DiscoverVið Tórði á túri
Við Tórði á túri
Claim Ownership

Við Tórði á túri

Author: Kringvarp Føroya

Subscribed: 27Played: 1,155
Share

Description

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 
181 Episodes
Reverse
Á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy gleða tey seg til skipanina, at tey lesandi fáa løn í lestrartíðini. At skipanin ikki náddi at koma í gildi í summar merkti, at ein fittur partur av teimum, sum høvdu søkt sum heilsurøktarar í summar ikki tóku av. Á Heilsuskúlanum eru tríggjar útbúgvingar - heilsurøktarar, heilsurøktarar og námsfrøðihjálparar. Skúlin leggur dent á, at tann lítli skúlin hevur sínar stóru fyrimunir. Tað er stutt frá hugskoti til veruleika. Fjarundirvísingin er nógv útbygd og saman við starvsvenjing hevur tað gjørt, at nógvir av næmingunum bara eru á skúlanum ein fjórðing av tíðini. Næmingarnir norðanfjørð frá, sum vit hitta í sendingini, halda at Heilsuskúlin í Suðuroy hevur stórar styrkir. Tí tá tey eru komin suður, kunnu tey fult og heilt hugsavna seg um skúlan. Í løtuni eru tilsamans 63 næmingar á teimum trimum útbúgvingunum á Heilsuskúlanum. Vivie Davidsen, skúlastjóri, ivast ikki í, at tá skipanin við løn undir útbúgving er komin í gildi, verða næmingarnir nógv fleiri í tali.   Tey, sum tosað verður við í sendingini, eru: Vivie Davidsen, Fríða Æðustein, Silja Rúnadóttir, Terji Brynjarsson, Annika Jónsveinsdóttir Nolsøe, Elken Bech, Mariann Johansen, Fríðgerð Egilsnes og Irdi Gaardlykke.   Her kanst tú hoyra túrin á Heilsuskúla Føroya.
At vaksa upp í skansabýlinginum í Havn var sum at vaksa upp á bygd. Tað eru trý av skansabørnunum, sum greiða frá uppvøkstrinum í býlinginum, samd um. Stóra útbyggingin av havnarlagnum í sínari tíð broytti fullkomiliga økið við Skansavegin, og hetta man vera ein tann mest broytti býlingurin í høvuðsstaðnum. Á niðaru síðu av Skansavegnum vóru fleiri hús og har var grønur bøur og neyt gingu á beiti. Tá tann fyrsta stóra havnarútbyggingin varð gjørd, var alt økið niðanfyri Skansavegin sprongt burtur, og tí er í dag forberg niðanfyri Skansavegin. Harafturat varð nógv tikið av vegnum út móti sjálvum skansanum, og tí er lítið eftir av hesum gamla vegi. Í sendingini ganga vit túr við Lauru Joensen og Knud Gray, sum greiða frá dagliga lívinum hjá skansabørnum í uppvøkstrinum. Og 89 ára gamli Hans Samuelsen, sum alt lívið hevur í barnaheiminum í Vaktarhúsgøtu 6, er nú fluttur á Boðanesheimið. Hans greiðir frá umfatandi kríggjunum millum dreingirnar í teimum ymsu býlingunum í Havn.
