DiscoverVágskálin
Vágskálin
Claim Ownership

Vágskálin

Author: Kringvarp Føroya

Subscribed: 0Played: 2
Share

Description

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum.

Tveir ummælarar eru við hvørja ferð, og í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini.

Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni, og brot verða spæld úr tí, sum ummælt verður.

Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd.

Uni Arge leggur til rættis.
74 Episodes
Reverse
Rættiliga ferð kom á slupptíðina í Føroyum í 1890'unum, og í 1895 kom sluppin "Westward Ho" í flotan. Sluppin varð bygd í Grimsby í 1884, og Hans Georg Thomsen á Tvøroyri keypti hana til Føroya. "Westward Ho" fór beinanvegin til fiskiskap, og hon var fiskiskip heilt til 1964, tá hon varð løgd. Í 1966 keypti ein grunnur hana, so hon kundi varðveitast, og frá 2005 hevur hon verið ogn hjá Tórshavnar kommunu. Helgi Jacobsen hevur vegna kommununa skrivað bók um sluppina, og søgufrøðingarnir, Andras Mortensen og Helgi Eidesgaard, ummæla hana. Teir halda, at talan er um eina journalistiska søgubók, tí hon byggir á tað, onnur hava skrivað frammanundan, og er sett journalistiskt upp. Bókin er bæði undirhaldandi og upplýsandi, halda teir. Uni Arge leggur til rættis.
Í vár kom bókin "Hvør at tæna øðrum" hjá Jóan Paula Joensen um tey fyrstu 60 árini hjá Føroya Keypssamtøku. Helgi Jacobsen og Erland Viberg Joensen ummæla bókina, og teir halda, at bókin, sum er 370 síður, er ríkiliga long, men sera upplýsandi. Keypssamtøkutankin er gamal tanki. Hann varð íbirtur í 1844, tá 28 fátækir vevarar og spinnarar í bygdini Rochdale í Onglandi stovnaðu fyrstu keypssamtøkuna. Keypssamtøkur komu tíðliga í Danmark og Íslandi, longu í 1800-talinum, men tær komu seint í Føroyum. Í teimum ringu tíðunum í 1930’unum varð fyrsta royndin gjørd at stovna eina keypssamtøku her. Hon varð gjørd í Havn, men datt niðurfyri aftur. Tvær royndir vórðu so gjørdar aftur í 1952, ein á Tvøroyri og ein í Havn. Tann á Tvøroyri datt niðurfyri, men í Havn eydnaðist ta ferðina at stovna Havnar Keypssamtøku. Í 1960 tóku klaksvíkingar stig til at stovna keypssamtøku, og í 1961 gjørdu fuglfirðingar tað sama. Í 1965 kom so Føroya Keypssamtøka.
Rúni Bjarkhamar er føddur í 1964 og uppvaksin í Vági, men hevur síðan 1991 búð í Leirvík. Hann er útbúgvin lærari og hevur starvast sum lærari á Eiði, í Leirvík og í meira enn 30 ár í Skúlanum við Streymin. Í 2005 vann hann eina stuttsøgukapping við søguni "Listin í triðju skuffu", og bókin "1804" er hansara fyrsta skaldsøga. Hon er 100 síður og skjótt lisin. Heitið sipar til árið, tá Nólsoyar Páll og aðrir bygdi "Royndina Fríðu". Høvuðspersónurin er tann íspunni Jean Paul, sum hittir Nólsoyar Páll í Fraklandi. Teir báðir og ein triði, sum kallast Leo, fara til Føroya, har fólkið er rættiliga afturhaldandi. Eilen Anthoniussen og Hans Jacob Kollslíð halda, at søgan er áhugaverd og væl skrivað, tó at høvundurin ger heldur lítið burtur úr at lýsa persónarnar. Mest sannlíkt er søgan ætlað stórum næmingum í fólkaskúlanum og næmingum á miðnámi, halda tey. Øll kunnu tó fáa okkurt burtur úr henni, tí sum søgulig frásøgn er hon áhugaverd. Uni Arge leggur til rættis.
