Discover
Pressan (savnssending)

Pressan (savnssending)
Author: Kringvarp Føroya
Subscribed: 2Played: 20Subscribe
Share
© All rights reserved.
Description
Savnssending
Í Pressuni seta vit forvitna kikaran á tey, sum vanliga halda vakið eyga við øllum hinum. Við beinleiðis kjaki, kritiskum samrøðum, greiningum og aktuellum reportagum viðgera vit føroysku pressuna og tríva í pressuetiskar spurningar.
Hevur tú onkran spurning ella evni, tú kundi hugsað tær, at Pressan tók upp, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost.
Í Pressuni seta vit forvitna kikaran á tey, sum vanliga halda vakið eyga við øllum hinum. Við beinleiðis kjaki, kritiskum samrøðum, greiningum og aktuellum reportagum viðgera vit føroysku pressuna og tríva í pressuetiskar spurningar.
Hevur tú onkran spurning ella evni, tú kundi hugsað tær, at Pressan tók upp, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost.
22 Episodes
Reverse
Rættiligt kjak hevur tikið seg upp í sambandi við, at miðlarnir valdu at nevna fulla navnið á tí dømda í einum drápsroyndarmáli, meðan teir tagdu við navninum á einum manni, sum sama dag varð dømdur fyri kynsligan ágang.
Í Pressutáttinum hesu ferð verður kjakast um, hvørji atlit viga tyngst, tá miðlarnir velja at nevna nøvn í dómsmálum ella velja at tiga við navninum.
Í samband við at stjórin í Rás 2, Jonhard Hammer, hevur bjóðað rásina hjá sær fram til at gera public service, var kjak um hetta evnið. Harafturat var hugt nærri at sjónvarpssendingunum, Allah er stórur og Spískamarið. Hoyr sendingina her
Størsta drápsmálið í føroyskari rættarsøgu fær nógva umrøðu í føroysku miðlunum í hesum døgum. Pressan heldur seg ikki aftur í at endurgeva, hvat ið sagt verður í rættarsalinum. Heilt niður í smálutir, fáa lesarar, lurtarar og hyggjarar at vita, nær og hvar blóðplettir vóru funnir, nær og hvar fartelefonir vóru tendraðar og sløktar og hvussu heilt intim og privat viðurskifti vóru hjá teimum, sum verða avhoyrd. Men er tað etiskt rætt av miðlunum at kunna um hvønn smálut, sum kemur fram í rættarsalinum?
Tað kjakast Eirikur Lindenskov, Árni Gregersen, Liljan Weihe og Uni Arge um í útvarpsstovuni.
Kringvarpið hevði ynski um at sleppa at ?live blogga? frá rættargongdini, men tað varð noktað kringvarpinum. Hvat sigur lógin og hví hevði kringvarpið ynski um at sleppa at siga beinleiðis frá rættargongdini á heimasíðuni?
Og hví gjørdist heimasíðan hjá Kringvarpinum brádliga óvirkin, tá ið kommunuvalið var týskvøldið. Tekniski leiðari í Kvf er í útvarpsstovuni og greiðir frá, hvat hendi.
?...Og havið tók? eitur nýggjur dokumentarur, sum verður vísur í sjónvarpinum í kvøld. Hvat snýr hesin dokumentarurin seg um og hví gera ein slíkan dokumentar? - tað greiðir Jóannes Lamhauge frá, sum hevur gjørt sendingina.
Og í endanum á sendingini er Høgni Djúrhuus aftur frammi við vinkulslíparnum.
Hoyr sendingina her
Blaðdeyði, fallandi upplagstøl, bløð, sum sløkkja og lata aftur og miseydnaðar royndir at koyra bløðini út á netið. Tíðindini frá blaðheiminum í londunum kring okkum eru alt annað enn bjartskygd.
Í Pressuni verður spurt, í hvønn mun døpru spádómarnir eisini anda føroysku bløðini í nakkan?
Hetta kjakast Eirikur Lindenskov og Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjórar á Sosialinum og Dimmalætting, og Niels Uni Dam og Martin Simonsen, miðlafrøðingar, um.
Onnur evni í sendingini eru, at flestu sjónvarpsrásir uttanlands við virðing fyri sær sjálvum gera sendingar um mat og matgerð. Og Kringvarpið verður heldur ikki aftanfyri, tí í næstum fer Kringvarpið at vísa eina matsendirøð um matgerð við føroyskum rávørum.
Og Frode Rekve, leiðari á Institutt for Journalistikk í Frderiksstad í Norra, sigur, at norska pressan ikki var nóg kritisk í sínum dekningi fyrstu dagarnar eftir 22.juli í fjør, tá 78 fólk lótu lív í álopinum hjá Anders Behring Breivik.
Tí tók instituttið for Journalistikk stig til at bjóða norskum journalistum skeið í at dekka sorgarleikin.
