havt serligar sightseeing túrar við tyrlu út í oynna hvønn hósdag. Tað hevur borið í sær, at tey í Dímun hava havt fleiri ferðafólk í summar enn tey plaga. Eva úr Dímun, bóndakona, og húskallurin í oynni, Høgni Jensen, greiða frá arbeiðnum í summar. Umframt ymiskt vanligt arbeiði á garðinum, hevur Høgni hjálpt bóndahjúnunum við at bryggja vín og at gera ost til egna nýtslu. Lurta her eftir innslagnum í Summarmorgni.
Spenningurin var stórur á spælarum og teimum fáu áskoðarunum, tá eitt TB-lið og eitt B71-lið møttust til fyrsta fótbóltsdystin í Stóru Dímun. Tað vóru 87-liðið já TB og 89-liðið hjá B71 sum møttust Vøllurin var var á einum góðum teigi niðanfyri tyrlupallin í Dímun. Seks mans vóru inni á hvørjum liði í senn og dysturin var 15 minuttir hvønn vegin. TB kom á odda í fyrra hálvleiki, og tað var gamli liðskiparin Magni Petersen sum skeyt søguliga málið. B71 javnaði í seinna hálvleiki, tá TB gjørdi sjálvmál. Dysturin var steypadystur og tí skuldi hann avgerarst. Farið varð beinleiðis til brotssparkskapping. Tá eydnaðist tað B71 at fáa eitt mál meira enn TB og tí vunnu sandoyingar fyrsta skrásetta fótbóltsdystin í Stóru Dímun. -Vit hava verið sera spent til henda dystin og hava lagt doyðin á at alt skuldi ganga væl, sigur ein væl nøgdur Jógvan Jón Petersen í Dímun, sum sjálvur var málmaður hjá B71. Í innslagnum, sum Tórður Mikkelsen hevði í Summarmorgni úr Stóru Dímuin í morgun, verður tosað við hesar:Karl Vidtfeldt, stigtakara, Jógvan Jón Petersen, bónda í Dímun, Tórður Holm, sum hevur samskipað fyri TB-ararnar, og Birgir Dimon, TB-ara. Tú kanst hoyra innslagið her.
Í sendingini fara vit ein túr út í Stóru Dímun við Tórði Mikkelsen, har ein søguligur dystur hevur verið ímillum veteranar úr TB og B71. Eisini tosa vit við Sáru Gullfoss, heilsufrøðing, um skúlabyrjan. Tí hvørjar avbjóðingar eru hjá teimum, ið byrja í skúla og teimum eldru næmingunum, nú skúlarnir byrja aftur eftir ein langan summarsteðg, og hvussu kunnu foreldur stuðla undir eina góða skúlabyrjan?
Frá at vera brimpláss, har nógvur fiskur varð lagdur upp á land, til at vera ein depil, har føroyingar og fremmand ferðafólk hvørt um annað samlast, serliga tá sólin kemur fram. Vit tosa sjálvandi um Vágsbotn í Havn. Ein, sum dámar væl at tosa um stóru broytingarnar í Vágsbotni, er 83 ára gamli Kári Reynheim, eldri. Hann hevur verið nógv í Vágsbotni, bæði fyrr og nú. Í Summarmorgni í Útvarpinum fríggjamorgunin greiddi hann frá, at hann sum smádrongur rann undan brimi í Vágsbotni. Tað var áðrenn tann langi pierurin í Havn varð gjørdur og tað bleiv stilt í Vágsbotni. Kári segði eisini frá einum ringum útróðrartúri við einum seksæringi, og teir løgdu fiskin upp í Vágsbotni. -Eg vaks upp úti á Reyni og tað var sum at vera føddur umborð á skipi. Vit høvdu sjógv í bæði borð, Eystaruvág øðrumegin og Vestaruvág hinumegin. Nú er altíð kyrt og Vágsbotnur er blivin eitt paradís, sigur Kári Reynheim, sum framvegis dagliga leitar sær oman í Vágsbotn at hitta fólk og stytta sær um stundirnar. Hoyr innslagið við Kára Reinheim í Summarmorgni her.