Tær vóru saman á Haslev Húsarhaldsskúla fyri 68 árum síðani. Tá vóru tær 14 úr Føroyum. Og hóast tær nú eru í áttati- og nítiárunum, samlast tær framvegis minst einaferð um árið og prátið gongur væl. Onkrar giftust í Danmark og komu ongantíð heimaftur, og onkur er farin burtur av. Tær hava verið níggju, sum eru komar fast saman, men í dag hevur onkur forfall, og tí eru sjey komnar saman á Café Sibo í Saltangará. Fyri tær ungu genturnar úr Føroyum var tíðin á húsarhaldsskúlanum í 1957 nakað heilt serligt, sum tær eisini greiða frá í sendingini. Vit hoyra eisini, at tað er ikki blivið ómodernað at fara á húsarhaldsskúla. Tað er Húsarhaldsskúli Føroya í Klaksvík besta prógvið um. Í nýggja og snotiliga skúlanum, sum júst er tikin í brúk, hava tey pláss fyri 36 næmingum. Hesaferð vóru umsóknirnar at sleppa á skúlan omanfyri hundrað í tali. Nú vit vitja á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, fyrireika næmingarnir ein døgurða við havhesti. Og vit fáa at vita, at tey arbeiða við einum nýggjum navni fyri skúlan, tí hildið verður at heitið fyri skúlan fylgir ikki við tíðini,   Í sendingini verður tosað við fleiri av gomlu næmingunum á húsarhaldsskúlanum í Haslev. Tær eru: Birgit av Lofti, Olivia Joensen, Dora Várlíð Jacobsen, Jonna Johannessen og Johanna Olafsdóttir. Á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík eru hesar við í sendingini: Johanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, Johanna Finnsdóttir, Joan Petursdóttir og Inga Maria Fisker Heinesen.
Vit føroyingar vita yvirhøvur lítið um Írland, sum er ein av okkara grannum og sum vit hava nógv felags við. Í døgunum 15. til 19. mai varð skipað fyri einum túri til Írlands, beinleiðis við flogfari úr Føroyum. Hendingin er frá hesum túirinum. Ferðalagið búði í býnum Limerick í Suðurírlandi, í landspartinum Munster, og ymsar útferðir vóru haðani - eitt nú til spennandi býirnar Cork og Galway. M.a. verður vitjað glashøllina, har skinnbáturin Brandan stendur. stendur. Tróndur Patursson sigldi við til Amerika í 1976. Skiparin Tim Severin vildi prógva, at til bara hjá írska munkinum Brandan at sigla í húðabáti úr Írlandi og allan teinin til Amerika, og á leiðini kom hann bæði til Føroya, Íslands og Grønlands. Fransiskanarsysirin Marisu Spiteri Cremona, sum var í Føroyum í 43 ár, er nú í einum kleystri og arbeiðir í høvuðsstaðnum Dublin. Hóast hon var stúrin tá hon fyri einum ári síðani fór úr Føroyum saman við hinum systrunum eftir so mong ár, er hon fallin væl til í Írlandi og hon hevur úr at gera. Hon vil ikki gloyma tað føroyska og hevur dagliga samband við nógv fólk í Føroyum. Tey, sum vit hoyra í hesari sendingini, eru Joe Coleman, Maria Joensen, Herleif Hammer, Mortan Poulsen, Eirikur Simonsen, Sigurlaug Magnusdóttir Simonsen, Marisa Spiteri Cremona, Jákup Mørk, Sámal Matras Kristiansen og Albjørg Joensen.
