DiscoverDansival
Dansival
Claim Ownership

Dansival

Author: Kringvarp Føroya

Subscribed: 3Played: 233
Share

Description

Kvæðasending í útvarpinum.
171 Episodes
Reverse
M.a. greiðir hann frá forkunnugum tiltaki um Gyltu bók, sum verður í Vetur. Føroysk kvæði um brögð norðmanna ættarinnar úti og heima ella Gylta bók, sum hon vanliga verður rópt, er fyrsta kvæðabók, ið var givin út á føroyskum til kvæðafólk. Hon varð útgivin í 1925 av Noregs Ungdomslag, og fyllir sostatt 100 ár. Jóannes Patursson legði til rættis. Gunnar sigur eisini frá barnadansistevnu og Barnlek, sum eisini eru á skrá í vetur. Vit hoyra: Gøtuskeggjar, Dion Dalsgarð (Dia Uppi í Stovu) skipar í ungmannafelagnum Sólarmagn Finnur fríði, Wensel Kamban skipar í dansifelagnum í Havn Grettiskvæði, Dávur Emil Samuelsen skipar í Norðstreymoyar dansifelag Gongurólvur, Sverri Patursson skipar í ungmannafelagnum Sólarmagn
Vit hoyra: 1. Frísarnar, Bjarni Vestergaard og John Lisberg skipa, sumbingar kvøða 2. Herr Sinklar, Kjartan Hentze skipar, skúvoyingar kvøða 3. Kjartan Ólavsson , Gullbrand Simonsen skipar í Leikum Fagurt 4. Harra Svein, Jóannes Jóhannesen skipar í Stígum Fast 5. Vatntátturin, Sólvit Simonsen skipar í Leikum Fagurt
Levi er uppvaksin í Hvalba og fekk av álvara áhuga fyri kvæðunum, tá hann gekk á læraraskúla. Levi hevur verið limur Suðuroyar Norðara Dansifelag, og sigur frá dansinum har, og upplivingum hann hevur úr felagnum. Vit hoyra Skjøn Anna ? Jógvan Pætur Gilstein skipar í Klaksvíkar dansifelag Álvur Kongur ? Eyðun Viderøe skipar í Leikum Fagurt Skrímsla ? Sigmund í Hoyvík skipar í Dansifelagnum í Havn Jeg Lagde mit Hoved til en Elverhøj ? Ingibjørg í Hoyvík skipar í Dansifelagnum í Havn Hábarðskvæði 3. tátt ? Eli Poulsen skipar og sumbingar kvøða Burnaman Holder i Fjeldet Ud, Leivur Danielsen skipar í Dansifelagnum í Havn
Eydna fekk áhuga fyri kvæðunum tá hon gekk í Hoydølum, og hevur verið forkvinna í Norðstreymoyar dansifelag, har hon nú skipar fyri barnadansi. Vit práta um barnadans og barnadansistevnuna, ið stendur fyri framman.
Magnus er uppvaksin við dansinum í Fámjin, har tey ungu sluppu við at dansa, og hugnaðu sær óført, og Magnus sigur tað vera hugnan í dansinum, sum er dragandi. Magnus skipar eisini ymiskt, m.a. Brestiskvæði og Jákupsa skegg, og tosar um leiklut skiparans. Vit hoyra: Kópakvæði - Svend Joensen skipar í Suðuroyar Norðara Dansifelag Brestiskvæði - Hargin Joensen skipar í Sumba Flóvantsríma - Levi Niclasen í Suðuroyðar Norðara Dansifelag Nú harutíðin komin er - Jóanes Petersen skipar í Vága dansifelag Brúsajøkil ? Andreas Sigurstein skipar í Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans
Dansival 15 januar 2025

Dansival 15 januar 2025

2025-01-2201:00:00

Gestu í sendingini er Magnus Magnussen. Elin Maria Olsen leggur til rættis
Dansival - Pætur Djurhuus

Dansival - Pætur Djurhuus

2025-01-0801:30:00

Gestur í dansivali er Pætur Djurhuus. Pætur byrjaði at kvøða meðan hann gekk á miðnámi, og er nú formaður í dansifelagnum "Fótatraðk", sum kvøður í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn.  Pætur hevur gjørt eitt forrit, sum hevur talt øll orðini í Føroya Kvæði, og vísir m.a. á unik orð í sendingini. Vit hoyra: Jøkils kvæði, Høgni Mohr skipar í Dansifelagnum í Havn Gongurólvs kvæði, Jens Jacobsen skipar í Dansifelagnum í Havn Brestis kvæði, Hargin Joensen skipar og Sumbingar kvøða Syngesmeden fra Kristianshavn, Høgni Thomsen skipar og nólsoyingar kvøða.
Upp á gólv á Trettanda