Í sendingini tosa vit við Katrin Jacobæus um nýggja heilsu- og rørsluátakið Meirathon, sum felagið CP Føroyar skipar fyri 14. september. Vit skulu eisini hoyra stóra bragdið, sum Ziska Jacobsen framdi, tá hann í 1930 bjargaði 17 av manningini á skonnartini Ernestinu frá deyða, tá skonnartin rendi á eitt sker undir Bjarnavíkarberginum við Selvog í Íslandi. Ziska Jacbosen bar seg í nógv ár undan at greiða frá bragdinum, men 10. november 1971, eydnaðist tað útvarpsmanninum Árna Absalonsen at fáa Ziska at greiða frá um hendingina og at festa hesa frágreiðing á band. Tær gomli upptøkurnar eru nú reinsaðar. Síðst í sendingini fara vit ein túr oman í Vágsbotn í Havn. Tí Vágsbotnur hevur ein serligan lut í lívinum í Havn - serliga um summarið. Men har hevur ikki altíð verið kafélív, og bátarnir hava ikki altíð ligið so friðaligir har sum teir nú gera. Tórður Mikkelsen hevur tosað við Kára Reynheim eldra um hvussu lívið í Vágsbotni er broytt.
Í góðveðrinum í gjárkvøldið var útvarpsverturin Tórður Mikkelsen saman við øðrum uppi á Knúki omanfyri Múlabygd í Borðoynni. Tað er ikki bara sum at siga tað at koma upp á toppin á hesum fjallinum, sum er 642 metrar høgt. Har mál lesningur brúkast fyri at koma heilt upp. Lurta eftir hesum innslagnum í Summarmorgni og fá innlit í hvussu tað er at koma niðan á hetta sermerkta fjallið í Borðoynni. Tey, sum greiða frá, eru Sverri Steinhólm, Manbjørn í Grund, Fía Ludvig, Ingi Sørensen og Leivur Sørensen.
Summarið er fuglatíð. Men hvussu stendur til við fuglalívi í ár - er meira ella minni av fugli enn onnur ár, koma nógvar pisur undan, og er nóg mikið av føði? Tað tosa vit við Silas Olofson um. Vit fara eisini á Summarfestival í Klaksvík. Svend Danielsen tosar við Erik Biskupstø, fyriskipara. Og so fara vit ein fjallatúr, tí í góðveðrinum í gjárkvøldið var Tórður Mikkelsen saman við øðrum uppi á Knúki omanfyri Múlabygd í Borðoynni. Hann hevur gjørt eina longri frásøgn frá túrinum.
Inni í Dølum á Viðareiði koma nú fyrstu trøini í nýggju viðarlundini upp. Fyrstu trøini vórðu sett niður fyri trimum árum síðani. Higartil eru 8.000 trø sett niður, men enn er nógv eftir at seta niður. Við í hesum innslagnum í Summarmorgni eru Leivur Sørensen, stigtakari, Bergur Viderø á Viðareiði, og Hans Hjalti Skaale, býargartnari í Klaksvík, ið er hugtikin av hesari verkætlanini hjá viðingum. Hoyr innslagið her.
Øll, sum vit hitta á Brekkuleguni meðan tey pakka saman, eru væl nøgd. Iinnihaldið á leguni og skiftandi veðrið hava gjørt, at legan bleiv nakað heilt serligt. Øll vit hitta siga, at tey fara ongantíð at gloyma hesa leguna. Stóra Brekkulegan í Leirvík við 500 skótum úr nógvum ymiskum londum hevur verið í døgunum frá 31. juli til 5. august. Sagt varð áðrenn, at legan bjóðaði luttakarum úr øllum heiminum eina einstaka uppliving, har náttúra, mentan og skótasiðir gingu hond í hond. Dentur skuldi leggjast á felagsskap, lærdóm og stuttligar avbjóðingar í einum trygt skipaðum umhvørvi. Skótarnir siga, at legan livdi fult upp til hesa lýsingina og meira enn tað. Hoyr her innslagið, sum var í Summarmorgni í Útvarpinum í morgun.