Selma Ellingsgaard, fyrrverandi forkvinna í Starvsfelagnum í Føroyum, er tímalønt í Føroyahúsinum. Hon serverar, skipar fyri Pubquiz, hevur skeið í føroyska málinum fyri føroyingum o.a. Í frítíðini málar hon og hon hevur eisini havt málningaframsýning í Føroyahúsinum. Kokkurin í Føroyahúsinum, Gert Róðá, hevur nógv á skránni tá vit vitja í desember. Hetta kvøldið hevur føroyska Kvinnufelagið í Keypmannahavn jólaborðhald og dunna verður borðreidd. Serliga í desember og um várið er nógv á skránni í køkinum, sigur Gert Róðá. Í køkinum saman við honum í kvøld er Camilla Gaardlykke Hansen. Dagliga eru tey bæði kokkar á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn. Sissal Kampmann, leiðari í Føroyahúsinum, fegnast um, at so nógv ymisk tiltøk fyri ymiskar aldursbólkar eru í húsinum. Hon sigur, at korona órógvaði húsið ógviliga nógv, men nú er tíbetur alt komið í rættlag. "Virksemið í húsinum prógvar, at brúk er fyri einum Føroyahúsi í danska høvuðsstaðnum, sigur Sissal, sum nú er avloyst. 1. juni var hennara skeið úti og nýggjur leiðari er Andrias Olsen. Ruth Hjelm er ein av teimum yngru limunum í Kvinnufelagnum í Keypmannahavn, sum húsast í Føroyahúsinum. Hon hevði ikki verið so nógv saman við føroyingum síðani hon kom til Keypmannahavnar, og tá hon og vinkonan Eyð vóru til eitt tiltak við røstum fiski, varð hon spurt um at koma í nevndina í felagnum. Hon eftirlíkaði og hevur verið glað fyri tað. Hon er eisini virkin í Felagnum, sum eitur Tvørábáturin. Jóannes Petersen, vanliga róptur Jóannes hjá Rosu úr Klaksvík, er dagliga í Føroyahúsinum. Hann heldur at tað hevur stóran týdning at koma saman við øðrum føroyingum. Annbjørn Simonsen av Sandi er ein av eldsálunum í Tvørábátinum - felagnum sum rekur gamla Tvørábátin og aðrar kappróðrarbátar í danska høvuðsstaðnum, og tey hava fleiri manningar til hvønn bátin. Felagið skipar eisini fyri máltíðum við føroyskum mati í neystinum. Annbjørn og ein vinmaður hava tikið stig til eitt +60 tiltak í Føroyahúsinum, har millum 20 og 30 fólk vanliga møta upp annanhvønn midudag. Annbjørn er væl nøgdur við uppmøtingina. Felagið Fótatraðk, sum hevur føroyskan dans, er eitt av teimum virknu feløgunum sum halda til í Føroyahúsinum. Tey samlast annaðhvørt hóskvøld. Petur Djurhuus, formaður, er væl nøgdur við uppmøtingina. Hann sigur at øll kunnu koma og ofta møta eini 20 fólk upp. "Nógv sum koma upp í felagið hava ongantíð kvøðið fyrr. Og fleiri av teimum nýggju eru farin at skipa", sigur Pætur. So tey sum eru við í sendingini eru: Selma Ellingsgaard, Gert Róða, Kamilla Gaardlykke Hansen, Sissal Kampmann, Ruth Hjelm, Jóannes Petersen, Annbjørn Simonsen og Pætur Djurhuus.
Sámal Bláhamar er kendur sum ein veteranur í føroyskari ferðavinnu. Nú er hann 77 ára gamal og hann hevur alt lívið verið knýttur at ferðavinnuni um summarið. Í mong mong ár hevur hann rikið egið virki, og hann er framvegis virkin í vinnuni. Og Sámal hevur verið undangongumaður á ymiskum økjum. Ein minnisrík hending fór fram í Reykjavík, tá amerikanski forsetin Ronald Reagan og russiski forsetin Mikhail Gorbachev hittust til toppfund í oktober 1986. Í stóru limusinuni hjá Sámali koyrdi føroyska pressan so væl, at teir koyrdu heilt út til Air Force One flogfarið hjá amerikanska forsetanum . Millum mongu útlendsku gestirnar Sámal hevur havt í Føroyum, hava eisini verið kongaligir gestir. M.a. skipaði hann fyri einari stuttari vitjan hjá svenska konginum Carl Gustaf, sum steðgaði í Vágum í fýra tímar á veg av veiðiferð í Íslandi saman við vinmonnum. Sámal Bláhamar hevur altíð verið nógv upptikin av hendingini, tá týskur kavbátur søkti sluppina Union Jack undir seinna heimskríggi, og manningin róði í lítlum báti til Hebridurnar og varð bjargað. Pápi Sámal, Fredrik Bláhamar, skrivaði ein bókling um hendingina, ið nú er komin á breddan sum ein filmsverkætlan. Her eigur Sámal eisini sín leiklut.
