45. Snús, deyðin og Ólavsøkuframsýningin
Description
Heldur tú, at evnini omanfyri er nakað, sum ikki ganga hond í hond, so fert tú skeiv ella skeivur, tí hesin parturin av Frímælt er eins góður og fjølbroyttur og vanligt. Vit byrja við at ringja til Eivør, sum í hesum døgum hongur á Times Square í New York. Síðani tosa vit um ólavsøkuframsýningina og hvussu hon er sett saman - millum annað eru eingir gamlir, hvítir menn við.
Eftir tað tosa vit um deyðan og jarðarferðir, tí Sigga-Maria hevur júst fylgt.
Vit fylla eisini skuffuna við snúsið fyri seinastu ferð, tí Prima Brun Snus er farið í søguna. Justinus Eidesgaard, sum hevur snúsað í 51 ár, greiðir frá hesum, áðrenn vit runda av við eitt sindur av EM-práti.
Gestir eru Alda Mohr Eyðunardóttir, listafólk, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, og Høgni Olsen, tænari.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.