DiscoverFótvarpið við Jóannes Jakobsen
Fótvarpið við Jóannes Jakobsen
Claim Ownership

Fótvarpið við Jóannes Jakobsen

Author: Fridi Jensen

Subscribed: 3Played: 1,865
Share

Description

Vit taka samanum farna umfarð og svara lurtaraspurningum. Hoyr Jóannes kjósa størsta "kjaft" í føroyskum fótbóltið, hvør besti all-round leikari hevur verið í Føroyum og mangt annað. Tað er nørdut, tað er hugnaligt, tað er spontant ... tað er fótbóltsprát millum feðgar.
82 Episodes
Reverse
Jóannes og Fríði seta sítt dreymalið av leikarum, ið teimum dáma best. Vit gera ikki eitt lið, ið skal verða best, men eitt lið samansett av leikarum, ið hava havt týdning fyri, hví vit elska at hyggja eftir 22 monnum sparka til ein bólt.
Jóannes tekur samanum 2. umfarð og kemur við sínum boðið uppá 5 ungir leikarir, ið kunnu skara framúr hetta kappingarárið. 
Jóannes tekur samanum 1. umfarð í 2021.
Í hesari røð práta Jóannes og Fríði um alt millum himmal og jørð. Við útgangsstøðið í 3. greinum hjá Bólt.Fo kjakast teir báðir um útlendingar í føroyskum fótbólti, menningina av tí kropsliga støðinum hjá føroyskum leikarum og kappingarskráina. Eisini verður práta um, hvat felag gevur bestu kakur til frásøgumennirnar - tað er ikk at forsmáa hjá Jóannesi. 
Fótvarpið - Jólaspecial

Fótvarpið - Jólaspecial

2020-12-2101:01:43

Jóannes og Fríði seta sítt dreymalið! Har eru tó tvær forðingar. Tað skal verða leikarir, ið ikki spæla meira og teir sleppa ikki at velja somu leikarir.
Jóannes og Fríði práta um VM undankappingarbólkin og leikaraflytingar. Ein róligur partur við hugnaprátið
Jóannes og Fríði greina mál í føroysku steypakappingini. Parturin er møguliga best egnaður til youtube, men tit Poddvarparir skulu ikki snýtast fyri ljóðfílinum. Parturin er at finna á youtube á tí officiellu kanaluni hjá Jóannesi.
Hevur tað føroyska landsliðið tikið eitt fet framm ella aftur? Hoyr Jóannes reflektera um fyrstu kappingina, ið Håkan hevur staðið á odda fyri. 
Jóannes og Fríði práta um seinasta umfarð í landskappingini. Eisini verður tosa um einstøku liðini, um tey kunnu verða nøgv við teirra avrik osfr. Í 2. hálvleiki kjósa vit besta málverja, besta verjuleikara osfr. 
HB eru Føroyameistarir! Hvat meira skal man siga. HB vunnu sannførandi á TB og staðfestu síðan tað, sum vit øll væntaðu frammanundan dystin. NSÍ basti KÍ og hevur nú alvorliga økt um spenningin um 3. pláss í Betri deildini. Nógv er hent í 26'inda umfarð! Tune'a inn og lurta við! 
Jóannes er aftur, og hann hevur nógv á hjarta! tað verður práta um 25'inda umfarð. Andorra er tað lægsta man kann søkka til sum fótbóltstjóð, grátikórið í Føroyum skulu konsentrera seg um fótbóltin og tað var um reppið, at KÍ kundi keypa alt HB, NSÍ og Víkinga liðið, um teir høvdu vunni á Dundalk. Jóannes is back! 
Fótvarpið hevur fingið nógvar fyrispurningar um at viðgera Premier League, og nú eydnaðist tað endiliga. Vit tosa um spælarakeyp, hvør fer at vinna PL, hvør verður besti leikari og mangt annað. Tað bar ikki til at fáa Jóannes at práta um PL. Tí máttu vit út at finna gestir við sterkum meiningum. Til alla góða eydnu funnu vit tveir gullklumpar og bjóða Julian Joensen og Magnus Ovason vælkomnan í Fótvarpið.
Er U18 liðið hjá HB í 2015 eitt tað besta í ungdómsfótbóltinum í Føroyum nakrantíð? Vit lata avgerðina verða tykkara. Eitt er tó sikkurt og vist - tað er eitt øðiligt ættarlið HB hevur dyrkað. Ikki er tað óhugsandi, at onnur ættarlið kunnu berjast um heiðurin sum besta nakrantíð, men so mugu tit koma við einum betri boði.OBS - ljóðtøkni hevur halta hendan partin. Tað verður fixa til næstu ferð - OBS
Vit bjóða amnesty til dugnafólkið Trónd Vatnhamar í Fótvarpinum, tí her eru vit avgjørt inhabilir. Jóannes broytir eisini meningin og velur at geva Fríða rætt - KÍ er favorittur til meistarheitið. 
Samanumtøka av landsdystunum hjá føroyingum móti Malta og Andorra. Hvør var besti leikari, hvat var positivt yvirraskilsi, hvørjar støður fara vit at minnast aftur á osfr? 
Fótvarpsvinurin Hallur Hansson er aftur komin á vitjan í Fótvarpinum. Vit hava eitt serligt tema til 1. part - hvussu tað føroyska landsliðið hevur ment seg síðan 1988 til 2012, tá Hallur og Jóannes fáa sína debut á landsliðnum sum ávikavíst leikari og hjálparvenjari. Hallur er ein leikari, sum veruliga hevur sett sítt dám á føroyskan fótbólt og er ein verulig fyrimynd fyri nógvar ungar leikarar, ið droyma um gjøgnumbrot í útlendskum fótbólti .. tað er ikki óhugsandi, at Jóannes merkir hetta, tí tann ófiltreraði Jóannes hevði nøkur vísdómsorð at fortelja í hesu sending.
Um tú vart ein fótbóltsguður og kundu gera nýggjar reglur ella skerpa skipanini í fótbóltinum - Hevði tú broytt nakað?Hoyr hvat Jóannes og Fríði halda um hetta. Teir hava hvør sær gjørt 3 ynskir hvør um, hvat teir halda burdi verið øðrvísi í skipanini og/ella reglunum í fótbóltinum.Eisini práta Jóannes og Fríði um tey flottu Europa League úrslitini, og práta eisini um non-dystin í Klaksvík.
Nåh ... Ætlanin var, at tað skuldi verða eitt lítið prát um farna umfarð, men vit endaðu í eitt stórt prát um Føroyskan fótbólt sum heild, fíggjarlig incitamentir osfr. Sum lurtari verður man tó ikki snýtt/ur fyri okkara roks um farna umfarð.
Hvør hevur verið bestur málverji, verjuleikari, miðvallarleikari, áleypari, venjari, stjørnuskot, skuffilsi/sjit og yvirraskilsi í Betri deildini higartil í ár?Hoyr metingina hjá Jóannes (og Fríða) í sendingini. Fótvarpið hevur hildið summarferiu, so Jóannes og Fríði høvdu nógv at innheinta í hesu sending. Fríði merkir hundasjúkuna, nú Arsenal vunnu FA Cup dagin fyri, men Jóannes brillierar eins og áður, og fær hildið Fótvarpið koyrandi. 
loading
Comments 
Download from Google Play
Download from App Store