Birna Breckmann hevur skrivað sjey bøkur, og tann seinasta kom í 2025 og nevnist "Gentan á barnaheiminum". Talan er um stuttsøgusavn við 20 stuttsøgum. Persónarnir í søgunum eru bæði børn, ung, vaksin og gomul, og ofta stríðast tey. Evnini eru eitt nú misnýtsla, harðskapur og trupul uppvakstrarkor, og hon, ið skrivar, dylur ikki fyri, hvat hon sjálv heldur um tað, sum hendir í søgunum, siga Sanna Klein og Sámal Soll, sum ummæla savnið. Tey nevna, at søgurnar tykjast at vera sprotnar úr ynskinum hjá høvundanum um at bera fram ávísar moralskar boðskapir. Eisini hava fleiri søgur ein greiðan kristiligan boðskap. "Fleiri søgur fáa meg at hugsa um søgurnar, vit lósu í Mín Jólabók í 1980'unum," sigur Sámal Soll. Sanna Klein nevnir, at lesarin fær sjáldan møguleikan at hugsa sjálvur, og tað dámar henni ikki. Betur var, um frásagnarfólkið læt lesaran gera sínar egnu niðurstøður. Vit eru eisini til bókaframløgu í Føroya Keypssamtøku í Hoyvík, har bókin "Hvør at tæna øðrum" um 60 ára longu søguna hjá Keypssamtøkuni verður løgd fram. Jóan Pauli Joensen skrivaði. Vit tosa við Jóan Paula Joensen og Jákup Mørkøre, stjórnarformann í Keypssamtøkuni, sum hevur eina stóra uppgávu fyri framman at venda skeivu gongdini seinnu árini. Uni Arge leggur til rættis.
Sámal Matras ummælir bókina "Heimsins nalvi" um føroyskan uttanríkispolitikk, og vit hoyra, hvørjir monologar vunnu virðislønir í sambandi við árligu skrivikappingina hjá Runavíkar kommunu Uttanríkistænastan hjá Føroya landsstýri hevur verið virkin síðan 1998, men viðurskifti uttan úr heimi hava rinið við Føroyar nógv longri enn so.  Í bókini "Heimsins nalvi - føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld" nevnir Hans Andrias Sølvará, at longu undir Napoleonskríggjunum fór Nólsoyar Páll at virka fyri føroyskari skipasigling og fríhandli.  Undir fyrra heimsbardaga vendu føroyingar sær beinleiðis til bretar at biðja um smidligari vøruflutning til Føroya, og tá bretar hersettu Føroyar í 1940, mótmælti løgtingið hersetingini, og bretar viðurkendu stutt eftir Merkið.  Árni Olafsson lýsir, hvussu føroyska fiskimarkið fór úr trimum fjórðingum út á 12 fjórðingar í 1950'unum og 60'unum, og hvussu tað at enda varð flutt út á 200 fjórðingar í 1977. Eisini lýsir hann gongdina í EEC-málinum. Aðrar greinir í bókini lýsa makrelstríðið í 2013, Huawei-málið á Føroya Tele, Føroyar í veðurlagsbroytingum, umdømi Føroya uttanlands, føroysku sendistovurnar o.s.fr. Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, heldur, at bókin er sera væl egnað til undirvísing í miðnámsskúlum og á Setrinum. Tær 15 greinirnar í bókini eru eitt sindur misjavnar, men yvirhøvur er talan um eina sera upplýsandi bók, heldur hann. Vit vóru eisini við, tá virðislønirnar í sambandi við skrivikappingina hjá Runavíkar kommunu vórðu handaðar fríggjakvøldið. Rannvá Gaard Fossaberg lesur vinnandi monologin, "Stovnsrøkt", sum Svanna Jákupsdóttir skrivaði. Uni Arge leggur til rættis.
Í juli 2022 fór víkarmaðurin, Bjarti Grunnveit Olsen, til Ukraina í kríggj, og í januar 2025 kom út bókin "Soldat" um tíð hansara har. Emilia Hansen hevur skrivað bókina saman við Bjarta, og tey siga gjølla frá, hvussu ræðuligt kríggið í Ukraina er. Ben Arabo ummælir bókina, og hann heldur, at bókin væl lýsir, hvussu ruðuleikakend kríggj kunnu vera. Hann er eisini hugtikin av, hvussu Bjarti lýsir krígsfelagar sínar, tí teir eru rættiliga ymiskir. Summir eru reiðiligir, og aðrir eru uppgjørdir ræðuskítar. Í seinna parti av sendingini ummælir Michael Koba filmin "Seinasta paradís á jørð" hjá Sakariasi Stórá. Nógv ferð er ikki á filminum, men soleiðis má tað vera, heldur hann, tí søgan snýr seg um ein doyggjandi útjaðara og trupla samskiftið millum syrgin menniskju. Michael Koba er bergtikin av myndagóðskuni í filminum og heldur, at talan er um ein týdningarmiklan film, sum eigur at verða sæddur í biografinum. Uni Arge leggur til rættis.
