DiscoverKyn og kenslur
Kyn og kenslur
Claim Ownership

Kyn og kenslur

Author: Kringvarp Føroya

Subscribed: 1Played: 15
Share

Description

Savnssending

 

Vit eru meira eins enn vit halda, og okkara trupulleikar og avbjóðingar í privatlívinum líkjast eisini meira enn vit møguliga geva okkum far um.

 

At fáa hetta fram, er eitt av endamálunum við sendingini Kyn og kenslur.

 

Kyn og kenslur varð send beinleiðis í útvarpinum mikukvøld veturin 2013/2014.

 

Ein serfrøðingur situr í útvarpsstovuni, og svarar spurningum frá tykkum lurtarum.

 

Serfrøðingarnir eru:

 

- Turið Horn, parráðgevi, psykoterapeutur og námsfrøðingur

- Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur

- Jógvan Zachariassen, guðfrøðingur

- Ann Dahl Hansen, prestur

- Súsanna Skaale, sálarfrøðingur

- Heidi Zachariassen, ljósmóðir

 

Kyn og kenslur á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
30 Episodes
Reverse
Hóast tey illani kunnu fara út saman, uttan at alt endar í klandri og ósemju, er hetta maðurin, hon elskar og vil verða saman við. Turið Horn og Jógvan Zachariassen sita í útvarpsstovuni, til síðstu Kyn og kenslur sendingina á hesum sinni.
Aftan á sera trupult og hart tíðarskeið, kennir kvinnan seg at vera á rættari kós, tó so tykist hon eisini vera í íva í, um hetta nú var rætta avgerðin, hon tók, tá hon fór frá manninum, sum hon hevur trý børn saman við. Hon spyr: "Hvat er eitt sunt familjumynstur fyri okkum?" Turið Horn og Jógvan Zachariassen svara teimum 4 brøvunum, sum verða viðgjørd í hesi sending, sum eisini er tann næstsíðsta á hesum sinni. Øll brøvini eru at finna á Facebooksíðuni hjá Kyn og kenslum.
Óttin avmarkar hann meira og meira, og hóast hann ikki væntar, at fólkini handan Kyn og kenslur kunnu hjálpa sær, biður hann um hjálp. Ein kvinna biður eisini um hjálp. Eisini hennara dagur er avmarkaður, og verður bara verri og verri. Hjá henni er tað sorgblýdni og tunglyndi, sum tyngir. Hon er nærum aldrin glað, men kennir seg kedda og einsamalla. Hetta hóast hon hevur sjeik og børn. Fyri nøkrum vikum síðan svaraði Bjørghild brævi frá manni, sum var sera vónbrotin av, at daman nú hevði blakað hann á dyr. Hetta hóast tey hava tvey lítil børn saman. Bjørghild svaraði so væl hon kundi, men segði eisini, at vit máttu vita meira um mannin og teirra parlag, fyri at kunna geva meira nágreiniligt svar. Tá ið sendingin var liðug, skrivaði sami maður aftur, og tað brævið havi vit við í hesi sendingini. Tær, ið svara hesum trimum brøvum eru, Ann Dahl Hansen, prestur, og Turið Horn, parráðgevi.
Er kvinnan bara eitt grenj, ið hevur tørv á at hava okkurt fríðtíðarítrív sjálv? Ella eigur maður hennara at verða meira heima hjá børnum, konu og húsi? Turið Horn, parráðgevi, svarar hesi kvinnu. Eisini havi vit fingið eitt bræv frá eini kvinnu, sum tendrar upp á aðrar kvinnur, og hevur verið saman við kvinnum. Tó so, so elskar hon sín mann, tendrar upp á hann, og vil ikki missa tað, tey hava saman. Triðja brævið er frá kvinnu, sum bert hevði hug til sex fyrstu tvey árini av parlagnum. Hon hevur tó sex javnan við sjeikinum, men tá er tað við ringum tannabiti. Hetta veit sjeikurin væl, og tí er hon nú bangin fyri, at sjeikurin ikki tímir hetta lívið leingið afturat.
Eitt annað bræv er frá kvinnu, ið er troytt av keðiliga lívinum samanv ið manninum. Skal og kann hon gera okkurt? Ella skal hon fara frá honum, og finna ein annan? Triðja brævið er frá kvinnu, sum júst er skild frá manninum. Tey hava trupult við at verða samd um, hvussu nógv børnini skulu búgva hjá pápanum. Tað eru Turið Horn og Jógvan Zachariassen, ið svara brøvunum hesa ferð.