Anna Ellingsgaard hevur tosað við Frode Rekve um, hvussu norska pressan handfór fyrstu dagarnar eftir sorgarleikin og hvat journalistarnir høvdu mest brúk fyri, í royndini at viðgera størsta sorgarleikin í Norra í nýggjari tíð.
Kvinnur eru oftast so trekar at fáa inn í sjónvarpsstovuna, at tað er bæði lættari og skjótari at biðja eitt mannfólk, siga fleiri journalistar. Úrslitið er, at miðlarnir als ikki endurspegla samfelagið, meta tríggjar kvinnur við drúgvum royndum sum journalistar.
Politikarar, sum nokta at úttala seg til miðlarnar, hava ikki fatað, hvønn týdning frælsa pressan hevur fyri okkara fólkaræði. Tað meta blaðstjórar og tíðindaleiðari.
Lurta eftir sendingini her
Journalistar stjala greinar frá hvørjum øðrum, uttan at vísa til kelduna. Tað vildi stjórin á Norðlýsinum prógva. Hann tók tí og skrivaði eina grein, og við vilja skrivaði hann ein feil í greinina. Stutt eftir var sama søga við feilinum, at síggja á fleiri øðrum heimasíðum, uttan at vísa til kelduna, sum í hesum føri var nordlysid.fo. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, Kári Durhuus, journalistur, og John William, stjóri á Norðlýsinum, kjakast um góðan sitatsið.Hvat ger tað við trúvirðið, tá ið journalistar viðgera mál, sum teir sjálvir, so ella so, hava tætt tilknýti til. Ábyrgdarblaðstjórarnir á Sosialinum og Dimmalætting, ávíkavist Eirikur Lindenskov og Árni Gregersen og tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, Liljan Weihe kjakast um gegnið og trúvirðið hjá journalistum.Næsta hóskvøld fer dokumentardeildin í Kringvarpinum aftur undir at senda dokumentarsending hvørt hóskvøld. Talan er bæði um fólksligar sendingar, sendingar, sum hava ein brodd og matsendingar. Barbara Samuelsen, leiðari á dokumentardeildini, greiðir frá vetrarskránni hjá deildini.Og 5. okt eru fimm ár liðin, síðani Miðlahúsið fór at senda útvarp. Stjórin á Rás 2, Jonhard Hammer, er í útvarpsstovuni og greiðir frá, hvussu umstøðurnar eru at reka eina privata útvarpsstøð í Føroyum og um framtíðarætlanirnar hja Rásini.Og Høgni Djurhuus slípar aftur føroysku miðlarnar við vinkulslíparanum í endanum á sendingini.
Pressukjak: Hálvkvøddar vísur fingu takið, tá Dagur og Vika í einum innslagi róði framundir, at borgarstjórin í Havn gjordi sær dælt av sorgarleikinum umborð á polska seglskipinum Rzeszowiak. Tað meta eygleiðarar í Pressuni hesa ferð. Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum vísir ákærunum aftur, men ásannar, at innslagið vantaði ein greiðan vinkul.
Ummælarar lata sum heild væl at nýggja Dag og Viku sniðnum, hóast tátturin Vangamyndin kanska ikki heilt hevur funnið síni bein
Útisetasendingin Ghetto Føroyar bjóðar seg fram, sum eitt djarvt alternativ til føroysku miðlarnar.
Og Høgni Djurhuus endar sendingina við Vinkulslíparnum.
Hoyr alla sendingina her.
Men hvat fyri signal sendir hetta út til hyggjaran? Niels Uni Dam, miðlafrøðingur, heldur, at hetta setir spurnartekin við rættin hjá Kringvarpinum at verða til. Birgir Kruse, ritstjóri, heldur, at hetta er ein glíðibreyt, sum reisir spurningin, hvat man í grundini vil við einum føroyskum sjónvarpi.
Hoyr kjakið her.
Annika Mittún, kringvarpsstjóri, sigur at hetta er ein avleiðing av ta fíggjarstøðu sum stovnurin er komin í, meðan Árni heldur at stovnurin hevur eina fíggjarætlan á 60. mió og við teimum pengunum kann man ráðfesta øðrvísi.
Hoyr kjakið her:
Bjarni Djurholm, løgtingslimur, og Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri, kjakast um politiska tíðindaflutningin seinastu tíðina
Marie Rørbye Rønn, stjóri í DR, vitjar Pressuna hjá Kringvarpinum.
Tað heldur ein lesari og lurtari, sum eftirhondini hevur ilt við at skyna á, hvat er skøkjujournalistikkur og hvat er óheft journalistiskt tilfar í føroysku pressuni.
Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum og Vikublaðnum, Árni Gregersen, stjóri á Dimmalætting, Annika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarpi Føroya, Andrass Holm Arge, brúkaraumboðsmaður, og Halgir Winther Poulsen, limur í Fjølmiðlanevndini eru í útvarpsstovuni og kjakast um evnið.