Bjørn Isholm varð føddur í 1933, men í 1950 fór hann av landinum við mammu síni og kom ongantíð aftur til Føroya. Í 1977 doyði hann einans 44 ára gamal. Nú eru komnar undan kavi fleiri tekningar eftir Bjørn úr Suðurevropa, sum verða sýndar fram í Smiðjuni í Lítluvík. Bjørn Isholm var sonur Eivin Isholm, ið var sonur Kristin í Geil, blaðstjóra á Tingakrossi frá 1901 til 1935. Kristin og Eivin teknaðu eisini, men Bjørn teknaði eitt sindur øðrvísi enn teir. Bo Isholm og Hannis Egholm, sum hava sett framsýningina upp, greiða frá søguni um Bjørn Isholm. Vit hava eisini eina frásøgn frá løtuni, tá greinasavnið um føroyskan uttanríkispolitikk, "Heimsins nalvi", varð lagt fram á Fróðskaparsetrinum. Høvuðsrøðari var Árni Olafsson, serkønur í føroyskum uttanríkisviðurskiftum í mong ár. At enda ummælir Hans Jacob Kollslíð yrkingasavnið "Rák" eftir Henrik Weihe Joensen. Savnið átti at verið ritstjórnað betur, heldur hann, tí nógvir tekstir eru útsagnir, ið heldur kundu verið viðmerkingar ella stutt lesarabrøv. Uni Arge leggur til rættis
Móðurmálsdagur var 25. mars, og í tí sambandi skipaðu áhugafelagsskapurin, Føroyamál, og onnur fyri tiltaki í Smæruni í Havn at varpa ljós á avbjóðingarnar hjá føroyskum nú á døgum. Í fyrru helvt av sendingini hitta við Oddfríð Marna Rasmussen, ritsjóra á Vencili, Kristinu Jensen, miðnámsskúlalærara á Kambsdali, og Iben Nyholm Debess, samskipara á Máltøknideplinum, og spyrja tey, hvørjar avbjóðingar føroyskt hevur í talgilda heiminum. Óluvá Klettskarð greiðir frá, hvørjum Føroyamál virkar fyri. Í seinni helvt av sendingini hitta vit Nicolai Balle, verkætlanarstjóra á Talgildu Føroyum, og Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum, og fáa teir at útgreina fyrimunir og vansar við vitlíki í Føroyum. Teir ivast ikki í, at Føroyar kunnu fáa nógvar fyrimunir av vitlíki, m.a. við at skapa betri almennar tænastur og effektivisera vinnulívið. Níggju almennir stjórar sendu í september 2024 landsstýrinum eina áheitan um at skapa ein vitlíkispolitikk og skipa økið sum serstakt málsøki undir ávísum landsstýrisfólki. Síðan tá er økið lagt undir Fíggjarmálaráðið, og Talgildu Føroyar hava fingið uppávuna at skipa økið vegna landsstýrið. Uni Arge leggur til rættis.
Í sendingini hitta vit leiðandi ritstjóran á NÁMI, Sigfríð Sólsker, sum greiðir frá umfatandi útgávuvirkseminum hjá stovninum. NÁM er ein samanrenning av Føroya Skúlabókagrunni, Landsmiðstøðini og KT-deplinum. Stovnarnir vórðu lagdir saman í 2010. Virksemið hjá NÁMI snýr seg um at geva út frálærutilfar, røkja savnið við útgivna tilfarinum, umsita undirvísingarportalin SNAR, menna KT-skipanir til skúlarnar og veita fakliga og námsfrøðiliga ráðgeving. "Gera vit ikki skúlabøkur á føroyskum, so doyr málið allarhelst út, og tí gevur okkara arbeiði góða meining. Eisini fegnast vit um, at vit viðhvørt hava fingið altjóða virðislønir fyri okkara arbeiði," sigur Sigfríður Sólsker. Vit hitta eisini ritstjórarnar, Thurid Thomsen og Gunvá Magnussen, sum greiða frá, hvat góð ritstjórn er, og hvønn týdning tað hevur, at skúlabøkur verða eftirmettar á altjóða pallinum. NÁM er júst farið undir at gera danskt frálærutilfar úr føroyskum sjónarhorni, og hetta er nýbrot í útgávuvirkseminum. Uni Arge leggur til rættis.
