Ása Østerø: Høvdu alt frá knappanálum til brúðarkjólar
Update: 2025-05-12
Description
85 ára gamla Ása Østerø, vanliga nevnd Ása í Skálabúðini, arbeiddi í Skálabúðini frá tí hon var 12 ára gomul til hon var 73. Og hon hevur nógv góð minnir og sigur í sendingini frá ymiskum minnum í handlinum í Dr. Jakobsensgøtu.
Skálabúðin var ein familjufyritøka. Saman við øðrum beiggjanum, Kára Skála, tók Ása við leiðsluni í Skálabúðini eftir foreldrini, Óla Kristian og Honnu Skála.
-Tað var eitt spennandi arbeiði og vit kunnu gleðast um, at vit høvdu sera trúgv starvsfólk í Skálabúðini, sigur Ása. Onkur starvsfólk vóru meira enn 40 ár í handlinum.
Maður Ásu, Jens John, sum bygdi hús saman við skyldmonnum úr Mikladali, fór eisini at arbeiða í Skálabúðini burturav, tí tað bleiv so nógv at gera tá bæði skúlar, missiónshús og øll onnur almenn hús eisini skuldu hava gardinur.
Eingin av eftirkomarunum hjá hvørki Ásu ella Kára, sum andaðist fyri nøkrum árum síðani, vóru at taka við handlinum, og tí gjørdu tey av at lata aftur fyri átta árum síðani.
Ása Østerø hevur verið KFUK-skóti síðani hon var smágenta, og hon er framvegis virkin í skótunum. Hon hevur verið nógv skótaleiðari og hevur verið fleiri spennandi uttanlandsferðir við skótum. Nú samlast hon og aðrir skótar fast einaferð um mánaðin og hugna sær saman. Hon hevur eisini verið nevndarlimur í KFUK í nógv ár.
Í sendingini greiðir Ása eisini frá ættini og øðrum viðurskiftum.

Comments
In Channel