Tað var í hoyrispælinum "Kári og Serliðið", ið snýr seg um drykkjuskap hjá foreldrum, vansorgan og sjálvmorð, at tað varð bannað og blótað. Hetta hevur follið fleiri fyri bróstið og spyrja, um tað er neyðugt at banna í Barnaútvarpinum? Um tað ikki er gjørligt at broyta orðalagið til ein meira virðiligan málburð?
Jonna F. Mortensen og Jensina Olsen, frá Barnaútvarpinum, eru í útvarpsstovuni og greiða frá, hví júst hendan søgan varð vald, og hví tað er neyðugt at banna í Barnaútvarpinum.
Hoyr samrøðuna her.
"At skriva um onkra kenda amerikanska stjørnu, ið hevur víst seg nakna, er ikki eg" sigur Jákup Bogi Joensen, sum gongur á journalistháskúlanum í Århus
"Men tað, haldi eg, er journalistiski botnurin".
Jákup Bogi hevði ikki fingið nakað starvsvenjingarpláss í Danmark, tá starvsvenjingarskeiðið byrjaði. So tá ið lestrarvegleiðarin bjóðaði honum at fara í starvsvenjing á danska tabloid blaðnum, BT, tók hann av.
"Eg hevði mínar fordómar um BT, áðrenn eg fór í starvsvening har, men hesir fordómar eru fánaðir nakað nú" sigur Jákup Bogi Joensen
Hoyr samrøðuna við Jákup Boga her.
Her verður serligan hugsa um, at ongir hondbóltsdystir ella flogbóltsdystir verða varpaðir beinleiðis í útvarpinum, men so skjótt fótbólturin byrjar, so virkar tað sum, at tá er onki óført, heldur ein lurtari.
Vit spyrja programmleiðara kringvarpssins, Solby Eliasen, hvussu ítrótturin verður raðfestur í kringvarpinum?
Ein av dómararnum var Birgir Kruse, sum í hesum sambandi hevur tikið stig til, at Móðurmálsvirðislønin í ár skal varpa serligt ljós á málið í miðlunum.
Eisini stóru miðlarnir Dimmalætting, Sosialurin og Kringvarp Føroya
eru við til at skipa fyri Móðurmálsvirðislønini.
Í útvarpsstovuni at kjakast um týdningin av góðum máli í miðlunum eru Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, Brynhild Thomsen, blaðstjóri á Dimmalætting og Birgir Kruse, ritstjóri á Námi.
Er pressan vorðin ov nærgangandi ella eru politikarar vorðnir ov erkvisnir?
Seinastu tíðina hava vit sæð fleiri dømi um, at politikarar alment finnast hvassliga at pressuni.
Tá spurningurin um til dømis gegni hjá fyrrverandi landsstýrismanninum í fiskimálum leikaði harðast á, vildi fleiri politikarar vera við, at tað var pressan, sum hevði blást málið upp til ein trupulleika, sum tað í grundini ongantíð var.
Í vikuni langaði løgmaður út eftir Sosialinum á Facebook, har hann skrivaði, at hann kendi seg úthongdan og niðurgjørdan í oddagreinunum í blaðnum.
Seinni sama dag endurgav Vágaportalurin løgmann fyri at siga, at miðlarnir ofta eru ósakligir og liggja eftir fólki.
Í útvarpsstovuna at kjakast um evnið, eru Beintu Løwe Jacobsen, journalistur á tíðindadeildini í Kringvarpinum, og Tróndur Djurhuus, vinnurekandi, varatingmaður fyri Framsókn og fyrrverandi journalistur og sjónvarpsstjóri.
Hvørt fríggjakvøld er sjónvarpssendingin MÆLT á skránni. Sendingin varð send fyrstu ferð síðsta fríggjakvøld, og vit ummæla sendingina.
Hetta skrivar hann í oddagrein í Dimmalætting. Orsøkin var, at tað var komið fram, at Kringvarp Føroya hevði latið politiið hugt politiisendingarnar 14:48 ígjøgnum, áðrenn tær vóru sendar.
Hetta metir ábyrgdarblaðstjórin vera so álvarsligt, at spurningurin er, um ikki Kringvarp Føroya á hendan hátt er í ferð við at undirgrava sjálvt pressufrælsið.
Árna Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting og Anniku Mittún Jacobsen, Stjóri í Kringvarpi Føroya kjakast um evnið í útvarpsstovuni.
Herfyri var høvuðssøgan í tíðindasendingini hjá útvarpinum, at aðalstjórin í vinnumálaráðnum var tikin fyri at koyra fullur, eftir at hann hevði rent á ein garð og síðani rýmdi frá staðnum.
Dagin eftir prýddi sama søga forsíðuna á Dimmalætting við yvirskriftini "Ávirkaður aðalstjóri - rendi á og stakk av"
Rættiligt kjak tók seg skjótt upp á Facebook, har onkur helt tað verða bæði ósømiligt og óneyðugt av miðlunum at blása eina slíka søgu út um allar geilar. Hvønn almennan áhuga hevur ein slík søga, vildu fleiri fegin vita
Í útvarpsstovuni eru Árna Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting og Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur og fyrrverandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum og kjakast um evnið.