Maðurin hevur vaskað, ruddað og gjørt nógv annað húsligt arbeiði, tó so, so er daman farin frá honum, og sigur at tað aldrin verða tey aftur. Hetta er torført at góðtaka, tá ein bert vil hava sína familju aftur, og vera so nógv saman við børnum sínum, sum til ber. Bjørghild Djurhuus svarar hesum manni, umframt hinum trimum brøvunum, ið eisini eru við í sendingini hesa ferð. Brøvini kanst tú lesa á okkara Facebook-síðu her: Kyn & kenslur á Facebook (letur upp í nýggjum kaga).
Kvinnurnar skriva bræv til Kyn & Kenslur og spyrja, hvussu tær fáa gongd á tað kynsliga aftur, og um tað hjálpir nakað, at fara til lækna. Ein maður í 40´unum skrivar, at kona hansara ikki hevur eins stóran hug til sex, sum hon hevði áður, og tí vil hann vita, um hon man vera komin í skiftisárini. Parlagið heldur ikki til hetta, og tí biður hann um hjálp. Ein kvinna hevur sína debut í sendingini, tað er Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur. Saman við henni, at svara hesum brøvunum, er Turið Horn, parráðgevi.
Ein onnur kvinna umhugsar, at gera sær bróstini størri. Man hetta vera síðsti brikkurin, sum fær hennara lív at verða fulkomið? Eftir at hava hugna sær saman í nakrar mánaðir, hevur elskarinnan gjørt tað liðugt. Hon hevur ikki kenslur fyri honum, men vildi bara hava sex. Eftir stendur hann einsamallur og við hjartasorg. "Skal eg bíða eftir henni, ella koma víðari?" At svara hesum trimum brøvunum, koma Turið Horn og Jógvan Zachariassen.
"Eg fái sálarliga og likamliga pínu, tá ið eg og maðurin eru í song saman. Hvat kann eg gera? Kann eg fáa sálarliga hjálp? Heilsan ein neyðtikin kvinna, sum vil úr síni neyð." Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur, svarar hesum brævi, umframt hinum trimum brøvunum, sum eisini eru við í hesi sending. Øll brøvini í sendingini eru at finna á okkara Facebook-síðu her: Kyn & kenslur á Facebook
Tað er farið so langt, at kvinnan er flutt frá manninum. Hetta vegna klandur og stríð mullum hana og døturnar hjá nýggja manninum. Hon spyr, hvat hon kann gera, tí hon elskar mann sín, og vil gerast gomul saman við honum. Hetta er eitt av fýra brøvum, sum eru við í sendingini hesa ferð. Tað er Jógvan Zachariassen, pastor, ið svarar brøvunum í hesari sendingini.
Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur, er í útvarpsstovuni og svarar hesum manni. Eisini hevur ein kvinna skrivað til Kathrinu. Hon er meira og meira bangin fyri vreiðini hjá manninum, sum hevur sligið son teirra, og mangan hevur givið henni blá merki. Brøvini liggja á Facebook-síðuni hjá Kyn og kenslum, og nógvir lurtarar hava longu givið síni ráð til hesi bæði fólkini.
"Hann hevur sjálvur sagt við meg, at hann er pornomisnýtari." Soleiðis skrivar ein kvinna, í brævi sínum til sendingina. Hon vil vita, um hann elskar hana, hóast sína misnýtslu. Ein onnur kvinna skrivar inn, tí hon er stúrin um børnini. Hetta eftir at pápin at børnunum rendi tey á dyr, og síðani hevur funnið sær nýggja damu, sum hevur eitt barn. Nú sær pápin als ikki børn síni longur, og hetta er ein trupuleiki og ein avbjóðing fyri mammuna. Triðja brævið er frá manni. Hann heldur tað er sera irriterandi, at hann ikki sleppur at hava ein ringan dag, uttan at kona hansara verður í enn verri lag. Turið Horn og Jógvan Zachariassen eru í útvarpsstovuni og svara brøvunum.
Onki sex og ongar pengar!

