9. Brúkaraprístal og hvussu tað ávirkar okkum
Update: 2022-05-18
Description
Korona og kríggj hevur havt búskaparlig sveiggj við sær kring allan knøttin. Í løtuni uppliva vit eina ógvusliga inflatión í Føroyum, sum meira ella minni merkir, at brúkaraprístalið er økt heilt nógv. Hetta kemst serliga av methøgu oljuprísunum.
Men hvat er eitt brúkaraprístal? Hvør avger talið? Og hvussu ávirka sveiggini í brúkaraprístalinum okkum brúkarar?
Tað greiða Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, og Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak, okkum frá í hesum partinum av Verkavarpinum.
Comments