63. Á herferð við hamara á Oyrasundi
Description
Ein maður gongur runt og brýtur hurðar á Øresundskollegiet á Amager, vit tosa við Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir, sum býr á Øresundskollegiet, og frætta tað feskasta av flatlondum. Heima í Føroyum er kappingarárið í fótbólti av, og tí venda vit nøkrum søgum úr Fótbóltsføroyum, sum rukku út um fótbóltsvøllin. Vit spyrja eisini, um Leivur Frederiksen gjørdi "ein Oddbjørn", tá hann gjørdi greitt, at nevndin í Posta eftir hansara tykki burdi verið send til hús - og formaðurin í Posta nakrar dagar seinni varð skiftur út.
Frímælt hesa ferð er mannað við Elsu Mariu Magnusardóttir Olsen, samfelagsfrøðingur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet, og Tróndur Vatnhamar, vertur í Kringvarpi Føroya.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.