Onki sex og ongar pengar!

2014-02-1901:09:59

Kvinnan hevur verið gift við manni sínum í 20 ár.  Hóast hesi mongu ár saman, so vil maðurin ikki, at konan tekur pening úr hansara konto - ei heldur til rokningar tá hann er til skips.  Afturat hesum hevur maðurin aldrin havt hug til sex. Ein maður spyr hvussu hann kann fáa sína konu oftari at siga, at hon elskar hann. At seta orð á sínar kenslur, er nakað heilt natúrligt fyri hann, og nærum eitt krav, tá ein er í hjúnarbandi.  Somu áskoðan hevur kona hansara, eftir øllum at dømi ikki. Gamalt "flirt" hjá manninum spøkir enn, og er tað við at oyðileggja teirra parlag. Onki sex og ongin nærleiki. "Hvat skal eg gera?" spyr kvinnan. Jógvan Zachariassen og Turið Horn eru í útvarpsstovuni.
Tvey av teimum trimum brøvunum í sendingini eru frá kvinnum, sum eru keddar um, at teirra menn sita við telduna dag og nátt. Tær hava sæð teir skriva til aðrar kvinnur. Tann eini maðurin hevur eisini sent hálvnaknar myndir av sær sjálvum til eina kvinnu. Hann skrivar eisini til hana, at hann elskar og saknar hana. "Hvat skal eg gera ella siga? Eg eri so sorgarbundin og kedd," skrivar eina kvinnan. Maður skrivar eisini til sendingina. Hann er sera vónbrótin, eftir at konan er farin frá honum og børnunum. "Hvussu kann ein broytast soleiðis?," spyr maðurin. Tað er Turið Horn, psykoterapeutur og parráðgevi, sum svarar brøvunum.
Ein onnur kvinna spyr, um hon er kensluleys, meðan ein triðja er sera troytt av, at maðurin ikki hevur álit á henni longur, aftaná at hon var ótrúgv fyri fleiri árum síðani. Turið Horn, parráðgevi, svarar brøvunum frá lurtarunum.
Kvinnan kennir onga lívsgleði, og hevur ikki gjørt tað í 12 ár. Um jólini er sorgin enn tyngri. Hon heldur eisini, at sjeikurin og vinkonur eru troytt av hennara sorg og tunglyndi. Ann Dahl Hansen, prestur, svarar hesi kvinnu. Turið Horn, parráðgevi, svarar manni, sum skrivar, at "alt tykist at detta frá hvørjum øðrum." Jógvan Zachariassen, pastor, svarar kvinnu, sum er í iva um hon skal gjalda ferðaseðil hjá soni, so hann kann sleppa niður at halda jól saman við pápanum, hóast pápin eigur at gjalda ferðaseðilin.
Jógvan Zachariassen sigur: "Langt forspæl leiðir til gott sex. Gott sex tekur tíð og tol. Vit fáa mest burturúr sex, tá ið vit hita upp við forspæli. Forspæl er eisini, tá ið maðurin dustsýgur. So um maður tín gongur runt við dustsúgvara í hond, so veist tú, hvar klokkan er sligin. Hann skal tó minnast, at forspælið byrjar fleiri dagar frammanundan, og ikki lítla løtu áðrenn ástarleik. Tit minnast jú myndataluna: "Ein maður er sum ein mikroovnur, meðan kvinnan er, sum ein brenniovnur," heldur Jógvan Zachariassen. Hugleiðingin hjá Jógvani um forspæl, kemur aftan á, at eina kvinnan í brævi sínum spyr, hvussu hon og maðurin finna nærleikan aftur. Umframt Jógvan, so svara Ann Dahl Hansen, prestur, og Turið Horn, parráðgevi, eisini brøvunum í sendingini. Annað brævið er frá kvinnu, sum als ikki skilur, hví maður hennara hevur hug til, og tørv á, at vera vinur við sínar eks-damur á Facebook. Hetta ger hana øvundsjúka, og gevur trupuleikar teirra millum. Triðja brævið er frá manni í 50´unum. Kona hansara hevur ikki havt hug til sex í longri tíð, og hevur hetta ført við sær, at hann hevur leitað sær aðrastaðni. "Eg havi framvegis góðan hug, og tað veit hon! Eri eg tá ótrúgvur?," spyr maðurin. Hoyr hvat Ann Dahl Hansen, Turið Horn og Jógvan Zachariassen svara til hesi trý brøvini. Á Facebook-síðuni hjá sendingini her, Kyn & kenslur á Facebook (letur upp í nýggjum kaga), kanst tú lesa øll brøvini, umframt at tú eisini kann lesa viðmerkingar lurtarar hava til brøvini.
Eisini svara tey manni, sum spyr hví eitt heilt arbeiðspláss er eftir honum, bert tí hann gjørdi tað rætta: segði sannleikan. Ein kvinna veit ikki hvussu hon skal koma víðari, og bjarga parlagnum, eftir at maðurin hevur verið ótrúgvur.
Kvinna blakað á dyr