99 ára gamli Hans Eli Hansen, vanliga nevndur Eli, í Sandavági er av Slættanesi, men hann gekk í skúla og vaks fyri ein stóran part upp í Vestmanna. Verður lív og heilsan, verður hann hundrað ár 2. juli í ár. Eli er elstur av níggju systkjum, og foreldrini og hini systkini búðu á Slættanesi, til tey fluttu burtur eins og hinar familjurnar. Tey seinastu fóru í 1965. Útvarpsverturin er í dag stokkin inn á gólvið hjá Eli í Steigarbrekkuni í Sandavági. Tað var eisini her hann var staddur og fekk ein skelk, tá húsini fingu stóran skaða í einari ódn í november í fjør. Undir krígnum arbeiddi Eli hjá eingilsmonnunum í Vágum. Tá búði hann í Sørvági. Eingilsmenninir brúkti nógv kol til brennievni, og Eli lempaði ofta kol í lastini á damparunum. Einki arbeiðsmannafelag var tá kríggið byrjaði og tí var lønin lítil ta fyrstu tíðina. Tá arbeiðsmannafelag var komið hækkaði lønin, sigur Eli. Hann fór á maskinmeistaraskúla í Havn og fór síðani at sigla við íslendskum fiskiskipum og seinni norskum. Eftir tað fór hann út at sigla við farmaskipum á heimsins høvum. M.a. sigldu teir nógv ið vápnum - ofta fyri jugoslavar. -Hetta var ein sera vandamikil førningur og vit máttu ansa okkum. Høvdu vit verið tiknir eri eg vísur í, at vit høvdu ikki yvirlivað, staðfestir Eli Hansen.
Jón Nónklett, bóndi í Lamba, fegnast um at tað hevur verið so turt og gott veður nú lembingin er fyri. Og seyðurin er væl fyri, sigur hann. Hagin hjá Jón, Eystursíðan út móti Mjóvanesi, ber 115 áseyðir, og hann er ein av teimum óhøgligu høvunum í landinum. Seyðurin gongur har alt árið og klárar seg sjálvan. Hann hevur nøkur ból, men einki seyðahús. Tá teir eru á fjalli um heytið, verður tøkuseyðurin fluttur við báti til Syðrugøtu og síðani við bili til Lambar. Tað eru nú 10 ár síðan Jón Nónklett tók við ættarfestinum, sum í 30 ár var á øðrum hondum. Á hesum túrinum á Eystursíðuni harmast Jón um, at so lítil heiðafuglur er at síggja. Hann ivast ikki í, at tað er rottan sum er orsøkin til stóru minkingina, tí nógv rotta er alla staðni og hon tekur eggini hjá heiðafuglinum. Jón heldur, at vit eiga at seta rottufellur út fyri at avmarka rottuna, men tað má vera eitt samstarv um alt landið, og kommunurnar hava ábyrgdina av at skipa fyri tí, tí tær hava ábyrgdina av rottutýning.. -Eg hoyrdi um at sumbingar gjørdu eitt átak at týna rottuna í fjør. Og eg havi sjálvur boðið mær til at taka mær av rottufellum í mínum haga. Men ein hagi ger einki, og tí er tað neyðugt at kommunurnar skipa fyri og gera tað í samstarvi við bøndurnar, sigur Jón Nónklett, og hann harmast um at einki hendir.
