kvf Podcasts

Best kvf podcasts available (Last Updated May 2024)

PodcastsEpisodes

1

Góðan morgun Føroyar:Kringvarp Føroya

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)

2

Góðu søgurnar:Kringvarp Føroya

Góðu søgurnar

Góðu søgurnar eru klassiskar skaldsøgur í savni Kringvarpsins. Ynskir tú at hoyra eina ávísa skaldsøgu, ber til at skriva til pd@kvf.fo

3

Framhaldssøgur til ung:Kringvarp Føroya

Framhaldssøgur til ung

Ungdómssøgur viðgera viðkomandi evni og hugsanir til ung. Søgurnar eru nýggjar og/ella nýtýddar. Til ber at senda ynski um ungdómsframhaldssøgur til pd@kvf.fo

4

KvF 60 ár, útvarp:Kringvarp Føroya

KvF 60 ár, útvarp

6. februar 2017 vóru 60 ár liðin síðani útvarpið sendi fyrstu ferð. Kringvarpið heldur 60 ára stovningardagin í bæði útvarpi og sjónvarpi dagarnar og vikurnar eftir 6. februar.

5

Kjakaríið:Kringvarp Føroya

Kjakaríið

Kjakaríið er ein beinleiðis kjaksending í útvarpinum hjá KvF hvønn leygarmorgun klokkan 10 til 11. Spurningar og tvístøður kunnu sendast til kjak@kvf.fo, og kunnu vera um alt millum himmal og jørð, bæði gerandisspurningar, tvístøður og aktuel mál.

6

Brunsj:Kringvarp Føroya

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)

7

25 minuttir:Kringvarp Føroya

25 minuttir

25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini. 25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum. Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, ca@kvf.fo Samskipari: Tróndur Vatnhamar, tva@kvf.fo Redaktørur: Kári Sólstein, karisol@kvf.fo

8

Túnatos:Kringvarp Føroya

Túnatos

Savnssending   Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.   Slag av sending: Magasin-sending við ymsum innsløgum frá einum staði   Málbólkur: Tilkomin fólk við áhuga fyri tí, ið rørist í ymsu, smáu lokalsamfeløgunum í Føroyum   Sendilongd: 25-30 minuttir   Lagt til rættis: Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen   Redaktørur: Elis Poulsen, elis@kvf.fo

9

FM204:Kringvarp Føroya

FM204

Savnssending   FM 204 er seinnapartsendingin í KvF útvarpinum summarið 2011, millum klokkan tvey og fýra - harav navnið FM 204.   Talan er um eina lætta og summarsliga sending við nógvum góðum tónleiki, spurnarkapping, og gestum, sum práta um ferðing, lívsroyndir, frítiðarvirksemi, mat, lívsstíl, og onnur viðkomandi evni. Afturat hesum fara vit at viðgera ymiskt av søguligum slag.   Men vit flyta okkum eisini. Hvønn fríggjadag verður sent frá bygdastevnum og tónleikafestivalum. Onnur ferðamál eru eisini á skránni, umframt Oyggjaleikir.   FM 204 verður mannað við skiftandi vertum og rapportarum. Fyrstu tíðina taka Elin í Stórustovu, Vár Berghamar Jacobsen, Gunnar Nolsøe, og Jákup Magnussen sær av sendingini. Jákup er eisini redaktørur.

10

Sjónarhornið:Kringvarp Føroya

Sjónarhornið

Savnssending Sending við gestum, ið viðgera evni, sum eru uppi í tíðini (aktuell). Tvey til trý evni vera í hvørjari sending. Ætlanin er at hava tveir ella tríggjar gestir til hvørt evni, soleiðis at hvørt einstakt evni verður viðgjørt úr fleiri sjónarhornum. Slag av sending: Tíðindi og aktuelt Málbólkur: Øll við áhuga fyri samfelagsviðurskiftum Sendilongd: 50 minuttir Vertur: Grækaris Djurhuus Magnussen Redaktørar: Liljan Weihe, liljan@kvf.fo, og Grækaris Djurhuus Magnussen, grakaris@kvf.fo