Upp á gólv á Trettanda

2025-01-0602:13:56

Í trettandkvøldsdansinum hoyra vit Kópakvæði - Klakvíkar Dansifelag - Jóngerð Midjord skipar, Jómsvíkingar - Tøkum Lætt - Roar Olsen skipar, Nordan for Trondhjem - Vága Dansifelag - Lív Vilhelmsen skipar, Jákup á Møn - Norðstreymoyar Dansifelag við stuðlum úr Dansifelagnum á Látrinum og Tøkum Lætt - Dávur Emil Samuelsen skipar, Harra Pætur og Elinborg - Ung í Dansi - Elm Næs Mortansdóttir skipar, Hoyberartátturin - Leikum Fagurt og Stígum Fast - Hendrik Egholm skipar, Gáturíma - Eusturoyar Dansifelag - Kristian Jacobsen skipar, Fuglakvæði - Nólsoyar Dansifelag - Erlendur Simonsen skipar.
Vit fara upp á gólv nýggárskvøld og hoyra upptøkur, sum Kringvarp Føroya og Sláið Ring hava fest á band seinastu átta árini. Vit hoyra: "Fuglakvæði eldra" - Stígum fast og Leikum Fagurt, Helga Hilmarsdóttir og Annika Olsen skipa. "Sigmundskvæði eldra" - Dansifelagið íHavn, Birgir Djurhuus skipar.  "De røvere tolv" - Tøkum Lætt, Jón Durhuus skipar. "Seyðamaðurin á Sondum" - Vága Dansifelag, Edvard í Skorini Joensen skipar. "Falkaríman" - Ung í Dansi, Katrin Dahl skipar. "Det er i  nat en vaagenat" - Dansifelagið á Látrinum, Jógvan Højsted skipar. "Strandatátturin" - Eysturoyar Dansifelag, Joen Carl Danielsen skipar. "Viljorm Kornus" - Norðstreymoyar Dansifelag, Maria Kristiansdóttir skipar. "Guðbrandskvæði" - Klaksvíkar Dansifelag, Jóhannes Jacobsen skipar. Lagt til rættis: Jóhann Mortensen
Vit hoyra Silvurlín, Harra Svein av Miklagarði, Barald Bóndason,Huldugentuna, Veðratáttin, Brókatátt, Vaagen, Ólav Riddarós og Jeg ser så mangt et orlogsskib.
Hann hevur m.a. verið formaður í Sláið Ring, gjørt undirvísingartilfar til fólkaskúlan og er dómari í spurnarkappingini Tú manst vita frá mongum at siga. Vit hoyra: Tístrams táttur, Sigmund í Hoyvík skipar í Dansifelagnum í Havn Jøkilskvæði, Finnur Olsen skipar og hvalbingar kvøða Hábarðskvæði, Eli Poulsen skipar og Sumbingar kvøða De Røvere tolv, Martin Tórgarð skipar í Dansifelagnum í Havn
Hann hevur m.a. verið formaður í Sláið Ring, gjørt undirvísingartilfar til fólkaskúlan og er dómari í spurnarkappingini Tú manst vita frá mongum at siga. Vit hoyra: Eingrìmsynir, Jens Ludvík Johannesen skipar í Stígum Fast Fyrra Gælianstátt, Jógvan Adolf Johannesen skipar í Stígum fast Der hersked en konge, Bjarni Vestergaard skipar og sumbingar kvøða Vaagen, Leivur Jacobsen skipar í Klaksvíkar dansifelag.
Dansival á Nordlekfundi