Hvussu vónleys ella vónrík er verðin, nú vit hvønn dag hoyra um veðurlagsbroytingar og tær vanlukkur, sum eru fyri framman orsakað av teimum. Tann spurningin seta vit okkum, meðan vit lesa ”Dødsbo” hjá Inger Smærup Sørensen, tí talan er um skaldsøgu, sum viðger tann háaktuella veðurlagsspurningin. Søgan snýr seg um eina ónavngivna kvinnu, ið sigur upp í Stýrinum. Hetta er stovnur í skrivstovuveldinum, har orðini hava mist sín týdning, og onki verður gjørt við tað, sum mest eigur at verða gjørt við. Kvinnan selur sína íbúð og flytur inn í eitt deyðsbúgv eftir eina eldri kvinnu, sum eitur Elly. Í deyðsbúnum er alt, sum tað var, tá Elly búði har, og tí flytur ónavngivna kvinnan inn í livda lívið hjá Elly. Marna Jacobsen og Rakul í Gerðinum eru hugtiknar av skaldsøguni. Inger Smærup Sørensen skrivar sera væl, og serliga væl lýsir hon minstu smálutir í tilveruni og náttúruni, siga tær. Skaldsøgan er enn bara útkomin á donskum, men í sendingini lesur Marið Erlandsdóttir nøkur týdd brot úr henni. Uni Arge leggur til rættis.
Við ársbyrjan gav Kári Thorsteinsson, fyrrverandi løgreglumaður og sýslumaður, út trivaligt bókaverk upp á 900 síður við yvirliti yvir fólk í Vágum og Mykinesi aftur til ár 1600. Áhugi hansara fyri ættargransking stavar frá pápanum, Georg Thorsteinsson, og í bókunum "Fólk deyð, burturgingin og grivin í Vágum og Mykinesi" hava Kári og fleiri savnað upplýsingar í mongum ymiskum keldum. Kirkjubøkurnar hava verið gott mið og somuleiðis kirkjugarðsbøkurnar, men har tær ikki hava rokkið at siga, hvørji fólkini vóru, hava ættargranskararnir kagað í bygdasøgur, fólkateljingar og deyðsváttanir. Eru deyðsorøkirnar kendar, verða tær tilskilaðar í bókaverkinum, og við teimum fæst ein ábending um, hvussu harðbalið lívið var fyrr. Eisini vanlukkurnar bera boð um harðar liviumstøður.  Vit tosa við Kára Thorsteinsson um drúgva kanningararbeiðið og eru eisini til listaframsýning við donsku Julie Sass, sum Hansina Iversen og Jón Sonni Jensen lýsa sum listakvinnu. At enda kaga vit í "Okkara yrkingasavn" hjá Sinnisbata Ung, sum kom út í fjør.  Uni Arge leggur til rættis.
Fyri fyrstu ferð varð farna vikuskifti skipað fyri altjóða bókmentafestivali í Havn. Høvuðsfyriskipari var Kim Simonsen. Festivalurin varð settur á Býarbókasavninum mikudagin, har fitt av fólki var komið saman. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setti festivalin. Rithøvundar uttaneftir, sum vóru við á festivalinum, vóru Morten Strøksnes úr Noregi, Rasmus Daugbjerg og Naja Marie Aidt úr Danmark, Anna Maria Bogadóttir og Haukur Ingvarsson úr Íslandi, Amy Liptrot úr Skotlandi og Anna Fohlin Matsson og Johan Jonsson úr Svøríki. Í sendingini hitta vit Kim Simonsen og spyrja, hví skipast skuldi fyri einum bókamentafestivali júst nú, og vit fáa orðið á íslendska arkitektin og rithøvundin, Onnu Mariu Bogadóttir, sum í bókini "Jarðsetning" fylgir einum bygningi til gravar. Eisini hitta vit kenda danska rithøvundin, Naju Marie Aidt, sum í 2015 misti ein son og skrivaði eina sermerkta bók um sorgina og saknin. Sanna Klein hevði samrøðu við Naju Marie Aidt á Reinsarínum leygarkvøldið, har fult av fólki lýddi á. Uni Arge leggur til rættis.