11

Bismarin:Kringvarp Føroya

Bismarin

Savnsending Bismarin er ein nýggj dokumentar sending við kjaki aftaná. Sjálv dokumentarsendingin byrjar mánadagar klokkan 17:05 og klokkan 17:30 er kjak í útvarpsstovuni um sama evni. Nú fáa lurtarar aftur høvi at siga sína meining í eini útvarpssending. Slag av sending: Útvarps-dokumentarsending um aktuell evni við lurtarakjaki aftaná Málbólkur: Vaksin Sendilongd: 55 minuttir Journalistar: Elin Winther Poulsen og Jóhann Mortensen Redaktørar: Elin Winther Poulsen, elin@kvf.fo, og Jóhann Mortensen, jomo@kvf.fo

12

Andglettur, Fólkatingsval 2019:Kringvarp Føroya

Andglettur, Fólkatingsval 2019

Sjónvarpssendingar undan fólkatingsvalinum 2019. Í sjónvarpinum - og á kvf.fo - klokkan 19:20 gerandiskvøld fram til 5. juni.

13

Fríggjakvøld:Kringvarp Føroya

Fríggjakvøld

Savnssending Fríggjakvøld er ein longri tíðindasending við aktuellum innsløgum, reportasjum, samrøðum og kjaki. Slag av sending: Tíðindi og kjak   Vertir: Finnur Koba og Eydna Skaale Redaktørur: Sigrun Brend, sigrun@kvf.fo

14

Skáin:Kringvarp Føroya

Skáin

Skáin er ein beinleiðis útvarpssending, har vit steðga á og viðgera eitt evnið, sum lurtarin oftast velur frá ferð til ferð. Hvat evni kundi tú hugsa tær varð viðgjørt í Skáanum? Send títt hugskot til skain@kvf.fo Vertur er Eyðfinn Jensen.

15

Dilemma:Kringvarp Føroya

Dilemma

Savnssending Dilemma er ein sending, har etisk evni verða tikin upp. Tríggir gestir, ið á ein ella annan hátt eru kendir úr almenna rúminum, tosa um sínar áskoðanir á evni sum eitt nú deyðan, rúsdrekkatrupulleikar, aktiva deyðshjálp og fosturdiagnostikk.   Slag av sending: Kjak   Málbólkur: Vaksin, við áhuga fyri etiskum evnum   Sendilongd: 25 min.   Vertur: Solby Christiansdóttir   Redaktørur: Solby Christiansdóttir, solby@kvf.fo

16

Mælt:Kringvarp Føroya

Mælt

Savnssending Hvørt fríggjakvøld í vár er nýggja sjónvarssendingini mælt á skránni. Sendingin snarar rundanum lyklaorðini gaman, álvara og aktualitet. Við gestum, innsløgum, kjaki, matgerð og tónleiki skal sendingin taka samanum farnu vikuna í einum løttum tóna í einum hugnaligum og áhugaverdum umhvørvi.   Vertur: Høgni í Jákupsstovu Redaktørur: Høgni í Jákupsstovu Ábyrgdarhavandi: Solby Christiansdóttir, solby@kvf.fo 

17

In mente:Kringvarp Føroya

In mente

Savnssending   Mentan hevur sítt fasta pláss í útvarpinum, og í sendingini In mente verður í einari høvuðsfrásøgn viðgjørd evni sum eitt nú arkitekturur, bókmentir, dansur, filmslist, myndlist, sjónleikur, tónleikur og føroyskt mál.   Harumframt verður ein mentanarálmanakki, sum hvørja viku ger vart við tiltøk, ið fara fram á føroyska mentanarpallinum.   Fram í ljósið er táttur, har fólk, ið dáma og duga at skriva, men sum frammanundan eru heldur ókend á bókmentaliga pallinum, fáa høvi at gera vart við seg, til dømis við at lesa eina yrking ella brot úr øðrum skrivaðum tilfari.   Hevur tú hug at vera við, ert tú meiri enn vælkomin at senda okkum ein teldupost, har tú sigur eitt sindur um teg sjálva(n), eins og okkurt, tú hevur skrivað.   Teldupostbústaðurin er inmente@kvf.fo.   Vertur er Gunnar Nolsøe.

