DiscoverVit hava tikið abort
Vit hava tikið abort
Claim Ownership

Vit hava tikið abort

Author: Frihedsbrevet Føroyar

Subscribed: 0Played: 1
Share

Description

Nær byrjar eitt lív? Tað er stóri spurningurin, sum fleiri ymsar hugsanir eru um. Og frontarnir eru trektir upp, nú landsstýrið hevur boðað frá, at fosturtøkulógin frá 1956 loksins skal endurskoðast. Men hvat siga tey, sum brenna mest fyri ella ímóti abort? Hvat sigur kvinnan, sum er neyðtikin, og hon, sum hevur angrað abortina, alt sítt lív? Hvat sigur fólkakirkjan, hvat siga kvinnurnar, sum vóru við í reyðsokkarørsluni í Danmark og USA í 70'unum, og hví er tíðin búgvin júst nú? Hendan poddvarpsrøðin roynir at taka allar síður av eldfimu sakini um abort við, og geva eitt svar uppá - hvussu skal abortlógin 2023 síggja út?

8 Episodes
Reverse
Ríkisrættarliga eru Føroyar partur av danska kongaríkinum. Sama danska kongaríki, hvørs sitandi forsætisráðfrúa fleiri ferðir hevur funnist at myndugleikum í Póllandi og USA, fyri at hava rullað abortrættindi til kvinnur aftur. Men samstundis er fyri tað mesta larmandi tøgn úr Danmark og umheiminum annars, um abortmálið í Føroyum. Hví? Og hvør eigur rættin at blanda seg ella harta? Tað tosa Sadie Niclasen, retoriklesandi og Turið Nolsøe, ph.d lesandi um í hesum áttanda partinum. See omnystudio.com/listener for privacy information.
Hvat skal pápin hava at siga í abortspurninginum? Hvat er tað vit tosa um reint lívfrøðiliga og hvat sigur løgfrøðin? Tað eru spurningarnir, sum Nigro Bjarki Hermansen, pápi, Bjørk Maria Kunoy, løgfrøðingur og Diana Reynstind, serlækni tosa um í hesum sjeynda partinum. See omnystudio.com/listener for privacy information.
Ein teirra, sum helst skal siga sína hugsan fyri politisku skipanini, tá ið lógin um abort skal endurskoðast, er Føroya bispur. Men er abortmálið ein átrúnaðarligur spurningur? Ja, siga summi. Nei, siga onnur. Jógvan Fríðriksson sigur sína hugsan um hendan spurningin og um málið um fría abort. See omnystudio.com/listener for privacy information.
5. Ein óynskt abort

5. Ein óynskt abort

2025-09-2934:12

Anja Wenningstedt Djurhuus fekk eina abort fyri 15 árum síðani. Serligar umstøður gjørdi, at hon fekk framt hesa abortina, sum hon hevur angrað líka síðani. Og hon mótmælti eisini uppundir, at abortin bleiv framd. Hoyr hennara søgu her. See omnystudio.com/listener for privacy information.
4. Neyðtøkan

4. Neyðtøkan

2025-09-2933:19

Hildur Egilsdóttir varð neyðtikin og gjørdist við barn. Hon fekk eina abort, men tað kravdi, at hon segði fleiri læknum frá sínari søgu, frá tí ringasta kvøldinum í lívinum. Hoyr hennara søgu her. See omnystudio.com/listener for privacy information.
3. Anti-abort rørslan

3. Anti-abort rørslan

2025-09-2934:15

Vit finna ikki einans eina sterka pro abort rørslu í Føroyum í hesum døgum - anti abort rørslan er minst líka sjónlig í kjakinum í dag. Ruth Norðgerð, forkvinna í Føroya Pro Vita, ynskir sær eitt samfelag við fleiri møguleikum til kvinnur - og tað ger hon orsaka av einari ógvusligari persónligari hending, tá ið hon sjálv gjørdist við barn.  Við Ruth Norðgerð, Dianu Reynstind, Regini Berg, v.m.See omnystudio.com/listener for privacy information.
2. 70'ini

2. 70'ini

2023-09-1336:16

Í 70'unum fóru danskar og amerikanskar kvinnur á gøturnar. Tær vildu hava síni abortrættindi, og í 1974 fingu tær tað. Mitt í rokanum finna vit Karina Kjølbro, sum í 60'unum arbeiddi á Mødrehjælpen og sjúkrahúsið í Danmark, har hon fær serligt innlit í abortmálið. Sama áratíggju er larmandi tøgn um abortrættindi í Føroyum - ein veruleiki, sum Marna Jacobsen fekk innlit í, tá hon tók ábort.  Við Karini Kjølbro, Marnu Jacobsen, Regin Berg, v.m.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Fyrsti partur, sum er ókeypis, byrjar 8. mars 2023, tá Føroyar vaknaðu til eitt sjónband frá fleiri kvinnum, sum søgdu "eg havi tikið abort". Tær vildu koyra skommina frá sær, og soleiðis bróta tøgnina. Tað sama vil felagið Frítt val, sum í ár hevur fimm ár á baki.Í  fyrsta partin av røðini taka vit útgangsstøði í 2023. Tí hetta gjørdist árið, tá politiska leiðslan loksins tordi at taka lógina frá 1956 upp á tungu.Barbara Holm hevur gjørt poddvarpsrøðina og í fyrsta parti tosar hon við eitt nú Aldu Mohr Eyðunardóttir, Turið Mariu Jóhansdóttir og Elisu Vang.See omnystudio.com/listener for privacy information.
Comments