Í sambandi við Geyta-tiltakið 8. februar í ár hevði Birgir Kruse samrøðu við Bjørka Geyti um pápan, Herálv Geyti, sum Geyta-tiltakið eitur eftir. Teir siga søguna um Herálv í útvarpsstovuni. Herálvur Geyti vísti film fyri føroyingum, tá óvanligt var at síggja film í Føroyum. Hann ferðaðist kring oyggjarnar við filmstólinum, og mong høvdu fragd av hansara sýningum. Geytin var gløðandi sjálvstýrismaður, og tá hann helt fyrilestur um Føroyar í Danmark í 1946, fekk hann onga samsýning, tí hann var ov hvassorðaður.  Í sendingini er eisini kjak um standmyndir av ónevndum naknum kvinnum. Kinna Poulsen, Elisa Vang og Annita á Fríðrikismørk eru í útvarpsstovuni. Elisa Vang undrast á, at ein ónevnd nakin kvinna er sett uttan fyri høllina við Tjarnir, tí ónevndum naknum kvinnum hava vit nóg mikið av í almenna rúminum, heldur hon. Annita á Fríðriksmørk sær hinvegin eina sterka kvinnu við sjálvsvirði.  Kinna Poulsen heldur, at nevndin fyri stórhøllina átti at havt ráført seg við listakøn, áðrenn gjørt varð av at biðja Hans Paula Olsen gera standmyndina. Uni Arge leggur til rættis.
Hjalmar Petersen og Páll Isholm góvu í 2003 út bókina "Steinur brestur fyri mannatungu", sum var ein orðabók yvir orðatøk og orðafelli á føroyskum. Páll Isholm hevur síðan givið út fleiri bøkur, sum snúgva seg um orðatøk, og tann seinasta er "Eitt orðatøk um vikuna" við 52 orðatøkum og hugleiðingum um orðatøkini. Tóta Árnadóttir, sum skrivaði masterritgerð í føroyskum á Fróðskaparsetrinum um skaldskap av mannamunni, heldur, at hugleiðingarnar yvirhøvur eru væl skrivaðar og upplýsandi.  Hon kundi tó hugsað sær at vitað, hvussu høvundurin fyrstu ferð kom í samband við ymsu orðatøkini, tí tað upplýsir hann ikki hvørja ferð. Hans Jacob Kollslíð fekk nógv nýtt at vita í hugleiðingunum og heldur, at bókin er ein blandingur av vísdómi og poppi. Spurd, um tey sjálv brúka orðatøk í gerandistalu, svara bæði, at tað gera tey ikki ofta - og tó. Mangar fastar orðingar í málinum koma teimum javnan til hugs. Ein er "Ongin kennir mein í annans bein". Tey bæði umrøða eisini, hvat skaldsligt virði orðatøk hava. Uni Arge leggur til rættis.
Justinus Eidesgaard skrivaði frá 2014 til 2024 portrett av øllum kirkjutænarunum í Føroyum, og nú eru allir tekstirnir komnir út í tveimum trivaligum bókum. Drúgva verkætlanin lærdi Justinus, at øll menniskju eru serstøk og hava sína egnu søgu at siga. Kirkjutænarar eru tó rættiliga myndugleikatrúgvir, nevnir hann. Filmurin "Halt um meg" hjá Mariu Winther Olsen vann Geytan í ár, og vit hitta filmsfotografin og framleiðaran, Rógva Rasmussen, og annan høvuðsleikaran, Duritu Dahl Andreassen. Áskoðaravirðislønina fekk "Faðir mín faðir" hjá Juliu í Kálvalíð við Mariann Hanssen í høvuðsleiklutinum, og serliga virðisløn frá Filmsfelagnum fekk Rúni Friis Kjær fyri at menna føroyskan film í 20 ár. Eftir kjak í Norðurlandahúsinum spyrja vit Jón Hammer, filmsframleiðara, Marjuna Niclasen, leiðara í Filmshúsinum, og Katrina Petersen, settan stjóra í Kringvarpinum, hvussu støðan hjá føroyskum filmi er. At enda eru vit til sjónleikin "Dreymaleikur" eftir August Strindberg, sum Havnar Sjónleikarfelag og Teatur Grugg spæla í Sjónleikarahúsinum. Gunnvá Zachariassen og Jensina Olsen ummæla. Uni Arge leggur til rættis.