18

Speki:Kringvarp Føroya

Speki

Savnssending   Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera. Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti. Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum.   Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steðg í nøkur ár, nú tikin upp aftur. Sum so er Speki í somu sjangru sum fyrilestrar á eitt nú DK4, BBC Open University, TED.Com og Danskernes Akademi, sum er at síggja á DR2. Síðstnevnda røðin byrjaði í 2010.   Kringvarp Føroya er ein av týdningarmestu mentanarstovnunum í Føroyum. Tí er tað at miðla vitan ein týðandi táttur í public-service tilboðnum hjá Kringvarpinum.   Slag av sending: Sjónvarpsfyrilestrar   Málbólkur: 20+, áhugað í vísindum og vitan   Sendilongd: 20 min.   Samskipari fyri Fróðskaparsetrið er Anna Katrin Matras, annakm@setur.fo   Samskipari fyri Kringvarpið er Ivan Hentze Niclasen, in@kvf.fo

19

Refleksjón:Kringvarp Føroya

Refleksjón

Savnssending   Refleksjón kunnar teg um føroyska mentanarpallin! Refleksjón er regluliga sjónvarpssendingin um føroyska mentan og list í vetrarskránni hjá Kringvarpi Føroya.   Refleksjón gevur hyggjarunum vitan og innlit í teir ymisku tættirnar á mentanarøkinum. Talan er um evni úr øllum listagreinum. Vit frætta tíðindi og hoyra um serligar hendingar og rák á lista - og mentanarøkinum.   Sendingin er ein magasinsending við innsløgum um bókmentir, tónleik, sjónleik, miðlar, myndlist, søvn, arkitektur, snið, dans, populermentan, fólksliga mentan, skúla- og mentaskap og mentanarpolitikk.   Kringvarp Føroya er ein av týdningarmestu mentanarstovnunum í Føroyum. Tí vóru mentan og list longu frá fyrsta degi týðandi tættir í public-service tilboðnum hjá sjónvarpinum. Sendirøðir sum Mál og mentan (1984-85), Gluggin (1984-90), Skái (1990-91), Basalt (1997-2001), Magn (2002) og síðani í 2003 Mentanartíðindi hava í innsløgum og samrøðum viðgjørt hendingar á mentanarpallinum.   Somuleiðis hevur sjónvarpið hjá Kringvarpinum gjørt hópin av støkum sendingum um mentan. Sendirøðirnar Bókakassin (1991-94), Innskot (1998-2000), Gesturin (2001-2003) og Mentanartíðindi (2003-2009) hava eisini mangan havt mentafólk sum gestir.   Refleksjón hevur eitt nýmótans og lætt snið, sum ger sendingarnar áhugaverdar at hyggja at.   Aðrar mentanarsendingar Ein onnur sending í Kringvarpinum, sum tekur upp evni innan list og mentan er t.d. In mente í útvarpinum. Refleksjón og In mente samstarva um evnir og innihald.   Slag av sending: Tíðindi, mentan, list   Málbólkur: Tey, ið hava áhuga fyri mentan og list   Sendilongd: 25 minuttir   Vertur: Heini í Skorini   Fotografur: Hallur E. Thomsen   Redaktørur: Heini í Skorini, heini@kvf.fo

20

Álvaratos!:Kringvarp Føroya

Álvaratos!

Savnssending   Álvaratos er kjaksending við pallborði, sum á sín egna og rúmliga hátt viðgerð aktuell evni, sum fjølmiðlarnir hava tikið upp frammanundan. Sendingin vil upplýsa og undirhalda, verða partur av almenna kjakinum, umframt at hvessa tilvitni hjá brúkaranum sum lesara og lurtara.   Pallborðið er breitt samansett við trimum fólkum, ið hava áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Oftast hava hesi útbúgvingar og eginleikar, sum gera tey før fyri at taka støðu í einføldum eins og torgreiðum spurningum. Talan er ikki um eitt serfrøðinga-pallborð burturav, tí luttakararnir skulu eisini kunna vera fólksins rødd.   Verturin Jákup Magnussen byrjaði sum blaðungur at gera tónleika- og ungdómssendingar í útvarpinum. Seinni nam hann sær útbúgving sum journalistur, og síðani hava arbeiðsuppgávurnar verið nógvar og ymiskar. Nevnast kunnu sendingar sum Góðan Morgun Føroyar og Nón.   Jákup Magnussen hevur eisini havt uppgávur fyri sjónvarpið, serliga í mentunarpartinum. Jákup Magnussen starvast í dag sum freelancari.   Slag av sending: Kjaksending   Málbólkur: 20+, samfelagsáhugað   Sendilongd: 50 minuttir   Vertur: Jákup Magnussen   Redaktørur: Jákup Magnussen, jakup@kvf.fo

Download Castbox to bring Góðan morgun Føroyar and thousands of other podcasts with you on the road. Listen to Góðan morgun Føroyar anywhere, anytime across all your devices. You can join the #kvf discussion in the community and get more insights about kvf podcasts.

Download from Google Play
Download from App Store