85 ára gamla Ása Østerø, vanliga nevnd Ása í Skálabúðini, arbeiddi í Skálabúðini frá tí hon var 12 ára gomul til hon var 73. Og hon hevur nógv góð minnir og sigur í sendingini frá ymiskum minnum í handlinum í Dr. Jakobsensgøtu.   Skálabúðin var ein familjufyritøka. Saman við øðrum beiggjanum, Kára Skála, tók Ása við leiðsluni í Skálabúðini eftir foreldrini, Óla Kristian og Honnu Skála.   -Tað var eitt spennandi arbeiði og vit kunnu gleðast um, at vit høvdu sera trúgv starvsfólk í Skálabúðini, sigur Ása. Onkur starvsfólk vóru meira enn 40 ár í handlinum.   Maður Ásu, Jens John, sum bygdi hús saman við skyldmonnum úr Mikladali, fór eisini at arbeiða í Skálabúðini burturav, tí tað bleiv so nógv at gera tá bæði skúlar, missiónshús og øll onnur almenn hús eisini skuldu hava gardinur.   Eingin av eftirkomarunum hjá hvørki Ásu ella Kára, sum andaðist fyri nøkrum árum síðani, vóru at taka við handlinum, og tí gjørdu tey av at lata aftur fyri átta árum síðani.   Ása Østerø hevur verið KFUK-skóti síðani hon var smágenta, og hon er framvegis virkin í skótunum. Hon hevur verið nógv skótaleiðari og hevur verið fleiri spennandi uttanlandsferðir við skótum. Nú samlast hon og aðrir skótar fast einaferð um mánaðin og hugna sær saman. Hon hevur eisini verið nevndarlimur í KFUK í nógv ár.   Í sendingini greiðir Ása eisini frá ættini og øðrum viðurskiftum.
75 ára gamla Lovisa Luðvíksdóttir í Hvalba, sum er ættað úr Íslandi, hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hon og maðurin Magnar Ellendersen úr Hvalba komu at kennast sum ung á Akranesi, og Lovisa kom til Føroya fyrstu ferð sum 16 ára gomul. Lovisa Luðvíksdóttir, vanliga nevnd Lullan, sigur, at tað var gott at vera barn á Akranesi, har hon vaks upp. Har vóru trý flakavirkir, og sum ung lærdi hon á tí stóra flakavinum, samstundis sum ungi hvalbingurin Magnar Ellendersen sigldi við skipi av Akranesi. Tey komu at kennast blaðung og longu sum 16 ára gomul kom hon fyrstu ferð til Hvalbiar. Síðani 1969 hevur Lovisa búð í Hvalba. Eftir at hon kom til Føroya, arbeiddi Lovisa fyrst á Bacalao í Havn, har hon lærdi tey at pakka 5-pund til Coldwater. Síðani arbeiddi hon á flakavirkinum í Hvalba. Eftir tað fór Lovisa at sigla við norska verksmiðjutrolaranum Ole Sætremyr, har maðurin Magnar eisini var við. Hon bleiv leiðari á verksmiðjuni umborð. Hetta dámdi henni sera væl. 12. august í 2000 upplivdu tey eina stóra vanukku í Barnetshavinum. Ole Sætremyr var staddur á leiðini, har kjarnorkurikni russiski kavbáturin Kursk kom í havsneyð og sakk 12. august í 2000. Øll manningin, 118 fólk, doyði. -Vit kundu havt bjargað fleiri mannalívum. Vit bjóðaðu okkum til at liggja sum eitt hjálparskip og taka upp tað, sum flotnaði upp frá kavbátinum. Men teir vildu ikki hava hjálp, sigur Lovisa, ið framvegis harmast um hesa syrgiligu vanlukku. Tíðin tá toskakríggið var millum norðmenn og íslendingar í Loynikrókinum var serlig fyri Lovisu. Viðhvørt virkaði hon sum tulkur uppi á brúnni, so at norðmenninir kundu skilja hvat íslendingar søgdu í sendaranum. Lovisa heldur framvegis, at íslendingar høvdu rætt at fiska í Loynikrókinum, tí tað var altjóða havøki. Saman við manninum Magnari hevur Lovisa fleiri ferðir verið við á sjómannatúrinum við Norrønu og Mortani Johannesen, sála, yvir á Eysturlandinum í Íslandi. Og sjálv hevur hon eisini havt ein dreym um ein annan túr yvir á Eysturlandið, sum kortini ikki er blivin veruleiki enn. Talan er um ein berjatúr, har eitt ferðalag kann fara yvir á Eysturlandið at henta ber, tí á Eysturlandinum eru berini bæði nógv og góð, sigur hon.
