Vágskálin: Fjølbroytt innlit í lívið hjá Stanley
Update: 2025-11-19
Description
Til ummælis hesaferð er sjálvævisøgan um Stanley Samuelsen, sum Hilmar Jan Hansen hevur skrivað
Uppi í tíðini er, at landsins elstu tónleikarar siga sína lívssøgu í bók. Í fjør kom bókin um Robert, og í ár er bók útkomin um Stanley Samuelsen.
Hilmar Jan Hansen skrivar søguna um drongin, sum var abbasonur fyrsta løgmann í heimastýrinum, Andras Samuelsen, og sum mestsum føddist inn í Føroya størsta blað, Dimmalætting.
Men Stanley fór ikki sama veg sum mangir av brøðrunum, sum fóru at arbeiða á Dimmalætting. Hann vildi spæla tónleik, og longu á heilt ungum árum var hann virkin í Silly Boys í Fuglafirði.
Stanley sigur , at hann var nógv á sjúrkahúsi sum barn. Hann greiðir eisini frá, at ein skótaleiðari gjørdi seg kynsliga inn á seg á eini Danmarkar-ferð, og so var hann sum heilt lítil eisini til staðar, tá ein vinmaður druknaði í Fuglafirði.
Nógv hópaði seg tí upp hjá honum, og tá hann var 19 ára gamal, fór hann til Danmarkar - og búsettist har.
Hans Jacob Kollslíð og Eyðun Klakstein ummæla bókina. Hon er løtt at lesa, siga teir. Eyðuni dámar best partin um barna- og ungdómsárini, og Hans Jacob fekk mest burtur úr partinum um tónleikin.
Uni Arge leggur til rættis.

Comments
In Channel