Kvinna blakað á dyr

2013-11-2801:02:38

Soleiðis skrivar ein kvinna í 40´unum í sínum brævi. Víðari skrivar hon, at hon onki álit hevur á honum tá hann drekkur, at hann flirtrar við hennara vinkonu, og at hann vil deila hana við aðrar menn. Kvinnan hevur ongan spurning til serfrøðingin. Tó so fær hon eitt svar, umframt eina rúgvu av viðmerkingum til sítt bræv á facebook-síðuni hjá Kyn og kenslum. Tað er Turið Horn, parráðgevi og psykoterapeutur, sum svarar brøvinum á hesum sinni. Ein kvinna í 50´unum spyr hvussu hon skal gera, fyri at fáa gamla parlagið til mannin aftur. Eftir at hon hevði krabbamein, er alt broytt, og hetta ger hana kedda og til tíðir tunglynta. Hon elskar mann sín, og vil koma honum nær aftur. Ein kvinna í parlagi við manni hevur seinastu tvey árini hugt meira og meira at kvinnum á netinum. Hon spyr um hetta er normalt? Og so er tað eitt par, sum vil vita um tey bara "skulu loypa í tað, og hava sex við øðrum - altso ein sokallaðan trýkant". Hoyr Turið´sa svar her, og les svarini hjá øðrum lurtarum á okkara facebook síðu: Kynogkenslur.
Soleiðis skrivar ein kvinna í sínum brævi. Ein onnur kvinna spyr hvat missrøkt kann gera við børn, og um ein brotin persónur kann gerast heilur aftur. Ein triðja kvinna veit ikki hvussu hon skal vera við fostursoninum, tí hann er so illur inná hana og pápan. Hetta, tí mamma hansara "fyllur hann við lygnum". Og so er ein ung kvinna, sum aldrin hevur kent gleði í lívinum. Eisini er hon kedd um, at foreldur hennara eru so líkasæl við hana og hennara lív. Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur svarar brøvunum.
loading
Comments 
loading