Oliver Joensen, sum átti og rak lokalblaðið Norðlýsið í Klaksvík í samfull 43 ár, er framvegis virkin, hóast hann nú er 78 ár. Umramt at hann hevur verið eldsálin á Norðlýsinum, hevur hann verið stigtakari og eldsálin ymsum lokarum verkætlanum, og hann hevur framvegis nýggjar verkætlanir á skrá. Vit hitta Oliver fyrst í neystinum uppi á Borðoyarvík, sum hann eigur saman við beiggjunum, stendur. Hoyr samrøðuna við Oliver Joensen her.
Meðan Petur Martin Johannesen gekk berføttur á ferð í Marokko, kom hann í samband við fólk sum  hava gingið nógv í Sahara oyðimørkini. Hann fekk spennandi frásagnir um henda langa túrin, ið tekur 50 samdøgur. Tá vaknaði dreymurin um at ganga gjøgnum Sahara, berføttur.   Trupulleikin er bara, at nú er tað so nógvur kriminalitetur í økinum og tí er tað vandamikið at ganga har, serliga fyri útlendingar. Tí verður tað fyribils framvegis ein dreymur, men hann hevur vónir um at tað einaferð fer at eydnast.   Klaksvíkingurin Petur Martin Johannesen, sum er lærari og leiðari fyri Musikkskúlan í Vági og hevur keypt hús í Fámjin, hevur altíð havt útferðarlongsul og hann hevur verið ótaldar túrar úti í heimi. Honum dámar ógviliga væl londini í Miðeystri og serliga í Iran, har mentanin og tað sera fyrikomandi fólkið hugtekur hann.   Hann er eisini hugtikin av Ytru Hebridunum, har hann var eitt heilt summar. Tað eydnaðist honum m.a. at koma út í forvitnisligu oynna North  Rona, har einki fólk býr, men har hava fólk búð fyri fleiri hundrað árum síðani. Ytru Hebridurnar minna eitt sindur um Føroyar, hóast týðandi munir eru.   Petur Martin sigur, at Fámjin hevur alt sum ein føroysk dreymabygd eigur at hava. Ikki minst friðin.   Petur Martin hevur fingið sær hønur, og hann hugsar nógv um hvat hann etur.   Lurta eftir sendingini her.
Handilin í Skúgvi hevur verið meira enn bara ein handil. Hann hevur eisini verið ein miðdepil í bygdini, har bygdarfólkið hittist fyri at frætta tíðini og hitta onnur fólk. Seinast í hesum mánaðinum Meinhard Hentze handlað í 50 ár í heimbygdini og tá gevst hann og snarar lykilin um. 83 ára gamli Meinhard Hentze hevur, umframt at hava verið handilsmaður, havt fleiri álitispostar í bygdini. M.a. var hann formaður í kirkjuráðnum í mong ár. Hann er framvegis deknur og hann hevur lisið lestur í mong ár. Meinhard hevur havt postin, eins og pápin, og hann hevur verið maðurin hjá IRF í Skúvoynni. Hoyr her vitjanina í handlinum hjá Meinhardi
Jørleif Kúrberg, sáli, var tikin úr leikum sum frásøgufólk, og hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í gerandisdegnum. Serliga væl dámdi honum at greiða frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini, og hann var mangan ferðaleiðari har - m.a. í gamla býlinginum úti á Reyni, har omman og abbin búðu og har hann var nógv í uppvøkstrinum. Fyri nøkrum árum síðani skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri nøkrum søgukvøldum, har Jørleif segði frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini. Jørleiv andaðist í 2018, men Kvøldskúlin syrgdi fyri, at tiltakið varð tikið upp, og tí hava vit søgurnar framvegis. Søgutiltakið hjá Kvøldskúlanum var í mars 2016, og í mars 2025 hevur Tórður Mikkelsen lagt tríggjar sendingar við tilfari frá hesum kvøldunum til rættis til Útvarpið. Í hesum 3. og seinasta parti hevði Jørleif systkinabarnið Kem Poulsen við. Kem, sum tíverri eisini er farin, visti eisini nógvar stuttligar søgur úr gomlu Havnini og dugdi eisini væl at siga frá teimum.
