Credo: "Eg eri bara ein lítil drongur úr Sandavági".
Update: 2025-08-31
Description
Agnar Falkvard Joensen er giftur og eigur fýra børn. Hann er maskinverkfrøðingur og starvast sum stjóri í familjufyritøkini "J.K.Joensen".
Brádliga í vár small hann um. Kanningar vístu, at hann hevði ágangandi krabba í heilanum. Læknar hava ikki givið honum góð framtíðarútlit, so Agnar roynir at samskipa øll viðurskifti, so kona og børn fara at hava tryggan gerandisdag.
Agnar hevur klettafasta trúgv og kennir og veit seg í tryggum hondum og hann biður inniliga um heilsubót og at sleppa at síggja børnini vaksa og mennast.
Men um so ikki verður, so óttast hann als onki, tí tá er hann heima hjá Kristusi.

Comments
In Channel