Dansival á Nordlekfundi

2024-11-2701:10:21

Urban Lind hevur altíð dansað, og er formaður í Nordlekstyrelsen, og er bæði fólkadansari og -tónleikari. Nina Byttingsmyr var programleiðari á Nordlek í Arendal 2024, har uml. 75 føroyingar luttóku. Atli Freyr er ein av fyrireikarunum av Islek 2025, sum verður næsta ár. Vit hoyra: Stolt Signhild, Anna Petersen skipar í Tøkum lætt. Iddane Hermund, Martin Ofstad skipar í Stordans í Oslo 20219. Ólafur Liljudrós við Íslandsklukkum.
Jóannes er av Nesi í Vági. Hann minnist aftur á spontanan dans í konfirmatiónum, og tá steðgur var í diskotónunum í VB-húsinum ella í Framtíðini. Jóannes byrjaði í Eysturoyar dansifelag, tá hann varð biðin um at skipa Sigmundsvísu, og hevur dansað har síðan.   Vit hoyra: Bóndatátt, Albert Djurhuus av Høggeil kvøður sitandi Hr. Sinklar við Jómsvíkingum. Jens Christian Jacobsen skipar Sigmunds vísu, Sumbingar kvøða og Edvard Jacobsen skipar Sniálvstátt við Eysturoyar dansifelag, Torgerð Rasmussen skipar Kong Hans við Eysturoyar dansifelag, Joan Carl Danielsen skipar Der går dans på Ribergade  við Klaksvíkar Dansifelag, Johan Petersen skipar
Hallur fekk áhuga fyri føroyskum dansi, tá hann fór í 3. flokk á Húsum. Har lærdu tey kvæði m.a. við at tekna tey, og summar av myndunum standa framvegis klárar fyri honum, tá hann kvøður. Hallur hevur verið nevndarlimur í Ung í dansi og hevur havt skeið í føroyskum dansi í Noregi. Vit hoyra: - Brókatátt við Norðstreymoyar dansifelag, Jóannes Bjørgvin skipar. - Huldugentina við Suðuroyar Norðara dansifelag, Ásla Jespersen skipar. - Fípuna føgru við dansifelag Kaggans, Regin Eikhólm skipar. - Veðratáttin við Klaksvíkar dansifelag, Ólavur Syderbø skipar - Stolt Signhild við Tøkum lætt, Anna Petersen skipar
16. septembur 2023 skipaði Sláið Ring fyri forkunnugum tiltaki í Norðurlandahúsinum, har Jógvan Højsted, sáli, helt fyrilestur við heitinum ?Lív og Lagna: Guðrum Ósvívsdóttir og Kjartan Ólavsson?. Hann sigur frá søguni, sum hon er skrivað í Laksdøla søgu. Í Dansival hoyra tit tann partin, sum er er í kvæðinum Kjartan Ólavsson. Fyrilesturin var upprunaliga longri við forsøgu, tá fedrar Guðrunnar løgdu beinini í Íslandi og heningunum eftir at Kjartan var deyður, men er tillagaður senditíðina.
Familjan hjá Jónu hevur dansað til hátíðarhald, so Jóna er uppvaksin við spontanum dansi í veitslum. Jóna hevur lisið dans í Onglandi, og er samskipari av fjølmentanarvikuni, har dansur fyllir nokkso nógv. Vit tosa m.a. um føroyskan dans og seta hann í samband við dans í øðrum mentanum. Vit hoyra: Ólavur Riddararós, Turið Sigurdardóttir skipar í Tøkum Lætt ? Brestiskvæði, Hargin Joensen skipar í Sumbiar dansifelag ? Ole Morske, Einar í Geilini skipar saman við nólsoyingum
Andreas hevur verið nevndarlimur í Tøkum Lætt í 30 ár. Andreas tosar um hvussu tað er at vera formaður, hvussu tað er broytt gjøgnum tíðina, og annars hvat hann hugsar um. Vit hoyra Brókatótt, Jóannes Bjørgvin skipar í Norðstreymoyar dansifelag - Tað hevur tókt millum føroyingar gaman. Hervør durhuus skipar í Norðstreymoyar dansifelag  Jákupsa Skegg, Magnus Magnussen skipar í Tøkum lætt  Deyðastund Sigmundar - Jónleif Johannesen skipar í Klaksvíkar dansifelag.
Gestir í sendingini eru Levi Heinesen og Kertin Nysted. Hesi ungu gera nógv fyri at hava góðan trivnað í felagnum. M.a. hava tey havt fólk inni og lært tey dansispøl, skipað fyri stovudansi og verið á útferð í Fugloy. Vit hoyra: Stolt Signhild - Anna Petersen skipar í Tøkum lætt og dansifelag Kaggans Havnargentan kvøður - Maria Samuelsen skipar í Tøkum lætt og dansifelag Kaggans Veðratátturin - Kári á Rógvi skipar Vaagen - Leivur Jacobsen skipar í Klaksvíkar dansifelag Harra Pætur og Elinborg - Ann Mari Hansen skipar í Nólsoyar dansifelag Kópakvæði - Jóngerð Midjord skipar í Klaksvíkar dansifelag.
loading
Comments