Discover
Vikan
Vikan
Author: Kringvarp Føroya
Subscribed: 1Played: 40Subscribe
Share
© All rights reserved.
Description
Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.
Vertur er Ingi Rasmussen.
Vertur er Ingi Rasmussen.
100 Episodes
Reverse
Vikugesturin er Rúna Nón Bjartalíð úr Klaksvík, sum bleiv púra ovfarin av móttøkuni, hon fekk, tá ið hon skrivaði eina dagføring, sum rakti fólk beint í hjartað.
Djarvastu viðmerkingina hevur Høgni Djurhuus, sum leggur vikuna á skák.
Í Dagføroyingum viðgera vit summarið og ferðavinnuna. Hvussu fer summarið at síggja út? Er árið í ár serligt? Hvar fert tú at halda summarfrí? Fert tú at ferðast uttanlands? Hví ella hví ikki, spyrja vit millum annað. Og koma eins nógv ferðafólk til Føroya í ár, sum undanfarin ár?
Hoyr alla sendingina her
Vikugesturin var Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum fekk 971 atkvøður á løgtingsvalinum og er yngsta fólkið, sum er valt inn á ting.
Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Armgarð Arge, sum legði vikuna á skák.
Í Dagføroyingum, sum er í seinna tímanum, viðgera vit vitlíki. Hvat ER vitlíki, hvussu kunnu vit brúka tað, hvussu kann tað tæna okkum og samfelagnum, og ERU avbjóðingar ella vandar?
Í útvarpsstovuni eru:
- Ólavur Ellefsen, teldufrøðingur, íverkseti, stjóri í fyritøkuni Usable. Ólavur var í verkætlanarbólkinum, sum gjørdi forkanningina um vitlíki.
- Rannvá Mortansdóttir, sum undirvísir í enskum, føroyskum og miðlakunnleika á Glasi.
- Barbara Scalvini, PhD og hevur lisið teldufrøði og lívfrøði. Barbara arbeiðir á Setrinum og er í holt við eina verkætlan um skynsama nýtslu av vitlíki.
- Katla Heðinsdóttir, PhD í heimsspeki.
Hoyr alla sendingina her
Noomi O. Gregersen, sum er nýggjur stjóri í Heilsustýrinum, var vikugestur.
Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevði Fróði Løkságarð, sum legði vikuna á skák.
Í táttinum Dagføroyingar spyrja vit, hvussu kreppan millum Danmark og USA um Grønland, ávirkar støðuna í ríkisfelagsskapinum, og eru tekin um, at áhugin fyri Føroyum er vaksandi? Kjakið byggir á frágreiðingina "Millum Washington og Keypmannahavn: Grønland, Føroyar og framtíðini hjá Kongsríkinum", sum varð løgd fram á Setrinum fríggjadagin. Í útvarpsstovuni vóru Heini í Skorini, Birita í Dali og Tór Marni Weihe.
Hoyr alla sendingina her.
Vikugesturin var Steffan Klein Poulsen, sum er nýggjur formaður í Miðflokkinum.
Høgni Djurhuus legði vikuna á skák.
Í Dagføroyingum kjakaðust vit um virkna deyðshjálp. Í útvarpsstovuni vóru Katrin Kallsberg, lækni, Arni Zachariassen, gudfrøðingur, og Georg L. Petersen, journalistur og avvarðandi.
Hoyr alla sendingina her
Vikugesturin er Sámal Petur í Grund, sum tók øll á bóli við at vera afturveldur á ting og fáa gamla Sjálvstýri aftur til heiður og æru.
Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Armgarð Arge, sum leggur vikuna á skák.
Og í Dagføroyingum taka vit samanum samgongusamráðingarnar og samgonguskjalið, nú ein nýggj samgonga hevur sæð dagsins ljós. Í útvarpsstovuni eru Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, og Sonja Jógvansdóttir, samskiftisráðgevi, og vit hoyra eisini Jens Christian Svabo Justinussen, lektara.
Hoyr alla sendingina her