Bókadeild Føroya Lærarafelags varð stovnað í 1956, og síðan tá hevur folagið givið út millum 6.000 og 7.000 bøkur til børn og ung.  Fyrstu árini hekk alt arbeiðið á herðunum á nevndarlimunum, men frá 1986 varð Ingrið Sondum sett sum leiðari burturav, og tá gjørdist virksemið miðvísari. Niels Jákup Thomsen kom í ritstjórnina á Barnablaðnum í 1981, og fyrstu tímarnar fyri sjálva Bókadeildina arbeiddi hann í 1985 sum bókhaldari. Í 1986 gjørdist hann ritstjóri.  Í 1996 tók hann við sum stjóri á Bókadeildini, og í summar fer hann frá. Bókin er ikki deyð, eins og spátt varð fyri 10 árum síðan, og tí hevur Bókadeildin tað gott, heldur hann. Turið Kjølbro greiðir frá, hvussu samskiftið hjá ritstjórunum er við høvundarnar, sum senda Bókadeildini handrit. Handritini eru misjøvn, nevnir hon, og ábøtur verða meira enn so framdar. Uni Arge leggur til rættis.
Teir vóru vinmenn, teir vóru skyldmenn, og teir vóru báðir føddir í 1900. Í ár høvdu William Heinesen og Jørgen Frantz-Jacobsen verið 125 ár, og í tí sambandi greiðir Bergur Rønne Moberg, bókmentafrøðingur, frá teirra virksemi. Frá heilt ungum árum droymdu William og Jørgen-Frantz um at fremja bókmentalig stórverk, og hetta eydnaðist báðum, hóast Jørgen-Frantz doyði ungur í 1938. Í 1939 kom einasta skaldsøga hansara, "Barbara", sum gjørdist ein klassikari, og fyrsta skaldsøgan hjá Williami Heinesen, "Blæsende Gry", kom í 1934. Seinni skrivaði hann uppaftur fleiri kendari skaldsøgur. Bergur Rønne Moberg nevnir, at William og Jørgen-Frantz vildu bera Føroyar út í heim á algildugan hátt, og tí gjørdust teir mentanarligir ambassadørar fyri Føroyar. Á ein hátt vóru teir sum Norðurlandahúsið, sum bæði fær tað norðurlendska inn í landið og ber tað føroyska út í Norðurlond, nevnir hann í samrøðuni.  Í sendingini eru vit eisini á kaffistovu saman við Sólrun Michelsen, Bergi Rasmussen, Janu Mortensen og Ben Arabo, sum siga okkum, hvørjar teirra yndisbøkur eru. At enda ummælir Sanna Klein tríverkið "Rimarúmið", "Vanvarði" og "Feigdarfræ" eftir Elina Michelsen.
Heitið "Fornt" á barnaskaldsøguni hjá Elini á Rógvi sipar til eitt telduspæl í søguni, sum ber sama heiti. Í spælinum ber til at varnast og jagstra sagnarverur í Føroyum saman við ungfólki úr øllum heiminum. Tann 11 ára gamli Eiri og vinkona hansara, Sólja, varnast eina nýggja veru, sum ongin nakrantíð hevur sæð fyrr. Brádliga spæla tey ”Fornt” saman við teimum bestu spælarunum í heiminum, og ein teirra, tann besti av øllum, er Shapeshifter. Bókadeildin segði, tá bókin kom út, at ”Fornt” er ein spenningssøga, sum snýr seg um markamótið millum veruleika, telduspæl og føroyskar sagnir. Silja Eystberg hevur myndprýtt bókina, og málbólkurin er børn millum 10 og 12 ár. ”Fornt” er 192 síður og býtt upp í 18 kapitlar. Síðurnar eru ikki rokaðar við teksti, so lætt er at lesa bókina, eisini tí myndir av og á eru á síðunum. Sanna Klein og Sámal Soll halda, at talan er um eina væl eydnaða barnaskaldsøgu, sum lýsir væl tann veruleika, børn og ung ferðast í nú á døgum. Eisini lýsir søgan væl sambandið millum børn og foreldur. "Tað riggar heilt væl at brúka gamlar føroyskar sagnir í einum nýmótans telduspæli," sigur Sanna Klein.  "Søgan er eitt slag av fantasisøgu, har alt ikki er, sum tað tykist at vera. Bókin er ætlað ungum, men vit foreldur kunnu eisini fáa nógv burtur úr henni," sigur Sámal Soll. Uni Arge leggur til rættis.