Jørleif Kúrberg, sáli, var tikin úr leikum sum frásøgufólk, og hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í gerandisdegnum. Serliga væl dámdi honum at greiða frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini, og hann var mangan ferðaleiðari har - ikki minst í gamla býlinginum úti á Reyni, har hann var nógv í uppvøkstrinum. Fyri nøkrum árum síðani skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri nøkrum søgukvøldum, har Jørleif segði frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini. Jørleiv andaðist í 2018, men Kvøldskúlin syrgdi fyri, at tiltakið varð tikið upp, og tí hava vit framvegis søgurnar. Søgutiltakið hjá Kvøldskúlanum var í mars 2016, og í mars 2025 hevur Tórður Mikkelsen lagt tríggjar sendingar til rættis. Í hesum parti hevur hann vinmannin Rasmus Rasmussen, sála, sum vanliga varð nevndur Rasmus Klipp, við sær. Hann sigur eisini frá nøkrum søgum.
Jørleif Kúrberg, sáli, var tikin úr leikum sum frásøgufólk, og hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í tilveruni. Serliga væl dámdi honum at greiða frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini, og hann var mangan ferðaleiðari har - ikki minst í gamla býlinginum úti á Reyni. Fyri nøkrum árum síðani skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri nøkrum søgukvøldum, har Jørleif segði frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini. Hóast Jørleiv tíverri andaðist í 2018, liva søgurnar víðari, tí Kvøldskúlin festi tiltakið á band, og tí hava vit møguleikan at hoyra ein part av teimum her. Søgutiltakið hjá Kvøldskúlanum var í mars 2016 og í mars 2025 hevur Tórður Mikkelsen lagt hesa sending til rættis.
Petur Martin Petersen í Fuglafirði, sum verður 80 ár í summar um Gud vil, byrjaði at samla bøkur sum sjey ára gamal við einari Kingosálmabók, og nú hevur hann eitt fullfíggjað savn við øllum kongabíbliunum og teimum reformertu Bíbliunum heilt frá 1553 og til dagin í dag. Harafturat hevur hann eitt spennandi savn við bókum, ið snúgva seg um Føroyar og føroysk viðurskifti, og øll stovan sum hon er er eitt spennandi og forkunnugt savn við list hjá morbróðrinum Jóannesi Kristiansen, ið varð róptur Leirvíksmálarin. Hann doyði í 1988. -Tá fólk samla plastikkkúlupennar ella øletikettir, verður ofta sagt, at tað er einki forgjørt í tí. Sjálvur haldi eg, at tað ger einki um vit eiga eitt ektað eintak av tí andaliga lestnaðinum, sum føroyingurin hevur havt at styðja seg við á reisuni frá vøggu til grøv, og í einum landi sum kallar seg kristið, sigur Petur Martin Petersen. Gomlu Bíbliurnar eru nógvar í tali og summar eru serliga spennandi, sum Petur Martin eisini greiðir frá í sendingini. Bóka- og bíbliusavnið er í kjallaranum. Stovan í erva er øll sum hon er eitt spennandi savn yvir listina hjá Jóannesi Kristiansen, sum var morbróður Petur Martin. Sethúsini á Bøvegi 16 í Fuglafirði eru enntá innrættað eftir modelli av barnaheiminum hjá Jóannesi og mammu Petur Martin, sum stóð á Toftanesi í Leirvík. Fyri góðum tveimum árum síðani gav Petur Martin Petersen út tvær ymiskar listabøkur um listamálaran Jóannis Kristiansen og sermerktu impressionistisku málningar hansara. Onnur bókin er stór og umfatandi við stórum myndum, og hon fæst ávíkavist á føroyskum og enskum - og á donskum og týskum. Tann minna bókin er á føroyskum. Petur Martin heldur seg merkja væl, at Jóannes Kristiansen hevur fingið eitt slag av nýggjum lívi eftir at bøkurnar komu út.
Jóhanna Petersen í Saltnesi, sum leygardagin fylti 100 ár, býr einsamøll í húsi og klárar seg sjálv. Hon býr í Skúla í Saltnesi, har gamli skúlin í Saltnesi var frá 1845. Hon giftist inn í barnaheimið hjá manninum Jóhannesi Ingvardi fyri 75 árum síðani og her býr hon framvegis. Jóhanna er ættað av Strondum. Hon var fýra ár tá mamman doyði í barsilssong, og Jóhanna fór fyrst til ommuna og abban á Tvøroyri at vera. Níggju ára gomul fór hon til skyldfólk á Húsum at vaksa upp, og har var hon búði til hon var 15 ár. Tá fór hon út aftur á Strendur. Jóhanna giftist inn í barnaheimið hjá manninum Jóhannesi Ingvard í Saltnesi fyri 75 árum síðani og har býr hon framvegis.   -Eg havi altíð trivist væl her og eg eri væl nøgd við alt, sigur Jóhanna Perersen, sum helt stóran 100 ára føðingardag á Svangaskarði leygardagin 1. mars. Hon hugsar lítið um sín aldur, men viðgongur tó, at hon dugur illa at venja seg við at hon nú er 100 ár.
Tað er ein serligur partur av okkara søgu, tá føroysku saltfiskalínuskipini í seksti- og sjeytiárunum fóru longu leiðina yvir á Flemish Kap at fiska og vóru burtur í fleiri mánaðir. Stórur partur av manningini vóru ungir dreingir, heilt niður í 14 ára aldur. Vaktirnar hjá manningini vóru langar og frívaktirnar samstundis stuttar, og ungu menninir stóðu sárhentir í egningarskúrinum og egndu dag út og dag inn allan túrin. Ein av teimum, sum fóru yvir á Flemish Kap sum 14 ára gamal, og sum kann siga livandi frá hesi tíðini, er 64 ára gamli Leon Sólheyg í Klaksvík, og tað ger hann í hesari útvarpssendingini. Hesi seinnu árini, síðani hann bleiv heimamaður, er Leon betri kendur sum bóndi og hevur bæði havt neyt og seyð. Nú hevur hann eini 180 áseyðir í trimum ymsum hagapørtum í Borðoynni. Ein lítlan hagapart á Norðoyri og tveri óhøgligir hagar á vestursíðuni av Borðoyarnesi.   Hoyr sendingina við Leon Sólheyg her.
Karl Vidtfeldt á Sandi var bara 15 ára gamal, tá hann bleiv formaður í B71 og hann hevur øll árini síðani verið ein eldsál í felagnum. Umframt at hava verið formaður í nógv ár, hevur hann havt nærum allar leiklutir í felagnum. Hann hevur verið fótbóltsspælari, kassameistari, venjari, dómari, liðleiðari, ferðaleiðari og mangt annað. Karl var formaður í B71 tá felagið hevði aðalfund í fjør, men avgjørdi at taka fótin av speedaranum og ikki at taka við afturvali. Hann er kortini framvegis virkin í felagnum. -Vit hava marknaðarført felagið sum tann góða felagsskapin, og eg haldi at allir sandoyingar kenna B71 sum sítt felag. Frá fyrsta degi hevur felagið havt stóra undirtøku í Sandoynni, sigur Karl. Hægstu tindarnir hjá B71 hava verið, tá felagð bleiv føroyameistari hjá monnum í 1989 og steypavinnari í 1993. Karl Vidtfeldt sigur, at tað var tann góða samansetingin millum ungar menn í felagnum og úrmælingar úr Póllandi sum gav úrslitið.   Síðsta kappingarár vunnu U21-dreingirnir hjá B71 greipuna.   Hoyr Karl Vidtfeldt her siga frá einari drúgvari tænastu í Sandoyar Ítróttafelag.
loading
Comments