Bókin snýr seg um menningina í føroyskum handilslívi frá tí, at fríhandilin kom í 1856. Ein, sum beinanvegin fekk handilsloyvi og gjørdist stórur handilsmaður, var Martin Christian Restorff í Havn. Ein annar, sum var byrjaður áðrenn hann, var Andreas Wilhelm Skibsted, og í Havn fór eisini Carl Frantz Siemens til verka. Ein fjórði, sum fór til verka á Tvøroyri, var T. F. Thomsen, sum keypti ognirnar hjá kongliga úthandlinum har, og í Klaksvík keypti Jørgen Bech & Sønner ognirnar hjá einahandlinum. Ein og hvør, sum var 25 ár og hevði fast tilhald í Føroyum, kundi við fríhandlinum søkja um at fáa handilsloyvi, og ein hópur av fólki kring alt landið søkti um at sleppa at seta á stovn smærri handlar. Í Havn vóru í 1910 tilsamans 60 handlar, og tá mest var av handlum í Føroyum í 1950'unum og 1960'unum, vóru handlarnir um 500 í tali.  Í dag minnir handilsmynstrið um fyrstu tíðina eftir Einahandilin við nøkrum fáum samtøkum, ið hava handlar kring oyggjarnar, tó ikki á teimum smæstu oyggjunum. Helgi Eidesgaard og Finn Jensen halda, at bókin hjá Helga Jacobsen er ein góð frásøgn um gongdina í handilsvinnuni, men hon er ikki endaliga søgan. Nógvir handlar eru nevndir í bókini, men fleiri eru ikki. Notur áttu at verið í tekstinum, so upplýsingarnar kundu verið eftirkannaðar, heldur Helgi Eidesgaard, og Finn Jensen var hugtikin av lýsingunum av handlinum sum miðdepli í bygdunum fyri 100 árum síðan. Uni Arge leggur til rættis.
"Altartalvan" fer fram í Havn og hevur træðrir heilt aftur í 17. øld. Tað fyrsta, sum hendir, er, at ein maður verður píndur til deyðis í Leigubúðini í Tinganesi í 1647. Hvirlurnar leika í uttanfyri, meðan tveir mans stinga annað eyga úr einum øðrum og klippa fleiri tær av honum. Teir báðir menninir vilja hava tann triðja at siga sær, um leiðslan hjá jesuittunum hevur sent hann til Føroya at boða katólsku trúnna, so fólkið kann verða villleitt.  Hann, sum verður píndur, avdúkar onki. Hann kallar bara hinar báðar býttlingar og bítur oyrað av øðrum. Síðan doyr hann. Tá vit hava hoyrt um drápið í 1647, flyta vit okkum fram til dagin í dag. Hannis Martinsson er staddur á Blaðnum, har hann arbeiðir. Blaðstjórin nevnir, at ein altartalva er horvin úr Havnar kirkju. Talan er ikki um ta stóru altartalvuna upp yvir altarinum. Talan er um eina, sum er minni og hekk á norðurvegginum. Hetta fer Hannis Martinsson at kanna, og so verður enn eitt dráp framt - í Havnar kirkju. Eyðun Klakkstein heldur, at Jógvan Isaksen skrivar væl og fær bundið allar teir søguligu træðrirnar væl samans til endans í bókini.  Eilen Anthoniussen heldur, at søguliga upplýsingarmongdin í bókini er ríkiliga stór, serliga um jesuittar, katólska trúgv og italska list. Spurd, um tey lósu bókina við spenningi ella við einum smíli, svara tey, at tey meira smíltust, tí hendingarnar eru ikki so sannlíkar í tí lítla føroyska samfelagnum, men bókin var undirhaldandi. Uni Arge leggur til rættis.
loading
Comments 
loading